Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 22. september 1983 Foroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag: Nýggja uppskotið ger eitt sjónskt sår I nåtturuna Fridingarnevndin fyri Streymoyar syslu hevur ikki vidgjørt nyggja uppskotid, sum modell er gjørt av, enn. Men tad verdur i næstum. Yvirfridingarnevndin kann einki siga enn. Men bådar nevnd- irnar hava sæd modell og tekningar Eitt modell er nå gjørt av ti ætlaða grótbrotinum úti á Glyvursnesi. Modellið er gjørt eftir ynski frá Yvir- friðingarnevndini, ið ikki kundi góðtaka fyrsta upp- skotið, ið Tórshavnar byråd hevði latið gjørt. Men verður henda loysnin góðtikin? Feroya Náttúru- og Umhvervis- verndarfelag, FNU, kann ikki góðtaka hesa loysn- ina. Felagsskapurin mælir heldur til tað fyrra upp- skotið, tí tað er ikki so sjónskt og sæst bert úr erva. Fridingarnevndin fyri Streymoyar sýslu skal nú taka steðu til hetta upp- skotið. Formaðurin í frið- ingarnevndini, Rósing Thorleifsson, sýslumaður, upplýsir, at nevndin hevur fingið skriv frá býráðnum um málið fyri umleið HWY Soleidis sær Glyvursnes út i dag. Strikurnar vísa, hvar ætlaða grótbrotið skal liggja VE einari viku síðani. Men nevndin hevur enn ikki viðgjert málið av nýggj- um. Góðtók fyrra uppskotið Upprunaliga kundi frið- ingarnevndin fyri Streym- oyarsýslu góðtaka tað fyrsta uppskotið hjá Tórs- havnar kommunu. Tað fyrra uppskotið miðjaði ímóti at gera eitt brot innan fyri hamaran beint innan fyri Gulan. Brotið skuldi líka sum vera ein stór kulla í lands- lagnum og bert ein sloka skuldi ganga út móti sjóvar málanum. Endamálið við hesum uppskotinum var at fáa tað so væl goymt sum meguligt. Ur Havnini ella á Argjum kom tað ikki at | , . . yt / SLOTS LOT - PRINCIP NYJUP SNES MAT. -14 2000 DAG" DES 82 Uppskotid, sum byrådid i Havn lat byararkitektin, Tora i Hoyvik, gera. Hetta midjar imoti at gera eina kollu niður í landslagið og gera eina sloku ut til sjóarmálan. Hetta brotið kemur ikki at síggjast innan at Havnini ella av Argjum, í hvussu er bert toppurin. Men tað fer at síggjast úr erva vegnum síggjast. Av sjónum kom tað bert at síggjast, tá skip sigldu framvið slok- uni, meðan tað sjálvsagt kom at síggjast úr erva — av t.d. Oyggjarvegnum. Somu linjur sum lendi Men Yvirfriðingarnevndin hevur aðrar tankar um grótbrot. Eftir uppskoti frá næst- formanninum í friðingar- nevndini, Jóannes Rasmussen, jarðfreðingi, skulu grótbrotini heldur gerast soleiðis, at tey fylgja teimum náttúrligu linjunum i landslagnum. Í hesum føri vil tað siga, at í somu hædd sum ham- arin er, verður farið inn í landslagið og út aftur í somu linju sum hamarin heimanfyri. Soleiðis fæst eitt brot sum við tíðini — eftir hundraðtals árum — kemur at falla heilt saman við natúruni — tí uppruna- ligu. Sjónskt sár Formaðurin í FNU, Lars Jespersen, sigur, at sambært tí nýggja uppskotinum kemur eitt sjónskt sár í lendið. — Harafturat kann eitt tílíkt brot lætt elva til framhaldandi spreinging og planering á ekinum, og skapa rúm fyri eðrum virksemi á ekinum, meðan tað fyrra uppskotið heilt natúrliga avmarkar fram- haldandi virksemi, sigur Lars Jespersen. Í skrivi til fridingar- nevndina og til Yvirfrið- ingarnevndina mælir FNU tí til at góðtaka fyrra upp- skotið Kann einki siga Yvirfriðingarnevndin kann einki siga um nýggja upp- skotið enn. Formaðurin í nevndini, Jógvan Andrea- sen, sorinskrivari, upplýs- ir, at modell og tekningar varð víst uppi á sorin- skrivarakontórinum fyri bæði Yvirfriðingar- nevndini og friðingar- nevndini fyri Streymoyar og av t.d. Oyggjar- sýslu fyri stuttum. Men áðrenn Yvirfriðingar- nevndin tekur steðu, skal fridingarnevndin fyri Streymoyarsyslu fyrst siga sina hugsan Formaðurin i Yvirfrið ingarnevndini vil einki siga um, um uppskotið, ið friðingarnevndin mælti til eftir eina ásteðiskanning í vár, líkist tí, sum nevndin mælti til Í prinsippinum hevur Yvirfriðingarnevndin góð- tikið, at eitt grótbrot verður gjert innan fyri Glyvursnes. Men hvussu tað skal gerast, er enn ikki steða tikin til jo-mo Soleiðis fer lendið heimanfyri Glyvursnes at síggja út, um grótbrot verður gjørt eftir ti uppskoti, ið Yvirfriðingarneundin hevur mælt til