fríggjadagur 16. desember 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 10 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Biaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Tiltak Føroya Arbeidarafelags
FØROYA ARBEIDARAFELAG
hevur noktad limum sinum at
leggja merki i kassarnar frå i gjår
av. Hetta er eitt sera ålvarsamt
stig, men eitt stig sum Javnaðar-
flokkurin tekur fult út undir við. So
er tað heilt greitt!
BAKGRUNDIN fyri hesum tiltaki er
tann, at arbeiðsgevarar á nógvum
flakavirkjum bart út sagt misbrúka
merkini. Merkini verða brúkt til at
leggja trýst á einstakar arbeiðarar
og tey verða brúkt til at seta ar-
beiðsferðina upp.
EITT ÚRSLITIÐ av, at merkini
verða misbrúkt á hendan hátt, er,
at vit havá akkordtempo og akk-
ordviðurskifti á virkjum, har tað
verður arbeitt fyri timaløn. Hetta er
óheppið fyri arbeiðararnar, tí teir
koma undir likamligt og sålarligt
trýst — teir koma at kappast síná-
millum á óhepnan hátt og hetta
gongur so aftur út yVir sinåmillum
solidaritetin millum verkafólk.
ALT HETTA gongur í síðstu atløgu
útyvir arbeiðslagið, tað sokallaða
arbeiðsklimaðið og allir partar tapa
í veruleikanum av hesum viður-
skiftum. Hetta má samfelagið
uttanfyri flakavirkini royna at
skilja.
FØROYA ARBEIDARAFELAG
hevur fleiri ferðir roynt at fáa í lag
eina avtalu við arbeiðsgevararnar
um nýtsluna av merkjum og ta
uppteljing og skráseting av
arbeiðsavrikið, sum er knýtt at
merkjunum
HETTA YNSKIÐ
gevararnir
arbeiðs
borðinum
Teir hava ikki so frægt sum hirt at
samráðast um hetta ynskið
hava
sópað av
grund hava arbeiðs
gevararnir hevuðsábyrgdina av tí
tiltaki, sum í gjár var sett í verk. Nú
er spurningurin sjálvandi, hvussu
teir fara at svara aftur — um teir
velja samanbrest ella samráðing.
Er nekur ábyrgdarkensla í hesum
monnum, so velja teir at samráð-
ast. Tó sama ger, teir verða at tapa
í síðstu atløgu, og eiga tí at gera
sær greitt, at tann rættur teir
kanna sær, hesin at leiða arbeiði,
eisini krevur eitt minstamark av
ábyrgdarkenslu og ábyrgdarkend-
um atburði.
ARBEIDSGEVARARNIR" eiga alt
fyri eitt at koma til samráðingar-
borðið saman við Feroya Arbeið-
arafelag. Við hetta samráðingar-
borð eiga teir at viðurkenna, at
tíðin nú er komin til at gera avtalur
um nýggja teknologi, um med-
ávirkan og medábyrgd arbeiðar-
anna á øll arbeidsvidurskifti.
JAVNAÐARFLOKKURIN stuðlar
Feroya Arbeiðarafelag í tí stríði,
sum felagið nú er farið út í. Hetta
verður einki lætt stríð, tí sterkar
kreftir standa í móti verkafólkinum
í hesari sek. Høvudstreytin fyri at
vinna í hesari sek er tann sama
sum í øllum eðrum, tå fakfeløg
hava staðið í stríði: at ell standa
sum ein — at arbeiðsmenn og
arbeiðskvinnur standa saman.
TAÐ ER OKKARA ynski og vón, at
tann træta, sum er endað við ein
um tiltaki mótvegis virkjunum, má
verða loyst í sátt og semju,
soleiðis sum tað nú er okkara
siðvenja her. Eydnast tað ikki at
loysa henda spurning við samráð
ingum, nakað,sum ein hevur ilt við
at hugsa sær, so lýsa vit hervið
stuðul okkara til Føroya Arbeidara
felag í tí stríði, sum Føroya Arbeid
sgevarafelag má bera alla ábyrgd
ina av at hava byrjað.
