leygardagur 21. januar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
At seta eina æru í sín skendsul
TEY FLESTU, tað veri seg fólk ella
flokkar, royna at beta um síni møgu
ligu brek, royna at rætta síni mistøk
heldur enn at endurtaka tey. Eitt
undantak í so máta er hin føroyski
fólkaflokkurin (fyrr radikalt, nú
moderat sjálvstýri).
SUM ØLLUM tilkomnum kunnugt,
hevur hesin flokkur eina flekkuta
fortíð. Leiklutur flokksins í fýrati-
árunum er væl og virðiliga lýstur í
»Reydubék« og henda bók er sum
kunnugt eingin tespiligur lesndur hjá
vanligur hampafólki
REYÐABÓK er ein lýsing av Sjóvinnu
bankamálinum og leikluti fólkaflokks
oddafiskana í bankagøluni. Hesin
leiklutur er av slíkum slagi, at ein og
hver við eitt sindur av virðing fyri log
og rætti, siði og sømiligheit, hevði
tagt og latið fortíðina ligið í frið.
Soleiðis er ikki við fólkaflokkinum.
Mótsett øllum ødrum flokkum hevur
hann sett eina æru í sín skendsii!
VID LYGNUM, reingingum og
umskrivingum av seguni hevur
Dagblaðið nú í fleiri ár dyrkað flekk-
utu fortíð fólkaflokksins. Og um
krúnu á verkinum hevur hesin flokkur
sett ein mann við ikki minni flekkutari
fortíð til stavnamann. Maðurin, sum í
rættinum á sinni legði fram falsaði
skjal, sum hann hevði brúk í royndum
sínum at reka ein starvsfelaga úr
starvi, varð av fólkaflokkinum settur á
odda fyri løgtingsins grannskoðara-
nevnd, løgtingsins skúlanevnd,
flokksins málgagni og nú at enda varð
hann lentur við fólkatingssessinum
og gjørdur til flokksins høvudsålitp
Hampamaðurin, Sundstein, ið vera
skuldi, fekk vátan vettin frá velj-
arunum, sum hann hevur fingið hann
frá tingbólkinum dag og dagliga nú í
eini tvey ár! Henda gongd, sum her er
lýst, sigur alt um fólkaflokkin! Aftur at
er bert at leggja, at hesin flokkur, sum
hevur sett lygnina, útspillingina og
politiska yvirgangsvirksemið í
hásætið, hevur valt sær javnaðar
flokkin sum aðalfígginda.
HETTA KUNNU javnaðarfólk bert
fegnast um. Hetta kann bert merkja,
at vit eru á rættari leið, hóast tann
fyribils ósigur, okkum var fyri tann 10.
januar. Tað er hóast alt betri fyri sál og
likam at tapa og varðveita sína somu
ligheit og sjálvsvirðing enn at vinna
við teimum skitnu vápnum, sum
fólkaflokkurin hevur brúkt ímóti
okkum tey seinastu árini og sum
vórðu b rúkt út um alt mark upp undir
fólkatingsvalið.
ALT HETTA, sum her er sagt um fólka-
flokkin, kann ongan javnaðarmann
undra — vit kenna muruna aftur frá
fyratiårunum! Tað, sum harafturímóti
kann undra okkum eitt sindur, er, at
Dagblaðið og harvið fólkaflokkurin
framvegis meta sum givið, at ein sam-
gonga millum fólkaflokkin og javn-
aðarflokkin aftan á næsta val er tað
natúrligasta ting av verðini. Hetta
kallast at selja skinnið, áður enn bjørn-
in er skotin. Fólkaflokkurin hevur
sjálvur við Óla Breckmann á odda sett
seg uttast úti undir høgru væðing og
verður í framtíðini at finna sær sínar
samgongupartnarar í tí andligu, poli-
tisku og moralsku suggu, sum henda
væðing allar dagar hevur verið.
Fólkaflokkurin til skaða
fyri Vag
Tann nýggi leiðarin í
Fólkaflokkinum, Óli
Breckmann, hóreiggjar
sær egiliga aftan á »val-
Vági. Fólka-
flokkurin gekk 400% fram
her suðuri hann
sigursælur.
