leygardagur 19. november 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— . - SR
er
re
Nr. 134 — 19. november 1983
-…
VIL
Neundarlimur í sjúkrasystrafelagnum:
Vit hava ikki arbeitt imóti
sjukrahjålparautbugving
Sjukrasystrarnar hava bert spurt eftir
itøkiligum upplysingum um målid. Tær,
sum skulu taka sær av upplæringini av
sjukrahjålparunum, hava ikki hoyrt eitt
orð um ætlanina.
Tað halda sjúkra-
systrarnar vera legið!
Felagið hjá
sjúkrasystrunum
foroysku
Dansk Sygeplejerád
Feroya deild — hevur ikki
arbeitt móti ætlanini at
stovna eina sjúkra-
hjálparaútbúgving i
Føroyum.
Hetta slåa triggir
nevndarlimir i sjúkra-
systrafelagnum fast.
Sosialurin hevur havt
samreðu við Selvá Paturs-
son, Annu Mariu Persson
og Ásu í Gerðinum um út-
búgvingarspurningin.
Í eini tidindafråsøgn i
Sosialinum fyri stuttum, í
samband við 10 ára dagin
hjá Feroya Sjúkrahjálp-
arafelag, varð sagt, at
sjúkrasystrafelagið hevur
roynt at arbeiða ímóti
einum sjúkrahjálpara-
skúla.
Men hetta er ikki rætt.
Hinvegin hevur felagið
hjá sjúkrasystrunum
spurt Føroya Sjúkrahjálp-
arafelag um ítekiligar
upplýsingar um ætlan-
irnar at stovna eina út-
búgving. Somuleiðis hava
sjúkrasystrarnar biðið um
at fáa eitt eintak av tørvs-
kanningini av sjúkrahjálp-
arum, ið sjúkrahjálpara-
felagið sigur seg hava
gjert. Men hana hevur
sjúkrasystrafelagið ikki
fingið.
Sjúkrasystrafelagið hev-
ur eisini vent sær til for-
mannin fyri ráðleggingar-
nevndina fyri Sjúkrahús-
verk Feroya, Niels
Bentsen. Ráðleggingar-
nevndin hevur mælt
landsstýrinunfat fáa eina
sjúkrahjálparaútbúgving í
lag sambært tervskann-
ingini hjá sjúkrahjálpara-
felagnum. Sjúkrasystr-
arnar hava biðið ráðlegg-
ingarnevndina um grund-
gevingar fyri, at nevndin
hevur mælt landsstýr-
inum til at fara undir
nevndu útbúgving.
At enda hevur sjúkra-
systrafelagið biðið um at
fáa landsstýrisins steðu í
hesum máli. Higartil
hevur landsstýrið bert
givið tað svar, at felagið
skuldi frætta aftur um
ólavsekumundið í ár. Men
enn er einki svar komið.
Áhugi fyri heilsu-
verkinum sum so
Líkt er til, at hesin áhugin
hjá sjúkrasystrafelagnum
fyri tí, sum fer fram
innan heilsuverkið, verður
lagdur út, sum um felagið
hevur arbeitt ímóti ætlan-
ini at skipa eina sjúkra-
hjálparaútbúgving.
— Men tað er tað av-
gjert ikki. Vit hava áhuga
fyri ellum tí sum hendir
innan heilsuverkið, og tí
hevur felagið spurt seg
fyri hjá avvarandi
myndugleikum, hvussu
útbúgvingin skal fremjast
í verki, siga Ása, Anna
Maria og Selvá.
Nevndin í sjúkrasystra-
felagnum heldur tað vera
legið, at sjúkrasystrarnar
sum tann stersti arbeiðs-
bólkurin í heilsuverkinum,
og sum fær alla upplær-
ingina av sjúkrahjálp-
arunum um hendi, ikki eru
eftirspurdar.
Sambært tilmælinum
hjá ráðleggingarnevndini
skal sjúkrahjálparaút-
búgvingin fara fram á
Sjúkrasystraskúla Før-
oya. Hyggja vit at viður-
skiftunum aðrastaðni, t.d.
í Danmark, er hetta ikki so
legið.
— Men sum er, er
sjúkrasystraskúlin = hart
fyrispentur — sjálvur
skúlin er alt ov lítil og lær-
arakreftirnar eru ov fáar.
Tær tríggjar greiða frá,
at sjúkrasystraútbúgv-
ingin varð broytt fyri
nekrum árum síðani. Hon
er meira umfevnandi —
bæði í teori og í praksis —
og krevur nært samarbeiði
millum skúla og deildir. Tí
er arbeiðsbyrðan hjá
sjúkrasyst-unum á deild-
unum eisini nógv ekt.
Harafturat eru deildirnar
ikki nógvar í tali og ofta er
trongt bæði hjá starvs-
fólki og hjá sjúklingum.
— Um ein sjúkrahjálp-
araútbúgving skal setast í
verk við fyrimynd uttan-
eftir, skulu hesar somu
deildir eisini hava hesa út-
búgving um hendi.
Hvussu skal hetta kunna
lata seg gera, tá tað er
ringt sum er, spyrja tær
tríggjar sjúkrasystrarnar.
— Vit vita lítið og einki
um ætlaðu útbúgvingina.
