Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Nr. 111 — 27. september 1988 Helvt av byrådi letur sáttmálabrot fara framvið uttan átalu! Formaðurin í havnanevndini: — Fólk kunnu nú sjálvi taka seg til rættis. Jákup S. Jacobsen: — Tilráðingin hjá Fólkaflokkinum bert til endamáls at forhála málið. Zaka- rias Wang: stýra og sigur ja til lógloysi — Hetta málið er tað fúlasta málið, havnanevndin hev- ur upplivað. Menn hava tikið seg sjálv- ar til rættis. Verður hetta góðtikið, hava øll rætt til sjalvi at taka seg til rættis. Nakað soleiðis segði for- maðurin í havnanevnd Tórshavnar byråds, Dánj- al Larsen, á býráðsfundi hóskveldið. Á skránni vóru tvey mål um leigusáttmálaviður- skifti í bygninginum hjá Saltseluni á vestara havnaøki. Fyrra målid snudi seg um eina umsókn frå P.f. Føroyskari Saltsølu um at P.f. Shell tær loyvi at leiga 135 kvm. til skrivstovu- høli. Ein meiriluti í havna- nevndini, ið hevur við- gjørt málið, mælti frå, meðan ein minniluti mælti til at taka upp samráð- ingar við leigarar á ekin- um og at fáa leigusátt- málarnar endurskoðaðar. Seinra málið snúði seg um tvey onnur leigumál. Umsókn er komin frá Leif Waagstein, sakferara, fyri Saltseluna um loyvi til at leiga heli út til Arbeiðs- eftirlitið og p.f. Faroe Oil Co. Tað er um hesi málini stríð og nógv orðaskifti hevur verið um, tí Salt- selan letur leigararnar flyta inn, áðrenn havna- nevndin hevði viðgjert umsóknirnar. Sakferarin hjá kommun- uni, Trygve Samuelsen, hevur verið á fundi saman við nevndini, og gjøgnum- gingið sáttmálan, ið Salt- selan hevur við Tórs- havnar havn. Sambært hesum skal bygningurin hjá Salt- seluni bert nýtast til salt- goymslu og í samband við fiskivinnu. Eftir sáttmál- anum skal havnanevndin eisini geva loyvi til frávik. V.e.o. er brot gjert á sáttmálan. Hetta vildu fleiri byrådslimir eisini vera við. Eisini Fólka- flokkurin, sum annars í at- kvødugreidslunum ikki tók avleiðingar av sátt- málabrotinum. Málini elvdu til eitt hart og drúgt orðaskifti, sum bæði var prinsipielt og persónligt. Málini líkjast og tí vórðu tey blandað saman í orðaskiftinum Tað fyrra málið um leiguloyvi til Shell fekk ta loysn, at samráðingar skulu takast upp við leig ararnar um at endurskoða leigusáttmálarnar sum lið í heildarloysn frá eki. Men um samtyktin, ið Arnstein Niclasen mælti til, merkir, at Shell kann flyta inn dugdu teir byrådslimir Sosialurin spurdi, ikki at svara Tað seinra málið fall. Hver avleiðingin verður, dugdi formaðurin í havna- nevndini ikki at siga beint eftir fundin, men hann roknaði við, at málið verður tikið uppaftur í næstum. Eisini aðrar Undir orðaskiftinum segði Ingi Mohr, at pilkar býráðið við Saltseluna, so eigur býráðið eisini at fara til aðrar. — Tað er legið beint nú at vera konsekventur móti einum, segði hann, og nevndi allar handilsbygn- ingarnar á Hálsi, sum leiga út til onnur endamál. Í kjakinum um leigu- sáttmálar á vestara havn- arøki hava m.a. virkiseig- arar víst á, at tað at fleiri fyritøkur og skrivstovur eru komnar oman, hevur gjørt, at parkeringsmegu- leikarnir eru fækkaðir, og at skilaleysa parkeringin darvar arbeiðnum. Um henda spurningin segði Ingi Mohr, at í dag er so nógv órudd á vestara havnaøki, sum skipa- smiðjan fyri stóran part eigur, at verður tað rudd- að og parkeringin sam- skipað, er pláss fyri einum triðingi meira av bilum. Annars segði hann, at forðar innflytingin hjá Shell fiskivinnuni á nakran hátt, skal felagið ikki inn. Spurningurin er: fiskarihavn ella ikki Jákup Sune Jacobsen vísti á trý fyribrigdi. Hann segði, at nú hava vit tingið eina góðshavn eyst- anfyri. Nú skulu vit hava eina fiskaríhavn vestan- fyri. Tí má skiljast ímill- um, hvat talan kann