leygardagur 17. desember 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— ——— >
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76
3800 Argir
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
laðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
—— —
Standið saman
AVLEIÐINGARNAR av tiltakinum hjá
FA móti skráseting av einstaklinga
flakakvinnum er enn ikki kent. Líkt er
ikki til, at arbeiðsfólkið hevur staðið
saman um sítt egna krav á í øllum
førum einum arbeiðsplássi. Hvat hetta
fer at hava við sær, er í skrivandi
stund ógreitt.
HARAFTUR*MÓTI er greitt, at
arbeiðsfólkið á summum plássum
stendur saman og hevur ikki lynda
sær boðini frá virkisleiðslunum at fara
til arbeiðis og leggja eftirlitsmerkir í
fiskakassarnar. Fólkið er farið til húsa.
Eingin bátur verður landaður. Heldur
ikki í Havn ella Klaksvík, har arbeið-
arafeløgini standa uttan fyri FÅ, ella í
útlondum verður føroyskur fiskur
landaður ella vidgjørdur.
ÁHUGAFELAGIÐ hjá flakavirkjunum,
ráfiskakeyparafelagið, legði hart út,
men hevur nú latið málið til Arbeiðs-
gevarafelagið, sum hevur stevnt FA.
FA hevur havt málið við merkjunum
við til tær seinastu samráðingarnar,
men arbeiðsgevararnir hava kveistrað
málið av borðinum. Hetta harmar fleiri
ráfiskakeyparar nú, er okkum greitt
frá.
MEN TAÐ SUM er mest harmiligt í
verandi leiki er, at sjálvt á teimum
virkjum, sum kunnu kallast »arbeid-
aravirkira, ella samtaksvirkir, eru
leiðslurnar farnar í stríð móti arbeiðs
fólkinum, og fólkið og einstakir
nevndarlimir standa sum kánus. Nógv
av flakavirkjunum eru ogn hjá landi,
kommunu og arbeiðarafelagum.
Arbeidarafeløgini eiga í åvisum førum
meira enn helvtina av partapen-
inginum, sum arbeiðsfólkið hevur sett
. fyri at tryggja sær nøkur arbeiðs
pláss. Men virkisleiðarar og stjórar
hava fingið fríar teymar. Gera tað
skitna arbeiðið.
ARBEIÐANDI fólkið hevur altíð staðið
spjatt í Føroyum. Sannroyndin »sam
anhald gevur styrki« hevur grivið seg
fasta í tilvitanini hjá fólkinum.
MEN ARBEIÐANDI fólkið má og eigur
at gera sær greitt, at tað er fakfeløg-
unum og teimum politisku kreftum, ið
hava tíkið undir og virka saman við
fakfeløgunum, at takka, at føroyski
løntakarin hevur vunnið tey rættindi,
sum hann hóast alt hevur vunnið.
Hvussu var lønin,høvdu vit havt nakra
prístalsskipan, kontanta lønutgjaldan,
minstuløn, sjúkradagpeningaskipan,
arbeiðaravernd, fólkaeftirlon o.s.fr.,
um vit ikki høvdu virkin fakfeløg og
politiskar kreftir, ið hava virkað á
politiska gkinum fyri hesum batum.
Fólkið eigur at gera sær greitt, at hesir
sigrar vóru ikki vunnir uttan virkin fak-
feløg.
LÆTT ER TÓ at bróta niður. Spakuliga
og sníkjandi verður roynt at máað
grundarlagið undan. Vit síggja, hvussu
alt, framleiðsluhjólini, aftur savnast á
»sterkum« hondum. Væl stuðla av
høgrasinnadum og ødrum niðurbrót
ingarkreftum
SPJAÐA arbeiðsfólkini fakrørsluna,
eru tey við at grana sína egnu grøv.
Tey háða og gera til einkis tað stríð,
sum allir teir undanfarnu fakfelags
leiðararnir striddust — undir nógv
harðligari og trengri vidurskiftum.
STANDIÐ TÍ SAMAN, verkafólk á
sjógvi og á landi!
Tekur undir við FÁ
Javnaðarflokkurin hevur sent
Foroya Arbeiðarafelag soljóð-
andi yvirlysing :
Bræv tykkara dagfest 6. des. 1983
hevur verið umrøtt á flokksfundi 8.
desember 1983.
