leygardagur 17. desember 1983síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 145— 146 * leygardagur 17. desember 1983 56. årg. % kr. 5,-
Eingin
»bygda-
fiskur«
verdur vid-
gjørdur i
Havn ella
Klaksvik
Tað nyttar einki bát-
unum, sum vanliga
avreida til virkis í
sáttmála-umráðnum hjá
FA, at koma til Havnar
ella Klaksvíkar
Eingin fiskur verður
landaður ella viðgjerdur í
Havn ella Klaksvík, sum
undir vanligum um-
steðum hoyrir heima í
FA-umráðnum. Hetta
hava nevndirnar sam-
tykt, hóast bert nevndin í
Havnar Arbeidskvinnu-
felag hevur kunngjørt
eina yvirlýsing.
Heldur ikki nyttar
bátum at fara uttanlands.
Tí FA hevur verið í sam-
band við fakrerslurnar í
hinum Norðurlondunum,
Onglandi og Týsklandi.
Líkt er ikki til, at fiskur
verður landaður ella við-
gjørdur í hesum londum
Fakrerslunar vísa sam-
huga við FA
Yvirlýsingin hjá
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag er soljóðandi
»Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag lýsir við
hesum samhuga sín við tí
kravi, sum Feroya arbeið-
arafelag hevur sett fram
um, at ikki mugu verða
brúkt merki á flakavirkj
um til tess at kanna negd
av tí dagliga arbeiðinum
hjá tímalentum flaka-
kvinnum
Limir okkara í Havn
verða ikki rámaðir av slík-
ari skipan, við tað at
merki verða ikki brúkt
uttan við akkordarbeiði
Men vit vilja krevja av
limum okkara, at tær ikki
arbeiða fisk á flakavirk
inum í Havn, sum verður
sendur higar frá flaka-
virkjum, rámað av ver
andi arbeiðssteðgi, id ikki
fáa arbeitt sín fisk, av tí
at tey hava sent arbeiðs
fólkið heim, tí at tær
nokta at brúka merkini«
Lesið á síðu 3 og í
hósdagsblaðnum,
ið liggur inni í,
um ósemjuna.
|Hæddin
stóð saman
Kannuberg royndi at tala til samvitskuna
hjá fólki, men fólkið segði nei at arbeiða
við merkjum
Á flakavirkinum Lynfrost
í Runavík eydnaðist ikki
virkisleiðsluni at spjaða
arbeiðsfólkið og fakfelagið
Hæddina.
Hóast virkisleiðarin,
Jens Kannuberg, royndi
at fáa fólkið at fara til ar-
beiðis og leggja merkir í,
so svaraði arbeiðsfólkið
nei. Og fóru til hús.
Hetta hendi við 11-12
tíðina igjf. Fyrst royndi
stjórin á einum jólahaldi
hóskveldið, men tað
eydnaðist ikki. So boðaði
hann til nýggjan fund
fríggjamorgunin.
Formaðurin í Hæddini,
Karla Einarsson, sigur, at
stjórin royndi á fundinum
fyrrapartin í gjár at tala
til samvitskuna hjá
arbeiðsfólkinum, og
spurdi um tey ikki kundu
fara at arbeiða við merkj-
unum, til dómur var fallin
í sakarmálinum, sum ar-
beiðsgevarafelagið hevur
reist móti FA. Hann segði,
at fekk arbeiðsfólkið
viðhald, vildi hann ganga
undir dómin.
Eftir at hann hevði havt
orðið, fóru hann og
formenn út, meðan fólkið
tók avgerð.
Men arbeiðsfólkið gav
virkisleiðsluni somu
boðini sum hósdagin: at
Hæddin aktaði bannið hjá
FA.
— Men, sigur Karla
Einarsson, vit vilja gjarna
fara til arbeiðis uttan
merkir. Vit hava ikki
noktað at fara til arbeiðis,
men hava noktað at
arbeiða við merkjunum.
Reypaði av dygdum
arbeiðsgevaranna
Annars upplýsir Karla
Einarsson, at Jens Kannu-
berg reypaði av verkum
arbeiðsgevaranna í Vági,
har tað er eydnast at
spreingja Arbeiðskvinnu-
felagið Fjallbrúður
Somuleiðis royndi hann
at vissa arbeiðsfólkið um,
at tey skuldu einki leggja
Jóhann Mortensen hevur
skrivað um ósemjuna á
arbeiðsmarknaðinum
í, um Hæddin varð koyrd
úr FA, tí hetta arbeiðs-
mannafelagið, Hæddin,
skuldi arbeiða fyri bygd-
unum har um leiðir og
arbeiðsplássinum.
