Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið tíðindablaðið Utgevari; p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og bjaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 TÓRSHAVNAR býráð tók á fundi í síðstu viku avgerð um at innrætta eini åvis sethús hjá kommununi til umlættingarheim fyri eldri fólk. Við hesi avgerðini — og við øðrum til- tókum í samband við ætlaða røkt- arheimið seinasta árið — hevur Tórshavnar býráð ásannað, at ein akuttur tørvur er á hesum øki her í Suðurstreymoy. Øll, sum eru eitt sindur sosialt at sær komin, taka sjálvandi undir við hesum ætlan- unum og eisini ætlanini um eitt av- lættingarheim. MEN sjálvandi kann altíð eitt »men« setast. Tórshavnar byråd tók ikki bert prinsipp-avgerð um at skipa eitt avlættingarheim. Men prinsippavgerðin miðjar eisini ímóti at brúka eini ávís hús, í V. U. Hammershaimbsgøtu 3, har sosiala deildin i dag heldur til. Av- gerðin er tíkin, uttan at nøkur kostnaðarmeting um innrætting og umvæling er tók, og uttan at vissa er fingin fyri, at lands- ella statsmyndugleikarnir góðkenna ætlanina og vilja veita teirra part av útreiðslunum. LAT tað fara, tí býráðið sigur seg sjálvt vera sinnað at gjalda kostn- aðin í eini royndartíð, og hesin viljin er alla æru verdur. Men eitt vita býráðslimir av gomlum roynd- um, at tað er ikki bíligt at umvæla eldri hús. Vit vita, hvat tað kostaði at umvæla Smiðjuna úti í Grind, Fundarsamtykt Hornahúsini og Pæsastovu. Tað var ikki smávegis. Men við tað er ikki sagt, at hesi húsini gerast líka dýr, men í einum gomlum húsum treingir uttan iva nógv til utskift- an. Kanska so mikið nógv, at mun- urin at byggja eini onnur hús hevði verið minni. Harafturat fylgdi eingin meting frá serkønum, um húsini eru hóskilig til endamálið ella ikki við málinum. So grundar- lagið, byrådspolitikkarnir høvdu at taka stóðu út frá, var ógvuliga lítið. SPURNINGURIN um kostnaðin átti avgjørt at verið kannaður og lagdur fyri býráðið, áðrenn tað tók støðu til málið, sum eisini er heilt nýtt, ti brævid, ið fylgir við mål- inum, er skrivað 13. oktober. Hetta er uttan iva eisini orsøkin til, at fleiri seta spurnartekin við av- gerðina. Hví skuldi henda avgerð- in takast í brådskundi! (Tørvurin hevur verið leingi og gjørdist ikki stórri eftir 2—3 vikum). Skal hon bera í bøtuflaka fyri eini aðrari avgerð? HVUSSU er og ikki, so vísir henda avgerðin, at líkt er til, at býráðið rekur ikki ein miðvísan sosial- politikk. Gjørdi býráðið tað, hevði málið um eitt umlættingarheim verið fostrað ella tikið upp í sosi- alu nevndini hjá býráðnum og síðan sent býráðnum at taka støðu til. Og segði býráðið ja, fór málið sína vanligu gongd. Men málið er nú samtykt og vónandi fær tað eina sakliga viðgerð, soleiðis at ein haldbar loysn finst. Frá landsfundinum hjá ULF hildin í Norðurlanda- húsinum 21.—23. oktober. Ungdómslandsfelag Foroya heitur á Føroya Løgting um at fáa 18-ára valrætt í Foroyum. Føroyskur ungdómur eigur rætt til ávirkan á viðurskiftini í samfelagnum. Foroyskir politikarar kunnu vísa sína virðing fyri hesum við at samtykkja at seta valrættar- aldurin niður í 18 ár Hans David Dam (sign.) fundarskrivari Sofus Johannesen (sign.) fundarstjóri NR 10 — HÓSDAGUR 2% OKTOBER 196 Sosialurin — peninga- Dimmalætting 4% 108 ÁRGANGUR | | FW. KATTRUP | nonne BG monne stuðlaður av donskum - svenskum sosialistum. Soleiðis æt stór yvirskrift í Dimmalætting hósdagin. Dimma