týsdagur 20. september 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevar}; p/f sosislurin
Lýsingar: Árni Joensen
KLANDURSSTÝRIÐ —
landsstýrið — klandrast sum ongatíð
orsakað,
fyrr. Nú er tað Sjálvstýrisflokkurin
sum er farin at fýsa og snýsa. Tinga-
krossur var á tremur fríggjadagin og
sjálvstýrisgarparnir fara ikki fram við
mýkindum.
SJÁLVUR formaðurin, sum annars
hevur roynt sjómanskynstur sítt at
spleysa endan fleiri ferðir, so hann
ikki slitnaði, sigur, at landsstýrið
hevur gjørt brot á stuðulslóggávuna
við at geva stuðulslán og veita veð
hald fyri farmaskipi, ið Traderline
ætlar at keypa. Hilmar Kass vísir á, at
stuðulslán kann bert veitast til skip, ið
eru undir tvey ár, meðan hetta skipið,
hóast tað enn ikki er siglingarklårt, er
8—9 ár.
UT UM ALT mark fyri ábyrgdarloysi,
ja. soleiðis skuidsetir sjålvstyrishøvd-
ingurin sítt egna landsstýrið. Hann
vísir á, at allarneyðugastu upplýs
ingarnir vóru ikki til taks, og at grann
skoðaravirkið hjá løgmanni er grann
skoðari hjá Traderline. Men hetta
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
»
+
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
" Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
ábyrgdarloysið, ið Hilmar tosar um,
fær ikki avleiðingar, tí onnur stórmál
skulu loysast. Rætt hevur hann í tí,
men uttan aðra almenna frágreiðing
uttan hesa, luttekur Sjálvstýrisflokk-
urin eisini í hesum ábyrgdarloysi.
FIGGJARNEVNDIN er hildin fyri
gjøldur, ásannar ein annar sjålvstyris-
maður, Ásbjørn Joensen, sum sjálvur
situr í figgjarnevndini! !! Hann ger ikki
mætari enn at skuldseta løgmann fyri
at gera undirhondsavtalur við A. P.
Møller r helikoptaramålinum:
»...Hann (t. e. løgmadur) vil hava sam-
band vid vid Bell 212 og harvid A. P
Møller, sum hann ivaleyst longu tå
hevði gjørt eina avtalu viða.!!!
NÚ ERU vit eftirhondini so von við
klandrið í samgonguni, at einki nýtt er
í tí. Men alt meðan flokkarnir
klandrast, arga og kalla hvønn annan,
gongur tíðin og loysnin av nógvum
málum dregur út. Tíbetur, kunnu vit
siga í summum førum, tí eingin loysn
kann vera enn ein vánalig
borgarlig ioysn, men í ødrum hastar
og tað er neyðugt við avgerðum, um
samfelagið kann koyra. Men at halda
fram á henda hátt, er ábyrgdarioysi út
um alt mark, sum Hilmar Kass sigur.
Eitt stórt stig framá
TRY fakfeløg hava í felag stovnað ein
upplysingarfelagsskap, ið hevur fingið
navnið Uppiysingarfelagsskapur
Verkamanna. Tey try feløgini eru Før-
oya Arbeiðarafelag, Førova Fiski-
mannafelag og Føroya Handverkara-
felag. Men longu nú — eina góða viku
eftir stovnsetingina — hava fleiri
onnur fakfeløg spurt seg fyri um lima-
skap.
FAKFELOGINI hava longu fyri
mongum árum síðan ásannað, at tørv-
ur er á upplýsing og at tørvur er á sam-
starvi. Hetta var uttan iva orsekin til,
at FA fyri nøkrum árum síðani fekk í
lag eitt samarbeiði við Arbejdernes
Oplysningsforbund í Danmark um út-
búgving av álitisfólkum, nevndar-
limum í fakfeløgum og ødrum åhug-
aðum limum. Úrslitið av hesum sam-
starvinum eru tvey-trý skeið árliga í
Føroyum umframt luttøka á skeiðum i
Lanmark.