Tað skerst ikki burt, at
ein munandi framgongd
var í tølum, hóast øll her
vita, at atkvødurnar eru
låntar«. Teir um tað.
sionirine {
sigurin< 1
ropar
Lat meg heldur koma til
sakina. Henda skriving
fe meg at hugsa um
NVUSSU væl Fl »ikaflokk-
urin hevur roynst Vágs
býi og einum av okkara
bestu og tryggastu
arbeidsplåssum
Eg hugsi sjålvandi um
skipasmidjuna. Nu er av
ålvara vid at ganga fram-
eftir hjá hesum virki. Stór-
ar ætlanir eru klárar og
eydnast tær, verða nógv
nýggj arbeiðspláss skapt.
Alt málið um Skipa-
smiðjuna her í Vági var
fyri á legtingi í seinastu
tingsetu. Tingið skuldi
samtykkja stuðul og veð-
hald
Hvat gjørdi fólkaflokk-
urin, tá atkveðast skuldi?
Hvat gjerdi tann so-
kallaði stavnamaðurin, tá
atkveðast skuldi?
Oli Breckmann sat niðri
og við honum fleiri aðrir
úr Fólkaflokkinum og
samgonguni millum aðrar
Hilmar Kass
Harafturímóti bjargaðu
javnaðarmenn og Ove
Mikkelsen skipasmiðjuni
hjá A/s J. Dahl, Gerðum í
Vági.
Frá tingmonnum havi
eg frætt fyri vist, at á
áhoyrarapallinum sótu
harrarnir hjá Ola í Havn
fyri at vita, um hann
makkaði rætt. Tað gjørdi
hann hann royndi at
fella og drepa eitt arbeiðs-
pláss her í bygdini, meðan
javnaðarmenn bjargaðu
ti. Hetta er próvfast og
kann prógvast við løg-
tingsins gerðabók.
Vágbingar gloymið ikki
hetta, tá fólkaflokksmenn
næstu ferð koma at biðja
um tykkara stemmur!
Vágbingur
Ein skuldi næstan trúð, at
Óli Breckmann einsa-
mallur hevði smíðað fólka-
flokslistan til fólkatings-
valið, so væl passar hann í
ætlanina hjá hegrakongi
fólkafloksins, at verða
einaráðandi. Fólkatings-
valið var av sonnum eitt
veldugt stig til høgru! Tað
hevur eydnast hesum
harðrenda bólki í Fólka-
flokkinum at trýsta teirra
moderata (men hesi sein-
astu árini alt ov »jånkas-
liga«) formann út í myrkr-
ið.
Ein so frægur maður
sum Olaf Olsen, men eisini
Jógvan við Keldu, er —
kanska uttan teirra egna
vilja — vorðnir lyklafigur-
ar í strategi Breckmanns
og co. at slakta floksfor-
mannin. Hesir áttu eftir
fleiri ár í foroyskum poli-
tikki at duga betri at
telva. Høvdu teir bert sæð
ein einasta fram
hevði kongur teirra ikki
staðið skák mát í dag.
leik
Eysturoyingar
lumpaðir
Í Eysturoynni var tað alt
umráðandi, at fáa Olaf
Olsen á listan, men allar-
best um júst hetta val-
demið varð umboðað við
heili tveimum valevnum.
Tá skuldi tað verið heilt
vist, at hetta fyrrverandi
og kanska mest týðandi
valdømid hjá Sundstein
ikki fór at geva honum
nakrar atkveður av týdn-
ingi.
Hetta snipálop
eydnaðist so væl, at eingin
varnaðist tað, tvertur-
Nr. 10 — 21. januar 1984
Ti varð tað ikki Sundstein
men Breckmann...
ímóti høvdu teir uppstill-
aðu hug at fela seg beær-
aðan — og meguleikarnir
hjá Breckmann øktust
munandi. Bædi Olaf Olsen
og Edm. i Garði skuldu nú
berjast sum úlvur á skóg
um tær hóvligu fólka-
flokksatkveðurnar i
Eysturoy. Atkvødur, id
annars uttan iva vóru
farnar til floksformannin.
Klaksvíkingar við!
Ein annar meinbogi hjá
Breckmann-klikuni var
hin háborgin hjá fólka-
flokkinum Klaksvíkin.
