Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skaldið føtt mitt í verðini ella tann vegin, men tá Jens Pauli skrivar, at í valdstíð Stalins vórðu 20 milliónir av sovjettbúgvum dripnir, so er hetta ein »undirfund- Pauli ileinesen rit- hevundur hevur havt eina umfatandi framhaldsgrein í >Sosialinum< um politisk Jens viðruskifti, mest hvat viðvíkur risaveldinum Sovjettsamveldið. Hann biður fólk um ikki at doma greinareðina fyrr enn hon er at enda komin. Hóast eg ikki havi sæð endan enn, fari eg at koma við nekrum viðmerkingum, ikki einum -dómi< yvir hana. Tað er sjåldsamt í før- oyskum bleðum at lesa eina so opinskáraða og langa verjureðu fyri »frælsid« — hetta ymiskt (mis-}fataða og nýtta hug- tak, sum hevur skap alt eftir munninum sum talar. Um tað er Harrin ella tæn- arin, kúgarin ella tann kúgaði, peningamaðurin ella tann fátæki, Associa- ted Press ella Novosti, Jens Pauli Heinesen ella Óli = Breckmann ella Arbeiðið, Framin ella Dimmalætting og so kanska onkur Boðberi. Ein tjóð, sum dagliga verður grýtt undir við heilum og hálvum lygnum um heimsins viðurskifti og hugmyndafreðisliga hurlivasa, má vera ótrú- liga sterk fyri ikki at gerast í erviti. Hugtekini skifta týdning sum vind- urin blæsir, eitt orð sum ikki hevur minst fimm mótsigandi merkingar, má sigast at vera ótrúliga væl sloppið í okkara samfel- agi. Ikki minst orð og hug- tek sum »frælsi«, >fólka- rædi«, »sosialisma«, »kommunisma«, »libera- lisma«, og — íkki at gloyma — hvat ið er »føroyskt« og hvat ið er okkum »fremmant«. At vit øll og allar hugsanir okkara hverki og bæði, eru fremmandar og føroyskar, og eins, og ymiskar, samstundis, dettur fáum íhug. Hvar er hin upprunaligi upprunin? Tá so ein maður sum Jens Pauli ætlar at rembast mitt í ellum hesum lygna- roki, so ræður um at ansa sær, vera varin ikki at verða undirkavadur og koma til somu niðursteður sum aðrir lygnarar, tí ein niðursteða má hava ein sannleika sum grundarlag um ikki korthúsið skal rapa hjá sjálvum tí mest væl meinandi sannleiks- profetinum. Tað ræður um at spyrja seg sálvan aftaná hvenn setning: hvaðani havi eg hasar upplýsingarnar? Og: er tann keldan nú so ålit- andi? Hverjum endamáli tænir hon — og hvat er mítt endamál samanborið við tað? Ikki fari eg at gjøgnum- ganga greinarød Jens Paula, men eitt demi skal nevnast. Ikki eri eg »stalinistur« nakad igur« sannleiki at koma vid. Tad er rætt, at minst 20 milliónir løgdu liv til á vigvøllinum har eysturi, i stríðnum móti nazist- unum, og vit hava ikki minst hesum milliónum fyri at takka, at gongdin í stríðnum varð sum hon var. Hetta er ein seguligur sannleiki — men er tað ætlanin hjá Jens Paula at fáa tað fram, at Stalin og stýri hansara myrdu 20 milliónir, so stúrsar man við, og má spyrja hvaðani hann hevur hesi tel og hesar upplýsingar. Ella er tað ein hugsunnarháttur líkur tí, sum ein ávísur Ó.B. kom við, tá hann ákærdi Mao fyri at kúga 900 milliónir av kinesar- um? (Ein óferur kúgari, hann Mao!). Bert ein sovorðin hálv- gjørd leysasøga kann fáa lesaran at leggja blaðið frá sær og »døma« alla greina- reðina áðrenn hon er lisin. Og tað man neyvan vera ætlanin hjá Jens Paula. Tíverri er alt ov mikið av slíkum gitingum, hálvum sannleikum og hugsanar- hýsum í greinini. Jens Pauli hevur tó fingið varhuga av at »kommunisma« og »sosia- lisma« ikki er einstydandi vid at vera i lummanum å Sovjettsamveldinum og áskoðanum haðani. Millum annað tekur hann fram nógvar vinstrasinn- aðar hevundar og politik- arar, sum ikki halda Sovjettsamveldið vera sosialistiskt, tíansheldur kommunistiskt. Um Jens Pauli telur seg millum slíkar, so er hann komin nekur ljósár fram um flestu fjølmidlar og skriv- andi feroyingar. Tí, líka mikið hvussu ofta, og nógv, vinstrasinnaðir, sosialistar, kommunistar ella hvat hesi nevnast, undirstrika, at tey íkki taka undir við stýrinum í Kreml og tess hugmynd- um, so er tað sum at sletta vatn á gás, bæði tá vit tosa við »borgaraligar« og »javnadarfolk«. Her skal undirstrikast, at hvørki leidarar ella onnur i Sovjett ella samsintum ríkjum nakrantid hava nevnt samfelag teirra >kommunistiskt<. Tað eru bert vesturlendskar, ser- liga amerikanskar tíðinda- keldur, sum í teirra hug- myndafreðisligu fávitsku og vantandi evni til at skilja millum hugtek, hava funnið uppá at nevna hesi lond »kommunis- tisk«. Enska styttingin »U.S.S.R.