Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÉT DO TT DT ARSR 0 tíðindablaðið Utgevari; píf sosialurin A SOSÍalUriN Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 2 Undirverkini TÁ Anker Jørgensen fyri góðum ári síðani legði frá sær sum stjórnarleiðari og danska stjórnin fór frá og nýggj borgarlig varð skipað, hendi hetta í einum millumbili, tá båuskaparstøda landsins gjørdist alt hættisligari. Borg- arligu andstøduflokkarnir vildu ikki taka undir vid uppskotinum frå javn- aðarstjórnini, sum bar i sær tidandi samfelagssparingar å donsku figgjar- lógini. Borgarligu flokkarnir vóru vorðnir óttafullir og vildu ikki loyva donsku minnilutastjórnini at gjøgn- umføra sparingina, sum bar i sær neyðugan sosialan javnvåg. STUTT eftir batnaði búskapurin, ti amerikanski peningamarknaðurin knappliga lækkaði rentuna munandi, samstundis sum oljuprísfall var á heimsmarknaðinum, tí ov nógv olja var á marknaðinum. BORGARLIGA yflúgvandi starta. stjórnin fekk ein BORGARLIGA pressan brúkti sum misbrúkti sjálvsagt støduna og setti veruleikan — sjálvsagt á høvdid sum verandi úrslit av dugnaskapi teirru borgarligu mótvegis ódugnaskapi javnaðarmanna. NÚ MÁNADAGIN fingu vit aftur at vita, at heldur ikki á hesum sinni gjørdist fólkatingsval, tí teir borgar- ligu at enda aftur funnu saman í teirra politikki at halda fram skerjingar á ymsum samfelagsøkjum, sum í stórt mát serliga viðvíkja sosialum skip- anum, hetta sum nívur serliga tann partin av fólkinum, sum framman- undan mangan er illa fyri, meðan tær góðu inntøkurnar framvegis verða vardar móti »ålopum«, øktum skatt- um og avgjøldum. BORGARLIGA stjórnin fremur sjålv- sagt borgarligan politikk — og tað verður ongantíð sami politikkur sum ein javnaðarstjórn førir. Ein javnaðar- stjórnin hevur sum fremstu skylduna, at stuðla har trongdin er til stuðuls, teimum sum eru rakt av arbeiðsloysi og ødrum hóttafallum, so tey ikki heilt verða slept niðurfyri. NÚ ER tað einki minni enn sjón fyri segn at borgarliga pressan, eisini í Føroyum, blæsur upp donsku støduna sum »Wunderbar«. Sum um tad er donsku stjórnini aleina fyri at takka at rentan fall í Amerika, at oljuprísurin lækkaði, hetta sum er høvudsorsøkin til batnaðu figgjarstødu Danmarkar. Í SAMA andadrátti sum borgarligar dygdir í málgegnum borgarligu inspi- ratora spæla yndisligan hørpuljém um borgarligu »undirverkini« í Danmark, so man veruleikin mest vera i tråd vid tað sum formaðurin í danska Rætt- statsflokkinum, Ib Christensen segði, tá hann aftaná landsfund floksins her- fyri í samrødu við sjónvarpi segði: »borgarliga stjórnin fremur niður- skurðir á teimum gkjum, har hon veit borgarligir veljarar verða ikki raktira. MEÐAN stødan i Danmark sjálvsagt verður nógv umredd her í okkara borgarligu pressu, verður lítið og helst einki sagt um svensku støðuna og undirverkini har. IKKI tí, eisini i Svøriki fingu teir nýggja stjórn fyri ári síðani og eisini har hendi ein munandi búskaparbæti, aftaná at tann nýggja stjórnin tók við. MEN munurin er bert tann, at í Svøriki var tað ein javnaðarstjórn, sum tók við fyri ári síðani og tað er undir hesi stjórn búskaparbætin er komin í Svøriki, meðan tað var ein borgarlig stjórn sum mátti leggja frá sær, og sum mátti taka svidan av at versnandi búskapi, meðan hon sæt við valdið. ÁRININI uttaneftir nerva rímuliga okkum, hendingarnar uttaneftir áttu at sagt okkum somikið, at tað er ikki tí at ein borgarlig stjórn tekur valdið, at undrini henda, at búskapurin kemur aftur á beint. Munurin er heldur, at trygdarbetri fyri fólk flest, fjøldina, er at tað er ein sterk javnaðarstjórn, ið skipar fyri, tí ein javnaðarstjórn syrgir altíð fyri at tey sum sita ytst, verða ikki halað niðurav, slept niðurfyri. HETTA er ikki fyrst og fremst tað sum nervar borgarligan politikk. OG HETTA er eisini tað, ið talar fyri at semjan donsku borgarligu flokkarnir nú aftur gjørdu, var gjørd við ringum tannabiti. — Tí í hesi semju eru í ein mun bætar á økjum, har somu borgar- ligu flokkarnir fyri ári síðani skerdu so at beini, at onkur av teimum borg- arligu flokkunum ikki vildi uppihalda skerjingunum fyri ári síðani í fullan mun. TAÐ var óttin fyri fólksins dómi, sum førdi til at semjan aftur á hesum sinni fekst millum borgarligu flokkarnar. Luttakið í almenna orðaskiftinum i Sosialinum Hin »smidigi« landsstýr- ismaðurin So var skriving mín um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna kortini ikki heilt til fånytis. Tað hjålpti hóast alt at rera eitt sindur í súrgu- potti Fólkaflokksins. Tað hjálpti so mikið, at fjáltur kom á menn og