Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 29. oktober 1983 Opið bræv til allar limir Føroya Løg- Vit hava røttu loysnina — á goymslu sjálvandi ! . tings Dupultur einkultur plåtujarns stoypijarns dupultur ketil ketil stoypijarns Viðs. legtingsmáli nr. 7/1983: Legtingslóg um skrásetingargjald av motorakferum " oa Í o ketil G ppskot kemur sannast mátti at rsekin til aftu fyrst og fremst var rgongdina vurhøgi biltollurin næstan 200% fyri privat- bilar sum førir vid sær, at ikki einanst verða priv- atbilar alt ov dýrir, men munurin millum javnlik bilmerkir verður órímiliga stórur. T.d. ein munur í fakturaprísinum upp á kr. 4.000,— gevur ein tollmun upp á uml. kr. 8.000,—, og sostatt ein mun í út- seluprísinum upp á uml. kr. 12.000,—. Umframt hetta kunnu sjálvt smáar broytingar í gjaldoyris- virðinum ávirka tollin og harvið útseluprísin mun- andi. Allir bilhandlarar vóru samdir um, at okkurt mátti gerast, og tað í stundini tí fleiri vóru komnir rættiliga illa fyri Tosað varð við lands- stýrismannin í tollmálum, Torbjern Poulsen, og var hesin við tað sama fúsur at koma á fund um málið. Hesin fundur var í Lands- stýrinum 19/8-81 Har varð greitt frá steðuni hjá bilhandlarum sum heild Frá landsstýrismanninum fingu vit at vita, at arbeitt var við at broyta tolllóg- ina alla, og at hann væl skilti = okkara torferu steðu, og at hann vildi kanna máliðnærri. Tað gekk rúm tid, áðrenn fingu ítekiligt at vita attur nakað Men landsstýrið arbeiddi við málinum, og í juni 1982 fingu vit at vita, at teir kundu ynskt sær eitt uppskot frá F.B.V.—Fel- agnum fyri Bilhandlarum og Verkstaðseigarum. 29/6-82 hevði F.B.V. fund um málið. Ongin semja var um eitt felags uppskot, men samtykt varð, at ell uppskot, sum komu til felagið, skuldu sendast landsstýrinum. 5 ymisk uppskot vórðu send. 7/7-82 bjóðaði lands- stýrið ellum uppskotsstill- arunum til fundar. Hver einstakur fekk har hevi til at greiða frá sínum upp- skoti. Aftan á henda fund varð settur ein arbeiðsbólkur at arbeiða víðari við inn- komna tilfarinum. Undir- ritaði var, sum formaður í F.B.V., ein av limunum. Hesin arbeiðsbólkur hevði fleiri fundir. 15/2-83 vóru uppskots- stillararnir aftur bjóðaðir til fundar við landsstýris- manninum, sum legði fram uppskot um broyting av tollinum upp á bilar og eykalutir. Biðið var um viðmerkingar til uppskot- ið. Undantikið tveir kundu bilhandlarar taka undir við hesum uppskoti við smærri broytingum. Endaliga uppskotið er síðan lagt fram á tingi. Sjálvt um ongin tolllækking er í uppskot- inum, taka bilhandlarar sum heild undir við at: Punkttollurin á eyka- lutum fellur burtur. Punkttollurin á bilum fellur burtur, og ístaðin verður goldið skráset- ingargjald, býtt sundur í virðis- og vektgjald Tað hevur tó ikki verið full semja um, hvat sjálvt virðisgrundarlagið skal umfata Samanumtikid má tó sigast, at uppskotið gongur bilhandlarum væl á meti, við tað at virðis- gjaldið fyribyrgir megu- leikunum fyri óreglusemi, og lægru prosentstigini og vektgjaldið minka mun- andi um áðurnevnda tollmum millum javnlík bilmerkir Samstundis verður tollurin ávirkaður av broytingum í gjaldsoyrisvirðinum Avtekan av punkttoll- inum upp á eykalutir vil føra við sær størri virk- semi hjá bilverksteð- unum. Broytingin í biltollinum til skrásetingargjald vil føra við sær javnari prísir á javnlíkum bilum. Hervið verður úrvalið til brúk- aran sterrim, og hevur hann nú betur meguleikar at velja eftir góðsku og dygd enn áður. Tað hevur verið nógv skrivað, bæði sakligt og ósakligt um hetta uppskot. Øll henda skir- ving prógvar í veruleik- anum, hvussu órímilig nú- galdandi tollóg er. Eg vil heita inniliga á minni Feroya legting um at viðgera hetta uppskot sakliga og hava í huga, at lóggávuvaldið hevur skyldu til at lóggeva so- leiðis, at lógir ikki føra til kappingarmisjavna, sum verandi tolllóg er eitt ódámligt prógv um, og at samtykt av fyriliggjandi uppskoti kann bjarga fleiri virkjum úr álvarslig- ari kreppusteðu og harvið forða fyri, at fleiri arbeiðs- pláss fara fyri skeyti. Vælsignaðir, gerið ikki hetta uppskot til eitt »samgonga kontra and- stødu«-mål. Tad er tad alt og ålvarsamt til. Við håvirding Beinar Vestergaard Allir hesir ketlar hava innbygda kopar-spiral til heittvatns- nytsluna. Eisini hava vit HONEYWELL hitastyring til hesar og aðrar ketlar. Landsins størsta og mest fjølbroytta årval innan RØR — HITAVERK — SANITET: Ringið ella stokkið inn á gólvið. Skrivstovufólk Søkt verður eftir avloysara til skrivstovuna í 1 ár frá 1. des. 1983. Umsøkjarar til starvið mugu duga maskinskriving og vera kønir í føroyskum. Løn eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya landsstyri. Umsóknir skulu vera stovninum í hendi innan 15. nov. 1983. Matrikulstovan Eitt nytt vindeyga 102x120, til smáar rútar, til sølu. Tlf. 15450 Bryggjari tif. 14728 svarar eisini aftan å kl. 17.