Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1983síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- | Hetta vikuskiftið endar landskappingin hjá yngru deildunum í fótbólti. Somuleiðis endar triðja deild, meðan tær báðar fremstu deildirnar enn resta eitt leik- umfar. Men í ellum deildunum, frá smápiltadeild til 1. deild, er spenningurin stórur. Í 1. deild kann KI taka eitt avgerdandi fet móti meistaraheitinum um teir vinna móti HB í morgin og tapir GI samstundis sin dyst móti B36, so eru klaksvíkingar longu meist- arar áðrenn seinasta leikumfar. Men vinna HB og GI, so er kappingin so jevn og spennandi, sum hon kann verða. So hava øll trý liðini 17 stig hver áðrenn sein- asta leikumfar — og tá skulu GI og KI hitt- ast í Getu, meðan HB í Gundadali skal spæla móti TB. Í 2. deild er nærum greitt, at NSI gerst vinnari. Sum er liggur NSÍ á odda, tvey stig framman fyri Royn á ÍF. NSÍ skal í dag, á heimavelli, spæla móti SÍ, og næsta viku- skiftið skulu NSÍ-leikararnir til Sumbiar at spæla. Og neyvan er at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at NSÍ, ið bert hevur tapt ein landskappingardyst í ár, er >stór- favorittur« at vinna báðar teir seinastu dyst- irnar eisini. Í triðju deild er lítið at ivast í, at tað verður HB, ið vinnur. Teir skulu bert greiða javnleik í seinasta dystinum móti niðast stadda liðinum, Skála, fyri at tryggja sær uppflytingina. Um hesin dystur endar við javnleiki er somuleiðis greitt, at Skála verður liðið, ið verður at flyta niður í 4. deild komandi leikár. Sum er, eru teir tvey stig aftan fyri TB. Í 1. deild verður í morgin á Tveroyri ein dystur, ið kann gerast avgerðandi fyri hvat lið verður at flyta úr 1. deild. Hesin dystur er millum TB og MB, og bæði lið mugu hava stig, um tey skulu gera sær vónir um at verða verandi í 1. deild komandi leikár. Í 2. deild stendur kappingin um at sleppa undan at flyta niður millum EB og Sumba, uttan at SIF og SI tó eru uttan fyri niður- flytingarvandan. Skilligt er, at hetta vikuskiftið kann gerast rættuliga avgerðandi og FSF hevur tí ásett tíðir nær dystirnir í vaksnamannadeildini skulu leikast! Í. deild í morgin: Dystur nr. 1002 KI—HB 1003 TB—MB 1004 B68—LIF B36—GI 2. deild i dag: Dystur nr. 990 NSI—SI 991 Royn—Fram 992 EB—IF 993 SIF—Sumba 3. deild i dag: Dystur nr. 1020 Skåla—HB - - B68—TB - B36—VB - KI—B71 Dreingir: 2. finala: HB—NSI Smádreingir: 2. finala: LIF—KI Piltar: 2. finala: VB—HB Smápiltar: 2. finala: TB—HB Jean Dimon, formaður í TB: Leygardagur 17. september 1983 Kæran er ikki orsakað av B-kæruni Ein ókendur gjørdi TB vart við mistakið á dómaraseðlinum — Kæra okkara er ikki orsakað av, at MB í vár klagaði um dystin móti HB. Vit meta, at ikki ber til at sam- anbera hesar klag- ur. Klagan hjá MB snúði seg um eina skrivivillu, meðan okkara snýr seg um at eitt navn er burt- urgloymt á dómara- seðlinum. Hetta sigur Jean Dimon, formaður í TB, í viðmerk- ing til at TB hevur sent Fótbóltssambandinum klagu um dystin móti LÍF. — Vit uppdagaðu ikki at nakað var skeivt við dóm- araseðlinum, men um kveldið ringdi ein ókendur suður á Tveroyri og gjerdi vart við hvussu vorðið var. — Vit settu okkum í samband við dómaran, Jógvan