« til demis, merkir >Union of Soviet Socialistic Republics<, og tíðindablaðið til dømis eitur »kommu- nistaflokkurin< i Eystur- tyskalandi als ikki »kommunistaflokkur« adrastadni enn vestanfyri, men »Sozialistische Ein- heitspartei Deutsch- lands«, og soleidis kundi ein hildið áfram, ikki minst fyri at royna at læra Sosialin eitt sindur um sosialismu- og kommu- nismu-hugtekini, sum hann sum letuvinnings- sinnaður má svimja mill- urn. At menn so, hinvegin, ivast um tað yvirhevur finst nakað spor av sosia- lismu í hesum londum, er annað mál. Fyri flestallar sosialistar vestanfyri er sosialismu-hugtakid so nær knýtt frælsishugtak- inum, at hesi bæði neyvan kunnu hugsast uttan hvert annað. Her hugsi eg ikki um >frælsia til at kúga og snýta hvenn annan ella frælsi til at gera innrásir í minni ment lond fyri at verja »frælsid« — hetta kenna vit bæði eystan- og vestanífrá. Og hvat hugtakinum »kommunisma« viðvíkur, so má undirstrikast, at her er talan um ein »ideellan«, »utopiskan« ella tilhugs- adan samfelagsform, sum er eitt hugsad framhald av sosialismuni, og kommu- nistiskt samfeløg eru ikki til i heiminum i dag. Vit kunnu harafturímóti tala um eina andsteðu millum monopol-kapitalistisk lond (USA) og ríkis-kapitalis- tisk (Sovjettsamveldið). Annað av hesum londum sigur seg verja »frælsid«, og hitt »sosia- lismuna«. Til tess at verja hesi bæði hvert fyri seg sigst vera neyðugt at kúga onnur og beita vápn- um. Aðalhugsanin, heim- spekin aftanfyri heims- politikkin, er, at kúgan av eðrum er neyðug fyri »frælsi«, Ofrælsi er neyðugt fyri »sosialismu«, og fleiri og fleiri vápn eru neyðug fyri »fridi«. Ein slíkur logikkur hevði á einum sinnissjúkrahúsi elvt til onkra áhugaverda diagnosu. Spurningurin í dag er ofta um ikki tey, vit halda innanfyri múrarnar eru sterri logikarar, og teir sum sita við valdið eru meira »hættislig fyri seg sjálvan og onnur< enn nakar annar. Eg veit ikki rættiliga hvussu ofta kenir menn siga at núverandi vápna- goymslurnar kunnu sprongja heimin í luftina. Men tað kann eisini vera líka mikið, allur fornuftur sigur mær at hann bert kann sprongjast eina ferð. So er segan úti, og harvið alt skeldarí um hver ið er mest, sosialistiskur, fræls- issinnaður, kristin, kommunistiskur og so alt tað. Tað er aðalmálið í dag. Nógv stríð og long tíð skal til fyri at byggja sam- felog upp, tey veri seg kapitalistisk ella sosialis- tisk. Bert við at nema við ein knapp. ella bert vegna tekniskt óhapp í einum EDV-tóli hjá hernaðar- gredingunum kann all talan um »samfeløg« ruddast burtur. Hava ikki oll fólk so ein felags fígginda, líka mikið hvat tey siga seg at vera, ella vera segd at vera? Skvatl PS. Til Høgna av Heiði: Um tú metir tað vera eina fortreyt fyri at skriva og tala um Sovjettsamveldið, at viðkomandi hevur verið har, sæð, sovjettiskt sjón- Nr. 8 — 17. januar 1984 varp o.s.fr., so skuldi fáur foroyingur verið mælandi um uttanríkismál. Hevur tú verið í El Salvador, Vietnam, Pól- andi, Suðurafrika osfr.? Um ikki — loyvir tú tær so ikki at koma við hugs- anum um Viegnam kríggið, støduna í Suður- afrika osv? Eg spyrji bara. Er sosialisman í tráð við bibliuna? Æraði blaðstjóri tá tað er skrivifrælsi, verða tygum biðin um at seta hetta í blað tygara. Tað verður sent til Dagblaðið, 14. sep- tember og Sosialin. Svarið til yvirskriftina er kort og greitt nei, tvert- urímóti. Tann