Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

„Nr. 147 — 20. desember 1983 tíðindablaðið Virkisleiðsla blandar seg i fakfelagsmål Misnytir skriv frå nevndarlimum i Fjallbrudur og tær lata seg misbruka Á flakavirkjum kring landið er tað heilt óvanliga hent, at virkisleiðslurnar hava blandað seg í eitt fakfela,;smál. Í slíkum ósenjum er vanlig mannagongd, at samráðingar og fundir fara fram millum fak- felagsnevnd og arbeiðs- gevararnar. Men í »merkjamålinum« hava leiðslurnar hildið fund við arbeiðsfólkið sjálvt, fyri soleiðis at hava storri meguleika at leggja trýst á arbeiðsfólkið. Í Vági er tað eydnast stjóranum og virkisleiðsl- uni á Polarfrost fullkomi- liga at spjaða fakfelagið hjá flakakvinnunum og helst partvíst eisini fakfel- agið hjá arbeiðsmonn- unum. Líkt er til, at virkis- leiðslan í Vági roynir at fáa henda sigurin í Vági at breiða seg kring landið við sunnukveldið at >for- purra« royndirnar at fáa i lag samráðingar millum partarnar. Góð hjálp frá fak- felagskvinnum Men virkisleiðslan í Vági hevur fingið góða hjálp M.a. frá nevndarlimum í Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður A einum fundi, sum virkisleidslan skipaði fyri leygarkveldið varð ein fundarsamtykt gjørd Í henni verður m.a. sagt Arbeiðsfólkið á Polar frost limafjøld i arbeiðs- kvinnufelagnum Fjall- brúður og arbeiðsmanna felagnun Framtíðin Feroya Arbeiðarafelag 3800 Tórshavn A flakavirkinum Polarfrost í Vági hevur stórur partur av flakavirkinum latið sær lynda harraboðini hjá virkisstjóranum. Tey, sum ikki gera tað av fullum huga, tora iki ; ; Ps E annað enn gera tað. Tær eru bangnar og lata seg hótta av virkisleidslu og ågangandi Takakvinnum, hevur Sosialurin fingið upplýst frå arbeiðsfólkum Eg pt. ] åtalar og mótmælir eina- ræðisligu framferð Føroya Arbeiðarafelags við at lýsa arbeiðsbann, uttan okkara ynski og vitandi — serstakliga nú kunnugt er, at henda ætlan er dyggi- liga feld á nevndarfundi i Fjallbrúður 8. desember 1983 — og sostattt er ólóglig fyri okkara vidkomandi« Aheitan um hjålp Likt er ikki til, at ætlanin er feld å nevndarfundi i Fjallbrúður 8. desember Hinvegin skrivaðu seks nevndarlimir í Fjallbrúður 8. desember Førova Ar beiðarafelag eina áheitan um at fáa hjálp suður tann dagin merkja-tiltakið skuldi setast í verk Í skrivinum frá 8 desember siga teir seks nevndarlimirnir í Fjall brúður m.a »Eftirsum at flakavirkið Il Vagl er privateigandi og A stjórnarfundi 08.12.83 samtykti nevndin at senda Arbeiða rafelag. soljóðandi áheitan til Foroya Eftirsum at flakavirki i vågi er privateig- andi og sum tykkum kunnugt er stjórin á virkinum ringur at samráðast við, meta vit okkum ikki so sterkar nú í merkjini skulu av- takast, og biðja vit ti ein nevndarlim úr FA um at koma suður og ráðgeva okkum tann dagin tiltokini verða sett í verk, serliga ti hóttan hongur yvir fólkinum um at virki verður stongt. Arbeiðskvinnufelagið „ Fjallbrudur« Vinarliga Gudrun Kristiansen, Hanna Hjelm, Margit Aug, Kitty Joensen, Esther Bertholdsen, Esther Mørk. Kano eo 0 0 0 rr sum tykkum kunnugt er stjórin á virkinum ringur at samráðast við, meta vit okkum ikki so sterkar nú í merkini skulu avtakast, og biðja vit tí ein nevndar- lim úr FA um at koma suður og ráðgeva okkum tann dagin tiltekini verða sett í verk, serstakliga tí hóttan hongur yvir fólk- inum um at virkið verður stongt«. Alt bendir å, at fundurin á Polarfrost leygarkveldið hevur misbrúkt hesa »å- heitanina« frå seks nevnd- arlimum i Fjallbrúður »um hjåp« til, at »henda ætlan er dyggiliga feld á nevnd- arfundi« Fordømir fram- ferdina Førova Arbeiðarafelag fordemir framferðina hjá Polarfrost við at blanda seg upp innhýsis fakfelagsmál og fakrættar ligar reglur til viks virkisleiðsluni seta vanligar A FA verður annars sagt um áheitanina um hjálp. at tað er fimtan virkir såttmålaøkinum hjá FA, og tað hevði verið hopleyst hjá teimum sjey stjórnarlimunum í FA at farið út til hvert einstakt felag tann dagin merkja- tiltakið skuldi setast í verk Sviku egna undir- skrift Tað løgna í øllum hesum málinum er, at somu seks nevndarlimirnir í Fjall- brúður so seint sum sama hósmorgun, ið merkja- tiltakið skuldi setast í verk, skrivaðu undir eina fundarsamtykt í Framtíð- ini. I hesi samtykt varð m.a. sagt: „Ein og hver sum tekur upp á seg niðurlag arbeiði, tvs. nýta merkini, kemur sær í kletur við fak- feløgini...