leygardagur 14. januar 1984síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 14. januar 1984 -
sjónvarpsfelagið --
Leygardagur 14. januar
15,00 Ítróttur
19,30 Teknifilmur
19,55 TV-avísin
20,25 Djórafilmur
21,15 Eldorado
22,15 90 ára feðingardagur
22,30 Ein stór familja
23,20 Marlowe
00,10 Liðugt
Sunnudagur 15. januar
15,00 75 spælir klassiskt
16,00 Gudstænasta
17,00 Liðugt
19,30 Garfield
teknifilmur
19,55 Leisners varieté
21,05 Friðdómarin í Írland 2 (6)
21,55 SK 917 hevur sett seg 2 (4)
22,30 Andakt
22,35 Lidugt
Mánadagur 16. januar
21,10 TV-avisin
Teknifilmur
Leygardagur kl. 19,30
Tom & Jerry i Baby Puss, Mickey
Mouse og Anders And o.a.
Djórafilmur
Leygardagur kl. 20,25
Tveir tikaraungar úr India vaksa
upp í eini skóg í Dalarna og á eini
oyggj í Sveríki. Teir eita Rani og
Lillan. Tveir sviar royna at hjálpa
tikaraungunum við at menna teirra
veiðuinstikt, soleiðis at teir kunnu
klára seg sjálvar, tá teir fara aftur til
India.
Eldorado
Leygardagur kl. 21,15
Hetta er ein tónleikasending við
kendum tónleikarum úr fleiri
londum. Í hesi sendingini síggja og
hoyra vit amerikonsku sangar-
innuna, Írenu Cara, sum gjerdist
heimskend við lagnum >What a feel-
ing«, ið varð gjørt til filmin Flash-
dance. Vit hoyra hana syngja enn
eitt nýtt lag, >Why me?<. Annars
síggja vit Keld og Hilda Heick
syngja »La' vær«, og Tommy
Seeback syngur »Du er den dej-
ligste«. Haraftrat syngja Los Valen-
tinos og norski sangarin J. P. West.
Hann syngur lagið »Jimmy«.
90 ára fødingardagur
Leygardagur kl. 22,15
Hetta er ein sjónvarps-sketch, sum
snýr seg um ein 90 årsfødingardag í
eini rikari familju.
Ein stor familja
Leygardagur kl. 22,30
Hesin parturin ber heitið: »Ein
frælsur maður<. Tað er Jane Amund,
sum hevur skrivað tekstin.
Stjórin, Andersen, hevur fingið
nýggjar vanar. Hann hevur m.a.
fingið yvirskegg. Samtíðis hevur
hann hitt eina fremmanda kvinnu, og
á skrivstovuni er sannur ruðulleiki.
Frk. Gramme kemur aftur til ar-
beiðis. Hon hevur verið í feriu. Nú er
hon eitt nýtt og kanska — eitt betri
menniskja.
Marlowe
Leygardagur kl. 23,20
SS
Hesin parturin av amerikonsku
sendireðini eitur >Morð í Holly-
wood<. Okkara maður, Philip
Marlowe uppdagar, at okkurt logið
er við einum sjálvmorði. Hann fer á
staðið, har hendingin er farin fram,
og har fær hann vissu fyri, at illgruni
hansara er á góðari leið. Alt bendir á,
at her hevur verið eitt morð.
Powers Boothe hevur leiklutin sum
Marlowe.
75 spæla klassiskt
Sunnudagur kl. 15,00
Vit skulu síggja og hoyra Aarhus
Symfoniorkestur í eini ynskikonsert
frá >Musikhuset< í Aarhus.
Leisners Varité
Sunnudagur kl. 19,55
Vit eru í Herlev teaterbio. Til steðar
eru artistar og solistar. Tað er kendi
danski sjónvarpsmaðurin Otto
Leisner, sum stílar fyri. M.a. vitjar
Bjørn Tidman, sum syngur ein jóla-
potpourri. Eisini luttekur Kirsten
Vaupel. Hon syngur »Pige træd var-
somt« og eitt lag úr »Tiggerstuden-
ten«. Hini, sum luttaka, eru: Vise-
Vers-bandet við John Friis, bas,
kaskaderarnir The Kalbris, artist-
urin Duo Lanka og blokkfloytuspæl-
arin Des Lane.
Friðardómarin í Írlandi 2
Sunnudagur kl. 21,05
Friðardómarin Sinclair Yeates hevur
enn ikki hitt sína trúlovaðu,
Philippu, síðani hon kom til Irland og
fyribils fekk tak yvir hevdið hja vin-
unum hjá foreldrum hennara, sir Val-
entine og Lady Knox á Aussolas
Castle.
Afturfyri at hava hjálpt Knox-
familjuni í einum sakarmáli um ein
stolnan hest verður Sinclair boðin til
døgurda hjá Knox og hittir har sína
trúlovaðu.
Aftaná døgurdamatin, har tey fáa
nógv portvín, er Sinclair sjálvur við í
einum hestatjóvarí. Hann er
óheppin, tí tað verður uppdagað, at
hann hevur luttikið í tjóvaríinum.
SK 917 landar 2 (4)
Sunnudagin kl. 21,55
Norskur kriminalfilmur. Í fyrsta
partinum doyði Riefling, stjóri, og
tað eru nógv fegin um. Tískil er orsøk
til at halda, at okkurt er ikki sum tað
skal vera. Serstakliga tí hendingin
fór fram umborð á einum jumbo-jet-
flogfari áleiðis til New York. Umborð
var eisini ein narkotikaseljari.
Vit eru umborð á flogfarinum, har
politistar eru í ferð við at kanna barr-
ina. Í filminum er kendi norski
»Fleksnes«, Rolf Wesenlund og eisini
danskir leikarar sum Lotte Tarp og
Henning Moritzen.