sokallaða sosia- listiska hugsjónin bleiv framsett av Karl Marx. Ein maður sum var ein guðsavnoktari. Tá nú hesin maður, Karl Marx avnoktaði Guð í sínum hugsjónum, man tað so vera Guð, sum hevur væl- signað hann við hesum sosialu hugsjónum? Svar- ið gevur seg sjálvt. Og fruktirnar av hesi hugsjón eru jú sjónligar. Fyri tað fyrsta, kollvelt- ingin í Russlandi. Morð, deyði líðing fyri milliónir av menniskjum, fyri sosia- lismuna ksuld. Nevn sum Lenin, Stalin, Sibiria og ikki minst líðing teirra kristnu. Síðan National- sosialisman í Týsklandi. Millum annað 6 milliónir jedar, eg nýtist ikki at siga meir. Sosialistman kollveltir = Kina. Meir líðing og dráp, og kristni boðan og trúgv verður bannað. Albanien, Ungarn, Eysturtýskland, Tjekko- slovakii o.s.v. Sosialisman tekur rædid og bannar kristindóm. Og soleiðis er Sosia- lisman farin, sum ein oyð- andi eldur um nærsagt allan Heimin í Navnmi frælsi, javna og brødralag, Uppreistur, kríggj deyði, neyð og líðing. Er tað kristindómur. Stop siga tit, vit dansk- føroysku sosialistar eru kristnir. Jú, eg ivist ikki í, at tit eru kristnir, tá tit siga tað, men tit eru villleiddir. Idelogiin, sum tit byggja å, er skapt av einum guðshatara. Tað skuldi verið nokk fyri ein hvønn kristnan at steðga á og hugsa seg um. Tað ljóðar jú ógvuliga kristiligt: Frælsi, javn- aður og breðralag, og flokkur = teirra minni mentu. Men tá ein veit, hver Karl Marx var, so undrar tað ikki, at poli- tikkurin stríðir móti Bíbli- uni. Tað fyrsta rakstrarróp sosialismuna er at stempla vissar medborg- arar sum mótsteðumenn, hesir, næsti okkara, hava fingið eitt eyknevni, sum er niðursetandi, fúlt og ljótt í útlegging sosialism- una. Navnið er kapitalist. Hesir medborgarar og næsti okkara hava mær vitandi einki brotsverk gjørt. Guð vælsignar teir, sum hann vælsignar okkum øll. Teimum hevur hann so givið pening ella ognir. Eg kann bara vísa til 9 og 10 boð í skriftini um ikki at girnast hús ella fæ næsta tíns. Vit trúgvandi vita, at Guð vælsignar okkum all fyrst og fremst við Gleði- boðskapinum um Jesus og annars við nógvum tími- ligum vælsignilsum, væl- standi, góðari heilsu og evnir. Men so merkiligt tað ljóðar, eisini gjøgnum roynslur, mótganga, sjúku og fátækrademi. Vit vita frá millum annað Paulusi, hvussu ríkt hann var vælsignaður, hvussu hann takkaði Guði mitt í allar neyð og forfylging. Feroyingar vita, at á einum skipi er ein skipari, orðið lýsir seg sjálvt. Og soleiðis er alt í lívinum fyriskipað. Taðp er ein, sum er settur hægst, at ráða og stýra, og hini skulu vera honum lýðin og undirgivin. Hetta sigur eisini biblian, men ikki sosialisman. Sosialisman mælir til at leggja press á tann ráð- andi og diktera honum, hvat hann eigur at gera við sítt virki. Politikkurin um instu- sjónir av øllum handa slag eigur bert at verða ein neyðloysn, og er annars forkastiligur. Í hesum sama sambandi vil eg nevna kravi um javnstill- ing millum mann og kvinnu, sum er í stríð við tað, Bíblian lærir. Heimið, har mamman og kvinnan var tann nátúrligi miðdepilin fyri alla familjuna. Har bern, abbi og omma og tey, sum vóru brekað, fingu eina kærliga umsorgan. Hvar kvinnan hevði sína natúr- ligu uppgávu og arbeiði... Hetta heimið, hvar er tað í dag? Tað er oyði? Bernini eru á veggu- stovu, tey gomlu á ellis- heimi og tey brekaðu á rektarheimi. Og mamman er hon longur mamma? Hon er pressa út á arbeiðs- plássið. Hon skal gera sama arbeiði sum mað- urin, krevja sama avgerð- arrætt og myndugleika sum hann. Hóast tað stendur í Skriftini, at maðurin er hevur kvinn- una og at hon skal vera honum lýðin. Tit kunnu eisini lesa 1 kor. 14.34, sum umtalar stødu kvinn- unar í einum eðrum sam- bandi, men sum peikar á tað sama. Eg kundi uttan iva hildið fram, men tað verður ov drúfert hesa- ferð. Saman um tikið: sosialisman er ikki í tráð við Bíbliuna. egna skip ella Jákup Vang