vera um at hava á vestara havnaøkinum ella ikki. Viðvíkjandi viðurskift- unum hjá Saltseluni segði hann, at 50-ára langi sátt- málin treytar, at bygning urin verður bruktur til sjó- vinnuendamál Hann vísti á, at sátt- málin er kannaður. Kann- ingin vísir. at framferðin hjá Saltseluni samsvarar ikki við leigusáttmálan. Men Saltselan hevur loyvt fyritøkum at flyta inn. tí Saltselan veit, at hon fær eitt nei. Nei, linjur og reglar eru eingir, tá »mafian« fer igongd, segði Jákup Sune Jacobsen Hann vísti á, at bæði Ingi Mohr og Heðin Mort- ensen (sum framman- undan hevði spurt eftir, hverjum linjum havna- nevndin koyrir eftir, og hví summir sleppa inn og summir ikki) vóru programmeraðir i samband við hetta málið. — Fantastiskt sum ein »mafia« kann arbeiða, tá hon fer ígongd, segði hann. Um endamálið við orð- ingini í sáttmálanum, at bert tað sum kemur undir sjóvinnu skal inn, segði hann, at tað kann disku- terast. Men tað sum ikki kann diskuterast er, at leigarar eru fluttir inn uttan loyvi. Hesir fluttu inn 15. august. Aðrenn Saltselan hevði fingið svar. Hygg, hvussu Hans Pauli Johannesen virðir býráð- ið, segði Jákup Sune Jacobsen. Um tilráðingina hjá Arnsteini Niclasen segði hann, at hon hevur bert til endamáls at forhála málið, og vísti á demi, har rætt- arsakir hava forhálað mál í fleiri ár. Jákup Sune Jacobsen spurdi, um teir, ið eru ólógliga fluttir inn, flyta út, um tilráðingin hjá Arn- steini Niclasen verður fylgd. Óhugnalig framtíð Dánjal Larsen var ikki so bersegin sum Jákup Sune Jacobsen, men hann segði seg taka fult undir við honum, og helt, at tað var Við tilráðingini hjá Arnsteini Niclasen frásigur býráðið sær rættin til at skeivt í heila tikið at hava gjørt frávik frå leigusátt- mála og geva loyvi til skrivstovur á vestara havnaøki. Annars visti formaðurin í havnanevndini á, at eitt ómetaligt stórt virksemi fer fram í býnum frá eini ávísari síðu. Hann segði seg bera ótta fyri upp- vaksandi ættarliðjum, tí stødan er syndarlig. Dánjal Larsen segði. at tað verður irbeitt sterkt soleiðis at hin meinigi maðurin er komin ringt fyri. — Tey, ið hava í posa og sekk, fáa uppaftur meira, meðan tey minni mentu eru við skerdan lut. Vit hava eina óhugnaliga framtíð, segði hann. Verið sámuligir Essa Arge segði, at býráð- ið hevur verið sámuligt, og at stórir vekslar eru trektir upp á hesa sámu- ligheitina. Hann vísti á, at á Hálsi er útleigan farin fram við býráðsins fullu vitan, men ikki á kei-økinum. Essa Arge helt tað vera rættast at taka upp sam- ráðingar. — Summir hava borið seg minni pent at, men tað er eisini okkara skyld, segði hann. Tá seinra málið var fyri, segði Essa ARge, at tað er átaluvert, at menn sjálvir taka seg til rættis, uttan at býráðið átalar. Ronald Poulsen segði, at hann hevði hildið seg langt burtur frå »mafiuni« og hann kendi einki til tað fólkaslagið. Hann mælti til at koyra málini bæði aftur í havna- nevndina og fara undir samrådingar vid leig- ararnar å vestara havna- økinum. — Men vit kunnu ikki góðtaka, at menn bróta sáttmálarnar segði hann. Annars vísti Ronald Poulsen til samráð- ingarnar við leigararnar á eystara havnaøki, sum endaðu við, at allir eru gingnir við til at flyta av økinum í summum førum við at selja til havnina. Slætti Saltsøluna við jørdina Hann segði seg ivast í, um Saltsølan ikki hevði viljað selt bygningin Ronald Poulsen upp lýsti. at tað kostar í dag 150.000 kr. at gera ein metur av keikanti. Og vísti, at ætlanin er at gera bryggju uttan fyri Viðar- nes. | hesum sambandi nevndi hann møguleikan at keypa Saltseluna, javna hana við jerðina skapa meguleikar fyri eini nýmótans fiskaríhavn og spara pening við ikki at gera atløgubryggju uttan- fyri Ronald Poulsen segði, at við bara at taka undir við tilráðingini hjá Arn- steini = Niclasen átalar býráðið ikki, at sáttmálin er brotin. Tað átti at ger- ast, segði hann Precedens skapt Arnstein Niclasen helt tað vera skeivt at inn, áðrenn lovvið varð givið, hann góðtók fara og segði at ikki oflyggjaligheit, men hann helt, at precedens longu er skapt. Hann vísti á, at maskinskúlin er í Saltsølubygningunum utt- an leigusáttmála og at sáttmálaviðurskiftini hjá P.f. Shell hava íkki verið í lagi. Arnstein Niclasen segði seg vilja hava trupulleik- arnar loystar við samráð- ingum. Hann helt tað annars vera veitt stívt stykki“ at verða lagdur undir at arbeiða fyri »nak- ran< ávísan. Poul Michelsen vísti á, at tað var eydnast at fáa eina loysn á eystara havnaøki, tí farið varð undir samráðingarnar við tí fyri eygað at fáa málið loyst. Býráðsformaðurin segði, at tá var ein linja í, men nú er eingin linja í meira. Til Jákup Suna Jacob- sen svaraði hann, at verð- ur tilráðingin hjá Arn- steini Niclasen samtykt, sleppa leigararnir at verða. Hann segði, at hetta skapar ikki nakað precedens, tí býráðið kemur í síðsta enda at av- gera, hvussu endaliga skipanin skal síggja út á vestara havnaøki. Gera lógarbrot logligt Jákup Sune Jacobsen segði. at svarið var í tráð við tað sum hann hevði fort fram. Hann segði, at taka menn undir við tilráð- ingini hjá Arnstein Nicla- sen gera teir eitt lógarbrot lógligt. Jákup Sune Jacobsen vísti á, at nú er klárt lagt upp til, at ruðuleiki skal valda á vestara havnaøki og at málið skal forhálast. — Hver stýrir býnum — er tað býráðið ella er tað Hans Pauli Johannesen saman við Leif Waag- stein, spurdi hann. Zakarias Wang vísti á, at býráðið kann gera so nógvar havnaætlanir, ti lystir, men at tad dugur lítið, tå býráðið ikki kann síggja til, at galdandi sáttmáli verður hildin. Arnstein Niclasen frásigur sær meguleika at stýra og sigur ja til lóg- loysi — at ein og hver skal gera sum honum lystir, segði Zakarias Wang, og vísti á, at sakferarin hjá kommununi hevur víst á, at sáttmálin er brotin Fall Við atkveðugreiðslunar varð atkvett í Shell-mál- inum um tilráðingina frá minnilutanum, Arnsteini Niclasen, um at taka upp samráðingar við leig- ararnar á vestara havnar eki við tí fyri eyga, at leigusáttmálarnir verða endurskoðaðir sum ein liður í eini nýggjari heild arætlan fyri alt havnar- ekið. Henda tilráðingin varð samtykt vid 6 atkvødum fyri og 5 ímóti Síðan varð atkvett um málið viðvíkjandi Salt seluni, Arbeiðseftirlit- inum og Faroe Oil. Her kom tilráðingin hjá Arn- steini Niclasen, sum var tann sama sum í fyrra málinum fyrst til atkvødu- greidslu. Fyri atkvøddu: stein Niclasen, Ronald Poulsen, Petur i Gong, Ingi Mohr og Poul Michel- sen. Imóti atkveddu: Jákup Sune Jacobsen, Leivur Jo- hannesen, Dánjal Larsen, Arn- Zakarias Wang, Finnur Johansen og Heðin Mortensen. Fimm fyri og seks ímóti. Essa Arge atkveddi ikki. Eitt uppiskoyti frå Ron- aldi Poulsen um at átala sáttmálabrotið kom av eini ella aðrari orsek ikki til atkvoðugreiðslu. Síðan varð atkvett um meirilutatilráðingina, ið miðjaði ímóti, at Arbeiðs- eftirlitið og Faroe Oil skulu flyta út aftur, og um tað ikki hendir, so vísa til grein 5. stk. 2 í almennu leigutreytunum, sum hevði havt við sær, at leigusáttmálin við Salt- søluna fór úr gildi. Tilráðingin fekk fimm atkveður: Jákup Sune Jacobsen, Leivur Johannesen, Dánjal Larsen, Zakarias Wang og Finnur Johansen. Seks vóru ímóti: Arn- stein Niclasen, Ronald Poulsen, Essa Arge, Petur í Gong, Ingi Mohr og Poul Michelsen. Heðin Morten- sen atkvøddi ikki. V.o.0. fullu báðar tilråd- ingarnar. Hverjar avleið- ingarnar av hesum verða, hevur ikki eydnast at fingið uppspurt. jo-mo