Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. oktober 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RN S0SjalUrin Nr. 122 — 22. oktober 1983 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: 2. uppstillingarfundur til komandi løgtingsval verður mánadagin 24. oktober kl. átta í Mettustovu. Sambært lóg felagsins skulu tríggir uppstillingarfundir haldast. Seinasti møguleiki at koma við uppskotum til val- evnislistan er á 2. uppstillingarfundinum. Møtid fjølment og stundisliga. Stjórnin i SSJ Almennur Ung- dómsfundur um ungdóm, samlív og fyribyrging verður á Landsbókasavn- inum 26. okt. kl. 19,30. Á fundinum luttaka: Turið Holm, gynækologur Gunvør Hoydal, biologur Heri Kragesteen, psykologur. Høvi verður at seta skrivligar og munnligar spurningar. Sosialistisk Ungmannafelag Strandferðslan i Sand- oynni og Fólkaflokkurin Nú so nógv hevur verið reypað um ferjulegu í Kirkjube av Fólkaflokk- inum, skal her verða sagt frá, hvussu teir roynast okkum í dag. Áðrenn hetta lands- stýrið kom til, sigldu Ritan og Pride bæði upp á Sandoynna. Ritan sigldi nakað sum nú og Pride fast týsdag, hósdag og lá annars altíð klárur at sigla meira um hetta varð neyð- ugt. Tá núverandi landsstýri kom til fekk SL knívin fyri b arkan, nú skuldi sparast, og tað skuldi fáa fylgjur, um hettar ikki varð gjert. Fyri okkum ferdi hetta við sær, at Pride var lagdur allar dagar uttan týsdag, tá hann ger ein túr í Sand- og Skúvoynna. Annars skal Ritan klára alt einsa møll Tíðin, ið nýtast skal, er kl. 8,00 av Havnini og kl 9,10 úr aftur Skopun. Hetta er tíðin, Ritan brúkar at sigla fjørdin um veturin, t.v.s. at nú er fast at fólk skal ganga og bíða 1/2—1 tíma í Skopun meðan lossað verður. Ritan skal flyta postin, mjólkina, fraktina, allan seyðin og nógv av fiski frá flakavirkjunum. Hetta er komið aftur í sama skil sum fyri 20 árum síðani, tá gamla Rita og Sildberin sigldu í Sand- oynna. Tá var tað ikki loyst fyrrenn Atli fekk okkum núverandi Ritu úr Hollandi. Vit minnast há- arorðini av fólkafloks- monnum 0.ø. á valfundum her, tá hon var farin í gerð. A samferåsluøkinum kann Fólkafl. bert eiga æruna av Dúgvuni, ið var eitt fullkomiliga avoldað skip áðrenn tað fór í sigl- ing, og kom at vera ein proppur fyri víðari út- bygging av suðuroyar- rutuni í nógv ár Tað hevði verið skilið, um tann nýggi Smyril, sum var uppskot Ffl., varð bygdur , tá sama tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit,-hver hev- ur skrivað brevini. / pr a Í »Lassamålid« var fyri. Veruleikin er tann, at Páll Vang og hansara flokkur hava kevt SL, og harvið latið alt materialið slitið niður í botn. Hjá tykkum at reypa, hvussu góðir tit eru fyri Sandoynna er meguleiki at vísa nú við at broyta við betri sigling til okkara Vit skulu liva eisini tíðina til legan í Kirkjube er klár og Sam er komin at sigla Ferðandi Politisk størv Ein sum kallar seg havn- armann skrivadi nu ein dagin eitt lesarbræv, haldi tað var i týsdagsblaðnum, um at Eilif Samuelsen og Pauli Ellefsen sita bæði á legtingi og í landsstýri og sostatt fáa tvær lenir Hetta heldur havnarmað- urin vera ódámligt og sigur at sambandsmenn eisini duga at fylla upp í i bøkur. Hann meinar helst við sparikassabók ella bankabók Tað eru sikkurt nógv sum halda tað sama sum havnamaðurin. Nú veit eg ikki, um hann er javnaðar maður ella ikki, men ikki er neyðugt hjá honum at fara at sópa fyri durunum hjá eðrum fyrst, tí hann kundi roynt kveisturin í flokkinum sum Sosialurin er málgagn hjá. Er tað ikki eisini í hesum flokki onkur persónur sum hevur tvey politisk størv, nú hugsi eg ikki um privat- størv, men fólkavald sterv? Ikki haldi eg hetta samsvara við javnaðar stevnuna javnaðarmaður Borgarliga alternativið her og “cr Noreg, man vera eitt av heimsins ríkastu londum Vegna sína nærum óav- markaðu fossamegi hava teir heimsins ódýrastu elorku, fjellini eru full av málmi og eðrum rikidømi, gott búnaðarland, rættiliga stórt og fiskaríkt haveki, framkomið ídnað- arland, og í mun til fólka- talið heimsins - størsta handilsflota. Harafturat er Noreg upp á stutta tíð vorðið ein- asti og stersti »oljustat- ur« i Norðanlondum. Hóast alt hetta rikidømi so sær tað út sum at norska hegrastjórnin er væl á veg til at fáa stórar partar av vinnulívinum at fara á heysin Gloppar tú radio fyri »noråmanninum«, so hoyrir tú nærum dagliga, nú í Kaare Villochs fjórða regeringsári, at stór kend virki noyðast at lata aftur seym í hurðina. Nú tykir mær íkki endiliga so synd í kapital- istum, teir koyra vanliga í eins fínum bilum um virki teirra fer á heysin, men tragedian er, at hverja ferð hetta hendir, gerast eini 4—500 fólk arbeiðs- leys, soleiðis at hetta ríka land í dag samstundis er eitt land við óhugnaliga stórum arbeiðsloysi. Tá ein hoyrir um virki, sum eru kend av nógvum føringum, kenst hvekk- urin dupult meinur. Nøvn sum Hjelset i Ålesund, Trondheims mek, verksted o.s.fr. Frá onkrum av hesum fallittum hava verrirnir verið so sterkir, at teir hava nátt heilt til Feroya — ja líka niðan í kjallaran í Dagblaðnum. X