leygardagur 15. oktober 1983síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvalbingur stjóri
á donsku krabba-
meinsskrásetingini
— sum var tann fyrsta av slíkum slag í heiminum og í dag
— kanska tann mest vælvirkandi ;
Orð og mynd: Jan
„Feroyingar eru alla
stadni«. Soleiðis verður
so mangan tikið til. Og
okkum nýtist ikki at
fara burtur í fjarskotin
lond fyri at finna feroy-
ingar á sjáldsomum
plássum ella í sjáld-
somum stervum —
álitisstervum.
Skrivstovustjórin i
donsku krabbameinsskrå-
setingini »Cancerregiste-
ret« er feroyingur. Ella
rættari hann er hvalb-
ingur. Hann eitur Hjal-
grim Jensen og flutti úr
Feroyum í 1945. Foreldr-
ini vóru Jenis Jensen, van-
liga nevndur Jenis hjá
Drikku og Magdalena.
Tey eru farin
Í Feroyum
Hjalgrim Jensen hevur
júst vitjað í Feroyum
saman við leiðaranum á
donsku krabbameinsskrá-
setingin, Ole Møller-
Jensen, yvirlækna
Teir vóru her fyri góðari
viku síðani og høvdu fund
við Mogens Egholm og
Sonnu Dahl, yvirlæknar
og nevndarlimir í Feroya
Felag móti Krabbameini
Í samband við hesa
vitjanina varð sett á stovn
ein sjålvstødug føroysk
krabbameinsskråseting.
Tidindabladid Sosialurin
hitti tey fyra. Umframt at
tosa við teir triggjar yvir-
læknanar (tann samreðan
kemur í Sosialin í næstu
viku) tosaðu vit við Hjal-
grim Jensen.
Av landinum í 1945
Hjalgrim greiðir frá, at
hann fór til Danmarkar
longu í 1945.
— Eg fór til Danmarkar
at fáa eina útbúgving á
Handilsskúlanum. Tað
var ikki so nógv at fara
aftur til Feroya til, so eg
varð verandi í Danmark.
Fyrst arbeiddi Hjalgrim
á einum soyakekuvirki — í
meira enn 12 ár. Seinni á
einum konservesvirki
Í 1965 fekk hann so
arbeiði á »Cancerregiste-
ret< og hevur verið har síð-
ani
40 fólk í arbeiði
Í dag rekir hann starvið
sum skrivstovustjóri har.
Hetta er einki lítið
arbeiðspláss heldur. Tað
arbeiða umleið 40 fólk á
hesum stovninum, ið
hevur eitt ársbudget uppá
10 mill. kr.
Við tíðini er arbeiði
mítt vorðið rættiliga um-
fevnandi. Nú er tað so
mest sjálv fyrisitingin eg
taki mær av sigur Hjal-
grim víðari.
Hann skal stíla fyri, at
oll starvsfólkini hava ta
útgerð og tað tilfar tey
hava fyri neyðuni, og hann
skal syrgja fyri, at pen-
ingur er tekur til tey ymsu
arbeiðini.
Tann danska krabba-
meinsskrásetingin er
eingin tilvildarligur stovn-
ur sæð við altjóða eygum.
Hetta er tann fyrsti
tjóðskaparligi stovnurin
av slíkum slag í heim-
inum. Í dag verður hann
eisini mettur at vera
millum teir fremstu.
Byrjaði í 1943
Tað var danski yvirlækn-
in, Johannes Clementsen,
ið (longu í 1943) — legði
grundarlagið til stovnin,
tá hann arbeiddi á Finsen
Í byrjanini hevði Cancer-
registeret innivist á
Finsen. Seinni varð so
flutt í egin høli.
Johannes Clementsen
fór frá sum leiðari av
stovninum í 1978 hann
var tá 70 ára gamal.
Hjalgrim Jensen rekti
so starvið sum fyribils
leiðari av stovninum i
hálvtannað ár. Tá kom so
Ole Meller-Jensen heim úr
Fraklandi og varð settur
sum leiðari av skráseting-
ini.