Niðurstaðan viðvíkjandi spurning-
inum um skráseting av arbeiðinum á
flakavirkjum var henda:
1. Fult at lýsa stuðul við royndum
tykkara at fáa í lag avtalu við arbeiðs-
gevarar um nýtslu av merkjum og
edv-tólum í framleiðsiuni
2. At fordøma tørvandi vilja til sak
liga samråding um slika avtalu
3. At virka fyri låggåvu um edv
skråseting, soleidis at neyvt er åsett,
hvat skråsetast kann um einstakar
borgarar, og at átala drálið, sum sit
andi samgonga hevur sýnt í hesum
týðandi máli, sum tingið hevur havt
til viðgerðar nú í fleiri ár.
4. At fordøma nýtslu av skráseting
til at leggja trýst á einstakar arbeið-
arar og til at royna at niðurbróta soli
daritetin millum arbeiðarar.
Flokkurin skilur ti fullvæi støðu
Føroya Arbeiðarafelags um at merki
ikki mugu nýtast so leingi eingin av-
tala er fingin.
Javnaðarflokkurin metir tað vera
eitt rættvisiskrav, at arbeiðarum
verður tryggjað medávirkan og med-
ábyrgd í øllum teknologiskum broyt
ingum, sum arbeiðsmarknaðurin er
fyri, soleidis at ein generel teknologi-
avtala tryggjar arbeidarum, at nyggj
tøkni verdur nytt å mannsømiligan
hått og veitir teimum møguleika fyri
eftirliti vid dagligu nytsluni i fram-
leiðsluni
Slíkar avtalur, sum tryggja nýtslu
av tøkni til saklig endamál og sum
banna allari misnýtslu tæna í iongdini
samlada arbeiðsmarknaðinum og
harvið samfelagnum best
Tórshavn tann 12. desember 1983
Vegna Føroya Javnaðarílokk
Atli P. Dam
|
|
a Fu nd
ken lånt ri rød
1 < .1
> ali , 0 hann legg
øll ja aðarfólk ð
iovva Så tani reki€!ka
SjáiVur
enn meini
Ein av hollastu stuðlun
um hjá fakfelagsrersluni í
Feroyum og formaður
javnaðarfloksins á Tver-
oyri alla mína tíð, for-
maður í elsta arbeiðara-
felag í landinum og næst-
formaður í Tveroyrar
býráð, verður skýrdur
ófriðarkroppur og illvøkst-
ur, ið skal blakast út úr
javnaðarflokkinum, sam-
an við ollum sínum »asosi-
alu vidhaldsfølkum«. Jú,
nú skal reinsast út, nú
skal ekskluderast, nú
skulu tey sum finnast at
hava sín uppiborna straff.
Eg havi við áhuga
granska og kanna greiða-
reðina hjá hesum meiniga
limi! (man hann ikki undir-
skriva seg í framtíð), fyri
at finna hverji tey polit-
isku brotsverk eru, ið
Dánjal av Rana og hans-
ara asosialu viðhaldsfólk
hava gjert seg sek í, tá
Dånjal nu skal blakast út
úr flokkinum og múla-
bindast. Og eru tey hesi:
1: Dånjal av
funnist at...
lana hevur
2: Dánjal av Rana er sam-
an við sínum asosialu við-
haldsfólkum ímóti
tí, ið hitt almenna i
hesum føri Tv. Byråd
tekur sær fyri.
øllum
3: Dånjal av Rana hevur
fleiri ferdir tikid stødu
beint ímóti meirilutanurm i
TV. Býráð (inklusiv
Jákup Mortensen, sam-
bandsmaður og fremsti
javnaðarandsteðingur í
sóknini).
1: Dånjal av Rana er farin
í borgarligu andstøduna
(altso til tjóðveldism.
Herm. Michelsen).
Í hesum sambandi kemur
ein heldur enn ikki marg-
háttlig frágreiðing um hví
Dánjal varð blakaður úr
likningarnevndini. Tann
meinigi sigur orðarætt
„...fyrrverandi parta-
menn hansara (man hann
altíð vera vanur at fáa sín
vilja framdan) hildu tað
vera legið, at hann kundi
økja sítt persónliga at-
kveðutal við at vera for
maður í nevndini«. Nær ei
tað vorið
grund at rekja álitisstarv
flokkinum soleiðis, at
vann sær virðing og undir
teku fyr
DST rr TU AB
Quo Vad
varðveita og
tað stødu, ja
Tvøroyri
urin hevur å
Hverjir vóru
striddust móti åganginum
í fimtiårunum, hverjir
vóru teir, ið stuðlaðu og
gingu á odda, tá Tveroyri
vinnuliga var vorðið stein-
deytt og farið varð undir
tað stóra takið at skapa
vinnumøguleikar aftur.
Dánjal hevur sitið sum
næstformaður i
kommununi og nevndar-
limur i flakavirkinum, og
Rankanum, til hann varå
blakaður úr nevndini fyri
Rankan. Ikki haldi eg, at
Mortan Johannesen gevur
Dánjali sama skoðsmál
sum tann helst komandi
meinigi ger!
At Dánjal hevur verið
og er ein hin fremsti á
Tvøroyri i øllum tiltøkum,
sum hava tryggjað fólk-
inum góð arbeidsplåss og
rættvísa viðgerð, eisini
skattaliga, prógvar best
hansara stóra og vaksandi
undirtøka millum fólkið,
nú ágangurin móti honum
harðnar. Men at hann er
ein illvekstur í eygunum á
Signari Dam, Havgrími
Hammer, Jóanes Ejdes-
gaard og Jákupi
Mortensen, verður honum
neyvan til politiska byrðu!
Heldur enn øll hesi
ókvæmisorðini og hóti-
anum, í tráð við verstu
einaræðisfyrimynd, um
útblaking úr flokkinum,
áttu menn at skift orð um
tey veruligu málini, ið
menn eru ymiskir á máli
um. Hví ikki nevna tey,
hví ikki á fólkaræðisligan
hátt skifta orð um tey,
læra av mistekunum,
rætta brekini, og virka
fyri tí tit eru valdir til.
Tvey og bert tvey mál
eru drigin fram sum orsek
til herferðina móti
Dánjali. Fyrra er ósemjan
um lenina hjá stjóranum á
Tveroyrar Flakavirki. Tad
punktið hevur Dánjal
greitt og sakliga rikið
aftur. So um tað hoyrist
neyvan aftur.
Næsta punktið er skúlin
og ítróttarhellin í Trongis-
vági. Í einum longum
epistli, ið helst ongin
hvítur maður skilir eitt
einasta orð av, roynir L.S.,
at lasta Dánjal fyri at
hava atkvøtt fyri hesum
tillaki, og at hann
at, tá tað er vorðið so dýrt
finnst
i borgararnar
f
FO
G
mistøk
tramí tey
Hví onki orð um Sirit
og tær nógvu milliónirnar,
hann hevur kostað skatta-
borgarunum, hví onki orð
um ólýdni móti kommunu
lógini. Er tað ikki ein
nåtturligur rættur, ein
skylda i einum demokrat
iskum samfelag at finnast
at og visa á eyðsýndar
skeivleikar, er tad ikki
sjålvt grundarlagid undir
okkara samfelagsskipan?
Kanska er tad her hund-
urin liggur grivin. Ti
igjøgnum greinarødina
hjå ti »meiniga« rennur
ein heldur enn ikki 6dåm-
ligur undirstreymur av
einari samfelagsfaten, ið
javnaðarflokkurin altíð, tá
hevi býðst, sigur seg vera
garant ímóti. Tað er í
hvussu so er ikki vanlig
fólkaræðislig hugsan í
einum vesturlendskum
demokratii at likvidera
tey. hvers sjónarmið
einum ikki dámar, við at
skýra tey asosial og eina
hóttan móti samfelagnum,
fyri á tann hátt at forfjóna
tey, undir skjóli av nátt
úrliga rættinum hjá meiri
lutanum«
Eftir hvat frættist fáa
javnaðarfólk á Tveroyri
hevi til tann 9. jan. at
millum, um tey
brots-
velja
meta tað sum sterri
verk at vísa á skeivleikar
Ikki tí
otta fyri
enn at fremja teir
at beri ongan
hvat úrslitið av tí valinum
verður. Men eg haldi, at
tað er oll grund til at
harmast um, at vit
ímillum okkum
menn, sum ikki duga at
skyna á og virðismeta
tann demokratiska
hugsunnarháttin, ið alt
politiskt virksemi í vestur-
heiminum hvílir á.
Annars er endin á sein-
astu greinini undrunai
verdur.
Her vísir sann »meinigi«
til eina áheitan, ið er send
Tveroyrar Javnadarfelag
frá felagsformonnum og
hava
álitisfólki úr ollum
Føroyvum, har mana
verður til skynsemi og
frið. Dagblaðið hevur
mett, at formaður Javn-
aðarfloksins og for-
maðurin í Tverovrar Javn
aðarfelag, Atli Dam,
hevur skrivað hana. Men
tann »meinigi« vil vera
við, at slíkt kundi Atli
Dam aldrin funni uppá at
gjørt. Alvaratos, hvar eru
vit nú?
Limur í Tvøroyrar
Javnaðarfelag í 15 ar