Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

So vendi hann stúkuni oddagrein FÓLKATINGSVALIÐ hevur ikki gjørt parlamentarisku støðuna í Danmark greiðari. Tað eru íkki hendar stórvegis broytingar í at- kvødubytinum tvørturum miðj- una. Hóast spádómar undan val- inum góvu konservativa flokk- inum tvífaldan av tingmannatal- inum, so minkaði henda vónin skjótt síðstu dagarnar: undan val- inum og somuleiðis var aftur- gongdin hjá socialdemokratunum heldur ikki tann stóra sum spá- menninir vildu vera við. SAMANUMTIKID er lítið broytt tvørturum politisku miðjuna. Stødugt er borgarliga stjórnin bundin av stuðli frá Radikala flokkinum og Glistrupflokkinum, t.v.s. einum ótryggum grundarlag. EIN stuðul aftrat, sum annars ikki undrar okkum, er umboðið hjá Fólkaflokkinum; hesin flokkur hevur undan hvørjum einasta fólkatingsvalið vissa veljaran um, at Fólkaflokkurin ongantíð fór at »taka lut í donskum politikki«. So skjótt valið var av og stødan i fólkatinginum tyktist at vera tann, at ein atkvøda væntadi i at fåa meiraluta, var fólkafloksumboðið spurt um stødu sína. Og fingu vit greitt at vita, at nú hevur Fólka- flokkurin „før tilfållet« vent stúk- uni og fer sjálvsagt at styðja stjórnina, »ti Fólkaflokkurin kann ikki fella eina borgarliga stjórna. ØLL talan um at taka lut í donsk- um politikki ella ikki er nú við brestin áhugaleys, tí nú eru tað onnur ting, nú er Fólkaflokkurin komin í »ta fjålgu stovuna« og nú blæsir hann upp á veljaran. SO SKJÓTT var at skifta stúku hesuferð — men nú eru tær mál- reystu „vit eru føroyingar serstøk tjéd« rødurnar eisini væl goymdar til at taka framaftur til eina aðru- ferð, tá veljarin aftur verður mettur at hava gloymt tey føgru orð og lyfti, sum vórðu svikin dagin eftir sjálvan valdagin. Tøkk og heilsan Fólkatingsvalið er av. Javnadarflokkurin rakk ikki á mál og kann bert konstatera, at eitt av virð- ismiklu amboðunum í poli- tiska arbeiðnum glapp av hondum. Men harfyri er hverki vónin ella treysti til at festa sær nýtt steði í poli- tiska stríðnum slept. Tað er tverturímóti. Vit fingu eitt stutt val- stríð undir umsteðum, sum av ymiskum orsekum voru alt annað enn flokk- inum til vildar. Innanhýs- is ótryggleiki og stríð er ikki besta grundarlagið til at fera valstríð. Veljarar javnaðarfloks- ns eiga stóra tekk uppi- borna fyri trúfesti teirra, 10ast vit megu ásannað, t tað ikki á hesum sinni ydnaðist at savna allar tkveðurnar sum annars neta javnadarstevnuna um hina hollastu fyri :kkara samfelag. Vandin fyri framman ggur nú í teim broyttu msteðunum, nú vit ikki eiga umboð á Fólkatingi og tí ikki hava meguleikan til beinleiðis ávirkan, vit annars hava havt. Haraftrat kann tað ger- ast vandamikið fyri sam- felag okkara at tað eru tveir borgarligir fólka- tingslimir, annars um hevur tilknýti til Vinstra- flokkin og hin til Kon- servativa flokkin, tveir stórir borgarligir flokkar. Meðan tilknýti til Social- demokratiska flokkin, stórsta tingbólkin, er gloppið feroyingum av hondum. Royndirnar hava altíð sýnt, at Feroyar altíð hava havt hollasta stuðul- in í socialdemokratiska flokkinum. Tað er í teim- um tíðarskeiðum, tá soci- aldemokratarnir hava sitið við stýrisvelin, at Føroyar hava merkt stórstu breðrahondina úr Danmark í uppbyggingini av feroyska vinnilívinum, sociallóggávuni o.a. Persónliga takki eg teimum mongu, sum góvu flokki okkara sína at- kveðu — og fyri tað álit tit vístu mær eisini til hetta fólkatingsvalið. Hesi 4 árini tað gjørdist mín lutur at umboða Javn- aðarflokkin í Fólkating- inum, hava verið góð og spennandi ár við einum sera åhugaverdum ar- beiðseki. Tær mongu kontaktir við erpsérer úr mongum samfelagsbólk- um og tey mongu einsteku málini sum eg á ein og annan hátt kom upp í, hava eisini gjørt hesi år til eitt fjøltåttad skeið. Sjálvsagt er tað ein um- broyting at skula sleppa hesum arbeiðseki sum mær dámdi, men tað er ein partur av politikaravirk- seminum, at tú altíð hevur óvissuna hangandi yvir hevdinum um nær tú kanst vera sagdur úr starvi — og tú skalt altíð standa búgvin til at royna av nýggjum. Í valstríððum var ágangurin serliga rætt- aður móti Javnaðarflokk- inum og einki var spart. Stutta skotbráðið gjerdi sítt til at tað ikki eydnað- ist okkum at afturvísa nóg væl teimum mongu sera ósakligu álopunum bæði frå Sambandinum og Fólkaflokkinum. Men stúkuvendanin hjá Fólkaflokkinum longu dagin eftir valið mátti opna eyguni hjá fólki um Nr. 7 — 14. januar 1984 hvussu innantóm og blødrukend Fólkafloks- propaganda í veruleik- anum er. J. Lindenskov