týsdagur 17. januar 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
89
på
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál? 2»
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
i
Åskodarnir til barnasjonleikin:
gjørt uttan meirkostnad fyri lysaran.
Umaf tur...umaftur...umaftur
Hetta vóru fagnaðarrópini leikarnir í barnasjónleikinum Pinocchio fingu frá bern-
unum í salinum, tá teir eftir væleydnað spæl komu á pallin
Leikurin byrjar á snikkara-
verkstaðnum hjá Gepetto
(Páll Danielsen) — ein
eldri m aður, sum kennir
seg so einsamallan, at
hann tosar við dukkurnar
hann hevur á verkstaðn-
um. Tær hava allar navn
og Gepetto spyr tær um
eitthvert og svarar
sjálvur aftur
Fiori, greivinna, hevur
bílagt eina dukku frá
Gepetto, sum hann júst er
um at verða liðugur við.
Náttina fyri, at greivinnan
kemur eftir dukkuni,
vitjar góða álvagentan á
verkstaðnum og gandar
trædukkuna um til ein
rættan drong.
Gepetto verður so fegin
um trædukkuna, at hann
henni navnið
Pinocchio og ger av at
taka drongin til sín, sum
sín egna son.
Tað er Páll Danielsen,
sum hevur leiklutin sum
Gepetto, og hann leggur
grundarlagið fyri allan
leikin, við sínum framúr-
skarandi spæli sum tann
heldur legni, einsamallir
eldri maðurin.
Flest ell kenna seguna
um Pinocchio, so tað
nýtist ikki at fara út í æsir
við segugongdini.
Tað er Kári Øster, sum
hevur sett sjónleikin
Pinocchio upp á pall í
Sjónleikarhúsinum, og
Oskar Hermansen hevur
umsett úr svenskum eftir
handriti hjá Staffan Gøte-
stan og Peter Flack.
Óteljandi = eru týð-
ingarnar um trædukkuna,
sum reypaði ov nógv og
fekk langa nes, — bæði
gevur
sum sangleik, sjónleik,
teknifilm, umframt
útgávur í bókum og
blødum.
I umrøduni av leikinum
Pinocchio fingu vit at
vita, at hetta var søgu- og
sangleikur, men her hava
verið trupulleikar av at
fáa tónleikin innspældan.
Um tað er orsekin til at
sangframferslurnar at
kalla duttu heilt niðurfyri,
skal verða ósagt. Tað skal
tó ikki dyljast, at leikarnir
helst lítla ella onga sang-
venjing hava fingið, og at
eingin av songframfersl-
unum vóru so góðar, at
tær ikki kundu verið
koyrdar heilt burtur.
Eftir míni meting, so
fyltu leikarnir so væl út
hvenn leikpart sær, at
óneyðugt var við hesi
»fyllu«.
Hesin Pinocchio, sum
nú er settur á pall i Sjón-
leikarhúsinum, hevur ein
nútímans dám yvir sær,
sum als ikki altíð er lættur
at skilja hjá børnum, men
tíðir skifta og siðir broyt-
soleiðis í Sveríki
eins og í Feroyum, men
síggja ikki menning teirra
á hesum eki kann metast
við bernini í Sveríki ella
aðrastaðni.
Men persónarnir í ævin-
týrinum og í hesum leik-
inum eru tó teir somu. Vit
síggja Gepetto snikkara-
meistara (Páll Danielsen)
Pinocchio (Kári Jacobsen)
AS, —
Von Fox, revur (Regin
Hansen) James, kattur
(Gundur Mortensen)
Stromboli, leikhússtjóri
(Jógvan Salomon Joensen)
Alvagentuna (Anni Arge
Jacobsen) og bjernina,
gyklaran, dansigentuna
og Fiori greivinna, sum
Katarina Nolsøe, Oluffa
Klein Olsen og Kristina S.
Hansen. Hesi myndaðu
pallin, tá ævintýrið um
trædukkuna, sum skuldi
gjøgnum so nógvar ræðu-
ligar hendingar, áðrenn
hann gjerdist rættur
drongur.
Pinocchio — eins og all
onnur bern, noyðast at
læra av sínum uppliv-
ingum, um tað sum var
rætt og skeivt og hvussu
ein verður góður og djarv-
ur. Av barnaáskoðara-
fjøldini i salinum var
greitt, at hon ikki altíð var
samd við tað leikarnir
gjørdu á pallinum.
Tá Pinocchio vil sleppa
heim aftur til pápa sín
Gepetto, og Stromboli,
leikstjóri, ið hevur rænt
hann, sigur nei, tá svaraði
ein lítil áskoðari...Jú!
Og soleiðis fór leikur
fram. Tilkomni áskoðarin
hevur helst gloymt
hvussu eitt rætt ævintýr
skal upplivast, við freði,
bangilsi, spenningi og at
enda í forloysingini at alt
endaði soleiðis sum tað
eigur á besta ævintýra-
hátt, var hugtakandi og
kendist rættuliga livandi í
Sjónleikarhúsinum.
Bernini bóru seg at á
einasta hátt, sum tey
kendu.
Tey fóru at rópa... um-
aftur, umaftur, umaftur.
Tá hugsaði tú, at hetta
var mest natúrligi háttur
Ein boðskapur er eisini í sjónleikinum Pinocchio, men hann haldi eg ikki at børn
okkara skilja rættiliga. Tað snýr seg um at verða góður, óndur, djarvur o.s.fr. Eisini
kemur samfelagsliga haftið, at verða stýrdur í trægrum, fram í leikinum, men heldur
ikki hetta gav smáu áskoðarunum hug at geva seg til kennis.
Her gandar góða álvagentan trædukkuna, so hon verður ein rættur drongur, ið fær
navnið Pinocchio. Á myndini Pinocchio (Kári Jacobsen) og álvagentan (Anni A.
Jacobsen)
hjá barnum at fagna leik-
arunum aftnaá frálíka
uppliving.
Tey eru helst meira von
at fara til tónleikafram-
førslur, har tað er vanligt
at rópa, umaftur.
Hugnaletan í sjónleikar-
húsinum var eisini Kára
og Jóannes S. Hansen fyri
at takka við framúrskar-
andi pallsmíðinum. Tað
var serstakliga væl frá-
farið og talaði til barnsliga
hugflogið.
Í summum førum var
ljósferslan, sum Kári,
Frank D. Jacobsen og
Gundur hevdu skipað,
heldur tilvildarlig, men
kortini, so nógv fór fram á
pallinum, at tað af:aná
altíð kom okkurt annað,
sum hugtók áskoðaran.
Skuldi nakað verið sagt
um innihaldið, so sýntist
tað heldur legið, at álva-
gentan var gjerd til anti-
álvu.
Hon var so klumbrut, at
hon datt um seg sjálvan,
tá hon kom á pallin, og lá
skerflet, áðrenn hon kundi
fara undir tað, sum var
leiklutur hennara. Anni
Arge Jacobsen var ålva-
gentan, men hon hevur tó
víst leikkynstur sítt áður.
Hennara leiklutur hesa-
ferð var ikki lættur at
greiða.
Regin Hansen (Fox
revur) og Gundur Morten
sen (James kattur) fingu
rættuliga áskoðarnir viðs
ær, tá teir komu á pallin.
Fox, revur kallaði kattin
James so sum tað stavast
her.
James rættaði hverja
ferðina til Djeyms og tað
er altíð skemtiligt fyri
børn, tá orð verða upp-
afturtikin — ongantíð ov
ofta. Tá revurin og katt-
urin síðan fingu aðrar leik-
lutir har katturin fekk
navnið Alice og revur
úttalaði so sum skrivað,
rættaði katturin til ALIS
og tað uppaftur meira
skemtiligt.
Stromboli, leikhússtjóri
(Jógvan S. Joensen) var
eisini hugtakandi, dukku-
forarin, og væl fyldu
Óli í Áarstovu
wil Á |
Góð figgjarlig útlit
hjá > postverkinum.
Jogvan Sundstein
ætlar at taka kapp-
ingina upp vid Ola —
og senda 3000
jólakort út...
*
Sambært Dimma-
lætting var tað bert
óveður hjá sam-
bandsfólkum valdag-
Nú skilji eg betur, hví
so nógv í Hoydelum
varldu Óla B....
Og eg sum trúði, at
tað bara var Zakarias
Wang sum var ein
vingluskeltur...
*
— Vit blanda okkum
ikki upp í danskan
politikk, segði Folka-
flokkurin, og lovaði
Schlúter-stjórnini stu-
ðul...
bjørnin (Katarina Nolsøe)
Harlekin (Kristina S.
Hansen) og Kolumbine
(Oluffa Klein Olsen) við í
tí, sum ferarin vildi hava
tær at gera.
Hóast hetta er barna
ævintýraleikur, sum fyrst
og fremst bern kunnu
hava gleði av, so er tað av-
gjørt ein uppliving fyri til-
komin, at fara í Sjónleikar-
húsið at síggja Pinocchio
— ikki minst fyri at hoyra
aftursvarini úr salinum,
har bernini luttaka aktivt.
Eingin ivi um, at tú fært
eina hugnaliga letu.
Slíkur leikur sum hesin
átti at komið sterri barna-
fjøld til góðar enn bert
børnum í Havn. Her er tó
ein leikur, sum Sjónleikar-
húsið avgjert kundi roynt
sum ferðasýning.
Dagny Joensen