Hegt í metum
Vit spurdu Hjalgrim
hvussu tað ber til, at júst
danska krabbameinsskrá-
setingin hevur so gott orð
á sær!
Til tað sigur hann, at
hesin stovnur fyri tað
fyrsta hevur nógvar
royndir at byggja á.
Aftrat hesum kemur, at
júst tann danski stovn-
urin hevur havt eina ser-
steðu, tí danska samfel-
agið er so vælvirkandi.
Her verður hugsað um, at
tað er skjótt og lætt at fáa
upplýsingar um persónar
og teirra familju á fólka-
yvirlitinum.
Eisini hevur stovnurin
atgongd til kirkjubekur
og til deyðsattestir.
— Hjalgrim sigur ann-
ars, at teir fáa fleiri ar-
beiðsuppgávur frá útland-
inum, tí danski stovnurin
verður mettur sera álít-
andi. Hann letur nevniliga
ongar upplýsingar frá sær
til tilvildarlig fólk o.l.
— Tit hava tað so
gott!
Vit spurdu eisini Hjal-
grim, um hann ikki hevur
hug at koma heimaftur til
Feroya at búseta seg
Higartil hevur tað
ikki verið meiningin at
koma heimaftur med alla.
Men nú tær seinastu tvær
ferðirnar eg havi verið í
Feroyum, hevur mær
dámt so væl, at eg eri farin
at ivast eitt sindur.
Tit hava tað so gott.
Livikorini eru betri í mun
til fyrr.
- Hevur tú tað ikki gott
í Danmark?
— Jú, so avgjert, men
eg haldi tit í Feroyum
hava tað so gott so gott.
— Kemur tú heimaftur
at búgva, skal tú so aftur
til Hvalbiar?
— Eg havi einaferð havt
ta meining, at kom eg
Ole Møller-Jensen, Sanna Dahl, Hjalgrim Jensen og Mogens Egholm á fundi í Havn herfyri
Leygardagur 15. oktober 1983
Hjalgrim Jensen, skrivstovustjóri á »Cancerregisteret«,
sum er sera hegt í metum um allan heim fyri sítt seriesa
og dygdargóða skrásetingararbeiði av krabbameini
aftur til Feroya, so skuldi
eg búgva í Hvalba. Men í
Hvalba vóru so fáir megu-
leikar, so eg gjerdi av at
vera verandi í Danmark.
— Tað verður kanska
ikki so leingi, so kemur tú
heim at taka tær av fer-
oysku krabbameinsskrá-
setingini?
Eg haldi eg eri ov
gamal til júst tað.
Flaggið!
— Hvat dámar tær ætlan-
ina at seta á stovn
feroyska krabbameins-
skráseting?
— Tað dámar mær væl.
Hetta fær meg at minnast
aftur á ein túr í Íslandi
herfyri.
Tá vit komu til Reykja-
víkar á ein fund hjá norð-
urlendsku krabbameins-
skrásetingunum, vóru tey
ymsu fleggini vundin á
stong — eisini tað fer-
oyska.
Eg fekk at vita frá ís-
lendingunum, sum fyri-
reika fundin, at hetta var
gjørt til æru fyri meg.
Men onkur annar helt, at
tað mátti vera tí eg
kanska umboðaði eina fer-
oyska skrásetingarstovu.
Tá mátti eg siga
teimum, at tað gjørdi eg
ikki. Tí eingin slík var til.
Men eg segði teimum so
eisini, at tað varð arbeitt
við ætlanum um eina
slíka.
Og nú eri eg so her í Fer-
oyum í júst tí samband-
inum.
Annars hevur Hjalgrim
leingi havt samband við
bæði Sannu Dahl og
Mogens Egholm.
Hann fekk tíðliga stílað
so fyri, at allir feroyingar,
sum fingu viðgerð í Dan-
mark vóru fráboðaðir til
danska -Cancer-registe-
ret«, sum síðani lat upp-
lýsingarnar víðari til
Feroya.