« Eisini varð sagt: „...Meðan tey, ið taka niðurlagda arbeiðið upp, koma at standa eftir við skommini sum svíkjarar, tí hvert gramm sum skor- ið verður við merkjum í, verður bannað limum Framtíðarinnar at viðgera vidari«. Polarfrost misnytir navn felagsins Annars fordømdi nevndin í Framtíðini eisini fram- ferðina hjá Polarfrost á nevndarfundi sunnukveld ið. Í hesi fundarsamtvkt ini verður m.a. sagt »Somuleidis mótmælir Framtíðin harðliga it virkisleidsla Polarfrost heimildarleyst leggur navn felagsins til eina yvirlýsing. grundað á ein evarska litlan minniluta fakfelagsins, sum felagið á ongum sinni vil stilla seg aftanfyri« Tad, sum Framtíðin her helst sipar til, er, at eftir hvat hoyrist, so metti eingin vágbingur í Fram- tíðini til >fakliga< fundin saman við virkisleiðsluni á Polarfrost, men bert av bygdamenn. Framtíðin bannaði annars limum sínum at fara til arbeiðis, um teir fýra, ið vóru uppsagdir í síðstu viku, ikki vóru bidnir aftur til arbeiðis. Klokkan nýggju í gjár boðaði útvarpið frá, at teir fýra vóru bidnir aftur til arbeiðis jo-mo Síða 5 Arbeiðsgev- ararnir gingu frá egnum skrivi Helst virkisstjórin í Vági sum forpurr- aði semingsroyndir sunnukvoldið Líkt er ikki til, at Feroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, meinti nógv við skrivið, felagið sendi út fríggjadagin seinra partin. Í tí skrivinum siga teir m.a.: „Men kortini skulu tit (FA, blaðm.) vita, at Føroya Arbeiðsgevara felag altíð er til reiðar at tosa um tær ósemjur, sum eru partanna millum, og halda vit, at hetta eisini eigur at verða roynt í hesum føri«. Men sunnudagin vórðu harðar treytir settar. Annars ljóðaði allan sunnudagin, at rá- fiskakeypararnir = vóru við at blotna, og formað- ur felagsins, Heri Mortensen, var á veg norður av Tveroyri til Havnar. Tað ljóðaði meginpart- in av degnum, at fundur skuldi haldast um kvøld- ið. Landsstýrið skuldi vist bjóða til fundin Men hann varð av ongum Við sekstíðina ringdi skrivstovustjóri lands Johan Djur wus, til FA. Hann upp- landsstýrið hevði havt samband við ' arbeiðsgevararnar. Men FAG vildi ikki seta Fé nakran fund við Forova Arbeidarafelag, un felagið ikki settið bannið mót: merkjunum ur gild fyrst Men hesum kundi FA sjálvsagt ikki taka undir Bólkur um merki Grundarlagið undir samráðingunum skuldi m.a. vera nakað av tí, ið kom fram á fundi millum landsstýrið og FA leyg- ardagin. Talan var um at nakrar flakakvinnur í felag brúktu sama merki. Hetta uppskotið kom fram seinrapartin fríggjadagin. Tá vóru partarnir til kunnandi fund við landsstýrið. M.a. skeyt landsstýrið upp á fundi við FA, at tríggjar flakakvinnur skuldu vera í einum bólki, meðan ein nevnd arbeiddi víðari við mál inum. Soleiðis slapst undan einstaklinga skråseting« Hetta kundi FA ikki góðtaka. Men arbeiddi við málinum leygar- morgunin og sendi um miðdagsleitið landsstýr- inum eitt uppskot Hetta miðjaði ímóti, at fimm flakakvinnur skuldu vera í hverjum bólki, sum skuldu skipast av álitiskvinnuni. Harafturat skuldi ein nevnd setast at arbeiða við málinum. Henda nevndin skuldi hava eina tíðarfreist. Eisini kravdi FA, at stevningin hjá FAG skuldi takast aftur og at eingi merki skuldu brúkast á teimum virkj um, ið longu hava kastað merkini. Arbeiðsgevararnir vrakaðu uppskot- ini Seinrapartin var so fund- ur í landsstýrinum. Tá fekk FA upplýst, at arbeiðsgevararnir vrak- iðu uppskotið hjá FA Fyri at fáa samráð- ingar í lag, gav FA eftir og bjóðaði sær til at ganga við til uppskot landsstýrisins sum eina fyribilslovsn Men hesum vildi FAG heldur ikki taka undir Fólk, sum hevur roynt at fáa partarnar saman, halda hetta vera legið, tí sunnudagin ljóðaði, at summir ráfiskakeyparar vóru sinnaðir at ganga við til merking í bólkum sum eina fyribilsloysn. Men hetta vildu aðrir ikki ganga við til. Teirra millum Jákup Joensen, stjóri á Polarfrost Hetta er nakað av tí sum fór fram handan leiktjøldini. Tað er ikki eydnast at fáa eina við- merking frá FAG. Men tað ljóðaði fyrrapartin, at ráfiskakeypararnar skuldu hava fund við ar- beiðsgevararnar seinra- partin igjår. jo-mo