SAMSTARVIÐ hevur verið avmarkað
til FA, hóast onnur fakfeløg hava havt
hevi at senda sínar limir til skeiðini
Men FA hevur ásannað, at skal kom-
ast víðari mugu vit sjálvi taka teymar í
hond og skipa fyri, eins og FA man
hava hildið, atbest er um fleiri
fakfeløg eru saman. Grundarlagið er
lagt í samstarvi við AOF og donsku
fakfelagsrørsluna, ið er millum tær
fremstu í heiminum. Og meguleikar
fyri fjaltáttaðum skeid- og útbúgv-
ingarvirksemi eru skaptir við keyp
inum av húsaognini við Hoyvikstjørn
fyri tveimum árum síðani
EINGIN ivast i, at tað er tørvur á út
búgving í Feroyum. Fakfelags
formenn ásanna ferð eftir ferð, at m.a.
álitisfólkaskipanin roynist ikki nóg
væl. Tað er torført at fáa fólk at taka
uppgåvuna upp á seg, tí álitisfólk ofta
hava persónligar ampar og eru ikki
nóg væl vard. Somuleiðis er trupult at
fáa skipanina við trygdarumboðum at
virka nóg væl. Ein útbúgving — og
sannføring av verkafólkinum — vil
uttan iva burturbeina nógvar av
hesum trupulleikunum. Á tí fakliga
umráðnum eru vit í nógvum førum
eftirbátar. Eitt útbúgvingarvirksemi
fer heilt vist at menna føroysku
arbeidarafjøldina.
SOSIALURIN fegnast um tiltakid og
ynskir teimum trimum feløgunum og
teimum, ið koma afturat góðan byr.
Føroya Arbeiðarafelag hevur sekt
landsstýrið um stuðul til skeið, men
hóast tvey ár eru liðin, hevur FA íkki
fingið svar. Tað er einki annað enn
rímuligt, at tað almenna studlar ut
búgvingar- og upplysingartiltøkunum
hjá arbeidararørsluni. Stórur partur av
hesi fjøldini hevur ikki kostað samfel
agnum dýrt í útbúgving. Hinvegin er
tað henda fjøldin av arbeiðsfólki,
veiðimonnum, starvsfólki o.g.. ið
skapar samfelagsins virði. Tí eigur
henda fjøldin allan stuðul uppibornan
Hjartaliga tillukku.
Aíðindablaðjð Sosialurin
4
Nr. 108 — 20. september 1983
Kynsdiskriminerandi
lýsing
Ein almennur stovnur
lýsti herfyri eftir hjálpar-
kvinnu. Hon skuldi duga
feroyskt. enskt og
maskinskriving.
Enn hava vit ikki sum í
eðrum londum fingið
bannað við lóg, at mis-
munur verður gjerdur á
mannfólki og konufólki,
eitt nú á arbeiðsmarkn-
aðinum. Men meðan vit
bíða eftir slíkari lóg.
kundu vit ynskt (fyri ikki
at siga kravt), at ið hvussu
er almennir stovnar sýndu
javnrættindamálinum so
miklan ans, at teir í lýs-
ingum eftir starvsfólki
góvu ellum meguleika at
sekja, uttan mun til kyn.
Viðhvert hoyrist tað
brúkt sum undanfersla, at
m/k sær fjåkut út. Tey
verða hervið mint á orðið
fólk, sum tað ber væl tilat
skoyta upp í flest all
starvsheiti, har tað er
neyðugt.
esj.
Partapolitiskir sikkur-
heitsselar
Aftan å eina rådstevnu i
Islandi hevur landslæknin
uppdagað, at vit i Før-
oyum hava eitt óhugnaligt
tal av ferðsluvanlukkum,
og at hann vil gera nakað
við hetta óskil, og tað eiga
vit øll at fegnast um. Ser-
liga anbefalar hann, at vit
fara at brúka trygdarsel-
ar
Hetta er óivað bæði til-
trongt og í lagi, men
metodurnar tykjast legn-
ar
Kona hansara Karin, ið
er tingkvinna, kunnger
okkum í l4.-anda, at nú
skal hon taka sær av
hesum máli og fáa tingini
uppá pláss
Ferðsluvanlukkurnar
eru, eftir mínum tykki, ov
álvarsamar at gera til
familieran partapolitik.
