hósdagur 5. januar 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 * hósdagur 5. januar 1984
frælsi
javnaður
brødralag
57. årg. * kr. 5,-
Streymslitid
kemur illa vid
hiå bøndrunum
Ein av teimum
bygdunum, sum hevur
“verið ringast fyri, nú kava-
ódn hevur leikað í um
landið, er Oyndarfjerður.
Bygdin hevur ligið uttan
streym í heili tvey sam-
døgur.
Streymurin fór seint
mánakveldið og var fram-
vegis ikki komin aftur, tá
vit hevdu samband við
fólk í Oyndarfirði seinna-
partin í gjár.
Tað er heldur ikki grivið
oman til sjálva bygdina.
Bygdin hevur tí verið heilt
byrgd inni í tvey sam-
degur.
Vit tosaðu við Louis
Hovmann, bónda í
Oyndarfirði í gjár. Hann
er helst ein teirra, sum
hevur merkt streymslitið
og kavan svárast.
Louis Hovmann hevur
verið noyddur til at
mjólka við hond, og hevur
tað gingið striltið. — Eg
eri jú ikki vanur við at
mjólka við hond, tað havi
eg jú maskinur til. Og at
skula mjólka 28 neytum
við hond einsamallur, tað
tekur tíð og krevur orku.
Tað hevur so heldur ikki
eydnast honum at mjólka
tey 28 neytini. Hann
mjólkaði 8 neytum tys-
dagin og skuldi so fara
aftur til verka mikudagin.
Tað verða sostatt nógv
neyt, sum ikki vera mjólk-
að í heili tvey samdøgur.
Louis sigur, at hetta er
ikki gott fyri neytini og
mjólkina. Fyri tað fyrsta
so fellur mjólkafram-
leiðslan, tá neytini ikki
verða mjólkað, sum tey
iga, og harnæst kunnu
; fáa húðbruna, sum
ger, at mjólkin ikki kann
brúkast í eina heila viku.
Fáa tey so eitt ávíst slag
av húðbruna, kann henda,
at tey doyggja.
Um so verður, so kann
tað kosta einum bónda
sum Louis dýrt. Eitt
mjólkineyt stendur
honum í dag í umleið
35.000 kr.
Hann vísir annars á, at
tað er legið, at Landsverk-
freðingurin ikki hevur
megnað at rudda vegin til
Oyndarfjarðar, tí tað
hevur verið av besta veðri.
— Eg havi roynt at
spyrja meg fyri, hvar SEV
og Landsverkfreðingurin
blíva av, men fái bert at
vita, at tað tekur tíð, og at
hjálpin kemur. Tað undrar
meg stórliga, at Lands-
verkfreðingurin ikki skal
klára at rudda vegin til
Brævatkveður
Seinasta freist at lata bræv-
atkveðu inn til fólkatings-
valið 10. januar er leygar-
dagin 7. januar.
Veljarar, sum av eini ella
aðrari orsek ikki kunnu met
aupp á valstaðnum sjálvan
valdagin, kunnu lata inn eina
brævatkveðu.
Hetta letur seg gera við at
venda sær til Fólke- virlitið í
Havn og Klaksvík g annars
til bý- ella bygdaráðini í
kommununum.
Er viðkomandi, sum ætlar
at lata inn brævatkveðu,
sjúkur, skal hann ella hon
venda sær til Fútaskrivstov-
una í Havn ella til sýslumenn-
irnar kring landið
bygdina skjótari enn til-
felli er.
— Men, leggur hann
aftrat, — tað vísir seg jú,
at vit bøndur eru teir, sum
koma í seinasta rað, tá
hjálp er fyri neyðini.
Til streymurin kemur
aftur er Louis Hovmann
so noyddur til at mjólka
við hond. Tað hevur hann
so heldur einki ímóti í ver-
andi steðu, men tað er ikki
so lætt, tá ein ikki er
vanur við tað. Tað tekur
einar 7-8 tímar at mjólka
ellum 28 neytum við hond,
meðan tað tekur hálvan
annan tíma við maskinu.
