Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 4 x månadagur 9. januar 1984 57. årg. * kr. 5,- Johan Nielsen, fyrrv. prestur og politikari: Vit skulu gjalda fyri at liggja á sjúkrahúsi — Um teir borgarligu fáa ov stórt vald. Tá verður ringt at verða fátækur. Tí er neyð- ugt við einum sterkum javnaðarflokki, sig- ur Johan Nielsen, fyrrverandi prestur og politikari m.a. í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin á síðu 8, 9 og 10 — då 2 ir N FOROYSKA RØDDIN A DANA TINGI.. Ég eri kristin sosialistur! — sigur Bering Pedersen, sum er informationsskrivari i DMS og sum er limur i Sosialistisk Folkeparti i Danmark. Hann vitjadi herfyri i Føroyum og Tidindabladid Sosialurin tosaði vid hann m. a. um spurningin, hvussu tað kann sameinast at vera kristin og at vera sosialistur Baksidan Ingeborg tørvadi tvær atkvødur Formadurin i FA fallin i sinum egna felag. Eykaadal- fundur lýstur uttan at formaðurin visti av! Nýggjur ó- royndur formaður valdur! Ingeborg Vinther, for- maður Feroya Arbeiðara- felags, er fallin sum for- maður í sínum egna felag, Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður, í Vági. Hetta hendi á eykaaðalfundi dagin. Ein meiriluti í nevndini hevði kallað saman til eykaaðalfundin, sum varð lýstur í út- varpinum sama dag sum hann skuldi haldast. For- maðurin, Ingeborg Vinther, visti av ongum, fyrrenn hon hoyrdi út- varpslýsingina. einum leygar- Eykaaðalfundurin varð hildin eftir ynski frá 28 limum, sum hevdu undir- skrivað eitt skriv, har tær ynsktu eykaaðalfund. Skráin fyri fundin var 1: Misálit á formannin og 2: val av nýggjum formanni. Fráboðanina um undir- skriftirnar hevur Inge- borg Vinther tó fingið fyri stuttum. Okkum er upp- lýst, at m.a. tí hevði hon kallað inn til nevndarfund leygardagin. Men hann bleiv so av ongum. Tað er ikki eydnast Sosi- alinum at fáa nakað itøki- ligt at vita um fundin. Tó hevur blaðið fingið upp- lýst, at 42 av teimum upp- mettu góvu Ingeborg Vinther misálit, meðan 40 bakkaðu hana upp. Tann nývaldi formaður- in eitur Jónleyg Djurhuus. Ein av gomlu nevndar- limunum, Ester Mørk, boðaði frá, at hon tók seg úr stjórnini, og í hennara stað varð Any Strøm Jacobsen vald. Hverjar avleiðingar hetta fær fyri formans- skapin hjá Ingeborg Vint- her í Feroya Arbeiðara- felag er tað ikki eydnast blaðnum at fáa upplýst. Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa fatur í Ingeborg Vinther, í gjár, men frá eðrum fakfelags- fólki hevur Sosialurin fingið upplýst, at vilja arbeiðsfólk kring landið framvegis hava hana at standa á odda í tí fakliga arbeiðnum og stríðnum, kann hon gerast limur í eðrum felagi. Sakforarin hjá FA: Formaðurin skal veljast á ársaðal- fundi — ikki á eyka- aðalfundi Fundurin ólóglig Sakferarin hjá Feroya Arbeiðarafelag, Sigurð Joensen, setir eitt spurn- artekin við, um avgerðin á eykaaðalfundinum hjá Fjallbrúður í Vági er lóglig. Hann vísir á, at í lógini hjá felagnum stendur, at formaðurin skal veljast á ársaðalfundi. Hetta var ikki ein ársaðalfundur, men bert ein eykaaðal- fundur — So spurningurin er, um avgerðin er gyldug, sigur hann. Harafturat heldur hann, at hetta var ein ógvuliga óvanligur fundur. Fyri tað var óvanligur og avgerdin fyrsta hevur nevndin í Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður ikki havt fund um at kalla saman til eykaaðalfund, men bert ein partur av nevndini Eisini varð fundurin lýstur við óvanliga stuttari fráboðan. Annars hevur Sigurð Joensen ikki viðgjort málið, men sigur, at tað eru tvey ting at gera, annaðhvert kalla saman til reguleran ársaðalfund ella kann ein stevning latast inn móti teimum, sum hava tikið stig til eykaaðalfundin.