Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. november 1983síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Leygardagur 5. november 1983 Viggo Dalsgaard, Skálavík skrivar nevnini á andnesum og áum eru nógv eldri enn tey t flestu bygdanevnini. Hann sigur, at landnámsmennirnir ferdu tey við sær heiman í frá, sum rímuligt var, tey somu Hetlandi, Ís landi og Feroyum og flestu steðum, har norrena fólkið kom Men brovtst so tey nøvnini finnast i Noregi summi av hava nevnunum gomlu nevnini eru gloymd, men avleiðingar av teim gomlu nevnunum eru eftir Eitt talandi dømi um hetta er andnes- ið, ið nú eitur Skálhevdi, sum hvert mansbarn í Feroyum kennir. Henda hevda, ið er so eyðkendur, at teir gomlu, tá teir fyrstu ferð nómu landið kallað KINNFELLI, og hetta navn hevur hevdin borið, óivað í langa tíð, men so varð bygdin bygd, nær veit eingin, men hon fekk navnið Skálavík. So eftir hondini hava menn farið at nevnt henda eyðkenda hevdan fyri Skál- hevda eftir bygdini, og tað forna navnið Kinnfelli er farið í gloymskuna. Men her, sum so mangan er ein avleið- ing eftir, sum vísir á gamla navnið. Tann kjálkin, norðanfyri Borðutangan á Skálhevda, ið gongur av hellini og upp á Knúkan, eitur tann dag í dag KINN- FALLSSKORÐAR, so hetta er avleið- ingin, ið vísir á gamla navnið. Heðin Brú endar tað, hann skrivar um, tá Joanes innan fyri Garð fer til gravar, (stendur í Fjallaskugganum síðu 106), Kinnfelli — Skaålhøvdi Um hesi stødini, og Pokunarkirkjugarð, Brandanskirkju og sambandid millum Dalsgard og Miillers-ættina fulltakin lið tykkum til gravar, og vit legdu tykkum her við Brandans- kirkju millum okkara bestu menn. Her er gott at liggja: Seyðurin kemur oman at bokra, og brimið stendur inn yvir garðin fyri eystan« Henda Brandanskirkja hevur verið her í bygdini, tó ikki sæst farvegur til hana nu Eg minnist, at gamli Dánjal á Oyri segði, at Brandanskirkja stóð á Kirkju- deild. Hon er niðan norður av kirkju- garðinum niðri á Mel. Og eg hoyrdi fleiri av teim gomlu ið nú eru farin í Harrans hendur nevna bakkan norðan fyri kirkju- garðin fyri Brandansbakka. Hetta týðir upp á, at henda kirkjan hevur verið vígd til Sankta Brandan. Tann elsti kirkjugarðurin, ið nakar veit um her í bygdini, er Pokunargarð- urin. Hann varð nýttur til leggstað til 1710. Tá varð hin ovari bygdur, tí tey vóru so redd fyri smittu, at tey vildu ikki nýta hann meira. Tað er lítið eftir av Pokunargarðinum nú, meginparturin er farin av brimi. Seinasta kirkjan niðri á Mel stóð i ovara garðinum til 1891, tá nýggj kirkja varð bygd uppi á Lógvheyggj, har hon stendur nú. Tað var her, sum nokk í flestu gomlu bygdum, at stórbóndafólk, og prestar, har teir vóru, vórðu gravsett undir kór- inum. Seinasta fólk, ið var grivið á henda við hesum orðum: >Trý Bygdamennirnir bóru hátt, var Greta í Dalsgarði, hetta hendi 9. sunnudag eftir trinitatis í 1764 Hon var dóttir Christoffur Muller í Kvívík, hann var prestur á Kirkjuteigi frá 1704 til 1721, kona hansara var hin tiltikna Illa Anna. Hon var dóttur Gregers Varde, ið var Kvívíksprestur frá 1667 til 1704. Tað illa sinnið skuldi hon hava eftir faðirinum Greta í Dalsgarði var gift Poulsen, sum var bóndi í Dalsgarði frá 727 1756. Tað er hann, ið verður Rasmus 727 til róstur í vísuni um Vesterbek fyri blíð- skap móti teim skipbrotnu, serlia fyri at hann gav teim brennivín og tubbakk. Elsti sonur teirra æt Poul Rasmussen, hann var bóndi í Dalsgarði frá 1756 til 1783. Ein yngri sonur fór at læra til prest, faðir hansara læs við honum, áðrenn hann fór heiman, tí hann hevði sjálvur gingið á latínskúla í Havn hjá Christian Fers, prósti. Hesin yngri sonurin æt Christoffur eftir abbanum í Kvívík, hann varð skýrdur 11. des. 1734 og doyði í Leirum 22. januar 1804. Hann hevur nokk ikki hildið tað verið fínt nokk at eita Rasmussen, so hann tók sær Miiller til eftirnavn eftir móðurfólkinum í Kvívík. Hann var prestur í Suðuroy frá 1766 til 1804. Tey fyrstu árini var hann hjálpar- maður hjá Antonius Haldansen, tá búði hann suðuri í Vági. Antonius Haldansen var úr Kálgarði í Sumba, feddur 1720. Prestur í Suðuroy frá 1757 til 1777 Frágera dugandi bóndi skuldi Chris toffur Múller vera, men nakar skrivandi maður, hevur hann ikki verið, tí hanr førdi onga kirkjubók í 20 ár, hvat er óbótagerð fyri eftirtíðina Ein av synum hansara var Rasmus Miller, sýslumaður Havn, hann føddur 11. des. 1782 og doyði 15. apríl 1858. Hann var fyrsti maður av Millers ættini, ið festi burtur av Kirkjubegarði hetta hendi 9. januar 1831. Tað er tað festið, ið nú er Múllersgarður Men so kann tað ganga, um Leira prestur Christoffur Múller ikki hevði haft so fín fornemmilsir, hevði helst einki Múllars navn verið í Feroyum idag, tí manslinjan var útdeyð. Rasmus Miller, sum var sýslumaður i Havn, var faðir Hans Christoffer Miller, ið eisini var sýslumaður og mangt annað Ein sonur mundi eita Ludvík, hann bú- settist í Kvivik. Soleiðis kom Múllars navnið aftur til Kvívíkar. Ein dóttir giftist við kanselirádinum á Tvøroyri. Tey vóru foreldur til Rasmus Effersøe og Josefinu, konu Niels Juul Mortensen, keypmann á Tvøroyri og Poul Effersøe, sakferara í Havn. Viggo Dalsgaarð