Opið bræv til Óla Breckmann, følkatingslim úr Fólkaflokkinum: Fert tú at stuðla danskan flokk? Tú og flokkur tín segði undir valstríðnum, at um tit fingu mann valdan í fólkatingið, vildi hann standa óheftur av donsk- um partapolitikki. Tit vildu bert taka lut, har føroysk viðurskifti vórðu umredd. Hetta var ein greið steða at hava. Men tann 11. januar 1984 hevði danska út- varpið samreðu við Óla Breckmann, og segði Óli nakað soleiðis: Fólkaflokkurin hevur verið umboðaður á danska fólkatingi fyrr, ja, fram til 1973, av Hákun Djur- huus. Og segði Óli, at Hákun tá tók steðu bert í viður- skiftum sum viðvíktu Fer- oyum. Spurningurin frá út- varpsmanninum danska var so: Fólkaflokkurin er ein sjálvstýrisflokkur. Óli segði, at Fólka- flokkurin er ein liberalur sjálvstýrisflokkur. Danski útvarpsmaðurin spyr so Óla Breckmann, føroyska fólkatingslimin, valdur av fólkaflokkinum, við stevnuskrá, eingin omanfyri ella við síðina av Feroya Legtingi: vil tú styðja eina danska borgarliga stjórn? Óli Breckmann svarar, at — Tað vildi verið rímu- ligt at gjørt tað, og um tað kemur uppá tal, vil eg lata flokk mín avgera, hvat eg skal gera. Sambært danska út- varpið ídag er tað aktuelt, at Óli Breckmann, fólka- tingslimur, verður rokn- aður í parti við donsku borgarligu stjórnini. Tað vil siga, at Fólka- flokkurin í Feroyum av- ger, hvussi leingi ein donsk borgarlig stjórn verður sitandi. Hetta er beint ímóti tí, sum er fert fram og sum valt er uppá. So vita Feroya fólk tað. Men so er spurningur mín til nývalda fólkatings- lim Feroya: — Styðjar tú eina danska borgarliga stjórn. Hvussi hevði tú gjert, um tað var ein arbeiðara- stjórn, sum skuldi hava brúk fyri teim trimum norðuratlantisku mandat- unum. Sambært tað sum tú segði í danska útvarp- inum, og tað sum danska útvarpið bar sum tíðindi í dag, er tað avgerandi, at Feroya fólk fær at vita, hvar Fólkaflokkurin flýt- ur í hesari sak. Sverre Midjord Verður rækjuflotin ofrað- ur fyri at fáa ein sátt- mála við Noreg Tann sorgarleikur okkum varð fyri í Grenlandi, má ikki endurtaka seg nú við- víkjandi Svalbard. Aftaná at hava sett seg í stóra skuld við keypi av nýggjum skipum til rækjufiskiskap í Gren- landi, endaði hetta ævin- týr okkara við tí úrsliti, at vit bert hevdu gjert royndarfiskiskap fyri grenlendingar. Tað skuldi verið ein sjálvsagdur rættur, at vit hildu áfram at fiska í minsta lagi til tey skip, vit hevdu brúkt til hendan royndarfiskiskap, vóru av- skrivað. Men rækjumenn makt- aðu einki, og tann fiski- vinnupolitikkur, ið ferdur bleiv i Føroyum tá, var í trá við tað, sum hendi, so frá tí síðuni var einki annað at vænta. Fleiri av okkara monn- um sóu sær ongan møgu- leika at halda áfram við tí lítla, sum okkum varð til- lutað. Skip blivu seld av landinum; lutvíst til tað land, vit hevdu gjert royndarfiskiskap fyri; men tað var ikki nóg mikið við at taka skipini, teir fingu manningarnar eisini. Hin helvtin, sum eftir var, fór at royna aðrar leiðir, og funnu góð rækjumið við Svalbard. Vert er at hava í huga, at hendan roynd bleiv gjerd uttan stuðul úr landskass- anum; eitt undantak av tí vit kenna til. Heldur ikki hava aðrar tjóðir víst okkum á hesar leiðir. Vónin birtist aftur av nýggjum. Her hevdu vit funnið leiðir, vit hevdu loyvi at fiska á; í hvussu so er i sama mun, sum norðmenn, og var tað nakar sum skilti steðu okkara, so vóru tað teir. So frá tí síðuni varð einki annað enn gott í vænti. Eisini hevdu vit fingið eitt annað stýri her á landi, sum á fiskivinnu- økinum hevði sagt seg verja allan tann rætt, vit hevdu við onnur lond. Við hesum í huga fóru vit at umbyggja okkara rækjuskip, tí eitt vóru vit greiðir yvir, at eki, vit hevdu funnið, kravdu góð skip, serliga á vetrardegi. Men stokkut var hendan gleði okkara, tá ið vit hoyrdu, at Feroya Landsstýri hevði ofrað tann føroyska rækjuflotan fyri at fáa ein sáttmála við norðmenn í 1983. Árið 1983 er farið aftur um bak. Eitt fingu vit í hvussu er konstaterað Tann avmarking okkum var fyri hevði einki sam- band við at verja rækju- stovnin við Svalbard. Hvat skulu vit so siga við Feroya Landsstýri. Vit siga; latið okkum fáa frið. Vit hava ikki verið til byrðu hjá nekrum, hverki føroyingum, norðmonnum ella grenlendingum. Sigið tit við norðmenn, at tann feroyski rækju- maðurin ikki dugur at síggja nakað sum helst grundarlag við tí avmark- ing, sum okkum varð fyri í 1983. Krev okkara eru: Fáa tit ongan sáttmála við norðmenn uttan at ofra tann føroyska rækju- flotan (um hann er lítil), so heldur ongan sáttmála. Jóhann á Plógv