Vit mugu tí spyrja, hvat
tað er, vit hava arbeitt
ímóti, tí vit kunnu íkki
arbeiða ímóti nekrum, tá
vit ikki vita, hver ætlanin
er. Tí vilja vit fegnar hava
at vita, hvaðan sjúkra-
hjálparafelagið hevur
hetta.
Seta spurnartekin
við tervin
Í greinini í Sosialinum fyri
stuttum upplýstu nevnd-
arlimirnir í Sjúkrahjálp-
arafelagnum, at tað er
stórur tervur á sjúkra-
hjálparum.
Nevndarlimirnir grund-
geva henda tervin við, at
ellis-, rektar-, vistar- og
umlættingarheim annad-
hvert eru í gerð ella eru í
umbúna. Sjúkrahjálpar-
arnir meta, at tervurin
liggur um 40.
Men sjúkrasystrafel-
agið setir eitt spurnar-
tekin við henda tervin, og
ynskja at fáa hann nærri
kannaðan.
Sjúkrasystrarnar geva
sjúkrahjálparunum rætt í
tí, at fyri nekrum árum
síðani — tá ellis- og rektar-
heimini vórðu tikin í brúk
— var knappliga brúk fyri
nógvum sjúkrahjálparum.
Tá hendi tað seg eisini, at
sjúkrahjálparar vórðu
settir í sterv, sum upp-
runaliga vóru ætlað (nor-
merað) sjúkrasystrum.
Men sjúkrasystrarnar
halda, at tá fólk við
sjúkrasystraútbúgving af-
tur eru tek, eiga hesi at
verða sett í stervini, tá tey
eru leys.
Henda steðan hevur
karska fingið formannin i
sjúkrahjálparafelagnum,
Metu Johannesen, at siga
á *íðindafundi fyri stutt-
um: »Men nú eru nóg
nógvar helst yvirpro-
duktión — og nú vilja tær
hava størvini aftur«.
— Men hvi skulu vit so
fara at útbúgva sjúkra-
hjálparar, um so er, at nóg
nógvar sjúkrasystrar eru
til taks, spyrja nevndar-
limirnir í sjúkrasystrafel-
agnum.
Ikki spurningur í
krónum og oyrum
Sjúkrasystrarnar seta eitt
spurnartekin við, um tað
er so nógv bíligari at út-
búgva sjúkrahjálparar
enn sjúkrasystrar, sum
sjúkrahjálparafelagið ann-
ars vísir á.
Sjúkrasystranæming-
arnir fáa len í trý ár av
lærutíðini. Henda verður
helvt um helvt borin av
lardskassa og ríkis-
kassa.
— Men hvussu við
sjúkrahjálparaútbúgving-
ini, spyrja sjúkrasystr-
arnar. Skulu feroyingar
gjalda alla hesa útbúgv-
ingina, verður munurin
minni!
Annars halda sjúkra-
systrarnar, at tað er ikki
rætt at tosa um krónur og
oyru í hesum sambandi.
Endamálið er at veita eina
so góða sjúkrarekt sum
meguligt.
- Higartil hevur
sjúkrarektin í Feroyum
ligið á einum hegum stæði
samanborið við onnur
lond, við tað at tað
starvast so nógvar sjúkra-
systrar á deildunum.
Sjúkrasystrarnar halda
tað eisini vera av stersta
týdningi at verja um
sjúkrasystraútbúgvingina
og altíð fáa hana so góða
sum meguligt. Serliga tá
hugsað verður um, hverji
krev verða sett til aðrar
bólkar, eitt nú læknar.
— Vit eru eitt lítið land
og vit eiga at verja um
sjúrkasystraútbúgvingina.
Útbúgvingin gevur eina
autorisatión. Sjúkrasystr-
ar hava rætt at arbeiða
kring allan heimin, og tær
eru tann einasti bólkurin
innan sjúkrarektina, ið
hevur autorisatión. Spurn-
ingurin er tí, um vit hava
Vit eiga at verja um
sjúkrasystraútbúgvingina
og hava hana so góða sum
moguligt. Serliga tá
hugsað verður um aðrar
bólkar, eitt nú læknar
siga trnggjar sjukra
systrar í samrødu
vid Sosialin
ráð at hýsa fleiri utbugs
ingum, siga tær tríggjar
Alt er sjúkrarekt
Sjúkrasystrar og
sjúkrahjálparar hava ikki
hvert sítt arbeiðseki.
Hjálpararnir kunnu átaka
sær ein part av arbeiðnum
hjá systrunum, men undir
vegleiðing og ábyrgd
teirra. Hetta hevur gingið
væl higartil, og vit vóna,
at vit framvegis kunnu
arbeiða saman — sjúkra-
hjálparar og sjúkrasystrar
— um at veita sjúkling-
inum bestu rektina, siga
nevndarlimirnir í sjúkra-
systrafelagnum.
Í greinini í Sosialinum
um sjúkrahjálparafelagið
varð annars fert fram,at
talan er um hvert sítt
arbeiðseki.
Sjúkrahjálparin hevur
einki sjálvsteðugt arbeiðs-
eki. Arbeiðið hjá teimum
liggur alt undir sjúkra-
systrunum.
— Men ein sjúkrasystur
kann altíð átaka sær tað
arbeiðið, sjúkrahjálparin
vanliga hevur — alt er
sjukrarøkt, siga tær
triggjar, Selvá, Anna
Maria og Ása at enda.
jo-mo