leygardagur 17. desember 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Uttanríkispolitikkur Reagans gagnar stalinistunum í Kreml. Hann er teimum til mikla hjálp, tí at sovjetbúgvin er ómetaliga pa-
triotiskur og savnast í vandatíðum um stjórnarmenn sínar uttan mun til hvussu óreinskusettir teir eru. Ráðgevarar Reagans
munnu vera vánaligir sálarfreðingar
mannaættini væl, at leggja allar kreftir í
at skapa álit og seming landanna
millum. Eg haldi sum Kupke og
Vladimov, at vit neyvan fara at síggja
nakað úrslit, so leingi oldingarnir sita í
Kreml. Vit mugu seta okkara álit á tað
tungu og torferu uppgávu, tað verður,
at skapa sosialismuni eitt menniskjaligt
andlit. Tað gera vit í ongum feri við at
sáða ótta, ræðslu og misálit. Tvertur-
ímóti. Slíkt skapar stalinismu. Slíkt
birtir upp undir tær totaliteru kreftir-
Skulu vit bjarga heiminum eiga vit í-
staðin fyri hatur, hevndarhug og mis-
álit at leggja allar kreftir í at skapa álit
og seming landanna millum
komandi ættarliðið í Sovjet. Á tað, sum
einki hevur havt við Stalin at gjørt, og
sum einki vil hava við hann at gera.
Og tað eiga vit at gera við at rætta
hesum ættarliði eina hjálpandi hond. Vit
eiga at lætta teimum vegin, vera við til
at slóða teimum hann. Styðja tey
moralskt í stríðnum móti stalinismuni
og fyri teimum góðu kreftunum — sum
so sanniliga eisini finnast í samfelag
teirra. Hetta fer kanska at gera tað
lættari fyri tey at taka við tí ótrúliga
ST inu tynd BÍL og EKK)
nar. Vit sissa hetta ættarliðið einans við
at vísa teimum, at vit vilja frið, av-
vápna, positivt samstarv og rættvísi
fyri ellum á jerðini. Tá kundi borið á, at
tey komu okkum á meti við sama vilja.
Hvussu verður og ikki: Hetta er
einasta gongda leiðin.
Stødan óbroytt
Tað frættist, at forsetin Reagan
ongantíð hevur verið so væl umtóktur í
USA sum eftir innrásina í Grenada.
Hetta sigur undirritaða einki annað enn
tað, at USA er sjúkt og fult av negativ-
um aggressiónum.
Søgan »Kråkan« eftir Hans Andrias
Djurhuus endar við hesum orðum:
»Veturin er ikki vunnin enn, hann
kemur, tá ið tú minst grunar tað, við
ýlandi stormi og skara á hvørjari fonn.«
Orðini hóska Reagans USA. Heims-
veldið hevur einki vunnið. Einki komma
er broytt í støduni í Miðamerika. Hon er
effinett tann sama vónleysa sum
frammanundan. Og hon fer at vera tann
sama, so leingi USA íkki skilir, at
vandamálini ikki kunnu loysast við
krúti. Hon fer at vera tann sama
óbroytta, so leingi Washington ikki er
fort fyri at loysa teir politisku spurn-
ans reKur ioncin IKA
Sterkar kreftir her á landi og ein stórur
partur av okkara kristnu og håttment-
aðu tjóð taka undir við ókristiliga og
lítið mentaða orskapi Reagans
Tí loyvi eg mær at spyrja: Eru vit
hóast alt eitt sjúkt fólk?
irnar taka undir við hesum einsrættaða
ófrættarópi. Í totaliterum statum eru
stjórnarmenn og fólk teirra bæði offur
og fangar av síni egnu propagandu, og
tað kann vera teimum dýrt eins og
okkum.
Allar miljónirnar, segdu vit. Vit loyva
okkum at ivast. Man ikki meginparturin
sum so mangan fyrr bara yppa øksl og
gjøgnumskoda propaganduna.
Danski utvarpsmadurin i Moskva
Samuel Rachlin helt tað. Hann var av
teirri áskoðan, at hesi herróp vóru líka
so nógv ein ávaring til fólk um at halda
seg í skinninum (tann innlendska stødan
er nevniliga alt annað enn góð bæði so
og so) sum ein ávaring um, at tey skulu
vera til reiðar at dubba seg móti út-
heiminum.
Hvussu er og ikki. so er úrslitið av
——.—