Eisini royndu arbeiðs-
formenn fyrrapartin í gjár
at loypa ræðslu á fólk.
M.a. hóttu teir við, at
blivu bátarnir ikki landað-
ir í gjár, so fóru teir av
plássinum og komu ikki
aftur.
Tveir bátar komu inn
hóskveldið. Um miðdags-
leitið ígjár lógu teir fram-
vegis. Men útróðrarbátar
eru landaðir, er okkum
upplýst.
Um merkini sigur Karla
Einarsson, at vit vita,
hvat tey verða brúkt til
Ikki tað sum arbeiðsgev-
ararnir siga. Tað hevur
einki við góðskuna at
gera.
Ráfiskakeyparar bið-
ið Arbeiðsgevararnar
taka sær av málinum
Ráfiskakeyparafelagið
hevði fund við Feroya Ar-
beiðsgevarafelagið hós-
dagin um steðuna viðvíkj-
andi merkjunum á flaka-
virkjunum. Heri
Mortensen, formaður,
sigur, at Ráfiskakeypara-
felagið á fundinum gav
Arbeiðsgevarafelagnum
teir upplýsingar, sum fel-
agið hevði og bað Arbeiðs-
gevarafelagið taka sær av
málinum. Ráfiskakeypara-
felagið hevur sum so bert
lýst, at flakavirkini taka
ikki ímóti fiski, soleingi ar-
beiðsfólkið noktar at
leggja merki í bakkarnar
Nú má Feroya Ar-
beiðsgevarafelag taka
málið til viðgerðar, leggur
Heri Mortensen aftrat.
jan
Um Sosialin
Orsakað av ymsum trupulleikum kom Sosialurin ikki út
hósdagin. Vit prenta tí hósdags- og leygardagsblaðið í
einum. Vit biðja lesarar og lýsarar fyrigeva okkum.
Tíðindablaðið Sosialurin kemur út týsdagin og hósdagin
við øktum síðutali. Tilfar til jólablaðið, hósdagin 22.
desember, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin.
Blaðstjórin
Læs stevn-
ing ístaðin
fyri Faðir
Vår
Jens Kannuberg, stjóri á Lynfrost, gloymdi at
lesa Faðir Vár, tá hann hevði lisið Jólaboðskapin
á jólahaldinum á Lynfrost hósdagin.
Hann var ikki meira enn títt og knapt liðugur
við at lesa Jólaevangeliið — hann gloymdi at siga
amen — tá hann tók annað blað í hondina. Hetta
læs hann upp bæði væl og virðiliga. Hetta var
stevningin, sum arbeiðsgevararnir hava latið inn
móti FA.
Hetta frættist hóskveldið, og fólk á Lynfrost
vóru herm um tað, tí hesin endin fullkomiliga
oyðilegði tað annars hugnaliga jólahaldið, sum er
ein siður á Lynfrost.
Kannuberg hevði annars ikki verið hjåstaddur,
tí hann var helst á fundi við ráfiskakeypararnar í
Havn, men hann kom áðrenn haldið endaði.
Á Sandi er
uppskot um
bonus-skipan
við merkjum
Steðan á Sandi var eitt
sindur ógreið, tá blaðið
skuldi fara til prent-
ingar.
Fundur var fyrra-
partin millum virkis-
leiðsluna og flaka-
kvinnurnar. Á hesum
fundinum fekk stjórin,
Finnur Hentze, flaka-
kvinnurnar at arbeiða
við merkjum.
Hetta var treytað av,
at arbeiðslag varð
broytt, um úrslit av
samráðingum við
meginfeløgini koma til
eitt annað úrslit.
Atkvett var á Sandi
um merkini. 24 at-
kveddu fyri, seks ímóti
og tvær vóru blankar
Men eftir henda
fundin, ella meðan
hesin fundurin var,
legði arbeiðsmannafel-
agið saman við um-
boðum frá stjórn FA's
upp í. Men hvat er hent
aftaná, er ikki eydnast
Sosialinum at fáa upp-
lýst
Tá Sosialurin tosaði
við Sand, vóru umboð-
ini fyri FA farin til
Skopunar
Annars er okkum
upplýst, at nevndin í
P.f. Borgini hevur biðið
stjóran um at gera eitt
uppskot til akkord
ella bonusskipan, sum
báðir partar kunnu
ganga við til.
Nevndin í
hevur havt samband
við FA, og hevur FA
sagt, at tað kann ganga
við til eina akkord-
skipan, um arbeiðs-
fólkið kennir hana og
góðtekur hana
Utr6årarbåtarnir á
Sandi vóru úti ígjár
Borgini