leygardagur 17. desember 1983síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Meðan hegættarstorm-
arnir herjaðu hetta
oyggjalandið og handan
hav í hampuliga góðum
veðri, lættu breðurnir
Wright sær á í motorrikna
flogfari teirra og vóru í
luftini í 59 sek., sá Jóan-
nes Joensen, vanliga
nevndur Geila Jóannes,
dagsins ljós henda sama
vetrardag 17. des. 1903.
Ja, nú eru 80 ár liðin,
síðan hesir tilburðir fóru
fram.
Eins og luftrúmið dróg
hesar fyrrnevndu at sær,
soleiðis hevur havið drigið
Jóannes at sær.
Áin, fjeran, beurin,
hagin, fjøllini, havið —
hetta endaleysa — drógu
hendan alvan at sær... øll
náttúran dróg hann at sær
: — ja alt Guðs skaparverk
hevur altid drigið Jóannes
at sær.
Allareiða meðan lívs-
sólin reis upp í eystri fekk
Jóannes tokka til alt Guðs
skaparverk, og á ungum
aldri festi alt hetta Guða-
borna retur í hjarta hans-
ara — búnaðist, vaks,
mentist og hevur borið
margfalda frukt.
Havið, hetta gátufera,
krevjandi, gevandi fyri-
brigdið, hevur altíð drigið
Jóannes til sín.
Ja, líka frá tí hann dugdi
at stetla dróg havið hann
at sær.
Kundi hugsast Jóannes,
at tú minnist mangar
letur eins og hesa, táið tú
10 ára gamal kom aftur av
útróðri við frændum
tínum á veg til Syðradals
— deyðatroyttur — legði
teg í Knútsdali og stein-
sovnaði — skuidi suður í
Lykirshús, har móður tín
so mangan plagdi at vitja
ættarfólk síni.
Jóannes hevur merkt
tað uppá kropp og sál,
henda dapra, myrka mót-
gang floyma inn yvir seg.
Ein bróður fórst í bestu
árum á havinum, ein
annar fórst eisini í bestu
árum...onnur systkin við
— og fyrst í 60'unum
doyði = systir hansara
Jóhanna í góðum árum.
Men hóast alt hetta so
kreyp Jóannes sær ikki út
undir vaðingina og legðist
í dvala.
Alt annað. Men hendan
andaliga styrkin hevur
altíð havt sterkar retur í
Jóannesi. Ongantíð hevur
tað verið so myrkt, at ikki
glottar hava hómast fyri
stavn — hóast mangar
myrkar letur, so hava tær
túsundtals ljósu, fagru og
gróðrarríku leturnar havt
valdið. Og júst hetta anda-
Tit ringja — vit skriva
" Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Jóannes Joensen
80 ár
liga ljósið hevur sermerkt
og sermerkir enn tann dag
í dag hendan sjáldsama
fryntliga mannin, sum
ongantíð gevst á hálvum
gekki. Altíð lívsfúsur og
lívsglaður. Hesin veður-
bardi maðurin, ið altíð
kemur við tí góða, milda
kærleikans orði, hvar
hann enn ferðast. Tað er
eitt eyðkenni fyri Jóannes.
Fekk hetta sermerkta inn
við móðurmjólkini.
Faðir hans Jóan Jakke
og móður hans Anna
Malena, ið góvu honum
eins og ellum hinum
syskjum hans tað besta í
blóðið...og júst hetta
hevur roynst væl.
Móðir hans dugdi sera
væl at greiða frá. Við
sínum hóvliga, milda sinni
og við sínum andans
gávum — var eins og ein
ótemandi kelda — hvar
bæði Jóannes og mong,
mong onnur drukku seg
ótystan — gav hon alt tað
hon átti í sær til onnur.
Faðir hans Jóan Jakke
ein guðrekin maður — eitt
náttúru menniskja livdi í
gudasegum og oysti úr tí
keldu, ein segufróur
maður. Millum faðir og
móður hevur Jóannes
dugað væl at lýtt á og lagt
sær væl í geyma alt tað
tey hava greitt frá — eins
og tey er Jóannes ein
ótemandi kelda.