tá serliga Anfinn Kallsberg flota- málaráðharra. Í Dagblaðnum letur Óli hann trína fram og siga: At við einum sindri av smidigheit, ber til at lata Smyril sigla ein túr um vikuna á Sand — rætt hasin rádni — so fínt, innviklað og politiskt professionelt kann tað sig- ast, sum vit onnur í áravís hava vitað. Og tað gerst betri enn. Tann umrødda »smidig- heitin« er rokkin so langt, at fyri at sigla ein tår um vikuna á Sand, skal Smyril í veruleikanum sigla ella vera tekur tríggjar ferðir um vikuna. Hetta var »smidigt«. Hetta var so smidigt, at tit eins væl kundu latið Smyril siglt tríggjar veru- ligar túrar um vikuna. Tað er tervur á hverjum túri, tí meðan vit bíða eftir ferjuleguni á Streymoyar- landinum, ið skal loysa allar trupulleikar her í oynni, skulu vit framvegis onkursvegna lívbjarga okkum. Trónd nýtist tykkum ikki at fara at putlast við Fyri tað frysta vera dag: arnir, hann fær samband við Skopun, rættiliga ótættir á hávetri, so at tey, ið freistast til at koma í oynna við bili, risikera bert at »brenna inni her«. Tínæst, eitt skip ið ikki kann sigla Skopunarfjerð uttan undantaksloyvi frá skipasýninum, hevur ikki okkara áhuga, ella eru okkara lív minni verd enn hjá feroyingum flest? — Nei, latið Trónd sigla á tí deyðavatni, hann er ætlað- ur til — tað man vera tað »smidigasta«. Sandoyingur Åheitan til Sjónvarps- felagið Til tykkum. ið leggja sjón- varpsskránna til rættis. Vælsignaðir, hugsið tykkum um, áðrenn tit samanlæsa tilfarið i klokkutimar. Eg så, at friggjadagin 21. okt., varð send fram- førsla við danska tóna- smiðinum Sebastian, kl. 23,30. Hetta varð eitt sera óhóskandi tíðarbil, tí tað vil so vera, at vit, ið áhugað eru fyri tónleiki, fara hagar, tónleikurin verður framferdur. Og sum ellum kunnugt byrjar dansurin, ella rætt- ari, tann livandi tónleik- urin, í Feroyum, ikki fyrr enn umleið kl 22,30—23,00 seint å kveldi, og soleiðis er tað ti ógjerligt eitt fritidåarkvøld t.d. at sammeta útlendsk- an og feroyskan tónleik. Tit vilja kanska nekta tervin hjá teim fridarligu, heimasitandi åhugaåu, men til hesi vil eg siga: Er ljómskálin eitt forbann- ilsi, er sjónvarpsgluggin tað við, munurin er bert tann, at tú meguliga kannst fáa eitt kjak í lag við tónasmiðin, tá tú dansi ert til staðar. kaj Blokaduvaktirnir mugu frikennast Tað var ein stórur sigur ávegis fyri arbeiðara- stættina, at hon við herðum stríði, sum kost- aði blóð og sveitta, vann sær verkfallsrættindi. Arbeiðarastættin lærdi tíðliga, at arbeiðskeyp- ararnir lótu einki frá sær við góðum — heldur hin- vegin: Arbeiðskeypararnir vildu hava so nógv sum meguligt fyri so lítið sum meguligt. Men arbeiðara- stættin lærdi eisini tíðliga, at verkfell gjørdust tann- leys, um bert varð rýmt av arbeiðsplássunum, og tað ikki varð forðað fyri, at verkfallsbrótarar tóku arbeiðið upp ístaðin. Tí lærdi arbeiðarastættin, at blokadur í flestu ferum vóru neyðugar, og ikki bert neyðugar, men ein týðandi partur av verk- fallsrættindum. Við dóminum móti blok- aduvaktunum, sum fall í Feroya Rætti 1. oktober 1982, er hesin týðandi partur av verkfallsrætt- inum tíkin burtur. Ein grein í politiviðtekuni fyri Tórshavn, um beistagerðir og ófrið á skemtisteðum og almennum nátthúsum, kenn eftir hesum dómi tolkast sum blokadur og verkfalli. Hesa tolking hevur danska legmála- ráðið gjørt av somu politi- viðtekum fyri donsku bý- irnar. Henda tolking er ein háðan móti arbeiðara- stættini — ein háðan, sum arbeiðarastættin ikki eugr at lata sita á sær. Eitt er, at danska leg- málaráðið ger eina skeiva tolking og nýtir hana móti donsku arbeiðarastættini, eitt annað er, at arbeiðara- mál eru feroysk sermál, tí kann danska tolkingin av politiviðtekuni ikki uttan víðari setast í gildi í Før- oyum uttan góðteku frá føroyskum myndugleik- um. Og henda góðteka fyri- liggur ikki. Dómurin í Feroya Rætti vísir greitt muruna í borg- arliga dómsvaldinum Meðan kapitalistiskir brotsmenn ferð eftir ferð verða fríkendir, verða dómar feldir yvir arbeiðs- fólk við bót og aðrari revs- ing. Hesum kunnu vit ikki lata okkum lynda. OFML krevur, at Landsrætturin frikennsir blokaduvakt- irnar og staðfestir, at nýggja tolkingin av politi- vidtøkuni er skeiv, og at donsk praksis einki hevur at gera á hesum eki í Fer- oyum. OFML heitir á øll fakfeløg i Føroyum um at mótmæla yvirfyri Lands- rættinum, ti dómurin i Føroya Rætti 1. oktober 1982 er vendur móti teimum. Gera fakfelegini ikki hetta, so góðtaka tey, at innihaldið í verkfalls- rættinum verður tikið burtur. Tí vóna vit, at fakfeløgini gera nakað við málið. Politiska nevnd OFML