Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Markna- gilsvegurin skal nú breiðkast Ein av teimum gomlu vegunum í Havnini, Marknagilsvegurin, skal nú breiðkast Tórshavnar býráð samtykti hóskveldið at åleggja býarverkfreð- inginum at projektera Marknagilsvegin sum ein býarveg í 12,5 metrar breidd skjótast gjerligt. Undir skiftinum varð komið inn á ætlaða ringvegin, ið skal ganga um Marknagilsleiðina. Enn er tann endaliga legan ikki funnin, og onkur hevur mælt til at leggja hann eftir Marknagilsvegnum. Marknagilsvegurin, ið skal breiðkast, skal kortini hava samband við restina av ringveg- arkervinum, eftir tí sum kom fram á býráðsfundinum. Upp- lýst varð, at vegurin skal projekterast frá endanum av ringvegn- um, har hann endar beint áðrenn sambin- dingina í Oyggjavegin orða- Tann veruligi ring- vegurin skal eftir ætlanini ganga eina- staðni millum Oyggja- vegin og Marknagils- vegin, út í sjálvt Marknagil, oman fyri byggingina har, síðan oman í Landaveg og Velbastaðveg Men nær tað verður, er ovist Feråslan eftir Marknagilsvegnum er økt munandi sidan nyggi Handilsskúlin varå tikin i bruk Annars viðmerkti onkur býráðslimur, at vegaætlanin fyri Havn- ina frá 1972-73 treingir til at verða endurskoð- að, tí broytingarnar og útbyggingarnar hava verið stórar Kunnu nú eisini byggja sethús Tórshavnar býráð sam- tykti hóskveldið eina broyting í sersteku byggisamtyktini num- mar 7, ið fevnir um ekið millum Fútalág og eystasta endan á Stoffalág. Har var bert lov at b byggja raðhús, men nú er eisini lov at byggja vanlig sethús. Upp- runaliga varð ekið lagt til idnadarbygging. Nr. 138 — 29. november 1983 Veitti stóran stuðul til itrottin Møguleiki skal nú skapast fyri at taka gamla ítróttar- grein uppaftur Tórshavnar býráð gjerdi á fundinum hóskveldið tvær samtyktir til frama fyri ítróttin í hevuðsstaðn- um. Onnur samtyktin ger tað meguligt aftur at fara at íðka eina gamla ítrótt- argrein, tennis, meðan hin hækkar kommunala studningin til venjingar- hallirnar í Gundadali, sum eru í gerð. og ger tað meguligt at fáa fíggingina at rekka Stadionnevndin hevur latið gera eitt skitsu- projekt og kostnaðarmet- ing til tvær nýggjar tenn- isbreytir eystan fyri gamla svimjihylin (Henda ítróttargreinin varð íðkað í Havn fyri mongum árum síðani Men áhugurin datt burtur, og tá svimjihellin varð bygd, komu gomlu tennisbreytirnar at liggja undir) Stadionnevndin mælti til at taka 250.000 kr. av til endamálið av kontoini »Heildarætlan fyri ítrótt- arøkid« og hesum tók fíggjarnevndin eisin undir við. Tilráðingin varð samtykt við átta atkvoð- um fyri 3,4 mill. kr. til venjingarhøll Eftir samtyktina á byý- ráðsfundinum hóskveldið kemur býráðið nú at stuðla nýggju venjingar- høllina í Gundadali við 3,4 mill. kr Aður hevur byýráðið latið 800.000 kr. í stuðli til at gera ekið byggiklárt við. Spurningurin var nú, um 30 pst. skuldu latast umframt tær 800.000 kr Ella um hesar 800.000 kr skuldu ganga inn í tey 30 prosentini Hellin er vorðin væl dýr ari enn upprunaliga ætlað Hetta kemur m.a. av tí, at býráðið mælti til at gera kjallara undir til dans og annað ungdómsvirksemi. Men hesum ætlanum varð gingið burtur frá, og tí varð fylt upp í aftur út- spreingingina, varð upp- lýst á býráðsfundinum Samlaði kostnaðurin er nú mettur til 8,7 mill. kr. 30 pst. av ti er umleið 2,6 mill. kr. Men býráðið samtykti, at 800.000 skulu latast umframt, so- leiðis at samlaði stuðulin verður 3,4 mill. kr. Aður hevur býráðið samtykt at veita 30% í stuðli av eini minni kostn- aðarupphædd. Við > navnakalli at- kvøddu 9 byrådslimir fyri, meðan fýra lótu vera vid at atkveða. Ikki luttaka í rakstrinum Milráðingin um at lata stuðulin var treytaður av, at hallarnevndin ikki sekir um statsstuðul! til hellina A fundinum varð hetta upplýst, at henda treytin er sett við av teirri orsek, at verður statsstuðul sektur, so kemur komm- unan at luttaka í rakstr- inum av hellini. Tað skal hon ikki eftir ætlanini. Í hesum sambandi kom m.a. fram, at kommunan luttekur í rakstrinum av hellini uppi á Hálsi við 600.000 kr. í hesum fíggj- arárinum Drúgt orðaskifti var um málið. Hetta fór víðan Fleiri býráðslimir vístu á, at nú hevur ítrótturin í býnum fingið so nógv seinastu árini, at nú kann ikki játtast meira til hann fyribils. — Tí, sum onkur segði, tey ungu klára seg, verri er við teimum gomlu. Somuleiðis kom orða- skiftið inn á viðlíkahald av ítróttarekinum. Upplýst varð t.d., at kommunan ber útreiðslurnar av at hvítta fótboltsbreytina sunnumorgnarnar fyri yvirtíðarlen og åtekur sær annað uppruddingar- arbeiði á stadionekinum Onkur helt, at hetta kundu ítróttarfelegini klára Eisini var komið inn á tervin. Meðan onkur helt at hann var negtaður fleiri ár fram, segði onkur annar, at hann er ikki negtaður, fyrrenn ítróttar hallirnar eru fýra í tali Venjingarhellin i Gundadali, sum feløgini Kyndil, Neistin og Fleyr lata byggja, skal vera liðug um mánaðarskifti januar-februar Hon skuldi eftir ætlan vera liðug nú í heyst. jo-mo Aftursvar til Kirkjubøstudul i Dagblaðnum Ikki skuldi tú rópt teg Kirkjube-stuðul. Tað hevði verið betur, um tú rópti teg bygdastuðul! ella Sandoyggjastuðul. Hinu- megin Skopunarfjerð hava vit einki at gera. Lat teir um tað. Tá man fer út í blødini at skriva. skal man teinkja seg væl um, so at man ikki stígur á tarnar á sær sjálvum. Ikki ætli eg mær at taka Viggo í forsvar. Tað klárar hann sjálvur, um hann vil. Eftir mínari metan hevur hetta aftursvarið frá Kirkjube -stuðli, einki við hesar fáu reglur hjá honum at gera, men meira sum eitt fam- ilju og politiskt sniðálop, tí ætli eg mær at gera nakrar viðmerkingar. Sum ellum er greitt, so hevur avgreiðslan her í bygdini verið á Melini upp í gjegnum fleiri ættarlið. Sum eg skilji á tær, so hava mínir forfedrar for- brotið seg við at hava haft eitt privat fyritakssemi við koyring í nekur ár. Havi eg lisið og hoyrt rætt, so stendur ovast í skjeldrin'm hjá Folka- mr ; flokkinum, at tað privata skal stuðlast. Hvussu stuðlaðu so fólkafloks- menn hesa fyriteku? Tað bleiv stormað frá ellum síðum. bæði forrætningsliga og við koyring, við at royna at fáa hendur á hetta privata initiativid, men tað mislukkaðist. VIt kunna bert fara tvey ár aftur í tíðina, tá ein ungur javnaðarmaður fekk sær lastbil her. Men nú í dag hava so fólkafloksmenn so gott sum alla lastbilakoyr- ing her í oynni, so nú má vera í lagi, bert lúsin ikki er javnað. Skal tú tildømis hava eitt kubikk av sandi, so skal tú út við fimm- hundraðkrónum. Men kann ikki vænta nakra út- bygging her av Kirkjubø- stuðli, nei, tann stóri sann- leikin man vera, um tað er herski at svelgja tann dag, tá ið Demmus fall her á oynni, tá bleiv lykilin á kontórinum snaraður um, nú skal einki meira skje. Tað er vist líka lætt at kenna ein í Sibirien, sum at sleppa inn her, men Gud havið lov, at tað eru ikki bara fólkafloksmenn, ið sita har, so tað frættist eitt lítið sindur út í millum rimarnar. Ikki munnu tað vera so fáir túrar, ið borgmeist- ararnir fyri vestan, Birgir og Herman, hava gjert norð um fjerð hesi sein- astu árini fyri bygdarráð síni at samráðast við myndugleikarnar Og væl hevur borið til. Teir eru komnir dragsandi aftur við milliónum. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógvar túrar hesin hjá okkum hevur gjert hesi seinastu sjey árini? Illa hevur tú tonkt teg um, tá tú sigur, at tíðin er farin frá Melini. Hvat er tað, sum gongur fyri seg á tí politiska vígvellinum hjá Fólkaflokkinum í dag? Er tað ikki akkurát tað, ið teir eru í ferð við at gera: at koyra okkum aftur í ta tíðina. Taka annanmans eigin- dóm, lastbilarnar hjá tí føroyska skattaborg- aranum og forera til »ven- ner og bekendte«, jú, sanniliga aftur í tað gamla privata initiativið. Tað verður spennandi at vita, hver í fær bussleiðina á Sandoynni forerandi. Sambært Sólvit fyri kort- um í bleðunum, 1 1/2 mill. í undirskot um árið, sjálv- sagt nakað tað sama úr Kirkjube til Tórshavn, livst so spyrst. Ongantíð havi eg hoyrt, at tað hevur verið nakar vandi at gingið út her á oynni fyri javnaðarmonn- um, men harafturímóti havi eg fingið fortalt frá eldri monnum, at tá ið Fólkaflokkurin sat i hásætið her, tå var vanda mikið at fara út um kveldi, anum frættist nú, at fólka flokshøvdingin her er farin niður til Danmarkar at hyggja eftir einari modelhayn á Streym oynni. Tað hevði semt seg betur, at hann hevði reist seg yvir enda hesi sein- astu sjey árini og bjóða bygdamonnum her niður til eina modelroynd av Skálavík um tú ikki var teirra Ein av teimum heilt ungu maður mølamonnunum Sum rosinan i pylsuend- == TEE = == = = ; ! | => ENDURSKIN | verjir bæði tey sum | | ganga og tey sum þí | koyra. Við endurskini sæst j tu 100 m longur, | tað kann tyda liv ella deyð. BRAÐIÐ FYRI BFERÐSLUTRYGD