Jacobsen, og greiddi hann frá, athann var varugur við mistakið. Hann hevði gjørt LÍF vart við hetta aftaná dystin go hevði skrivað eina við- merking um mistakið á dómarseðilin, áðrenn hann sendi hann til Fótbólts- sambandið, greiður Jean frá. Kæran snýr seg um, at LÍF í dystinum seinasta leygardag móti TB, sum teir vunnu við einum máli móti ongum, nýtti ein leik- ara, ið als ikki stóð skriv- aður á dómaraseðilinum. Í dystinum fekk hesin leik- ari gult kort, men tá dóm- arin skuldi viðmerkja hetta á dómaraseðilin, sá hann, at navnið á hesum leikara ikki var at finna á dómaraseðilinum. Kæran hjá TB er grund- að á grein 9 í kappingar- reglunum fyri fótbólt, ið sigur, at á dómaraseðil- inum skulu standa nevnd- ir allir teir leikarar og eykaleikarar, sum eru við á liðinum. Síðsta: Hóskveldið hevði kapp- ingarnevndin hjá FSF fund har kæran hjá TB varð viðgjerd. Kappingarnevndin av- gjørdi at avvísa kæruna tí at hon var ófullfíggjað, m.a. manglaði undirskrift, men hóast hetta vinnur TB dystin móti LÍF av tí at lorvíkingar høvdu gloymt at skriva navni á eina leikaranum á seðilin. Fjølmidlakappingin: Í dag verður tað so Í dag verður so kappingin har Smith, Breckman, Arge, Klein og hvat tey nú eita, kunnu kappast uttan at nýta pennin ella orð sum vápn Fjølmidlakappingin sum Flogbóltssamband Feroya skipar fyri, verður í dag Undirtekan hevur verið stór. Atta lið eru meldaði til og verða tey býtt í tveir bólkar, har øll lid leika móti hverjum eðrum. Vinnararnir í bólki 1 leika síðani móti vinn- arunum í bólki 2. Nr. 2 í bólki 1 leikar móti nr. 2 í bólki 2 o.s.fr. Á henda hátt koma ell liðini at leika fýra dystir. Í bólki 1 kappast 14. September 1, Dagblaðið, Sosialurin 2 og Sjón- varpið, meðan Sosialurin 1, Oyggjatíðindi, 14. Sep- tember 2 og Utvarpið Dimmalætting kappast í bólki 2. Telini, ið standa aftan- fyri Sosialin og 14. Sep- tember merkja, at hesi hava boðað frá lutteku við tveimum liðum hvert. Orsaka av, at FBF metir, at fleiri av leikarun- um ikki kenna nakað ser- ligt til flogbólt, eru ser stakar kappingarreglur gjørdar til kappingina M.a. verða bert tvey umfer í hverjum dysti í innleiðandi umfarinum. Hetta kann hava við sær, at lið koma at standa á jevnum. Um so er, verður tað umfarsmunurin, ið verður avgerðandi. Er framvegis javnt millum liðini, verður málmunurin avgerðandi og er hann tann sami, verður luta- kast. Orsaka av, at hetta vikuskiftið er sera týdn- ingarmikið fyri lands- kappingina í fótbólti ber ikki ítróttarskrivarunum hjá Sosialinum at vera við í kappingini — hvussu gjarna teir enn vildu. Ikki tí at hetta vil minka um leikdygdina hjá báðum Sosial-liðunum — tvertur í móti. Sosialurin er altíð við har tað hendir nakað og luttekur ikki i kapping- ini bert fyri at vinna — sjálvt um vit sjálvandi fara at royna at gera okk- ara fyri at gerast bestir. Kappingin, ið verður í hellini hjá Havnar Fim- leikarfelag, byrjar í dag klokkan 13 og er tíverri ikki opin fyri almenning- inum (nekur tíðindafólk eru ov smæðin at vísa hvat tey eisini duga). Spennandi verður nú at frætta hvussu tað gongur hjá hesum fólkum, ið van- liga klandrast dúgliga í fjølmidlunum, tá tað snýr seg um ítróttarkapping. A