hósdagur 22. september 1983síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
beses Ål AA UA ÅU EU AU UT AUT SU JUDD 4 GE lll ss sl sr SÞ rr ll
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — lvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
Flogfarið
úr Føroyum
er fullfermt við ferða-
fólki, farmi, posti...
og Tíðindablaðnum
Sosialinum.
Flestu útisetar frætta fegnir heiman.
Um tað, sum hendir í heimbygdini, í gerandislívinum, ja um alt, sum fyri-
ferst har heima.
Vit royna at bera tíðindini greiðliga
broytta tíðindabering.
Tað er hetta, sum hevur gjørt, at Tíðindablaðið SOSIALURIN er Føroya
nógv lisna blað.
Stóri vøksturin í upplagnum er tekin um hetta.
Tíðindablaðið SOSIALURIN er Føroya næststørsta blað. Kemur í annað-
hvert húsarhald — og haraftrat hava vit ikki so fáar haldarar í Danmark og í
hinum norðurlondunum.
Um tú ikki longu heldur Tíðindablaðið SOSIALIN, bjóða vit tær møgu-
leikan at fáa blaðið ókeypis í ein mánaða, so at tú hevur møguleikan at kenna
innihaldið.
Og tá er eisini lættari at avgera, um tú framhaldandi vilt hava blaðið.
Haldaragjaldið er nú kr. 115,— um fjórðingsárið — tá er flogpostgjaldið
íroknað.
Tíðindablaðið SOSIALURIN kemur nú út hvønn týsdag, håsdag og leygar-
dag.
Til haldarar uttanfyri Føroyar senda vit blaðið vid flogposti sama dag sum
tað kemur út.
og at veita lesarunum eina fjøl-
Rokningin skal sendast til:
Navn:
Bústaður:
Tilboð til foroyingar uttanlands
Ja! Eg tekni meg sum haldara av Tíð-
Opostað
indablaðnum Sosialinum, og fái SOSTALURIN
blaðið sendandi ókeypis í ein a
mánað
øn try blødini um vikuna (115,
Bert leygardagsblaðið (40
Navn
Bústaður
Box 76
3800 Torshavn
—
Kannað posthusinum
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
f.
Oli i Aarstovu
|
|
Vegna andsperru |
kom Oyggjatíðindi |
ikki út í gjár |
+
Dagbladid reypar sær
av, at allir á blaðnum
eru yvir 1.80 metur.
Hví skriva teir so
sum »undirmålarar«.
*
Dagblaðið sannaði
gamla orðatakið, at
tað tú ikki hevur í
hevdinum, situr í
beininum og nev-
unum.
Skeið um dukkusjónleik og hvussu dukkur verða tilevnaðar,
verður í Norðurlandahúsinum í degunum 17. oktober til 20.
oktober
Hóast tað eftir seinna
heimsbardaga hevur verið
gjørt nógv til tess at
menna dukkusjónleikin,
so er hesin kortini ikki
nekur nýggj uppfinning.
Dukkuleikur hevur
verið framferdur heilt
aftur í forneldina, og er
helst tann leikur á palli,
sum er av elsta uppruna,
vit vita um, sigur Sverri
Egholm, landsbókaverur,
sum sigur Sosialinum frá
skeiði um dukkuleik í Fer-
oyum, ið verður í Norður-
landahúsinum í degunum
17. oktober til 20. oktober.
Skeiðlærarar verða
hjúnini Ragnheiður og
Ove Skipper, sum reka
dukkuleikhús í Silkeborg.
Ragnheiður er feroying-
ur, sum upprunaliga hev-
ur útbúgving sum bóka-
verur, meðan maðurin er
lærari.
Hjúnini byrjaðu fyri
nógvum árum síðan at
fáast við dukkuleik, — tá
bert av egnum áhuga.
Síðan hevur hetta virk-
semið ment seg til ein
stovn, sum nú hevur
fingið viðurkenning fía
danska mentamálaráðn-
um.
— Tað vil siga, at skúl-
ar, bókasevn og aðrir
stovnar kunnu bíleggja
sær eina framsýning frá
dukkuleikhúsinum í Silke-
borg, og fáa teir tá 50 pst.
endurgoldið frá danska
mentamálaráðnum.
Øll áhugað kunnu
luttaka
Áhugað fyri dukkuleiki
kunnu luttaka á skeiðnum
í Norðurlandahúsinum har
Ragnheiður = og Ove
Skipper fara at undirvísa
í dukkuseyming,
handska-, marionett-,
modell-, skuggaleiki og
»svørtum leiki“. Leik-
greinirnar allar eru við
dukkum og eðrum smærri
verum, har hver grein
hevur sítt serliga virki, at
framfera av palli.
Dukkuleikur verður
nógv brúktur á skúlum,
barnagerðum og eðrum
stovnum, har bern eru,
men hesin er eisini væl-
hóskandi til vaksin fólk,
eins og eitt nú sjónverp
nýta hesa listagrein í
barnasendingum. Tí er tað
áhugavert at fáa júst
hetta skeiðið til Feroya
nú, og kunnu fólk í ymsum
yrkisgreinum fáa nógv
burturúr, at royna seg við
dukkum í leiki. T.d. lær-
arir, barnagaråslærarir,
bókaverar 0.0.
Skeiðið verður í Norður-
landahúsinum og byrjar
17. oktober. Sostatt er tað
lagt í heystfrítíðini, at so
mong sum gjerligt
kunnu luttaka.
Kostnaður fyri at
luttaka er 250 krónur fyri
einstaklingin, — tá er
íroknað tilfar til seyming
o.a. Pláss er fyri 20 fólk-
um.
Áhugað kunnu tekna
seg á telefon 12665 innan
25. september.
= Dag.
EFAF