Ráfiskakeypararnir
hótta samfelagið
Rætturin at skipa og leiða arbeiðið er
ongastaðni niðurfeldur í fakrættliga lóg
ella avtalu i Føroyum. Harafturat seta
nógu spurnartekin við, um merkini betra
góðskuna.
Feroya
hevur avgjert at fara und-
r
Arbeidarafelag
eitt tiltak mótvegis
flakavirkjunum og hetta
tiltak gongur sum kunn-
ugt út uppá at sýta fyri at
politisk
viðmerk-
ing
leggja merki í bakkarnar.
Hetta merkir, at felagið
sýtir fyri, at limir tess
* vera skrásettir og kann-
aðir eftir arbeiðsavriki dag
og dagliga. Samstundis
hevur Feroya Arbeiðara-
felag alla tíðina góðtikið,
at merki verða brúkt til
stakroyndir til tess at
tryggja góðskuna.
Bakgrundina kenna væl
tey flestu, men hon skal tó
stutt nevnast her: merkini
verða á ávísum flakavirkj-
um misbrúkt á ein hátt,
soleiðis at flakakvinna
verður sett upp í móti
flakakvinnu, at arbeiðs-
ferðin verður skrúvað upp
í eina ótolandi legu. Sam-
antikið verður úrslitið av
hesum umsteðum hetta,
at arbeiðsviðurskiftini í
víðastu merking gerast
steðugt verri, hóast fólk
fáa sína úrteku. Fólkið á
virkjunum trívast verri og
helst er her eisini ein vandi
fyri góðskuna á tí veru,
tey skulu framleiða.
Í fleiri ár hava einstak-
lingar, lokalfeløg og meg-
infelagið, Feroya Arbeið-
arafelag, roynt at fáa í lag
eitt orðaskifti við arbeiðs-
gevararnar, men tað hev-
ur verið sum at sletta vatn
á gás. Arbeiðararnir hava
í samband við sáttmála-
samráðingar roynd at fáa í
minsta lagi nakrar reglur
fyri óskilinuum við merkj-
unum. Ynski teirra eru
vorðin sópað til viks við
einari grundgeving, sum
er meira enn ivasom:
Talan er sjálvsagt um
hetta at leiða og skipa
arbeiðið. Hetta er ein
rættur, sum í Danmark
sambært ávísa meginav-
talu á arbeiðsmarknaði-
num er tryggjaður ar-
beiðsgevarunum. Vit
hoyrdu mikukveldið for-
mannin í ráfiskakeypara-
felagnum ákalla henda
sama rætt.
Í hesum sambandi
kundi eg havt hug at
spurt arbeiðsgevararnar
og formann ráfiskakeyp-
aranna, hvar hesin rættur
er niðurfeldur í Feroyum
Kunnu tit vísa á nakra
lóg, avtalu ella nakran
sáttmála, har hesin rætt
uur stendur skrivaður?
Hetta kunnu tit sjálvsagt
ikki, ti her er talan
danskan og ikki føroyskan
Arbeiðarar
ti við líka so stór-
m
um
fakligan rætt
KUNNU
jum rætti, sum tit, hevda
tað mótsetta, i hyussu sc
er til onkur dómstólur
hevt demt tykkum
henda rætt til. Tó eisini
ið mátti farið og verið
tepurt, al tann tid arbeiðs
marknaðarviðurskifti
yvirtikin sermál.
Sum nevnt hava roynd-
ir arbeiðaranna verið til
fánýtis og núuu er tolið
vorðið uppi. Feroya Ar-
beiðarafelag ger eitt tiltak
mótvegis flakavirkjunum,
eitt tiltak, sum er samtykt
í ellum demokratiskum
liðum í felagnum. Tiltakið
er í veruleikanum ikki ser-
stakliga viðgongt, talan er
t.d. ikki um verkfall og
talan er als ikki um at
forða fyri góðskueftirliti,
ella kvalitetskontroll
Svarið væntaði Feroya
Arbeiðarafelag og almenn-
inguurin annars frá av-
talupartnara arbeiðarafel-
agsins, nevnliga Føroya
Arbeiðsgevarafelag. Men
hesir látast ikki um vón —
ístaðin kemur svarið frá
vinnufelag flakavirkj-
anna, Feroya Ráfiska-
keyparafelag, og svarið
kemur so skjótt, at tað má
vera vorðið avtalað
frammanundan.
