leygardagur 22. oktober 1983síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Oktober 1983
Tá tann vanligi føroyingurin tekur avísina —
ella blaðið — í hondina so er tað fyrst og
fremst fyri at lesa feroysk tíðindi, ella
»nyggjheitir«.
Tann vanligi lesarin lesur ikki avisina fyrst
og fremst av partapolitiskum orsøkum, sum
kanska négv halda og sum eisini kundi
verið naturligt við verandi blødum.
Hetta vísti m.a. ein kanning sum eg gjerdi
fyri fimm árum síðani. At nakað er broytt
stórvegis síðani, ivist eg í, tí í hesum tíðarbil-
inum eru »blødini« ikki blivin meira »poli-
tisk«, í hvussu er ikki í nøgd. Okkurt undan-
tak er kanska, og onkur sigur kanska, at til
tíðir eru bleðini nógv merkt av parta-
politikki. Tað er eisini rætt og tað fer tað
altíð at vera við verandi skipan.
Kanningin var ein spurnarkanning, sum eg
gjerdi í samband við próvteku á Danmarks
Journalisthejskole. Stívliga 200 spurnarbleð
vórðu send út og um 140 komu aftur. Sverini
vórðu data-viðgjerd ymsar vegir. Eg skal í
hesi grein taka einstek brot úr úrslitinum
fyri at vísa, hverjar hevuðsorsekirnar eru til
at fólk velja sær åvis blød, hvat fólk lesa,
hvussu og hvat tey kundu ynskt sær afturat.
Lesarnir skuldu m.a. svara út frá tí blaðn-
um teir fyrst og fremst lósu -- fyrsta avis —
og so út frá tí sum teir lósu næst — onnur
avís.
71 pst.: feroysk ný-tíðindi
Taka vit ell bleðini undir einum, siga 71 av
svarpersónunum, at tey feroysku tíðindini
hava mest at siga, tá teir velja sær ta fyrstu
avísina. Hesin týdningurin minkar, tá teir
taka ta næstu avísina í hondina. Tá hevur
feroyski tíðindaflutningurin bert stóran
týdning fyri 52 pst.
Hetta var tó galdandi í stóran mun fyri
Dagblaðið, Sosialin og Dimmalætting og
Oyggjatíðindi. Telini lógu millum 80 og 70,
nakað lægri fyri 14. Sept. og Oyggjatíðindi.
Viðvíkjandi Oyggjatíðindum komst orsekin
av, at lesarnir í samband við tað legdu sterri
dent á lokala tíðindaflutningin. (Tá
kanningin varð gjørd, var Oyggjatíðindi
Eysturoyar-blað burturav).
31 pst. partapolitisk áskoðan
Taka vit ell bleðini undir einum, segdu 31
pst., at partapolitiska áskoðanin hjá blaðn-
um var avgerandi.
Hetta var fyrst og fremst galdandi fyri
Tingakross (100 pst), 14. September og Sosi-
alin (50—60 pst.), meðan partapolitiska
áskoðanin hevði nógv minni tydning fyri val
av Dimmalætting og Dagblaðnum (16 og 20
pst). Hetta kemst av tí stóra upplagnum hjá
Dimmalætting og undirumboðan av Dag-
blaðslesarum. (Orsekin ókend).
Politiski tydningurin hevur uppaftur
minni týdning fyri val av næstu-avís. Her
liggja kortini Sosialurin og Dagblaðið ovar-
liga, um 40 og 30 pst.
Aðrar orsekir
Sjálvandi vil tað altíð verða torfert hjá fólki
at siga, hverjar hevuðsorsekirnar til val av
blaði og blaðlesnaðin eru. Orsekirnar kunnu
verða fleiri og »vani« hevur nógv at siga, men
kortini er stuttligt at síggja, hvat fólk leggja
dent á.
Sum nevnt er feroyski tíðindaflutningurin
hevuðsorsekin. Men hann er víttfevnandi og
av feroyska tíðindaflutninginum hevur fiski-
vinnutilfar stóran týdning. Heili 53 pst. siga,
at hetta evnið hevur stóran týdning fyri val
av blaðnum sum svarpersónurin læs fyrst og
fremst. 21. pst. segdu, at fiskivinnutilfar
hevði minni tydning, meðan bert 8 pst. segdu
at tað hevði ongan týdning.
