Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 1983síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Vit sleppa at royna okkum sum listarfólk Um hálvan november er freistin úti at lata >Slupp- studlum« í Havn eitthvert listarverk, sum skal selj- ast á uppboðsselu. Pen- ingurin fer allur til slupp- ina Westvard Ho. Jóannes Andreasen, ið er ein av stigtakarunum til m.a. hetta tiltakið, sigur, at teir vóna, at tiltakið fer at fáa góða undirteku Peningurin skal jú brúkast til eitt gott enda nevniliga til slupp YA 4 ir Westvard FX sum eg haldi vit øll ynskja at Á | ts > 4 r 1 tad KOS 1 % SIK! kip sum s ina. Tilikt skip krevur m.a. nógv við- líkahald Øll kunnu vera vid Øll fólk — ung sum gomul — kunnu vera við í hesum tiltaki. Tað er beinanvegin at taka pensil ella blýant í hond. Tað ber til at tekna og mála, at klippa og at gera standmyndir. Alt, sum á ein ella annan hátt hevur við list at gera, verður gleðiliga móttikið av teimum, sum skipa fyri. Ætlanin er so at vísa innkomnu listarverkini fram á eini framsýning og selja tey á uppboðsselu í SMS á Trapputreðni. Uppboðsselan verður mánaðarskiftið nov.-des. Ongar treytir eru fyri at luttaka í hesum spennandi Jóannes Andreasen — ein sluppstuðli tiltaki. Tær stendur frítt í at velja, hvat slag av listarverki tú velur at gera. Jóannes Andreasen vónar, at kendir feroyskir listarmenn og -kvinnur fara at senda okkurt til uppboðsseluna. — Hava teir ov fáar stundir til at gera hetta í so kunnu teir finna okkurt gamalt listarverk fram og lata okkum fáa tað. Sluppstuðlar hava virkað í meira enn eitt hálvt ár. Higartil hevur tað eydnast teimum at savna saman umleið 50.000 kr. Hetta frá dansi, bingospæli 0.0. Ætlanin er at savna til- samans 100.000 kr. til næsta ár, tá sluppin verður 100 ár, sigur Jóannes Ikki eitt felag Uppá fyrispurning um »Sluppstudlar« er eitt væl- skipað felag sigur Jóannes, at tað er tað ikki. — Vit eru nakrir ein- staklingar, sum halda, at okkurt eigur at verða gjørt fyri, at sluppin verður varðveitt til eftir- tíðina. Til hetta krevst peningur. Tá vit so fara undir okkurt tiltak, so eru tað nógv, sum hjálpa. Tey, sum fara í dans og lata pengar til hetta enda- málið, eru samstundis eisini sluppstuðlar, sigur Jóannes Andreasen at enda. Hann upplýsir annars, at teir hava í hyggju at hjálpa vágbingum at fáa pening til Johonnu. Hetta verður gjert, so skjótt tær 100.000 kr. eru innkomnar til Westvard Ho. Og okkurt bendir á, at tað verður um ikki so langa tíð. jan Óli í Áarstovu ll: JÆ == — Eitt er, at Ronald er í lummanum hjá Poul, men at hann eisini er í troyggjuni, tað hevði eg ikki væntað... Hver man koma í næstu viku Ove ella Flemming ??? Hví ikki sekja Kraks | legat, Hanna? uppboðsseluna skulu venda sær til Jóannes Andreasen, Undir Glaðs heyggi 5, (telf. 11990) og Eivind Rein, Skúlageta (telf. 13765).