Var gott at hava eina
slíka javnvág, táið ein
seinri skuldi fara út í lívið,
og hesa javnvág hevur
Jóannes sanniliga merkt
tey mongu ár hann balað-
ist úti á tí villini, vanda-
mikla havi:
1919 við Egeriu, 1920
við Livingstone, 1921, 22,
23 við Akorn, 1924, 25 við
Verandiu, royndi eisini
hesi bæði árini eftir sild í
Íslandi. 1926 við Titaniu,
1927 við Sigurðfarinum,
1928 á Skvala, við Sigurð-
farinum 29-33, 1934-38 við
Bjørgvin, 1939-42 við
Guðrun, 1943 við Kun-
oynni 1944, 45, 46 ferdi
Jóannes Svananes, 1947
Fylkir, 1947-48 við Torva-
nes 1949-50 við Elin, 1951-
1971/72 við Gudrun,
1964/65 við Esther, 1975
við Ørvi og í 1976 við
Kvikk við Rock All.
Jóannes tók skipara-
progv í 1932.
Nú dregur tað heimliga
jerðildið Jóannes at sær
fyri hann tann vælkendi
fjørdurin, miðini, útini.
Eins og tú hevur staðið
fremstur á skipabunka í
mong Harrans ár soleiðis
hevur tú verið á odda
innan ymisk álitissterv
nema á klettunum so
sum: í sóknarstýrinum í
mong ár, hevur rektað og
hagreitt ein hagapart í ein
mansaldur, formaður í
meinigheitsráðnum í
mong ár — hevur veitt
manga hjálpandi hond,
táið tað snýr seg um
menniskjunnar forgongi-
liga likam — og mangan
troysta syrgjandi sálir. —
Hevur verið deknur við
Húsa kirkju í ein mans-
aldur kundi verið tað enn
— reddina hevur tú Jóan-
nes enn sum fáur — men
sum eg teg einaferð hoyrdi
siga: Betri er at lata yngru
kreftir koma til...
Tað, sum altíð hevur
sermerkt teg, og ger tað
framvegis, er títt hugflog
— ein sonn andanshetja.
Ja, ein sannur sosia-
listur hevur tú altíð verið.
Hevur verið trúfastur
javnaðarmaður frá ungum
árum og aktivur enn tann
dag í dag. Hoyrdi teg siga
einaferð: Kristus var jú
tann fyrsti javnaðarmað-
urin...
Altíð hevur tú havt eitt
vakið og glegt eyga, og
hevur eitt framúr sjáld-
samt minni — hetta er
júst nakað, ið tú brúkar og
gevur víðari til komandi
ættarlið, ein dýrgripur, ið
als ikki kann virðismetast
nóg hegt. Halt áfram
Jóannes, hóast nónsólin er
byrjað at skína...
Onki at ivast i, at kona
tín Alfrida Morenza hevur
verið tær ein trúgvur og
hollur stuðul nú brátt í 50
ár. Hennara partur liggur
ikki eftir bæði viðvíkjandi
blíðskapi og hjartaligum
kærleika. Bert klettarnir
kunnu bera boð um ta
langtan, ið bylgdist innan
í hesum kvinnum, Dverga-
mál í homrum,
Tað stersta og dýrasta
her í lívinum er júst hetta
at duga at vera saman við
bernum. Og hetta er júst
nakað sum tú altíð hevur
dugað so avbæra væl. Jú,
ein sannur barnavinur.
Hetta vóru bert nekur
fá brot.
Óiva vera tað mong, ið á
hesum degi vitja inn á
gólvið hjá tykkum á Geil,
ella hava teg í huganum,
nú tú, Jóannes á Geil,
fyllir 80 ár.
Mátti Harrin signa tyg-
ara lívskveld, og vónandi
verður lívsins vesturskyn
líka gróðrarmikið og
frugtagott sum eystur-
sólin og nónsólin vóru.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
sj.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
leygardag og Andor
Ellefsen, tlf. 12233,
sunnudag.
Eysturoyggin: Pet-
ur Reinert, tlf. 23106,
leygardag og Pól
Johs. í Horni, tlf.
44038, sunnudag.
Norðuroyggjar: Ol-
avur (Gaard, tlf.
56900.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroyggin (norð-
ur): Tlf. 715 60.
Suðuroyggin (suð-
ur): Tlf 73030.
Tanllæknavaktin
Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
i dag og i morgin kl.
13,00 — 14,00.
Tlf. 14544.
Leygardagur 17.
