týsdagur 8. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 192 - 8. oktober 2002
Nr. 192 - 8. oktober 2002
3
Av tí at báðir lands-
stýrismenninir í
Trivnaðarmálaráðnu
m, Páll á Reynatúgvu
og Bill Justinussen,
skulu hava hvør sítt
aðalráð, skulu teir
eisini hava hvør sín
aðalstjóra. Tí verður
nú søkt eftir nýggjum
aðalstjóra, sum skal
hava góðar 46.000
krónur í løn um mán-
aðin
LØGMÁLARÁÐIÐ
Eirikur Lindenskov
Løgmansskrivstovan søkir
nú eftir aðalstjóra til Al-
mannaráðið. Orsøkin til
hetta er, at Trivnaðarráðið
verður býtt sundur í tvey, so
at
landsstýrismenninir
ávikavist í familju- og
heilsumálum og almanna-
málum, hava hvør sína fyri-
siting.
Aðalstjórin er ovasti ráð-
gevi hjá avvarðandi lands-
stýrismanni
og
hevur
ábyrgdina
av
dagligu
leiðsluni, menningini og
rakstrinum av Almanna-
málaráðnum.
Almanna-
ráðið fyrisitur almanna- og
javnstøðumál.
Tann, ið settur verður
sum aðalstjóri í Almanna-
ráðnum, skal hava útbúgv-
ing frá lærdum háskúla og
hava
leiðsluroyndir
frá
almanna
ella
privata
arbeiðsmarknaðinum ella
útbúgving og royndir, ið
kunnu javnsetast við hetta.
Umtráðandi er, at tann, ið
settur verður, hevur evni at
seta í verk fyriskipani,
hevur nútíðar leiðsluegin-
leikar, góð greiningarevni,
innlit í politisk viðurskifti
og vitan um tær treyitr, ið
eru galdani í eini politiskari
fyrisiting, sigur løgmans-
skrivstovan í lýsingini.
Dentur verður lagdur á
persónligar eginleikar so
sum evni til at eggja og
menna
leiðarar
og
starvsfólk, góð samstarvs-
evni, vilja til at royna nýggj
virkisøki og áhuga fyri
avbjóðingum.
Starvið
er
tænastu-
mannastarv og er flokkað í
39. lønarflokki. Hetta gevur
við
føstum
viðbótum
42.348 krónur 34 oyru um
mánaðan umframt eina
viðbót upp á 3.984 krónur
75 oyru fyri at vera
aðalstjóri. Samanlagt fer
nýggi aðalstjórin at fáa
46.333 krónur og 9 oyru í
fastari løn frá landskass-
anum hvønn mánað. Ella
555.997 krónur og 8 oyru
um árið.
SKRÁSETT PARLAG
Eirikur Lindenskov
– Valið stendur millum
Bíbliuna og modernaðan
heiðinskap, sigur Álvur
Kirke í Kaldbak, sum hevur
tikið stig til at savna undir-
skriftir móti lógini um skrá-
sett parlag.
– Vit hava í seinastuni
sæð, at arbeitt verður fyri at
broyta Føroyar til eitt seku-
lariserað
samfelag,
sum
byggir á humanismu í staðin
fyri kristnu siðalæruna. Valið
stendur millum Bíbliuna og
modernaðan
heiðinskap,
sum verður kallaður human-
isma, sigur Álvur Kirke í
lýsing í blaðnum í dag.
Hann sigur, at til ber at
skriva undir yvirlýsingina í
nógvum kristnum samkom-
um og í nøkrum handlum og
bensinstøðum kring landið.
– Eisini ber til at klippa
lýsingina
úr
bløðunum,
skriva eitt ella fleiri nøvn á,
og senda hana aftur til mín
áðrenn 12. oktober, sigur
Álvur Kirke, sum fer at
handa løgtinginum undir-
skriftirnar.
Í yvirlýsingini verður m.
a. sagt:
»Vit, undirritaðu vilja við
hesum siga frá, at vit vilja
verja kristna siðaarvin.
Vit mótmæla ætlanunum
um at broyta Føroyar til eitt
samfelag, sum byggir á
humanismu – ístaðin fyri á
kristnu siðalæruna.
– Vit mótmæla ætlaða
lógaruppskotinum um skrá-
sett parlag fyri samkynd í
Føroyum.
– Velja vit humanismuna
fram um kristindómin, so
fáa vit lógir, sum eru í stríð
við kristna siðalæru og
gamlan føroyskan sið - t.d.
lóg um skrásett parlag fyri
samkynd.
Vit eru ímóti mannamuni
og allara happing. Lóggávan
eigur at verja allar borgarar,
so teir ikki verða fyri mann-
minkandi viðferð, verða
happaðir ella verða fyri
álopum. Allir borgarar skulu
hava somu rættindi og somu
skyldur. Tí er tað skeivt at
geva ávísum bólkum ser-
rættindi.«
Nú skulu Páll og Bill hava
hvør sín aðalstjóra
Savna undirskriftir
móti skrásettum
parlag
At trivnaðarmálaráðið varð býtt sundur í tvey og fekk tveir
landsstýrismenn, førir nú við sær, at landsstýrismenninir nú
skulu hava hvør sín aðalstjóra…
C
M
Y
K
3
2
sp/f
sp/f
Postboks 354 - FO-700 Klaksvík
Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706
Postboks 354 - FO-700 Klaksvík
Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706
Pumpur til ein og hvønn tørv