Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 1983síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! y % N Til gaman og álvara Hesi orðini yvir pall- inum í Sjónleikarhús- inum hóskaðu væl til úrvalið >Vit minnast Hans Andrias í Aar- stovu« Har var bædi gaman og ålvara. To meira av ti fyrra. Men leikurin um bóndan í Laðan- garði og dóttur hans- ara í Herg var so álvarssamur og tungur, at hann einsa- mallur næstan vigaði móti ellum tí lætta og skemtiliga, Jens P. Heinesen hevur valt til hundraðára minnið Havnar Sjónleikar- felag kom væl frá hesum tiltaki. Serliga áhugavert var at síggja bernini og tey ungu í Skúlastovuni og Hesnatosi. Tað riggaði heilt væl hjá teimum. Her hava leikstjórarnir Lina Larsen og Gulla Øregaard gjert eitt gott arbeiði og gjert tað liðugt. Ingigerð á Treðni og Oskar Hermansson fingu fram tað klass- iskt dramatiska í orða- William Gaman i kesti og álvar í Laðangarði Hans Andrias, sum Heinesen tekn 101 hann Skála- skiftinum millum bóndan og dóttur hans- ara, tvey fólk so stolt sum Beinisvarð. Felagssangur var eis- ini. Her hevði tann eini sangurin, Vilt tú elska meg, tá stundir líða, ov torført lag til, at hann soleiðis kann brukast til ófyrireikaðan felags- sang. Hóast tað var eitt felag, sum her mintist sín fyrrum formann og primus motor, fingu vit ikki nógv at vita um virki Hans Andriasar í Sjónleikarhúsinum. Poul Johs. Lindberg greiddi frá teirri ferð- ini, Hans Andrias eftir eina leiksýning, tey sótu og fingu sær ein bita í salinum, fór upp á pallin og bar fram Terje Vigen úr enda í annan. Uttanat. Fleiri slíkar søgur eru ivaleyst til. Tær saknaðu vit á hesi minniskveldsetu, sum annars var ófera góð. Hegni Djurhuus Ungdómslandsfelag Feroya, U.L.F.: Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum Hetta verður gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran. Skipar forlag og blaðútgávu Seinasta vikuskifti, 21. til 23. oktober, skipaði Ung- dómslandsfelag > Føroya fyri regluligum landsfundi i Norðurlandahúsinum Umleið hålvt hundrað ungdómar úr 8 ymiskum ungdómsfelogum kring landið luttóku á fund inum Tey luttakandi felegini vóru: Geilin úr Vestmanna, Glæman úr Kvívík, S.U.F. úr Servági, Eydnan av Oyrarbakka, Norðstjernan frá Gjógv, Samljóð úr Skopun, Skansastova úr Havn og Klaksvíkar Ungdóms- felag Landsfundurin byrjaði sum sagt friggjakvøldid og helt fram leygardagin og sunnudagin. Skráin fyri fundin var sera fjølbroytt. Umframt sjálvan landsfundin var eisini kveldseta, sang- og tónleikakveld, ljósmynda- seria, dansur o.a. Eisini greiddu lærara- skúlanæmingar frá um ungdóm og »pubertitet«, og aftan á varð bólka- arbeiði um evnið. Harafturat var bólka- arbeiði um 18-åra valrætt og ungdómsarbeiðsloysi. Nordisk Samarbeids- organisation for Ungdom var eisini umboðað á fund- inum, og frá teimum komu eisini frágreiðingar um fel- ags arbeiði hjá hesum fel- agsskapi. Á landsfundinum var ein umsókn frá ung- mannafelagnum Samljóð úr Skopun um limaskap i U.L.F. vidgjørd, og varð einmælt samtykt at jåtta hesi umsókn. Nevndarval var eisini á skránni. Formaðurin Steintór Rasmussen úr Klaksvík varð einmælt afturvaldur. Av nevndar- limunum varð Hallstein Sigurðsson frá Skansa- stovu afturvaldur, meðan Johannes Johannesen frá Norðskála, Olaf Fríðheim frá Gjógv og Uni Magnussen frá Kvívík bóru seg undan afturvali Í teirra stað vóru vald Abraham Mikladal úr Klaksvík, Hannemia Joensen úr Skopun og Lisa Johannesen úr Kvívik. Øll felegini velja hvert sítt umboð í umboðs- mannaráðið, og til formann í hesum ráði varð Magni Arge frá Skansa- stovu valdur Í valnevndina vóru vald Birita Nielsen, Sofus Johannsen og Hans Dals- garð Annars samtykti fund- urin at seta á stovn forlag, sum skal geva út ung- dómsbekur o.t. Ein av uppgávunum hjá for- lagnum verður eisini at skipa fyri bladutgåvu, og skal starvsnevndin seta eina blaðnevnd at tilfar til blaðið savna Tekst og myndir: Sofus Johannesen Oli í Aarstovu Nevndarlimirnir Djóraverndarfelagn um semjast ikki fræg- ari enn hundur og ketta Porno er ikki verri enn so fyri 14. Sep- tember, at teir kunnu brúka nakrar tussa moyggjar at endur- reisa 14. við Tað mátti verið bílig ari fyri »P & O« í Skotlandi at leiga Agnar enn Smyril um nøvn Fødingar- dagur 28. oktober verdur Elsa Jacobsen, J. Paturssonar- gøta 65, Torshavn, 85 år. Nýggja nevndin i Ungdómslandsfelag Foroya. Frá vinstru: Hallstein Sigurðs- Mikladal son, Lisa Johannesen, Steintór Rasmussen, Hannemia Joensen og Abrahar |