Tá ein so hevur mjólkað
vid hond, verður ikki gjørt
meira tann dagin, tí orka
er ikki meira til tess.
jan
Skulu arbeiðsmenn
jalda rokningina
hjá trolaraflotanum !
— Eg dugi illa at skilja
annað, enn at tað eru
arbeiðsmenn og onnur,
sum skulu gjalda prís-
munin, sum trolafamenn
nú ynskja goldnan, fyri at
fara aftur til fiskiskap.
Hetta sigur Kristoffur
Joensen, arbeiðsformaður
í Havn, í samreðu við Tíð-
indablaðið Sosialin.
Hann sipar her til tað
krav, sum Felagið Trol-
skip hevur sett fram í
samband við, at flotin er
lagdur. Felagið krevur, at
avreiðingarprísirnir hækka
við teimum 50 oyrunum,
sum prísirnir annars lækk-
„ aðu vid 1. januar.
— Eg veit ikki, um teir
mongu trolaramenninir,
sum vinna millum 200.000
og 400.000 kr. um árið,
halda, at tað eru arbeiðs-
menn og onnur, sum
annars ikki hava ta stóru
lenina og sum hava
nógvar byrðar at stríðast
við, ið skulu gjalda hesa
rokningina, spyr Kristoff-
ur Joensen.
Víðari sigur hann: —
Tað kann ikki fara at bera
til, at landskassin nú aftur
skal til at gjalda meiri
pening til Ráfiskagrunnin,
sum so aftur skal gjalda
til trolaraflotan. Tað er
spurningurin, um tíðin
ikki er komin, har eisini
arbeiðsmaðurin skal fara
til landskassan og biðja
um studning. Hann hevur
sum er nóg nógvar byrðar
at knógva undir og tolir
ikki fleiri, endar arbeiðs-
formaðurin.
jan
Hetta er sjåldsamt!
Tað er sjáldan, sera sjáldan, tú kanst standa
mitt á Bekjarabrekku í Havn og taka
myndir á middegi ein týsdag. Í friði og
náðum.
Men hetta bar altso væl til fyrradagin. Tí
ongin bilur var at síggja.
Ikki fyrr enn seinnapartin, tá nakrar getur
vóru so dánt ruddaðar, komu fyrstu bilarnir
fram undan fonnunum.
Meira um kavan á síðu 4, 5, og 12
Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag:
Vit hava bert
atkvett um at
fara at sam-
ráðast um bon-
usskipan
Tíðindakeldan í Dagblaðnum hevur
vent alt á hevdið
Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag vil hervið heilsa
ellum limum Feroya Arbeiðarafelag um at tær
standa fast um tann rætt, sum tær vunnu fyri
tveimum mánaðum síðan. Ongin flakakvinna í
Fuglafirði nýtir merkir, tá ið tær arbeiða tímalen.
Tað, sum fram kom í Dagblaðnum 30/12-1983,
er frásegn frá fundinum sum vit hildu 28/12-1983,
men viðkomandi tíðindakelda hevur vent ellum á
hevdið, og uttan iva við fríum vilja.
Tað, sum vit komu til fundar um, var at viðgera
tað tilboðið, sum stjórin á Handils- og Frystivirk-
inum hevði bjóðað okkum, og var hetta ein bonus-
skipan, sum vit allar skuldu verða negdar við.
Hetta hildu vit vera vert at fara at samráðast við
stjóran um, men fyrst máttu vit vita, um tað var
meiriluti ímillum arbeiðskvinnurnar fyri hesum,
og tað var tað.
Enn er ikki komið so langt sum til samráðingar,
men sigast skal, at góð semja valdar millum
arbeiðskvinnurnar og nevnd Fuglafjarðar
Arbeiðskvinnufelags, og sátt og semja er millum
nevndina og leiðsluna á Handils- og Frystivirk-
inum.
Við nýárskveðu
Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag