Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. januar 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórður Jóansson Virki og menning: Ég | € 1 VIRKI OG MENNING FUGLAFJARÐAR ARBEIÐSMANNAFELAG 1933— 1983 I farna åri — 1983 — vøru lidin fimti år, síðani Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag varð stovnað. Lívsandi varð blástur í nasarnar í hesum felag í 1933, og soleiðis varð felagið til livandi skepnu. Í hesum sambandi gav felagið út bók — eitt so- kallað minnis- ella minningarrit at minn- ast henda dag. Fimtiáradagurin varð eisini hildin á annan hátt enn bara við bókaútgávu. Um miðjan desember mánað varð stórt gildi hildið í nýggju ítróttarhellini á Kambsdali. Hetta var annars fyrsta tiltak, ið skipað varð fyri í hesi nýggju og prýðiligu hell, har almikið av fólki var samankomið at hátíðarhalda henda dag. Men tað var bókina, vit skuldu siga eitt lítið um — ella kanska rættari tankar og hugsanir í sambandi við hesa vekru bók. Hendan bók snýr seg um felagsmál, um stríð arbeiðaranna fyri semuligum korum — mannsemandi korum og fyri sosialum rættvísi. Hetta er partur av søgu føroyskra arbeiðsmanna. Síðan eitt lítið um treytirnar fyri at vit í dag kunnu lesa eina bók um fakfelags- mál í Føroyum. Bókin er — kunnu vit siga — úrslit av einum nýggjum samfelagsligum ráki, ið tók seg upp í Europa í seinna helmingi átjandu aldar. Hetta rák er ein nýggj heimspekilig áskoðan. Ein nýupprunnin lívsfilosofi, ið beyð arbeiðarum at standa saman — ein áskoðan, ið segði við arbeiðaran, at einasti meguleiki hansara at knógva seg undan ella bert at ana var at sameina seg við sínar arbeiðs- felagar, at bróta niður ta byrging og teir garðar, ið umgyrdu hann og hevði hinar Astødid var, vinnur tú tær ongar sen stríðnum, ið nt elnsæris stætta- uttantyri dir a nátti ásannast sum ein veruleiki, tí tú ert tann minni menti í hesum stríði. Tí saman, at styðja hver annan moralskt og á annan hátt Hetta rák hevði ført við sær, at arbeiðarastættin, sum nú var eitt nýtt fyribrigdi — skapað av og saman við teirri nýggju tíðini — hevði sannfert seg sjálva um, at hon í roynd og veru var tað berandi — mergurin — í samfelagnum, lívsnervin sjálv. Fakfelagið, eisini nevnt vinnufelagið, er ein samgonga v lenmóttakarum, ið hava eitt ávíst arbeiði, og endamálið er er eitt at gera: at standa at fremja felags áhugamál og vegna fel- agið/limirnar at samráðast við landsfel- agið um lenir, arbeiðstíð, sosialar veit- ingar í samband við len og arbeiðsviður- skifti annars. Og avtalurnar, ið fingnar verða í lag galda so allar limir felagsins. Fakfelagsrerslan sum sosialt fyri- brigdi spratt úr einum broyttum sam- felagsmynstri. Idnadurin gjørdist nú hevuðsvinnuvegurin ímóti land- búnaðinum frammanundan. Hesar rembingar gjørdu serliga vart vid seg á »europeiska meginlandinum« men stavnamadurin var Ongland, har hann, idnadurin, byrjadi i åtjandu øld, tyskland og Frakland kom nakað seinni. Í Danmark gjerdust tey fyrstu fak- felogini veruleiki í átjansjeytiárunum. Og úrslitið nú fleiri enn stórthundrað ár seinni er, at hver einasta grein á arbeiðs- marknaðinum hevur sítt fakfelag. Við hesi nýggju skipan gjørdust tvinnandi áhugabólkar, teir, ið áttu framleiðslutólini, arbeiðsgevarin og teir, ið seldu honum arbeiðsmegina fyri pengar. Soleiðis kom í ein vinnulig gjóta millum teirra, hver við sínum áhuga- málum. Og í kjalarverrinum á hesum viðurskiftunum verða teir politisku flokkarnir stovnadir, sum umboða arbeiðarastættina, teir sokallaðu arbeið- ara- ella vinstraflokkarnir. Soleiðis verður boðið millum fakfelagsrerslu ella arbeiðararerslu og teir politisku flokk- arnar í bakborð sera stutt. Arbeiðararerslan samskipaði fakfel- agsrersluna og teir politisku felags- skapirnar í fakligar, politiskar og bú- skaparligar felagsskapir. Og høvuds- endamálið er alsamt at gera kor arbeið- aranna betri So kunnu vit spyrja: Hvat er so am- boðið hjá fakfelagnum, hvussu kann fel- agið gera vart við sína steðu í einum ávísum máli? Fyrst verða smaráðingar royndar við arbeiðsgevaran, spyrst einki burturúr, kemur semingsstovnurin uppí, og um enn stendur í botni, kann felagið vísa sína sonnu styrki við at fara í verkfall, lýsa arbeiðsbann og gera blokadu. Fakfelagsrerslan nam eisini við í Fer- oyum nekur ár seinni. Og felog verða enn stovnað kring landið. Longu í 1876 royndu arbeiðarar í Havn at stovna fakfelag at verja síni rættindi og tryggja sær betri kor, men >Thorshavns Arbejderforening< kom Eitt áhaldandi sf stríð fyri | sosialum bókarummæli ongntíð at virka av álvara. Teir fyrstu, ið av álvara fingu eitt fakfelag á fetur, vóru skipararnir, sum í 1896 stovnaðu »Færøernes Skipperforening« og síðan reidararnir i 1909 vid »Færøernes Rede- riforening«. Men ikki fyrr enn eftir 1900 koma arbeidararnir vid. Fyrsta rættuliga arbeiðsmannafelagið var »Enigheden«, seinni Fylking, å Tvøroyri frå 1915. I Havn 1916, Klaksvik i 1923 og Fugla- firdi i 1933. Bert at nevna nøkur. Síðan til sjálva bókina Tað er vorðið alt vanligari tey seinnu árini at geva út minnisrit í sambandi við rundar feðingardagar ymiskra felaga og stovna. Nevnd kunnu verða minnisrit Havnar Telvingarfelags 1948, Klaks- víkar Ítróttarfelags 1954, Ítróttarsam- band Feroya 1964, Havnar Fimleikarfel- ags 1969, Tveroyrar Bóltfelags 1972, Neistans, Kyndils og Feroya Banka 1981, Havnar Róðrarfelags og Feroya Sparikassa 1982, Tórshavnar Slekkiliðs, Kjolbros Sjóvinnubankans og Fugla- fjarðar = Arbeiðsmannafelags 1983. Aðrar kundu eisini verið nevndar. Tað er ikki á hverjum degi, at bekur koma út, sum snúgva seg um Fuglafjerð ella viðurskfiti har í bygdini. Og tó, í 1980 kom »Færøminder« — breve fra Fuglefjord, sum stutt sagt sigur frá, hvat dani letur kenna á sær á fyrstu ferð síni i Føroyum. Í bókmentaligum virði nær hon hesi seinastu ikki upp til kníggja. Men her hava vit fyri okkum ein part av Fuglafjarðar søgu — tann partin um áður ónevnda og ókenda søgu. Hetta er segan um hin ókenda arbeiðaran. Um mannin, sum ongantíð fekk skrivað sína egnu segu ella einsamallur fekk sett sær spor í seguna. Men hetta er segan um felagsskapin, arbeidarafjøldina i bygdini frå tí arbeidararnir tóku seg saman og fingu stovnað Fuglafjarðar Arbeiðs- mannafelag í 1933 til dagin í dag, 1983. Eg kann ikki lata vera við at endur- geva eina yrking eftir Alexandur Kristi- ansen. Eg hugsi, at bygdin við síni skap- andi megi hevur givid honum hugskotid Hon fær ikki verid um annad enn Fugla- fjørd He r li ; í fabrikkini ið trúl sendir hin súra roykin av sildamjoli runt! gotunum Við flakaborðini á flakavirkjunum á nótavirkinum og á ollum ødrum virkjum á skrivstovum, í bankum. Her livir bygdin í góðum og illum Hvønn dag hoyrist andadrátturin, henda ríkjan Frá snimma á morgni til seint á kveldi er tað her vit skulu leita Leygardagur 21. januar 1984 skulu vit finna pulsin blóðrenslið tann seigi vevnaður aftan fyri alla ta orku men sjálv nervin er fólkið tað hugflog, ið dagliga verður súlundað allan kropshitan, orkuna, hugflogið, leggja fólk her á keiøkinum, á skrivstovum og í bank- unum mitt í bygdini men tað er fólkið sjålvt, ið eigur megina fólkið, sum hvønn dag kl. 4, 5 og hålvgum 6 streymar út úr fabrikkini, flakavirkjum skrivstovum bankunum og handlunum Tað er eingin ivi um tað Brot úr yrkingini >Her livir bygdin«, úr Savni »Vårt dagliga lív<, 1979 Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag heitti á Tórð Jóansson um at leggja hesa bók til rættis, og tað meti eg var heppið, tí hann hevur áður skrivað líknandi bók, nevniliga >Saman tí standið< — fimtiára minningarrit Feroya Arbeiðarafelag í 1975. Í bókini kunnu vit lesa, at S.P. Poul- sen á ársaðalfundi 15. februar 1982 skeyt upp at geva út minnisrit í sam- bandi við feðingardagin. Og tað var samtykt. Tekk fái Símun Pauli fyri tað. Í fororðunum sigur hevundurin, at bókin er skipað í fýra partar við 14 greinum. Fyrsti partur er grein eftir Arna Thorsteinsson, fornfreðing um bygdina upp til miðju 19. aldar, so kemur slupptíðin, og tíðarskeiðið frá 1920-45. Annar partur er samreða við Chr. Thomsen, sála og Ismar Joensen. Triði partur um fyritøkurnar í bygdini og fjórði partur er lógir felagsins. Fuglafjørdur er ikki betur fyri enn Feroyar annars viðvíkjandi skrivligum heimildum. Bygdin verður nevnd í Hundabrævinum uml. 1350 og i skipa- nini um tingfaratoll uml. 1400. So tå hevur í hvussu er fólk búð har. Men so er tegn í slek tveyhundrað ár. Í teirri fyrstu jarðarbókini frá 1584 verður bygdin aftur nevnd. Mær tykir fyrsta part sera áhugaverdan at vera, og meira kundi verið gjert burtur úr hesum evni t.d. við at við Gjógvará sagt meira um utgrevsturin g 50-årunum. Hesin út bygd. Frágreiðing um hesi viðurskifti er til skjals, sigur onkur, hon er prentað í riti, ið ikki er almannaogn, Fróðskaparriti, og er hartil útselt. Høvudstilfarid til bókina eru gerðabekur felagsins, sum tíverri ikki taka við fyrr enn í 1946, so trettan tey fyrstu árini eru ikki við. Bert spell, tí tey fyrstu árini hava óivað verið tey mest spennandi. Men heimildir til hesa tíðina eru gerabekur sóknarstýrisins. Ahugavert er at lesa hesar fundarfrá- men