Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 .3 Fslseksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) > Blaðfólk: Hagni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 ÚTVARPIÐ kunngjørdi fyrradagin, at nú verður skjótt farið undir at byggja vinnuskúlar fyri einar 60—80 milliónir. Men hetta var í sjálvum sær ikki kjarn- an í tíðindunum. Tað avgerandi í tíð- indunum eftir útvarpsins tulking var hetta, at danir hóast teir spara og skerja ikki ætla at spara hjá okkum. AV TÍÐINDUNUM gekk fram, at keldan til hesi stórtíðindi var sjálvur landsstýrismaðurin í undirvisingar- málum Eilif Samuelsen. Hann legði eisini stóran dent á, at sjálvur Bertel Haarder gekk inn fyri, at byggja vinnu- skúlar í Føroyum og tað er jú vælsign- að. tá danir gjalda 90% av tí tað kostar at byggja vinnuskúlar her Samstundis fingu vit at vita, at Eilif skal niður at tala við Bertel Haarder um skúlamál. SOLEIÐIS er hetta álvarsmál lagt upp frá landsstýrinum: tað kemur einki at kosta: Bertel sjálvur er so góður við okkum, at hann, alt meðan hann slakt- ar ein skúla fyri og annan eftir í Dan- mark, ynskir hann at byggja í Føroyum. Hetta má røra sjålvt tey harðastu hjørtu. Serstakliga, um vit vita, at Bertel Haarder upp á bert eitt ár hevur megnað at senda einar 1500—3000 lærarar út í arbeiðsloysi, hevur knúst alt sum eitur hægri gransking á universitetunum og bók- staviliga talað forpesta arbeiðslagið á øllum landsins lærustovnum. VIT TAKA sjålvandi undir vid, at maskinskúlin og aðrir vinnuskular fáa betri arbeiåsumstødur. Men vit fara at minna lærling Haarders í Føroyum, Eilif Samuelsen, å, at tad er ikki gjørt vid at byggja fyri 60 milliónir, ti tað er PR nú einaferð innihaldið í læruni, sum er avgerandi fyri allan skúlaskap. OG HVUSSU er her vorið? Hvussu er vorið við okkara lærlingaútbúgving og við tilboðunum til tey 16—19 ára gomlu í heila tikið? Hvat og hvar skulu tey læra? Hvar skulu tey búgva? Hvussu innrættað vit maskinlæruna, so hon hóskar til okkara tørv og hvussu fæst tann skúlin at virka betur við tí leiðslu hann nú hevur? Hvat skulu vit í heila tíkið koyra inn í hesar fínu rammurnar hjá Samuelsen og Haarder? TAÐ HEVUR íkki áhuga! landsstýrisins TANN TÍÐ tann sorg, bara Bertel vil gjalda! MEN SO einfalt er tað nú ikki. Oli okkara vinnuútbúgving má endur- skoðast, meistaralæran má burturjú fyrr jú betur, handilsskúlin á Kambs- dali má integrerast við Eysturoyar stu- dentaskúla, maskinskúlin má fáa eitt innihald, sum svarar til okkara tørv og leiðslan má koma undir eftirlit, nýggir vinnuskúlar mugu setast á stovn innan fiskivinnu og fiskavgrugóðsk- ing — hetta er nakað av tí, sum vit treingja til og sum hevur almennan áhuga HARAFTURÍMÓTI er tað neyvan áhugavert fyri føroyska skúlaskapin, at Eilif tosar ov nógv við Bertel Haarder um skúlamál. Hesin Haarder hevur uppá eitt ár gjørt meira skaða á danska skúlaskapin enn allir borgar- ligir undirvisingarmålarådharrar til- samans og hevur í heila tikið verið so ódællur í sínum atburði mótvegis danska undirvísingarverkinum, at honum skuldi okkara landsstýris- maður helst einki kunna lært av. Ella kann hann kanska kortini? Fólkaflokkurin hevur lært væl av russum ! Tað undrar neyvan nakran at Dagblaðið nú válkar sær í niðurskjóting- ini av suðurkoreanska flogfarinum og roynir at vinna sær og Fólkaflokk- inum politiskan vinning av hesi andstyggiligu og syrgiligu hending. Samb. Dagblaðið er talan um eitt serstakt sosialistiskt fyribrigdi, og tey 269 ferðafólkini verða søgd at vera ofrað á »sosialismurnar altari«. Roynt verður at káva útyvir, at henda hending einki hevur við sosialismu at gera. Tíverri verða kanska hvenn einasta dag fleiri ferðir 269 fólk ósek myrd, sum vit einki hoyra um. Men orsekin er fyrst og fremst tann intoleransa og vanvirðing fyri annar- leiðis hugsandi, sum situr í hásæti í alt ov nógvum londum um allan heimin. Talan er fyrst og fremst um einaræðislond, har politisk viðmerk- ing makthavararnir lítla og onga virðing hava fyri mannalívum, og her er eingin munur á, um talan er um hegra ella vinstru. Teir flestu feroysku flokkarnir hava einki til 4 felags við slíkar stýris- skipanir, og tí taka flestu foroyingar eisini avstand frá ellum brotum á manna- rættindini, og ikki minst tá tað gongur útyvir púra ósek fólk, og her man steðan vera tann sama, um landið er í eystri ella vestri. Fólkaflokkurin er eitt undantak her. Hann hevur soleiðis meira til felags við t.d. harrarnar í Kreml enn vit hugsa um til dagligt. Bert nekur demir skulu nevnast: a. Í Sovjet er einki frítt orðaskifti, og stjórnin ræður fyri hverji sjónar- mið ið koma fram til al- menningin. Urslitið er eisini, at vanligi russarin yvirhevur tekur undir við hesum sjónarmiðum. Í Feroyum hevur Fólka- flokkurin miðvíst roynt at kevt alt frítt orðaskifti, og tað hevur eisini partvíst eydnast. Við miðvísum yvirgangi móti teimum sum á ein ella annan hátt vísa at tey hava sjónar- mið, sum ikki samsvara við teimum hjá Fólka- flokkinum, er heilt týðiligt at endamálið er at ræða fólk frá at vísa teirra áskoðan alment. Dagblaðið hevur eisini fleiri ferðir mælt til lýs- ingarboykott móti teimum blødum, sum hava aðra hugsan. Endamálið við hesum er sjálvsagt at taka fíggjarliga grundar- lagið undan hesum blødum, og úrslitið vildi verið at Dagblaðið og líka- sinnað blød hevdu fingið sama meiningsmonopol, sum »Pravda« hevur. Demokratiskir flokkar meta eitt frítt orðaskifti sum eina fyritreyt fyri fólkaræðinum, og meta at blød lika frá Dagblaðnum og til Arbeiðið og Fríu Føroyar at vera eins neyðug í einum demokrat- iskum samfelagi. b. Demokratiskir flokk- ar meta eisini, at skal eitt val vera kallað demokrat- iskt, er neyðugt, at allir partar, og ikki minst einhver andsteða, hava somu meguleikar at fera Nr. 109 — 22. september 1983 fram síni sjónarmið. Tað er jú lætt at vinna eitt val ella eina fólkaatkveðu við ongari andsteðu, sum sleppur framat við sínum sjónarmiðum. Slík val fara fram í eina- rædislondum, sum t.d. Chile og Sovjet. Men fólkaflokkurin hevur fleiri ferðir í sínum blaði mett úrslitið av seinasta »val- inum< í Chile at vera í samsvar við fólkaviljan har. Og tað hóast ell and- steða har í landinum antin er dripin, í fongsli ella rýmd av landinum fyri at sleppa undan somu lagnu. Hetta vildi svara til, at vit hevdu legtingsval, og bert Dagblaðið og fólka- floksmenn hevdu sloppið at agitera. Vit ivast ikki í, at fólkaflokkurin hevði vunnið eitt slíkt »val«. Men tað er kanska eisini á hendan hátt teir vilja vinna valdið í Feroyum! c. Tað sum er grundar- lagið fyri ellum yvirgangi móti ósekum er intole- ransa og vanvirðing av eðrum. Hetta er orsekin til niðurskjótingina av koreanska flogfarinum og annars til ell tey dráp av ósekum, sum vit hava sæð í Cambodja, Indonesia, Írlandi, Íran, Chile og Ar- gentina bert fyri at nevna nekur fá demi. Hetta er eisini orsekin til at fólk sita í fongsli orsakað av síni sannføring í nógv fleiri londum, og her man lítil munur vera á um landið er kommunistiskt ella fasistiskt. Hevdu stjórnirnar i hesum londum virt rættindini hjå eðrum at hava sína egnu hugsan hevði skilið verið eðrvísi. Sum sagt er fyritreytin fyri tann yvirgang, vit her hava tosað um, vanvirðing av fólki, sum hava eina aðra hugsan enn teir ráð- andi, og tann flokkur sum hesum viðvíkjandi hevur mest til felags við stjórn- irnar í nevndu londum er nevniliga Fólkaflokkurin! Hesin flokkur hevur, í nýggjari tíð í hvussu er, Føroyamet og Norður- landamet í ágangi móti fólki, sum hevur aðra hugsan enn Fólkaflokk- urin sjálvur hevur. Talan er lutvíst um ein óhoyrdan ágang móti privatpersón- um og ikki minni móti bólkum, sum ikki passa í krammið hjá flokkinum. Vit kunnu fyri at taka eitt fekst dømi nevna viðferð- ina av friðarrersluni. Vit minnast, hvussu tey vórðu skýrd við ellum meguligum ókvæmsorð- um fyrr í summar, og nú verða limirnir meira ella minni lagdir undir at taka undir við niðurskjótingini av suðurkoreanska flog- farinum og drápinum av teimum 269 fólkunum, sum vóru við umborð! Tá slík intoleransa, sum ta ið er fremsta eyðkennið hjá Fólkaflokkinum, kann trívast so væl í Feroyum, sum skal eitast at vera eitt mentað land, er kanska ikki so undarligt, at hon trívist enn betri úti í heim- inum, har teir lítið og einki kenna til demokrati og tey rættindi, tað skuldi tryggjað einstaklinginum. d. Eitt felags hevur fólkaflokkurin afturat við Kreml. Tað sigst at uttan mun til hverjar beista- gerðir stýrið í Sovjet hevur gjert seg sekt kundu teir ongatíð droymt um at biðja um fyrigeving ella vátta at teir hava gjørt eitt mistak Tað er júst tað sama við Dagblaðnum og Fólka- flokkinum. Teirra ágangur hevur verið óhoyrdur og hevur mangan skelkað el! hampafólk. Men tað er ikki komið fyri enn, at blaðið ella flokkurin hevur biðið um umbering ella hevur váttað at hava gjørt nakað mistak. Tað sigur heldur ikki so lítið um hendan flokk Okkara niðursteða er, at fyritreytin fyri ellum yvir gangi móti ósekum er tann intoleransa og ter andi virðing fyri annar- leiðis hugsandi, sum Feroyum hevur sín fremsta talsmann júst í Fólkaflokkinum og blaði hansara. Tað er vignast væl hjá svensku javnaðarstjórnini Men talið av arbeiðsleysum er ikki minkað. Kortini eru fleiri komin í arbeiði. V.ø.o. er vøksturin minkaður Mánadagin var eitt ár síðan svensku veljararnir aftur góvu javnaðarflokk- inum, Sveriges Social- demokratiska Arbejder- parti, so dyggan meiriluta, at flokkurin kundi skipa stjórn uttan stuðul frá eðrum flokki. Hvussu hevur vignast? Skal farast eftir eini nýggjari veljarakanning, hevur flokkurin mist undirteku, og liggur trý prosent niðan fyri tey útvið 50 prosentini, hann fekk við valið. Men hvat er farið fram í Sveríki síðan valið, og hvussu gekst við krónu- niðurskrivingini, ið var tað fyrsta tiltakið, stjórn- in gjerdi fyri at beta um búskapin eftir seks ár við eini sundurspjaddari borg- arligari stjórn? Hall til avlop Handilsjavnin sær munin frægari ut. Seinra hålvår ifjør var halli 10 milli- ardir. Fyrra hålvår i årer hetta hallið blivið til nær um líka stórt avlop. Gjaldsjavnahallið verð- ur ikki sum roknað við 18 milliardir svenskar krón- ir, men helst »bara« 10 milliardir. Utflutningurin = hevur Á Á EU I Pe P —— YET |