týsdagur 18. oktober 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Nr. 120 —
18. oktober 1983
Hósvíkin kann gerast alimiðdepil!
Stórir møguleikar
fyri fiskaaling
í Sundalagnum!
Ungur hósvíkingur setur sítt álit til
nýggju alivinnuna og ger stórar ílogur
rd
áð
Fróði Durhuus hevur roynt at fylgja við innan fiskaaling. Her luttekur hann (fremst
nr. 3 frå hegru) á einum aliskeiði, sum varð hildið norðuri við Air i fjør
Hóast alivinnan er rætti-
liga nýggj her á landi, so
eru tað tó fleiri fólk kring
landið, sum seta álit sítt il
hesa nýggju vinnu.
Ein teirra er Fróði Dur-
huus, hósvíkingur, limur í
bygdaráðnum, fyrrver-
andi fiskirgadu rog í dag í
starvi á Feroya Fiskaselu.
Fróði Durhuus seldi her-
fyri saman við eðrum
bátin Columbus til Sands.
Tað, hann fekk búrtur úr
hesi selu, ætlar hann ikki
at seta á bankabók, men
vil heldur brúka tað til
eina skilagóða iløgu.
Og at seta pengarnar í
fiskaaling, heldur Fróði
Durhuus vera eina skila-
góða iløgu.
— Eg veit væl, at hetta
er ein nýggj og fyri ein
part óroynd vinna í Fer-
oyum. Men eg má tó við-
ganga, at eg í hesi vinnu
síggi stórar meguleikar.
Tá tú sum fiskimaður
hevur fingist við fisk stór-
an part av lívinum, so
verður = alingin eisini
spennandi arbeiði.
Sunnan fyri Áir
Fróði Durhuus hevur í
letuni tríggjar hyljar í
Sundalagnum, nakað
sunnan fyri Áir. Hann fær
tveir hyljar aftrat í
næstum.
— Eg sekti upprunaliga
um loyvi til 30 hyljar, men
fekk fyribils bert loyvi til
teir fimm, sigur Fróði Dur-
huus, sum tó vónar, at
hann fær loyvi at
útbyggja við fleiri hyljum
næsta ár.
Og hvussu hevur so
gingist!
Hyljarnir vórðu settir
út í fjør og fekk hann í de-
sember 1982 fyrsta fiskin
— umleið 15.000 síl. Í juni
í ár fekk hann so 5000 síl
aftrat umframt 3000
laksasmolt. Harumframt
hevur Fróði eisini onnur
3000 laksasmolt gang-
andi, sum Finnbogi
Hansen eigur. Hesin ætlar
sær í gongd við fiskaaling
í Kollafirði, helst um
stutta tíð. Tað veldst m.a.
um, hvussu nógv hann
kann fáa av sílum. Hann
hevur eisini loyvi til fimm
hyljar.
Fiskurin er vaksin
rættiliga væl. Silini frå
desember í fjør sum vóru
uppá 75 gram, viga í dag
1.100 gram. Annars var
hitin í sjónum í vár millum
1 og 1,5 stig lægri enn
vanligt er hesa árstíð.
Liggur alisteðin úti frá landi er neyðugt við einum stórum báti, sum eisini kann brúk-
ast til at fiska t.d. brisling við, ið kann nýtast sum bíligt fóður. Her síggja vit tvær
generatiónir av bátum innan fiskaaling — á Funningsfirði. Tann innari báturin
gjærdist ov lítil og ein sterri bátur varð keyptur — sum hóskaði betri til arbeiði
Hetta hevur so givið eitt
sindur minni vekstur.
Fróði væntar, at hann
fer at drepa tey fyrstu síl-
ini í februar ella mars
næsta ár.
Kostar nógv
rad rættiliga KO
aðarmikið at byrja fiska
aling. Sjálvur hevði Fróði
brúkt umleið hálva mill
kr. úr egnum lumi
dre ni KK
Menningargrunninum
sum ju studlar fiskaaling
Hann hevur fingið
100.000 kr. í láni úr Menn-
ingargrunninum og hevur
fingið játtaðar 225.000 kr
úr Ídnaðargrunninum.
