Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Fyri kortum hevði einasta súkklufelagið í landinum, Tórshavnar Súkklufelag, aðalfund, og sum eitt av málunum setti nýggja nevndin setti sær fyri, at fara undir venjing fyri børnum og ungdómi. Hetta er ikki roynt áður, og nevndin vón- ar at tiltakið fær góða und- irtøku. Tórshavnar Súkklufelag spílar seg út Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, fer Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri súkkluvenjing fyri børnum og ungdómi. – Vit vita, at næstan hvørt mansbarn í Føroyum eigur súkklu, og tí er ikki neyðugt við nakrari størri invester- ing. Men her verður kravið, at øll skulu súkkla við hjálmi, og eiga børnini ikki hjálm, ja so má hesin keyp- ast, sigur Gunnar Dahl-Ol- sen úr Tórshavnar Súkklu- felag. Á skránni í hesum kapp- ingarárinum verður sjálv- andi eisini skipa fyri venj- ing fyri teimum vaksnu, og hesi verða býtt sundur í motionistar og elitu. Elitu er kanska so nógv sagt, men her verður hugsað um teir súkklarar, ið hava súkklað í fleiri ár, og sum hava roynt eitt sindur av hvørjum innan súkkling. Motionistarnir eru tey, ið hava hug at súkkla, og kanska tey, ið hava gingið til Spinning í Yndi í vetur, og sum nú vilja út at royna seg uttandura eisini. Ætl- anin er, at hesi ikki skulu súkkla alt ov langar teinar, og teinarnir fara tí at liggja eitt stað millum 10 og 30 kilometrar. Motionistarnir skulu venja mánakvøld klokkan sjey. – Venjingin fyri børn og ung verður eisini mána- kvøld, og ætlanin er, at venjingin bæði verður á vegunum, og á ymsum breytum runt í høvuðsstaðnum. Hetta tí, at fleiri helst koma til venjing við fjallasúkklum, sigur Gunnar. TSF hevur sett ítróttar- læraran, Evald Rasmussen, at taka sær av hesari venj- ing. Ætlanin er eisini at skipa fyri kappingum fyri børnum og ungdómi, men hesar kappingar eru ikki endaliga fastlagdar enn. Meðan tey vaksnu byrja venjingina í hesari vikuni, so byrja børnini ikki at venja fyrr enn fyrst í mai mánað. Fyrsta kappingin hjá TSF verður leygardagin 6. mai. Tá verður kappast í Sprint Triathlon og tá verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 5 kilometrar. Venjingartíðir hjá TSF: Barna/ungdómsvenjing: Mánadag kl. 19.00 Motionistar: Mánadag kl. 19.00 Elita: Týsdag kl. 19.00 Hósdag kl. 19.30 FM-kappingarnar í borðtennis eru nú lidnar á hesum sinni. Eldru deildirnar spældu í badmintonhøllini í Havn leygardagin. Úrslitini vóru hesi: Unglingar: einmansleikur: nr.1 Heini Johannessen, TÓR nr.2 Ingi Højsted, TÓR nr.3 Martin Olsen, TÒR Tvímansleikur: nr.1 Rógvi Hansen og Rókur Nielsen, TÓR nr.2 Dann Thorleifsson og Heini Johannessen, TÓR nr.3 Martin Poulsen og Rúni Nielsen, TÓR Blandaður tvímansleikur - (14-18 ár): nr.1 Tórbera Joensen, TBF og Dann Thorleifsson, TÓR nr.2 Heidi M. Hansen, OyÍF og Eyðun Jacobsen, B68 nr.3 Maria Zachariasen, Streymur og Martin Poulsen, TÓR Meðaldeild: einmansleikur: nr.1 Elias Mikkelsen, TÓR nr.2 Høgni Carlsson, TÓR nr.3 Ivan Niclasen, TÓR Tvímansleikur: nr.1 Elias Mikkelsen og Høgni Carlsson, TÓR nr.2 Ivan Niclasen og Niels Símun Johannessen, TÓR nr.3 Sverre Midjord, TBF og Wenzil Huusgaard, TÓR Kvinnur: einmansleikur: nr.1 Paula Eikhólm, Streymur nr.2 Elinborg Nygaard, TBF nr.3 Súsanna Eikhólm, Streymur Tvímansleikur: nr.1 Súsanna og Paula Eikhólm, Streymur nr.2 Elinborg Nygaard og Tórbera Joensen, TBF nr.3 Heidi M.Hansen og Eleonora Kerá, OyÍF Meistaradeild - menn: einmansleikur: nr.1 Peter Niclasen, TÓR nr.2 Eyðun Luid, TÓR nr.3 Birgir Carlsson, TÓR Tvímansleikur: nr.1 Bergur Jacobsen og Birgir Carlsson, TÓR nr.2 Eyðun Luid og Peter Niclasen, TÓR nr.3 Hans Hammer og Fríði Jensen, TBF Blandaður tvímansleikur fyri vaksin: nr.1 Elinborg Nygaard og Hans Hammer, TBF nr.2 Sunrid M.Hansen,OyÍF og Bergur Jacobsen, TÓR nr.3 Paula Eikhólm, Streymur og Birgir Carlsson, TÓR Paula Eikholm úr Streymi er føroyameistari í einmandsleiki og tvímansleiki hjá kvinnum Petur Niclasen úr Tór er føroyameistari hjá monnum Paula og Petur føroyameistarar