Tí má tað haldast at
vera legið, at landslæknin
gevur konu síni hetta mál
at vimsa við á tingi
Bilferari
Dagblaðið, eyðræning
og rektarheim
—
tilkomin eru
minnast Fólka-
flokkurin í síni tíð bardist
ímóti at beta um umstød-
urnar hjá eldri og illa fyri
komnum við fólkapensi-
onini og
pensiónum, og ti kom tað
ikki óvarað á okkum. at
slíkir tankar fóru at stinga
seg uppaftur, men makan
til Dagblaðið mikudagin í
síðstu viku, nei, nei
Har stendur í odda-
greinini, svart upp á hvítt,
„Hin fylkingin er snegt
sagt skattgjaldarin, sum
verður eyðrændur hverja
ferð, sosiala samkenslan
skal gjaldast við pening-
inum hjá ødrum«. Eg sigi
bara, at tað er gott, at
onkur hevur hesa sam-
vitskuna, tí hana finna vit
ikki hjá Fólkaflokkinum,
ið hvussu er bert hjá
einum evarska lítlum parti
— teimum sum sjálvi eru
avvarandi.
Koma at tosa um eyð-
ræning. Eg trúgvi fólk
betala fegin sín skatt, tá
tey vita, hvar hann fer, tí
tann tíð kemur eisini, tá
Vit sum
hvussu
eðrum
vit skulu liva av pensión,
um vit hava lív og heilsu,
koma skeivt
fæstu,
kadem-
iskum fakleløgum og fåa
ella um vit
fyri, ti tey eru tey
sum eru limir
stora pension, (ta tey
gevast, illa komin
um tey 60
At tosa um eyðræning í
samband við pensiónir og
rektarheim,
haldi eg vera dekan ov
langt úti, tí vit vita, hvat
peningurin fer til, hóast
flest ell, uttan arkitekt-
arnir sum fáa sterri part í
takt við hverjar hundrað
túsund ella milliónir bygn-
ingurin er dýrari, eru
samd um, at allir slíkir
bygningar eru alt ov dýrir
og at teir saktans kunnu
gerast bíligari.
Heldur kunnu vit tosa
um aðra eyðræning av
skattaborgarans peningi,
tí peningi, sum fer sum ein
ella annar stuðul og sum
eftir verður í stórum tali
vegna frádráttar-
meguleikar út um alt
mark, og sum ofta bert
kemur nekrum fáum per
ellisheim og
Ein lýsing sæst best í
súum til góða, men teir
nevnir Dagblaðið' Fólka
flokkurin sjálvandi ikki
Vit hava eitt so gott dømi
her í nábúlagnum stóra
fortjenastu, fleiri bilar
bátar og summar
o.s.fr., men ikki eit
oyra í skatti. Nú er ikki
talan um eyðræning.
skal tað loysa seg at
hús og himmal uppá spæl
men mær vitandi hevur
hann einki sett uppá, tí
ognini stendur konan fyri
Nei, hesir skulu lívgast, og
tekur man blaðið frá
munninum, so fær man
lisið uppá, at man er
ævindsjúkur. Einki er
longur frá sannleikanum,
vit vilja bert hava rættvísi
og vera líka fyri lóg og
samfundi.
Nú ljóðar at rektarheim-
ið í Havn er nær eini loysn,
gott í tykkum fáið tað nú
bygt, verið ikki bangin
fyri hasum ørvitisfisk-
unum i Dagblaðnum., og
lat okkum eisini fáa eitt
ellisheim í Sandoynni
Tilkomin
|
RSS
A
AAA ALL LT