týsdagur 10. januar 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
ES
Ur hitanum
i India i kuldan
i Føroyum
Ungi indarin Vigi hevur hevur arbeitt å |
Marinplast i tveir månadir
Ein ungur indari Vigi
hevur hesar bådar
seinastu månadirnar ar-
beitt á verksmiðjuni hjá
Marinplast í Kaldbak.
Tíðindablaðið Sosialurin
vitjaði á Marinplast nú ein
dagin og tosaðu vit við
indaran, sun; kennir seg
serstakliga væl í Feroy-
um.
Vigi kom til Feroya
fyrst í november mánað.
Hann kemur frá Madras í
Suðurindia. Ætlanin er at
byggja eina verksmiðju í
Madras, sum skal gera
føroyskar bátar ur plast-
fipuri. Vigi er komin til
Feroya fyri at læra hetta
arbeiði, áðrenn hann um
gott og væl eitt ár fer
aftur til India — helst fyri
at arbeiða á nýggju verk-
smiðjuni.
— Mær dámar sera væl í
Feroyum, sigur hann. —
Tað er sjálvandi munur á
veðurlagnum. Í India er
sera heitt og her hjá
BR
tykkum er so kalt. Men
mær dámar so væl fólkið
og somuleiðis mítt arbeiði.
Eg trivist væl í Føroyum
og kenni meg ikki einsa-
mallan her.
Vigi sigur vidari, at
hann leingist ikki heim-
aftur. — Tad kemst av ti,
at nåtturan her er so
vøkur, og øll eru so blid
vid meg.
Hann byr i håsunum hjå
Guttormi Djurhuus, í
Kaldbak.
— Fólkini eg arbeiði
saman vid eru alla tidina
fus at læra meg arbeidi og
so skilja tey flestu enskt.
Tað hevur sjálvandi nógv
at siga fyri meg.
Vigi heldur annars, at
bátaprojektið, sum nú
skal í gongd í India er sera
áhugavert og er hann
foroyingum sera takk-
samur fyri, at vit vilja
hjálpa indiskum fiski-
monnum.
— Tit skulu vera heilt
Inni á Marinplast. Teir leggja seinastu hond á ein bát
Orð og myndir: Jan
vís í, at hesin feroyski bát-
urin fer at skapa sanna
kollvelting í India, tí eg
havi sæð nógvar fiski-
bátar gjøgnum árini.
Ongan havi eg so góðan
sum tykkara, og hann fer
at vera okkara fiski-
monnum til sera stórt
gagn.
Hann leggur aftrat, at
við hesum projektinum er
grundarlag lagt undir
einum sterri og meiri um-
fevnandi samarbeiði
millum Feroyar og India.
Vigi inni á Marinplast í Kaldbak
Óli í Áarstovu
er
Jógvan Sundstein i
telefonini: Er tad tu
Oli B. hevur tú
hoyrt hvat Atli
segði?
Óli: Nei, hvat?
Jógvan: Hann
sigur at hæleren og
stjæleren fáa somu
løn.
Oli: Hvat sigur
hann?
Jogvan: Nei, eg
meini bara, at tad må
vera nakad i ti, tå Atli
sigur tað.
Óli: Jamen, Jógvan
tað er nokk ikki
okkum báðar hann
meinar við, tað má
vera onkur annar.
Jógvan: Ja, tað
tonkti eg nokk.
*
Navnabroyting:
Arbeiðskvinnufel-
agið Fjallbrúður eitur
nú Jákups-brúður.
*
Tey siga, at Erlendur
altíð spælir somu
plátuna, men hasin
diskjokkurin hjá
Sambandinum hevur
eisini = gloymt at
venda plátuni...