Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 21. januar 1984 UTSØLA byrjar mánadagin 23. januar kl. 8,30 Maskintógv 100% akryl — 50 gr. Nátúrtógv 100% ull — 100 gr. hespa Bummulstógv 15,00 4,75 50 gr. noður Sikina 100% akryl — fleiri litir vani. prisur 15,25 Heklitógv 50 gr. noður Hosutógv 100 gr. hespa Gonore: 6,95 8,00 9,00 15, Tógvhandilin IGLOO, Velourtógv vani. prisur 22,75 v/ glitri 28,50 Tweed Perle Vanl. prisur 21,75 Fleiri litir + 19,00 + 18,00 Madella 22,00 + 12,00 LOPI 1 tráð — 100 % ull 50 gr. 9,00 Petite Mohair 19,50 Vit hava eisini fleiri onnur góð tilboð av tógvi, hosum og øðrum. Vit lata 10% av broderíum, meðan utsølan er. Landavegur 2, Tórshavn, tlf. 15264 Til lækna skjótast Tað er av stersta týdn- ingi, at ell, sum halda seg meguliga vera smittað við gonore, venda sær til lækna sum skjótast, so sjúkan kann verða útihýst ella vidgjørd. Verdur hetta gjørt, koma vit i Føroyum bert at hava eitt litil tal av gonoresjúklingum, sigur landslæknin í seinnu grein síni um kynsjúkuna gonore. I 1983 vóru 60 til- burðir. Nógv fleiri enn árið fyri. Fyrra greinin um gonore var í blaðnum týsdagin 17. januar. Gonore hjá kvinnum Sum nevnt vita helvtin av teimum kvinnum, ið verða smittaðar við gonore, ikki av, at tær ganga við sjúk- uni. Kvinnur eru tí ofta sjúkar í longri tíð, áðrenn tær verða viðgjerdar, og av hesi orsek gerst vandin hjá teimum fyri tilslog (komplikatiónir) sterri. Sjúkan hjá kvinnuni verður ofta ikki staðfest, fyrr enn hon verður givin upp sum kynsligt sam- band hjá einum smitt- aðum manni. Tá sjúkueyðkenni eru, gera tey vanliga minni um seg enn hjá monnum. Sviði í samband við at vatna sær og eitt sindur av floti frá móðurskeiðini koma fyri. Gonore hjá kvinnum kann breiða seg til egg- gernina (eggjaleiðaran). Vanligastu sjúkueyðkenni eru tá fepur og pína eðru- megin í búkinum. Kemur gonore í báðar egggarn- arnar, kann úrslitið ger- ast, at kvinnan seinni ikki kann fáa bern, gerst lívs- ser (steril). Kvinnur kunnu eisini fáa gonore í baktarmin og — eins væl og menn — í munnin. Av og á kunnu kvinnur og menn fáa blóðeitran, bruna í liðir og aðrastaðir orsakað av gonore. Sjúkuavgerðin Sjúkan gonore verður staðfest við kanning hjá lækna av floti frá vatn- ræsismunna (og hjá kvinn- um eisini lívmóðurmunna) undir sjóneyku ella við dyrking frá vatnræsis- munnanum og meguliga aðra-staðir, ið verður tikin á ein sonevndan kolpotu- pinn, ið læknin sendir til kanningar á rannsóknar- stovuni. Til tess at kanna eftir um tekin eru til tilslog, verða harumframt hjá- eista og bleðruhálskertil vanliga eftirkannaði hjá monnum og lívmóðir og egggern hjá kvinnum. Rættindi sjúklings- ins Sambært lógina um kyn- sjúkur í Feroyum hevur ein og hver uttan mun til bústað og fíggjarorku rætt til ókeypis kanning fyri og viðgerð av kyn- sjúku hjá kommunulækna ella landslæknanum. Skyldur sjúklings- ins Fólk, ið vita ella hava orsek til at halda, at tey hava eina kynsjúku, hava skyldu til at lata seg kanna og meguliga við- gera fyri sjúkuna hjá lækna. Somuleiðis hava fólk skyldu til at siga læknanum navn sítt, yrki og bústað, eins og tey skulu geva upplýsingar um, hver kann hava smitt- að tey, og hverji tey kunnu hava smittað. Aður er nevnt, at ein stórur partur av fólki við gonore ikki vita, at tey hava sjúk- una, av tí at tey einki kenna til hana. Tað er tí sera umráðandi at fáa greiðu á, hvaðani smittan stavar, so øll við sjúkuni — eisini tey, ið ikki vita, at tey eru sjúk — verða kannað og viðgjord. Læknin hevur tagnar- skyldu. Viðgerð av gonore Hjá fólki, ið ikki eru ovur- viðkvom (allergisk) móti penicillini, er besta við- gerðin at geva penicillin. Í dag er vanliga við- gerðin at geva eitt serliga slag av penicillin (pivam- picillin) sum tablettir. Givnar verða vanliga 4 tablettir samstundis, av tí at tað er týdningarmikið við sjúkuni gonore, at styrkin av penicillin í blóð- inum verður nóg heg eitt styttri skifti. Harafturat verður eitt serligt evni — probenecid — eisini givið at taka inn. Hetta evnið tarnar urskiljingini av penicillini gjøgnum nýr- uni. Við vanligari gonore verður hendan viðgerð givin bert eina ferð. Eru tilsløg, eitt nú gonore í hjáeistum ella egggørnum (eggjaleid- arum), er vanligt at endur- taka nevndu vidgerå eina- ferð um samdøgrid í 5 ella 6 samdøgur. Summir læknar geva viðgerð vid penicillin sum innspræning fyri gonore. Folk, id ikki tola peni- cillin, kunna verda grødd vid ødrum heilivågi. Restir av ymiskum slagi til 1/2 pris Vert er at endurtaka, at tad er av størsta tydningi, atøll, i3 halda seg møgu- liga vera smittadi vid gonore, venda sær til lækna sum skjøtast til kanningar, so sjåkan kann verða útihýst ella við- gjørd. Verður hetta gjert, koma vit her í Føroyum framyvir bert at hava eitt lítið tal av gonore árliga. Lat okkum at enda gera vart við royndir í Dan- mark, ið benda á, at um tú hevur kynsligt samband við einum nýggjum persóni á tínum arbeiðs- plássi, millum kenningar ella tílíkt, er vandin fyri at fáa gonore umleið 5%. Og snýr tað seg um ein fyri tær púra ókendan persón, er vandin umleið 25%. Hóast hesi tel kanska ikki eru tey somu í Fer- oyum, eiga tey kortini at verða havd í huga.