09,30 Vikan id fer
10,00 Veðurtíðindi og tid-
indi
10,05 Fyrrapartsløg
11,00 Tíðindi
11,01 Framhaldssøgan
»Malan« — 11. partur
11,30 Undir degurða
13,01 Barnaútvarpið
13,40 Framhaldssegan
»Malan« — 12. partur
14,30 Meg minnist
Niels Juel Arge hittir
Martin Thomsen í Hvalba.
Seinni partur
18,40 Leygarkvøldsløg
19,00 V4-dråttur
19,05 Kvøldseta i útvarps-
høllini
20,15 Black Birds spæla
dansiløg
20,55 Hetta heilaga evan-
geliid skrivar
Jóhan Weihe lesur
Sunnudagur 18.
14,00 Vedurtidindi og tíð-
indi
14,10 Útvarpsleikurin
„Morð i stortinginum« —
4. og seinasti partur: Eks-
pressbræv til tann deyða.
Arild Feldborg gjerdi til
útvarpsleik. Jógvan Arge
umsetti. Oskar Hermans-
son leggur til rættis
14,45 Kveðuljómar
16,30 Ljómandi ferðafrá-
segn
17,00 Hátíðarguðs-
tænasta úr Rituvíkar
kirkju í sambandi við
vígslu av nýggjum orgli.
Ejvind Vilhelm varabisp-
ur prædikar
18,30 Veðurtíðindi og tíð-
indi
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Gudstænastur 4. sunnudag í advent
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Argir: Kjartan Merkere
Kaldbak: Hans J. Joensen
Hósvík: Jákup Magnussen kl. 12,00
Vestmanna: Martin R. Jacobsen kl. 12,00
Funningur: Emil Olsen kl. 12,00
Gjógv: Emil Olsen kl. 17,00
Rituvík: Ejvind Vilhelm kl. 11,00, urguvígsla og Jákup
Kass kl. 17,00, altargongd
Mikladalur: Niels P. Danielsen, altargongd
Kunoy: Henning Begesvang, altargongd
Sandavágur: David Johannesen kl. 12,00
Skopun: Jákup R. Hansen kl. 16,00
Sandur: Jákup R. Hansen kl. 12,00, altargongd
Sandvík: Elsa Funding kl. 12,00, altargongd
Leiti: Elsa Funding kl. 17,00
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11,00
Evangeliska reddin
Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21,45 GMT å millum
bylgju 205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið 19. des. talar Svenning av Lofti.
Evni: Tænasta Andans.
Sangur: Ingálvur av Reyni og Ebenezerkórið.
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 1467 kHz kl. 19,30—19,45.
Månadagin: »Derfor holder jeg af den sang«
Teddy Sjælland i samrødu vid Randi Nørgaard.
Norskar sendingar eru hvønn dag kl. 17,05 og mána-
dagin eisini kl. 8,00 å stuttbylgju, 31 metra-bandinum
(9,6 mHz).
Jolamarknadur i KFUM
I dag 17. desember skipar Várgleði, KFUK-skótar og
Títtlingar fyri jólamarknað í KFUM frá klokkan
15,00—18,00.
A jólamarknaðnum verða samstundis atgongumerki
til jólaveitsluna hjá deildini 7. januar at fáa til keyps
fyri fimm krónur.
Samkoma teirra eldru
og DMS hava jólahugna í KFUK týsdagin kl. 15,30.
Jólamarknaður
Várgleði, KFUK-skótar og títtlingar hava jólamarknað í
KFUM í dag millum kl. 15,00 og 18,00. Atgongumerki
til barnajólaveitsluna verða seld.
18,40 Ítróttatíðindi
18,50 Klassiska hornið
19.45 Tíðindi á gren-
lendskum
20,00 Veðurtíðindi og tid-
indi
Månadagur 19.
09,30 Sjónarringurin
10,00 Veðurtíðindi og tíð-
indi
10,05 Fyrrapartsløg
Jåkup Magnussen
11,00 Tidindi
11,01 Tónleikur
11,30 Undir døgurda
19,00 Framhaldssøgan
»Malan« — 13. partur —
eftir Eilif Mortansson.
Hans Thomsen lesur og
týður
19,30 Rockredaksjónin
Jákup Magnussen leggur
til rættis
20,10 — Føroyar
seinna heimsbardaga
Fyrilestur eftir Andrew
Magnussen i rødini um
føroyska søgu
20,40 Upprunateksturin
til nyggja testamenti
Fyrilestur eftir Hans J.
undir
Joensen
———B———"""—