leygardagur 7. januar 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
7. januar 1984
Javnaðarflokkurin sýnt
dugnaskap at nýta
folkatingsumboðanina til
mesta frama fyri føroyingar „Á
Sambandsflokkurin kann við at taka undir við donsku stjórnini vineim Johannesen
i undirgrundsmálinum provokera eitt størri tal av føroyingum
til at taka undir við loysingini
Vit skulu nú aftur til val-
borðið. Hesa ferð at velja
tey feroysku umboðini í
fólkatingið. Fimm av
flokkunum á tingi hava
gjert valevnislistar við til-
samans 48 valevnum og
tit skulu nú velja ímillum
hesar flokkar og hesi val-
evni.
Imillum flokkarnar, ið
stilla upp til valið 10.
januar, finna tit javnaðar-
flokkin, sum higartil bæði
hevur sýnt vilja evnir og
dugnaskap til at nýta
fólkatingsumboðanina til
mesta frama fyri feroy-
ingar og feroysk áhuga-
mál. Javnaðarflokkurin
metir upp til valið við
nýggju valevnum. Øll hesi
valevnir hava vilja og
handalag til at umboða
føroysk áhugamál.
Eg fari beinan vegin at
heita á tykkum um at
geriða atkvødu fyri Javn-
aðarflokkinum ella einum
av valevnum floksins. Og
sjálvandi hví
so Spyrja tit
tit nú skulu greiða at
kveðu fyri Javnaðar-
flokkinum og hesum
spurningi vil eg svara við
at vísa á munin ímillum
tey javnaðarstýrdu
londini og so onnur lond
har Javnaðarpolitikkurin
ikki hevur gjert seg gald-
andi.
Munurin er sjónligur. Í
teimum javnaðarstýrdu
londunum verður samfel-
agságóðin javnari býttur
ímillum allar samfelags-
borgarar. Tann sosiala
trygdin er munandi sterri.
Íbúðarviðurskiftini — eru
nógv betri. Heilsustovn-
arnir og heilsurektin eru á
einum nógv hægri steði.
Tað sama kann sigast um
skúlamál, mentamål o.s.fr.
Seinastu árini er nógv
gjørt fyri at ræða fólk her
á landi við kommunismu.
Frá ávísari politiskari síðu
hevur hetta verið serstak-
liga nógv brúkt ímóti
okkum javnaðarfólki. Men
fara vit at kanna eftir í
hverjum londum kommu-
nistaflokkar fáa
undirteku, og hvar teir
lítla og onga undirtøku
fáa, so síggja vit, at í
teimum londum, har javn
aðarpolitikkurin hevur
havt ávirkan, hava
kommunistaflokkarnir lít-
la og onga undirteku
fingið. Tað vil siga, at
sterkir javnaðarflokkar er
trygdin fyri at
kommunistaflokkarnir ikki
fáa undirtøku
Uttan at
politisku viðurskiftini i
Danmark ut i æsir, vil eg
besta
umrøda
loyva mær at minna å, at
javnadarflokkurin og teir
borgarligu flokkarnir eru
ósamdir um hvussu tann
búskaparliga kreppan skal
loysast. Javnaðarflokk-
urin vil loysa kreppuna
við at fremja iløgur i
nýggj arbeiðspláss og
harvið at vaksa um fram-
leiðsluna og seluvirðið.
Javnaðarflokkurin vil
spara tá talan er um al-
mennu útreiðslurnar, men
flokkurin vil ikki spara á
slíkan hátt, at hetta
kemur at skapa enn sterri
arbeiðsloysi og at tey
fíggjarliga veiku og tey
sjúku verða rakt av spari-
tiltøkunum.
Teir borgarligu vilja
loysa búskaparligu krepp-
una við at fremja niður
skurðir í almennu utreidsl-
unum. Men allar
skerjingar skulu raka tey
hesar
arbeiðsleysu, tey fíggjar
liga veiku og tey sjúku
Seinasta ári eru fleiri
royndir gjerdar frá
borgarligari síðu fyri at
broyta treytirnar hjá
teimum sum liggja á
hjá
teimum borgarligu er, at
fólk skulu gjalda fyri at
liggja á sjúkrahúsi og at
tey skulu gjalda meir enn
higartil fyri læknaviðtalur
sjúkrahúsi. Ætlanin
og heilivág. Hesum tekur
t.d. sambandsflokkurin
undir við á fólkatingi.
Hugsi tykkum — at fólk
skulu gjalda fyri at vera
sjúk — gjalda fyri at
liggja í eini sjúkrasong.