Hetta, at ráfiskakeyp-
ararnir leggja seg so hart
út í eina fakrættliga ó-
semju millum Feroya Ar-
beiðarafelag og Feroya
Arbeiðsgevarafelag er so
mikið álvarsamt, at hetta
ikki eigur at verða óátal-
að, ja, meira enn so: sam-
felagið eigur at steðgað
ráfiskakeyparunum í upp-
lopinum. Eg skal royna
stutt at vísa á, hví hetta
ikki eigur at ganga:
Fyri tað fyrsta er tað
hetta, at eitt felag, sum
stendur heilt uttan fyri
okkara fakrættligu av-
taluskipan, beinleiðis
leggur seg út í eina ósemju
ímillum tveir partar á ar-
beiðsmarknaðinum, eigur
ikki at góðtakast.
Góðtaka vit hetta uttan
víðari, verður tað til 6-
betiligan skaða fyri okk-
ara avtaluviðurskifti í
framtíðini.
Fyri tað annað eru tær
beinleiðis grundir fyri at
steðga ellum fiskakeypi í
Feroyum, sum formaður
ráfiskakeyparanna
bæði ósakligar og ósann
eru
gav
ar. Eg havi longu framm-
um
anfyri nevnt eina
råfiskakeyparanna rætt til
at leiða arbeiðið Hon
| Síðan vil
formaður vera við,
ikki
nevndi
avgerandi
merkini
eru
neyðug fyri, at arbeiðs-
gevarin skal kunna hava
eftirlit við góðskuni.
Hetta er att. Merkini
hava í hesum sambandi
einki við góðskuna at
gera. Merkini hava eitt
eittans endamál: at økja
um ferð og mongd — tey
hava kanska enntá nega-
tiva ávirkan á góðskuna.
Tað er tí ein stórur
spurningur, hverjar
grundir råfiskakeyparar-
nir hava til at leggja seg
út í eina ósemju, sum ikki
er teirra. Hesar grundir
kann ein og hver sjálvur
meta um. Ég fari tó at
peika á nakrar meguligar:
Við at taka so harðliga til
vóna teir kanska at kunna
spjaða arbeiðararersluna.
At henda rersla er teimum
til ampa, framgekk týðu-
liga av orðum Hera Mort-
ensens í útvarpinum. Við-
ari tykist tiltak teirra at
vera egnað til at seta ilt
millum fiskimenn og ar-
beiðsfólk á landi.
Alt saman tikið er talan
uum eitt tiltak so ábyrg-
darleyst, so ómoralskt, so
hevndarkent og so provo-
kerandi, at vit skulu heilt
aftur til 1968 fyri at finna
fordømi.
Av trongskygdum
sjålvsøknum eginåhuga-
måluum leggja nakrir fåir
stjórar landið partvis lam-
ið — fara í verkfall ímóti
ellum samfelagnum !
Hetta verður framt av
stjórum, hvers virki fáa
einar 25 milliónir óbein-
leiðis í studningi frá sam-
felagnum, av stjórum,
sum skylda samfelagnum
og arbeiðararersluni alt.
Hetta er altso ikki teirra
sek einans, men eitt mál,
sum viðkemur ellum sam-
felagnum. Tað eru tí allar
góðar grundir hjá sam-
felagnum til at grípa inn
og læra hesar høgu harrar
uppi at sita.
Feroya legting eigur tí
ikki at drála, men alt fyri
eitt at við áleggja ráfiska-
keyparunum at syrgja
fyri, at fiskur kann verða
avreiddur í Feroyum, á
ellum plássum har vanligt
er at avreiða.
Síðan eigur hin parturin
Feroya Arbeiðsgevarafel-
ag at bjóða Feroya Ar-
beiðarafelag til samráð
ingar um ta osemju, sum
hevur tikið seg upp. Fara
teir harrarnir eisini at
spæla við veddunum held
ur enn at samráðast, má
logtingið taka sær um
reiggj og við lóg skipa
manssemilig viðurskifti á
virkjunum.
Jóannes Dalsgaard