Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í Í ; | BIN | Harðrendi skatta- og toll- tíðindablaðið Utgevart; p/f sosialurin Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møiler Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosislurin. Prent: p/f pressan 1981 Fólkaflokksins valstríð byrjað FRAMHERJAR fólkaflokksins á tingi, Óli Breckmann og Jógvan Sundstein, hava byrjað valstríðið og tann, sum lurtar eftir á tingi sær klárt, hvat ið er við at henda. TINGMENN hava ta seinastu tíð- ina lagt merki til tvey ting: Fyri tað fyrsta, at Jógvan Sundstein konsekvent síðan á Olavsøku hevur drigið somu línu, sum blað- stjórin á Dagblaðnum. Tað tykist, sum Jógvan hevur fingið nýtt mót av dóminum — neyðar maðurin hevur ryst so í brókunum fyri, at landsrætturin ikki fór at ganga honum á meti í fascistamálinum, at hann upp undir dómin hevur gingið við politiskum lippufelli. MEN sum sagt, nú hevur hann mannað seg upp, og hevur saman við blaðstjóra Dagblaðsins lagt nýggja linju á tingi. Henda linja er fyri eina ferð skyld heilt greið: Tað eru danir, sum hava skyldina í øllum, sum gongur galið her í Feroyum. Fyri fyrstu ferð í mong ár hoyra tingmenn aftur tey gomlu gsingarrópini móti dønum frá fólkaflokkinum. Síðan Jógvan fekk nýtt mót nú landsrætturin hevur givið honum vissu um, at hann ikki er fascistur, hevur hann nýtt eitthvert høvi, sum honum hevur verið bjóðað í tinginum til at leika í ímóti Danmark og dønum. Mangan hevur hann leikað so í, at sjálvt hansara lærumeistari og guru, stavnamaðurin Óli, hevur sitið sum Kánus! NÓGVIR tingmenn hava tó hildið hetta verið eitt sindur láturligt, tí tá ið okkurt hendinga sjálvstýris- mál hevur verið fyri, hevur allur fólkaflokkurin við Sundstein á odda, atkvøtt ímóti. ANNAÐ, tingmenn hava lagt til merkis, er tann kærleiki, sum for- maður fólkaflokksins í seinastuni hevur sýnt mótvegis NATO. Sum tann einasti tingmaður síðan 1940 hevur hann í fleiri rødum skotið upp, at Føroyar áttu at gjørst fullur og heilur limur í eini hernaðarsam- gongu. TAKTIKKURIN er greiður: Alt ilt um Danmark og danir — alt gott um USA og NATO! Á HENDAN hátt kunnu teir frítt leika í, skapa øsingar móti degnum um líkt og ólíkt, samstundis sum teir sissa øll sambandsfólkini í fólkaflokkinum við at lefla fyri NATO. VIÐ EINI hentari danagsing kanst tú kanska fáa fólkaflokksins velj- arar at gloyma allar tær ferðir tú hevur lútað fyri Paula Ellefsen, gloyma títt amatørdiplomati i undirgrundsmálinum og í heila tikið gloyma øll tíni politisku krumspring hesi trý árini. JA, hvør veit, kanska kann Jógvan Sundstein, um hann fast heldur hesa kós, fáa sínar veljarar at innsíggja, at hann í veruleik- anum er minst líka góður fólka- flokksmaður sum Óli Breckmann — og ikki at forgloyma Óla Jkau Rólantsson! politikkurin ikki fort til betri búskap Hesin politikkur hevur verið beinleiðis móti len- takarunum og hevur gjert tað nógv tyngri at liva hjá tí stóru fjeldini, sigur Jergen Thomsen m.a. í politisku viðmerkingini. Hann tekur undir við Ás- birni Joensen, tá hesin sigur: >Tað, sum framt er í hesi samgongu, er eitt óhoyrt figgjarligt oysl«!!! politisk viðmerk- ing " PR SOSÍalUrin Á einum 50% Nú er so viðtikið á leg- tingi, at samtíðarskatt- urin, ella kelduskatturin, verður settur at galda í Feroyum. Og ein gamal dreymur um at fáa nýggja skatta- skipan í lag í hesum landi verður nú gjøgnumførdur áður enn fyrsta april. Annars so slítur Hilmar í Kass samgonguna fyri fimtu ferð. Tað skudi verið sera um- ráðandi, at skattatyngdin verður so javnt býtt sum yvirhevur meguligt er. So- leiðis at låginntøkurnar ikki altíð eru tær, ið bera tyngstu byrðarnar. Tað er kortini eyðsæð, at við skattalofti verður tað tær lægru inn- tekurnar, ið bera hækk- ingarnar. Nýggja skattaskipanin hevur uttan iva sínar fyri- munir. Hóast at skatturin ikki er minni. Haraftur ímóti verða tiknar 90-100 milliónir meir inn við nýggja skattinum. Tað kann neyvan