Higartil hevur hann so
brúkt tilsamans 700.000
kr. til alisteðina og til
ymsar útreiðslur.
Tað skal nógv fóður
brúkast í alingini. Fóð-
urið, sum verður innflutt
úr Noregi, er heldur ikki
heilt bíligt.
Turrfóðurið kostar
umleið 6,50 kr. kilo, tá
Fróði hevur tað í Hósvík.
Sjálvur heldur hann, at
tað einasta rætta er at
skaffa sær fóður í Fer-
oyum í staðin. Her hevur
hann hugsað nógv um
brisling.
— Eg havi longu brúkt
brisling, sum er fingin ini
á firðunum. Hann er
frálíkur sum fóður. Og
so er hann nógv bíligari.
Vanliga verður sagt, at
tað skal tríggjar ferðir so
nógv av fiski, td.
brislingi, til at fóðra við,
skal tað svara til tað eitt
kilo av turrfóðrui gevur.
Tvs. at kann ein alari
fáa brisling fyri eina krónu
kilo, og so kemur sjálv-
andi innfrysting aftrat, tá
skulu tað trý kilo til fyri at
kunna tað sama, sum eitt
kilo av turrfóður.
Tað verður so millum
eina og tvær krónur bílig-
ari, og hetta kann muna
nógv í longdini
Fróði roknar við, athann
í Jøtuni brúkar 150 kilo av
turrfóðuri um dagin til at
fóðra 17.000 síl við. Við
rísi uppá imleið
at iiskurir
Neyðugt við sterri
báti
Fróði Durhuus heldur, at
tað kann vera ein stórur
fyrimunur, um hann kann
fiska brislingin sjálvur.
Hann vísir eisini á, at
neyðugt er at hava stóran
og góðan bát, um ein ali-
steð ikki liggur áfest
landi.
— Sum er havi eg ein
lítlan bát og í ringum
veðri er hann alt annað
enn góður. Ég ætli tí at
biðja um innflutnings-
loyvi til ein sterri bát —
10—15 tons — sum eg
kann brúka bæði til at
fóðra við, at flyta fisk við
og til at fiska eitt nú
brisling við, sum aftur
skal nýtast til fóður.
Hóast tað hava verið
smávegis trupulleikar, so
hevur Fróði tó góðar
vónir. Hann vísir á, at tað
projektið teir upprunaliga
hevdu kalkulerað við, er
vorðið eini 30% dýrari.
Tryggingin órímulig
Eitt annað hjartasuff er
tryggingin av alingini.
Fróði heldur, at Trygg-
ingarsambandið er rætti-
órímuligt í
liga sínum
Sundalagið. Vakurt í góðveðri og sera væl egnað til fiskaaling
krevum mótvegis alarun-
um.
Fyri tað fyrsta er trygg-
ingin ov dýr. Meðan norð-
menn gjalda undir 2,5% í
trygging skulu vit gjalda
Aftra hesun krevur
Sjálvsábyrgdin er 20
fáa endur
gjald frá Tryggingini fyri
skaða, skal alarin
fiskavirði, sum
fyri 200.000 kr
Hetta haldi eg er
órímiligt. Tí missi eg nú
fisk í einum hyli orsakað
av holi í nót t.d. og hesin
fiskur hevur eitt virði
uppá 190.000 kr., so fái eg
einki endurgjald frá
Tryggingini.
MiSSa
er oman
Arbeiði í Hósvík
Fróði Durhuus sigur
annars, at fiskaalingin
kann fara at geva mun-
andi av arbeiði í Hósvík.
Har er einki arbeiðspláss
sum er.
Ætlanin er meguliga at
byggja okkurt góðsk-
ingarvirki á landi. Nú skal
so landslæknin kanna
meguligt árin á umhverv-
ið frá asfaltsteðini. Fyrr
enn eitt úttalilsi um hetta
fyriliggur, verður ikki
farið undir at gera nakað.
— Men eg haldi her er
meguleiki hjá hósvík-
ingum at fáa arbeiðspláss
í bygdini, tí vit liggja
næstan sum ein miðdepil í
fiskaaliøkinum.
jan
Alistødin hjá Fróða Durhuus liggur sunnan fyri Áir. Vit hóma hyljarnar