Kjaktilfar (kronikkir, lesarbrev, politiskar
viðmerkingar o.tl.) hevur eisini rættuliga
stóran tydning. 44 pst. siga t.d., at tað hevur
„stóran tydning«. Hinvegin hava lýsingar og
útlendskur tíðindaflutningur minni týdning
fyri blaðval yvirhevur. Men taka vit bleðini
hvert ísær, hava lýsingarnar sterri týdning
fyri val av Dimmalætting. Heili 62 prosent,
sum velja Dimmalætting sum »fyrstu-avis«,
siga, at lýsingarnar hava stersta týdningin.
Gongdin
Orsekirnar til val av blaði eru sambært kann-
ingini ikki so partapolitiskar sum fólk yvir-
hevur halda. Aðrar grundgevingar liggja
nógv fremri.
VE.
Síða 9
Vidtøkubroyting í
Sjóvinnubankanum
Sambært aðalfundarfráboðan
Sjóvinnubankans í Dimmalætt-
ing seinasta leygardag er m.a. á
dagsskránni »uppskot frá parta-
eigara um broyting av grein 9 og
13 i vidtøkunum«. Partaeigarin,
sum hevur sett hette uppskot
fram, er Føroya Fiskimannafel-
ag. Tá ikki verður greitt frå,
hvat mælt verður til at broyta í
nevnda uppskcti, og tá haldast
má, at hetta hevur ein vissan
áhuga fyri almenningin og ein
serligan áhuga fyri partaeigarar-
nar, fari eg í hesi grein at greiða
frá hesum uppskoti. Uppskotið
snýr seg um at broyta reglurnar
fyri nevndarval, og ti skal greið-
ast frå, hvussu skipanin er í dag,
hvussu skotið er upp at broyta
hesa skinan oe hvøriar mom.
>Til broytingar í viðteskunum
ið aðrir enn bankanevndin skjóta
upp krevst 2/3 meiriluti av
teimum greiddu atkveðunum. ið
skulu umboða í minsta lagi 13
av partapeninginum. Fæst ikki
serligur meiriluti, kann spurn
ingurin verða lagdur fyri nýggj
an aðalfund innan 4 vikur. tå
meira enn helvtin av atkveðun
um á fundi á fyrra aðalfundinum
hava greitt atkveðu fyri upr
skotinum, og hesin fundur tekur
tá endaliga avgerð við vanligum
meiriluta«
Hetta merkir, at fyri at sam
tykkja uppskotið í fyrsta umfar
mega báðir teir »storu« parta“
eigararnir atkveða fyri. Tó kann
tað eisini verða samtykt í fyrsta
umfari, um annar av teimu.n
Tað sum er mest lisið í foroysku blødunum yvir ein kamb er »Tidindi innanoyggja« í
Dimmu. »Panelid« i Sosialinum heuði stóran áhuga. 71 pst. av teimum, sum lósu Sosi-
alin, lósu altíð »Panelid«
At tað er nakað um hetta er lítið at ivast i.
Hyggja vit eftir gongdini seinastu 12 árini,
var 14. September tað fyrsta av teimum
smáu bleðunum, ið royndi at gera blaðið
meira áhugavert fyrst í sjeytiárunum. Farið
var yvir til offset-teknikk. Blaðið kom eini
tvey ár fimm dagar um vikuna. Blaðið legði
dent á tíðindi, feroyskar samreður, repor-
tasjur o.tl. Upplagið vaks, og var eitt skifti
yvir 4000 eintek, sum var nógv afturímóti
Dagblaðnum og Sosialinum sum lógu um
2—2509. Men útkomudagarnir vórðu seinri
settir til tríggjar og blaðið bleiv aftur meira
politiskt litað við t.d. beinleiðis politiskum
greinum á forsíðuni av og á. So við og við
minkaði upplagið og kom niður á um 3000
eintek.
Tá Dagblaðið legði um í 1975 og setti sær
fyri at vera eitt tíðindablað við tveimum
»politiskum sidum«, vaks upplagið munandi
og kom upp á eini 4000 eintek. Hetta upp-
lagið stóð við eina tíð og vaks seinri til um
5000 eintek.
Nú vil onkur sjálvandi siga, at Dagblaðið
er meira politiskt enn nakrantíð. Tað er óivað
eisini rætt, men hinvegin hevur blaðið ein
rættuliga breiðan og fjølbroyttan tíðinda-
flutning eisini.
Demi um tað evugtu gongdina er Sosi-
alurin, sum í 1974 legði um teir meiri nýmot-
ans teknikk. Blaðið legði eisini sterri dent á
ein føroyskan tíðindaflutning. Men hetta
eydnaðist ikki í tann mun sum skuldi til í
fyrstu syftu, og gamla partapolitiska blaðið
skein ov nógv igjøgnum. Upplagið vaks
heldur ikki munandi.
Seinri vórðu so einar tvær royndir gjerdar
at leggja á annan bógv, og síðan 1977-1978
hevur blaðið borið dám av at vera eitt
tíðindablað.
Upplagið hevur verið nakað skiftandi. Frá
1978 vaks tað líðandi upp til um 5000 eintek.
Viðhvert hevur tað ligið um 6000 og er so
aftur dalað nakað.
Nú kunnu sjálvandi nógv spurnartekin
setast við gongdina, og viðmerkingar gerast
til hana, men yvirhevur samsvarar hon við
svarið til ein spurning í kanningini:
»Åttu føroysku bleðini at verið minni
partapolitisk«?
15 pst. svaraðu í stóran mun. 35. pst. svar-
aðu í ein vissan mun, meðan 49 pst. segdu
nei. V.ø.o. ynskti helvtin, at bleðini vóru
minni partapolitisk. Men ein annar spurn-
ingur vísti, at fólk yvirhevur ikki leggja so
stóran dent á partapolitiska áskoðan, tá tey
velja »fyrstu-avisina«.
Hvat lósu fólk?
Svarpersónarnir kundu í kanningini eisini
upplýsa i »fyrstu-avis« hverji evni teir
valtíð< lósu, sum teir lósu »av og å« og sum
teir »ongatiå« lósu. Umleið 30 ymisk evni,
sum eru vanlig í feroysku bleðunum vórðu
nevnd.
Tað ber ikki til at nevna alt, men okkurt
sum verður lisið nógv og okkurt sum bert
verður lisið lítið skal nevnast.
Ovast liggur teigurin >Tíðindi innan-
oyggja« í Dimmalætting. 84 pst. lesa altíð
teigin. 12 pst. viðhvert og bert 2 pst.
ongatíð.
78 pst. lósu altíð vanligar feroyskar stutt-
ar tíðindagreinir. 18 pst. lósu av og á, meðan
bert 1 pst. segði ongatíð.
Tá tað kom til sterri greinir, reportasjur
o.tl. minkaði åhugin: 39 pst. altíð, 38 pst. av
og á, meðan 7 pst. segdu ongatíð.
62 pst. lósu altíð fiskivinnugreinir, 24 pst.
viðhvert, meðan 6 pst. ongatíð. Aðrar vinnu-
ligar greinir um ídnað o.tl.: 47 pst. altíð, 36
pst. viðhvert og 3 pst. ongatíð
Hverki útlendskir stubbar ella tíðinda-
greinir verður nógv lisið: um 35 pst. sigur
altíð, um 45 pst. av og á og um 10 pst. onga-
tíð.
32 pst. lesa altíð ítrótt, 34 pst. av og á,
meðan 21 pst. slettis ikki lesa hann.
Ummæli av ymsum slag og annað
mentannartilfar verður serliga lisið av og á:
um 25—30 pst. lesa tað altíð, um 50 pst. av
og á, meðan 5—10 pst. siga ongatíð.
Films- og móta-tilfar verður lítið lisið.
Andaligt tilfar, t.d. Guðsorð, verður heldur
ikki nógv lisið: 24 pst. altíð, 45 pst. av og á,
meðan 21 pst. ongatíð.
Brúkarateigurin: 21 pst. altíð, 50 pst. av og
á og 7 pst. ongatíð.
Viðvíkjandi politiskum tilfari —
leiðarum, viðmerkingum
Telini fyri kjaktilfarið — oddagreinir,
politiskar viðmerkingar, kronikkir og lesara-
brøv, síggja soleiðis út:
Oddagreinir: 57 pst. altíð, 26 pst. av og á,
meðan 3 pst. siga ongatíð.
Politiskar viðmerkingar 44 pst., 37 pst. og
3pst.
Kanningin varð gjerd í- 1978. Tá hevði
Dimmalætting t.d. tysdags. og hósdagsprát.,
sum blaðstjórin, GL. Samuelsen, skrivaði
Hetta lósu Dimmu-lesararnir soleiðis: 27 pst
altíð, 46 pst. av og á og 14 pst. ongatíð
Politisku síðurnar í Dagblaðnum: 40 pst
altíð, 50 pst. av og á, 10 pst. ongatíð.
Tá hevði Sosialurin sokallaða >Paneiið<. 71
pst. av Sosial-lesarunum lósu tað altíð, 8 pst
av og á, meðan 8 pst. ongatíð.
Lesarabrev yvirhevur: 47 pst. altíð, 46 pst
av og á, meðan 3 pst. ongatíð. (Fleiri við-
merktu, at tey lósu ikki dulnevnd lesarbrøv)
Onkur hevur kanska lagt til merkis, at
prosentupphæddirnar fyri hvenn spurningin
geva ikki 1000. Tað kemst av tí at ein pros-
ent-partur svaraði ikki — óupplýst
Meiri landbúnað, umhvervi og
búskap
Luttakararnir í kanningini høvdu eisini høvi
at svara, hvat teir kundu ynskt sær meira av,
hvat skuldi verið sum tað er og hvat teir
kundu ynskt sær minni av.
Svarini liggja serliga í teimum fyrru megu-
leikunum.
Tað, sum svarpersónarnir serliga ynsktu
sær meira av, var tilfar — greinir — um bú-
skap (60 pst.), landbúnað (63 pst.), arbeiðs-
marknaðarviðurskifti og umhvervi (61 pst.),
tilfar frá kommununum og bústaðar og bú-
setingartilfar (58 pst.), 53 pst. vildu hava
meira um skúla- og útbúgving og mentan,
eins og 46 pst. vildu hava meira um almanna-
og heilsuviðurskifti.
Svarpersónarnir ynsktu t.d. ikki meira um
fiskivinnu, ikki fleiri útlendsk tíðindi, ikki
meira um ferðslu og bilar, ikki meira um
kvinnurerslu og ikki meira um politisk viður-
skifti. Sjálvandi ynskti ein minni prosent-
partur meira.
Frávik
Onkur vil kanska halda, at hesi svarini ikki
samsvara víð sumt av tí undanfarna og viss
frávik eru eisini. T.d. lósu fólk nógv fiski-
vinnutilfar, og tí vil onkur halda, at so vildu
tey havt meira, men tað er ikki tilfellið.
Hinvegin var mentanartilfar — ummæli
o.tl. — ikki nógv lisið, men so legið tað kann
tykjast onkrum, so ynskja svarpersónarnir
meiri mentannarligt tilfar. Men orsekin kann
vera hon, at teir ikki lesa verandi tilfar, eru
ónegdir, og kundu hugsa sær okkurt annað
Ongatíð hevur verið nógv av kvinnu-
politiskum tilfari í feroysku bleðunum. Tí
kann tað kanska tykjast legið, at fólk ikki
ynskja meira. Men hetta kemst uttan iva av
tí, at lutfalsliga fleiri mans svaraðu spurnar-
bleðunum. Eisini tá tey vóru send til konuna.
Nógvar kvinnur svaraðu heldur ikki spurnar-
blaðnum.
Eins og fiskimenn vóru tær undirumboð-
aðar. Fiskimenn svaraðu helst ikki av natúr-
ligum orsekum, tí teir hava verið burtur-
staddir ella bert heima í stuttum tíðarbilum.
Hverki kvinnur ella fiskimenn vóru undirum-
boðaðir í útvalinum, spurnarblaðið var sent
til. (Urveljingin varð gjerd á landsfólkayvir-
litinum. Tveir ávísir feðingardegir vórðu
valdir. Teir persónar sum vóru feddir hesar
dagarnar luttóku so í kanningini).
Ein veikleiki var sjálvandi hann, at fólk
kanska ikki kenna ell hugtekini í blaðheim-
inum, og hava ringt at skilja ímillum, hvat
tað ymiska er, og nógv er metingar. Tí gevur
ein slík kanning bert ábendingar.
Men
til spurningin um feroysku bleðini áttu at
verið meira »nærgangandi«, svaraðu yvir 60
pst. ja í stóran og ein vissan mun, meðan 40
pst. segdu nei.
Hetta høvdu vit hóming av framman-
undan.
Abendingarnar í kanningini eru brúktar í
arbeiðnum á Sosialinum seinastu fimm árini
— bæði tilvitandi og ótilvitandi, og vit sum
her starvast hava lagt nógv sterri dent á tað,
sum luttakararnir í kanningini ynsktu, men
eitt er ikki eydnast: Tá tað kemur til tíðinda-
flutningin er Sosialurin, og hini bleðini við,
akkurát líka lítið ágangandi.
Men hvat lesur tú í Sosialinum og
hvatkundi tú hugsa tær meira av?
Um tú hevur hug, so luttak í kanningini!
jóhann