Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! “ Vit eiga at hava: Orð og myndir: Jan Virðing fyri aðra trúgv! — men vit eiga kortini at boða evangeliið kring heimin, sigur informatiónsskrivarin í DMS, Bering Pedersen Herfyri vitjaði informa- tiónsskrivarin DMS, Bering Pedersen í Feroy- um. Hann greiddi frá ar- beiðinum hjá DMS og vísti ein film úr India. Hevi varð at tosa við fólk frá teimum ymsu DMS- ringunum kring oyggj- arnar Tíðindablaðið Sosialurin tosaði við hann. Fyrra partin av hesi samreðu prentaðu vit í Sosialinum seinasta mánadag. 60 fólk í arbeiði Dansk Missions Selskab hevur í dag umleið 60 fólk í arbeiði í fleiri londum. Haraftrat koma nógv ung fólk, sum ókeypis gera eitt stórt arbeiði til frama fyri DMS. Uppgávan hjá hesum stovninum er fyrst of remst at boða evangeliið í menningarlondum. Har- aftrat veitir stovnurin hjálp til sjúk og fátek og stílar fyri undirvísing. Arbeiði hjá DMS verður fíggjað við privatum gávum. Samlaða rakstrarætlanin í 1983 var 16 mill. kr. Men tær truplu tíðirnar í Danmark merkj- ast eisini innan DMS, sum 1. november tørvadi 5 mill. kr. til at klåra sinar skyldur. Bering Pedersen sigur, at tað so bert er at vóna, at fólk lata stovn- inum henda pening. Hann vísir á, at feroy- ingar hava verið sera ídnir at stuðla DMS-arbeið- inum. Tí er hann sera takksamur fyri. Jesus orð — Bering Pedersen, hver er mest týdningarmikla uppgávan hjá DMS? Tað er at boða Jesus orð kring heimin. Men vit gera hetta samstundis sum vit hjálpa fólkum í eitt nú menningar- londunum. — Men hetta at boða evangeliið í einum sjar- skotnum landi sum td. India — metir tú tað vera rætt, at vit kristnu soleið- is royna at »tvinga« okk- ara trúgv niður yvir tey, sum jú hava eina heilt aðra mentan og yvirhevur liva og hugsa eðrvísi enn vit í vesturheiminum? — Hatta er ein áhuga- verdur spurningur. Eg veit væl, at vit kristnu mangan hava verid løgd undir slikt, og i åvisum førum í seguni hava kristin borið seg skeivt at m.a. við at tvinga onnur fólk til at gerast kristin. Virðing fyri eðrum trúgvandi — Men hvat viðvíkur arbeiðinum hjá DMS, so tvinga vit ongan. Annars haldi eg ikki nakað er legið í tí, at vit fara til onnur lond at boða evangeliið. Eg eri ikki alt ov fegin um, at moskeir stinga seg upp alla staðni her í Vestur- heiminum t.d. í Danmark, men eg eri tó fegin um, at vit hava eina grundlóg, sum sigur, at okkara gestaarbeiðarar skulu hava loyvi til at byggja sínar moskeir. Tað hevur nevniliga stóran týdning at hava virðing fyri eðrum religiónum. Bering Pedersen vísir annars á, at mong demini eru um, har tað eystur- lendsku religiónirnar hava fingið stórt árin á fólk í vesturheiminum. Hann sinar her m.a. til ta árin, sum hinduisman hevur havt á mong ung í Europa Uppá fyrispurning um tað at hjálpa neyð- steddum og sjúkum og at skipa fyri undirvísing hevur eins stóran týdning fyri DMS — sum tað at boða evangeliið sigur Bering Pedersen, at hesi bæði als ikki kunnu skiljast sundur. Tey ganga hond í hond. Hevuðsendamálið er at boða evangeliið. Men sam- tíðis hjálpa vit alt tað vit eru ferir fyri. — Men hví ikki kortini lata indarar og onnur fólk sjálvi sleppa at avgera, hverja trúgv tey vilja halda seg til? — Tað er júst tað vit ynskja. Men tey skulu hava meguleikan at hoyra um Jesus Kristus eisini. Annars hevur ein hinduari einki ímóti eisini at til- biðja Jesus Kristus. Tí teir hava nógvar 100 gudar. Teir halda tí okkara vera av teimum mongu. Men tað er sjálv- andi greitt, at sum kristin, so trúgva vit bert á ein gud. Bering Pedersen sigur víðari, at arbeiði hjá DMS hevur verið fólki í menn- ingarlondunum til stórt gagn. Væl negd og glað Vit prátaðu síðai um, hví fólk í t.d. India, har neyðin manga staðni er stór, altíð tykjast so væl negd og glað. Bering Pedersen: — Tann,sum hevur vitjað í India, hevur sæð, hvussu glað ell fólk eru. Hvar tú enn vendir tær, so sær tú bert blíð og brosandi andlit. Samtíðis sum ein sær, hvussu fátek og illa fyri tey mongu eru. Eg má viðganga, at vit kristnu menniskju her í vesturheiminum eiga ikki hetta natúrliga og heita smílið, sum indarin hevur. Bering Pedersen heldur fyri, at fólk í India liva meira í núinum, meðan vit í vesturheiminum liva í framtíðini, sum um vit skulu liva til ævigar tíðir. — Vit eru so bangin, vit kunnu ikki fáa nóg mikið av materiellum ágóðum, at vit alla tíðina stremba eftir meiri — og vit bera alla tíðina ótta fyri at skula missa tað vit hava. Eg trúgvi ikki, at tað er í stríðnum fyri sterri trygd, at vit missa gleðina. Bern í lítlari indiskari fiskibygd. Tey eru glað, hóast tey eru fátek fólki sum havaf (1 Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. á Bering Pedersen: — Evangeliið merkir gleðisboðskapur, men ein má ásanna, at vit kristnu eru mangan lítið glað og negd Gleðin — Men er tað tá ikki eitt sindur øvugt, at vit kristnu prædika okkara trúgv fyri t.d. indarum, sum frammanundan kanska eru negdir og fegn- ir? — Jú, hatta er helst rætt. Men eg haldi kortini ikki, at menniskju eru minni glað, tí tey hava hoyrt evangeliið. Tvertur- ímóti skuldi verið eðrvísi, tí evangeliið er jú gleði- boðskapurin. pg So orsøkin til, at vit i vesturheiminum eru so álvarssom og ónegd, er helst eisini tengd saman við sjálvum mentalitet- inum. At vit eru aðrar typur av menniskjum enn t.d. indarin. Annars haldi eg ikki, at ein persónur er sannur kristin, um hann ikki eisini í gerðum vísir tað, endar Bering Pedersen. jan