Brødrasamkomuatkvødur-
nar i Klaksvik høvdu iva-
leyst farid til Sundstein,
um tað ikki eydnaðist
Breckmann-harkaliðnum
at seta ein kíla ímillum her
eisini. Týdningarmesti lið-
urin í undirgravingarviek-
semi Breckmanns har
norðuri var Jógvan við
Keldu, ið glaðbeintur
traðkaði til. Valrópini frá
fólkafloksmonnum har
norðuri ljóðaðu: Veljið ein
úr egnum valdømi, um tit
ikki velja Óla sjálvan, tí
eingin liggur nærri
Hákuni Djurhuus — fyrr-
verandi atkveðuslúkari í
Norðuroyggjum — enn
júst Óli Breckmann.
Eisini Hákun sjálvur var
ágrýtin at fáa Óla valdan.
Tað eydnaðist tó ikki Óla
at fáa nakað munandi av
atkvødum har norðuri,
men tað gjerdi minni, bert
tað eydnaðist at halda
sundsteini niðri — og tað
eydnaðist.
Eftir var bert Havnin
Hana hevdu allir hesir
ultra-høgrasinnadu erinda
dreingir Breckmanns
fingið til uppgávu at orga
nisera, meðan ferarin
sjálvur sat heima og skriv
aði jólakort til vinir og
kenningar — og nakað væl
afturat.
Undirgravingarvirksem-
ið hjá Óla eydnaðist til
fulnar. Eingin varnaðist
fyrr enn tað var ov seint
hvønn hann í verunleik
anum var farin í hernað
ímóti í hesum valkampi.
Men Óli spældi sín sjón-
leik til seinasta sekund
Hann endaði sína sigurs-
gongd við sjálvt valkveld
ið at halda floksformannin
alment fyri gjøldur, við at
ynskja honum tillukku við
sigrinum — hetta hóast
Óli, men ikki lurtararnir
vistu, at slagið var
vunnið.
Oli tøkk uppiborna
Men Oli eigur tøkkina
uppiborna, ti hann hevur
gjørt stødid nógv greiðari í
foroyskum politikki. Tað
ber ikki longur til hjá
fólkafloksveljarum at
verja seg hansan Sund-
stein, sum tað so ofta
verður havt á fólkafloks-
munni: Óli er eitt, men
flokkurin er eitt annað.
Steðan er nú greið: tann
sosialkonservativa linian
ið Sundstein og co. hava
umboðað og staðið fyri
hevur tapt — nýkonserva-
tisman hevur sigrað!
skúlalærari
Niðurbrótan Fólkafloks-
ins
Vit javnaðarfólk verða
oftani skuldsett fyri at
vera heiðin, lygnarar og
tað sum kann vera verri
og so kann man spyrja seg
sjálvan, hví í so er
Man niðursteðan ikki
vera hon, at Javnaðar-
flokkurin hevur eina ógvu-
ligani góða stevnuskrá at
ganga eftir, og eitt sum
mær liggur nær at hjarta
er, at fólk, sum ikki eru
javnaðaráhugað, brygda
okkum, at vit taka sterv-
ini. Tað veri seg tey best
lentu, men aftur lygn!
Teir menn, sum eru
vællentir og standa flokk-
inum nær, hava eisini gó
pappírir — og evundssjúk-
an er beinanvegin har
Eg kann taka nøkur
demir. Tað verður altíð,
ja, næstan í hverjum Dag-
blaðið, brygda okkum, —
ja, hann var javnaðar-
maður so hann fekk starv-
ið, men nú er so broyting
farin fram í Fólkaflokk-
inum, tí her á Sandoynni
hava vit ein kendan stovn,
sum eitur Landsverkfrød-
ingurin, og kannið, hver er
stjóri og formaður, og
hvussu pappírini eru hjá
teimum. Eitt. sum eg
harmist yvir, tað er at
Javnaðarflokkurin rak ein
ógvuligan góðan politikk
hvat viðv. Strandferðsl-
uni, men hygg í dag — teir
privatu geða seg við peng-
um av hesum bilum.
Mín vón skal vera til
tey, sum hava valt og
fingið jólakort frá stavna-
manni Fólkafloks, vendið
flokkinum bakið og takið
lógvatak til frama Javn-
aðarareðsluni.
qw.