kallast lækk- ing. Harafturat er at nevna, at tað dugur lítið at reypa um, at beinleiðis skatturin meguliga verður lækkaður eitt vet fyri ávís, tá ið fólkið verður trároynt eftir peningi aðrar vegir, sum til demis við tolli og eðrum tiltøkum, sum ger at keypiorkan fellur niður í gjøgnum. Soleiðis hevur politikkurin hjá sitandi samgongu verið. Sitandi samgonga segði frá, at teir skuldu fáa tam- arhald á fíggjarviðurskift- unum, sum teir mettu at vera farin út á sjógv. Teir róptu upp um, at nýtslan skuldi niður, men tað gongur alsamt evugta vegin — nýtslan hevur bert vaksið higar til. Tað tykist sum landsins myndugleikar hava mist tamarhaldið á fíggjar- viðurskiftunum í hesum landi. Hetta ásannar eisini figgjarnevndarlimurin hjå ti flokki, sum situr við fíggjarmálum í landsstýr- inum, í dag. Sjálvstýris- flokkurin eigur fíggjar málaráðharran. Í Tingakrossi nr. 40 frá 21. oktober í ár sigur Ás- bjørn Joensen, fíggjar- nevndarlimur, >Tað, sum framt er í hesari sam- gongu, er eitt óhoyrt figg)- arligt oyåsl«. Hann sigur víðari: >Ég meti, at tann politikkur, sum í løtuni verður førdur av sam- gonguni, er verri enn av undanfarnu«. Hetta hevur Asbjørn Joensen so hjartaliga rætt í, hóast undanfarni fíggjar- politikkurin ikki var verri enn so, at verandi sam- gonga hevur bygt víðari á henda politikk. Í hvussu er má ásann- ast, at harðrendi skatta- og tollpolitikkur, ið ferdur hevur verið í móti vanliga lentakarunum í Føroyum, einki hevur bett um lands- ins búskap, men júst tað øvugta. Harafturímóti hevur hann fert við sær, at tað er munandi tyngri og dýrari at liva hjá fjeldini. Mong munnu ásanna, at so er. Ásanna, at keypi- orkan er munandi fallin undir hesum stýrinum. Ásanna, at minni fæst fyri vunna peningin. 134 — 19. november 1983 Tað tykist sum at teir, ið ráða fyri borgum, halda, at um bert tað verður tikið ríkiligt av peningi frá fólk. við tolli og skatti við, so vil hetta beta um fíggjar støduna. So vil hetta minka um nýtsluna, og harvið minka um innflutn ingin. Men tað gongur alsamt rangverga vegin, nýtsian bert økist! Ongantið í Føroya søgu hevur hallið á handilsjavn- anum verið so stórt sum nú, teir borgarligu ráða fyri borgum. Hetta er rættuliga óhugnaligt! Stutt kann sigast, at reypið um ein nýggjan fíggjarpolitikk, er fallið til jarðar, eins og samgongu- menn eru hoknaðir í knøum. Vit hava fingið våttan fyri, at hitt borgarliga alternativið, bert vóru orð, og at borgarligur politikk- ur ikki letur seg fremja í gerð í hesum samfelag Hetta átti langt síðan at verið ásannað av allari samgonguni, og íkki einans av sjálvstýrisflokk- inum sum sigur „Vit hava mist fíggjarlógina á golvid«. Ein óhugnalig åsannan eftir trimum árum, men betri seint enn ongantíð. Jergen Thomsen Landsmyndugleikin sigur nei til lækna afturat í Sandoynni Í Dimmalætting herfyri skrivar Sandingur um trotið á einum lækna aftrat í Sandoyar lækna- demi. Eg eri púra samdur við hesum brævskrivara, men tað eru okkara lands- myndugleikar ikki. Kommunurnar í Sand- oyar læknademi hava fingið svar upp á umsókn okkara um ein lækna FØROYA LANDSSTYRI Her i Sandoy halda vit ikki, at loysnin er ein av- loysaraskipan frá Tórs- havn, men setan av einum kommunulækna aftrat í fast starv. Hetta er og verður framvegis okkara ynski og krav. Vit hava eisini sekt um fígging til víðkan av ver- andi læknamiðstað sam- bart galdandi reglum og praksis við studningi og veðhaldi úr landskass- anum, men vit hava enn ikki fingið svar, mær kunnugt. Ein nevnd við Tórálvi Mohr Olsen, legtings- manni sum formanni, er sett at fyrireika og standa fyri hesi útbygging, sum skal nekta tervin av helum til ein lækna aftrat, | i | | aftrat, men sjá svarið frá Feroya Landsstýri, undir- skrivað av Páll Vang, landsstýrismanni. umframt helir til sjúkra- systrarnar, ljósmóðurina og leiðaran fyri heima- hjálpina umframt goymsl ur. Vónandi fáa vit posi tivt svar upp á umsóknin sum skjótast. Birgir Mohr Sandi