hevði fingið fatur á eini grein úr donskum blaði og tók, sum teir plaga, tey bortini burturúr, sum teir hildu hóskaðu best í sítt egna »kram«. Í nevndu grein hevði danskur blaðmaður havt samreður m.a. við Tórfinn Smith, blaðstjóra á Sosi- alinum, við Ingeborg Vinther og Óla Jacobsen, fakfelagsformenn. Ur hesum samreðum ger Dimma somuleiðis nekur kut burturúr. Tað, sum eg festi meg við, var ikki so nógv kutið úr hesum samreðum, men heldur tað einastandandi ovfarakæti, sum Dimma fær burturúr greinini — nevniliga at Sosialurin hevur fingið peningaligan stuðul frá donskum og svenskum sosialistum. Eg må bara spyrja: Hvat skuldi verið meira natúrligt enn at Sosial- demokratisk blød — og fyri alt tad flokkar — studla hvønn annan? Javnadarrørslan er ein altjóða rørsla og ti er bæði rætt og rimuligt, at hesir flokkar og blød rætta hvørjum ødrum eina hjålp- andi hond. Hetta, at Sosialurin i samband við nýtt blaðhús fekk eina hjálpandi hond frá okkara brødraflokkum hevur blaðstjórnin á Sosi- alinum ikki krógvað. Hetta lósu vit i Sosialinum fyri nærum tveimum árum síðani, og tá nýggja blaðhúsið varð tikið í brúk, bóru onnur blød, m.a. Dimmalætting, hesi tíðindi frá tíðinda- fundi. Men hví er Dimma so firtin. Er tað tí at hon ikki hevur fingið stuðul frá nekrum eðrum Sambands- flokki aðrastaðni? Eg haldi, at tann stuðul- in, sum Sosialurin hevur Bran | ERIK* EXPORT | 0125717 fingið frá samhugaðum er meira natúrligur enn dag- liga stuðulin sum Dimma (sum einasta blað í Fer- oyum) fær frá útlendska alkohol-fyritøkum. Ella er tað kanska soleiðis, at Sambandsflokkurin kenn- ir seg ideologiskt knýttan at brennivinsfyritøkunum uttanlands? Litil man studulin, sum Sosialurin hevur fingið frå brødraflokkum, vera í mun til peningaliga stuðulin sum Dimmalætt- ing seinastu árini hevur fingið burtur av donskum foroyskum brenni- vínspengum. Men á Dimmalætting lukta pengar ikki. Har loysir tað seg dupult sc gott at hava dupultmoral javnaðarmaður á bygd Dånjal er besti sosialist- urin eftir P. M. Dam Tað harmaði meg at lesa 14. September hósdagin, har sagt verður frá, at Dánjal av Rana og hinir býráðslimirnir hjá sosia- listunum á Tveroyri eru ósamdir. Tað er nú eina- ferð so, at tá man situr í einum ella eðrum for- standaraskapi so er man ongatíð samdur, men at tað skal ganga so vítt, at menn fara at tosa um ekslusión kann ikki vera rættur andi. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Eg havi kent Dånjal av Rana i mong år frå felags- livi av og eg kann ikki bera honum annað enn alt gott. Hann er ein fyrsta- klassa-maður og er tann besti sosialisturin á Tver- oyri síðan Petur Mohr Dam. Ja, hann er tann besti sosialisturin hjá arbeiðs- fólkinum og fiskimann- inum eftir Petur Mohr, og Petur Mohr er besti politikkari Tveroyri hevur lýsið í September onsdagin Avsannan Tað sum Dánjal av Rana sigur um len mína í 14. 19.10.1983 er beinleiðis ósatt. Sum limur í Feroya Verkfreðingafelag eri eg lentur eftir sáttmálanum og bleiv hetta viðtik- ið á nevndarfundi í Tveroyrar Flakavirki 4.9. 1980 — eisini av Dánjal av Rana. átt, ikki tí, Kristian Djur huus hevur eisini verið ein góður maður Tey orðini, Dánjal av Rana hevur sagt á fund- unum hjá Feroya Arbeið- arafelag gjøgnum árini eru ógloymandi orð. Eg hopi inniliga, at tit á Tveroyri aftur taka í hondina á Dánjali. Heilsan frá einum gomlum felagsvini og vini Heri Mortensen Tveroyri > : 9 ei re —