Sleppa teir borgarligu
flokkarnir í Danmark at
halda fram við skerj-
ingunum, beri eg ótta fyri,
athesar skerjingar eisini
koma at raka danskar
ílegu rí Feroyum eitt nú
ílegur i føroyska sjúkra-
húsverkið. Eg hugsi t.d.
um barnadeildina á Lands-
sjúkrahúsinum, um ta
ætlaðu útbyggingina av
Suðuroyar sjúkrahúsi og
um 2. og 3. byggistig á
Klaksvíkar sjúkrahúsi. 1
byggistig á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, sum fór
gongd á heysti 1980 er um
at verða liðugt og enn
rekist
verður
onki fyri at fari
undir 2. og
byggistig
Ein spurningur
skiftunum millun
Danmark og Førovar, sum
frammi
erið nógv
hevur v
og enn ikki er loystur, er
spurningurin um undir
grundina og havbotnin
Grenland fekk fyri
nekrum árum síðani eina
sokallaða råevnisskipan
Eftir hesi skipan verða tey
fólkatingsvalevni
skrivar
virðir, sum koma út Gren-
lendsku undirgrundini,
eftir ávísum reglum, býtt
ímillum Danmark og
Grenland. Umsitingina av
undirgrundini hava
londini í felag. Væl stuðl-
aðir av sambandsflokk-
inum vilja danskir
politikkarar noyða hesa
skipan inn á okkum føroy-
ingar. Hetta kann javn-
aðarflokkurin ikki góð-
taka Janaðarflokkurin
heldur at spurningurin
kann og eigur at verða
loystur innan fyri tann
karmin sum heimastýris-
lógin setur. Målsøki Før-
oya undirgrund eigur at
gjørt til føroyskt
soleiðis at vit
verða
sermál
sjálvir umsita hetta máls
Koma
føroysku
øki. virðir úr
undirgrundini
iata danir fåa burtur av
Men tað skal verða uppá
okkara trevtir
€ KO ð
hjá te un
sun ] loy
imgini l 1 € 1nda
niklir flokkar á tingi
Annar er Tjóðveldisflokk
urin og tað er nátúrligt
Sambandsflokk
tað li6dar
Hin er
urin og
andi bæði legi og marg
háttligt at so skal
sjálv
vera
fólkatings-
SU
Men vandin liggur í tí, at
Sambandsflokkurin, við
at taka undir við donsku
støduni i undirgrunds-
målinum, kann provokera
eitt størri tal av føroy-
ingum til at taka undir vå
loysingini.
I 1948 var Javnaðar-
flokkurin vid til at finna
eina skilagóða loysn i
viðurskiftunum millum
Danmark og Feroyar.
Loysnin var heimastýris-
lógin. Men tað var neyð-
ugt hjá Javnaðarflokk-
inum at draga Sambands-
flokkin við til hesa loysn.
Javnaðarflokkurin kann
meguliga draga Sam-
bandsflokkin við til eina
skilagóða loysn í undir-
grundsmálum eina
loysn sum gongur
førovska ynskinum á meti
uttan at tað fær avleið-
ingar fyri ríkisfelags
skapin
Men skal Javnaðar
hatt er
etid I
tað neyðugt at Javnaðar
fær atkvødurnar
flokkurin gera
flokkur
at Javnaðarflokkurin
»rKur
næsta
kemur st burtur ur
valinum tysdag
Gott val
Heimastýrislógin —
ein heilag kúgv?
Adalmål Javnadarfloksins
er, at virði samfelagsins
koma flest møguligum til
góðar.
Fyri at rekka hettar
mál, er neyðugt at reka
politik og finna loysnir.
Samfelagið broytist to
so skjótt, at ein og hver
loysn er knýtt at sínari
tíð, og samfelagið kann
ikki rekast við loysnum
eftir sokallaðum »gen-
brugsprinsippum«.
Tað, sum um ræður, er,
at loysnirnar bera fram
ímóti aðalmálinum.
Koma forðingar í vegin
— so mugu tær burtur.
Sostatt kann eingin, ið
vil reka ein virknan
politik, góðtaka at fara av
vegnum ella lata seg
steðga av sokallaðum
»heilagum kum«.
Javnadarflokkurin var
ein av smiðjunum av
Heimastýrislógini, ið
hevur verið ein rættuliga
vælvirkandi karmur um
samstarvið millum
Feroyar og Danmerk nú í
35 ár.
Um tað sær út til, at
onkur partur í hesum
karmi vísir seg at vera ein
forðing fyri at reka ein
politik, at røkka aðalmal
Javnaðarfloksins — at
arbeiða fyri fjøldina — so
má lógin broytast.
Meguleikarnir hjá
føroyingum at lóggeva á
m.ø. peningaøkinum eru
avmarkaðir av Heimastýr-
islógini.
Vit vita, at túsundtals
íbúgvarar í hesum landi
knúgva undir eini húsa-
láns rentubyrðu, ið er við
at taka tey av fótum.
Rentan í Danmerk er
munandi fallin — okkara
ikki. Træpengakapital-
istarnir — teir, ið liva av
at súgva onnur og ikki
eiga oyra í menniskjapen-
ingi sjálvir — florera. Her
verður tí neyðugt at lóg-
geva soleiðis, at rímilig-
heit kemur í peningapoli-
tikkin og fjøldin eisini fær
ágóðan.
Er Heimastýrislógin í
hesum sambandi ein forð-
ing, so má hon samráðast
— ferir hettar ikki á mál,
má hon broytast.
Javnaðarflokkurin kann
ikki góðtaka nakra forð-
ing, tá talan er um at
rekka aðalmálið.
Ein partur av hesum
máli er at unga fólkið, ið
setir búgv, ikki skal líða
ein órímuligan rentu-
deyða.
Far tí á val 10. januar og
stuðla Javnaðarflokkin —
tú fært ágóðan.
Thomas Arabo
fólkatingsvalevni
skrivar
Opið hús val-
kveldið
Valkveldið, týskveldið 10. januar,
hittast vit í Javnaðarhelinum í Dr.
Jacobsensgetu 5.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag