leygardagur 21. januar 1984síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
-
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. :
Onkur hevur sagt vid meg, at hann
skilti ikki rættuliga, tad eg skrivadi
seinast, at Stovubéndin slóg á nátt,
ta ferðina Ungi Jógvan í Dalsgarði
skuldi hava lokkað húskallin at
leggja seg í græsið fyri honum. —
Segnin sigur at Stovubóndin, hann
æt Jógvan, róði út um dagarnar, tí
var hann noyddur at sláa græsið
niður á nátt, fyri at sleppa aftur til
útróðrar dagin eftir.
Seinast vóru vit komin til Jákup
Jóansson. Hann var sum sagt sonur
Jógvan Polsen, legmann á Oyri í
Eysturoy. Jákup Jóansson giftist
við Kristini Klæmintsdóttir úr Tod-
nesi á Sandi. Hon var ein av detrum
Harra Klæmints. — Hon vildi ikki
hava Jákup, hon helt hann vera so
misháttan. Men Harra Klæmint
fekk tey smíðaði saman, og mundi
fáa tað so í lag, at sonur Unga Jógv-
an, hann æt Antinis, varð av við
garðin,og so festi Jákup Jóansson
um 16. september 1663.
Hann gjerdist sýslumaður í Sand-
oynni og legmaður eftir faðirin í
1677. — Segnin sigur, at Kristin tók
sær hetta so nær, at faðirin hevði
noytt hana aftrat Jákupi, afhon
vildi ikki í song við honum fyrr enn
12 ár eftir giftuna. — Hetta man
vera skrøgg, tí elsti sonur teirra,
Páll Jákupsson, festi Dalsgarð 17.
juli 1686, so hann má vera feddur
um 1664, árið eftir sum tey giftust.
Jákup Jóansson er mikið um-
Ur Dalsgardssøgu
Viggo Dalsgaard skrivar
røddur madur. I Færøske Folkesagn
og Æventyr hjå doktar Jacobsen er
at lesa um hann á síðu 75.
Hann óðalsbýtti hagarnar í Skála-
vík í 1669, so sum teir hava ligið
síðani, tó varð eitt sindur broytt, nú
teir fyri nøkrum árum síðani vóru
útskiftir. }
Doktar Jacobsen sigur, at hann
var tvær ferðir niðri í Danmark. Tað
fyrru ferðina vóru erindini, at verja
faðir sín, fyri ein rangan dóm, hann
skuldi hava felt yvir Norðoya sýslu-
mann, og tað seinru ferðina vóru
hevuðserindini at royna at leggja
Klettagarð á Sandi aftrat Dalsgarði.
Hesa seinru ferðina, hann var
niðri, tað var í 1679, spurdist hann
ikki aftur, men viðferi hansara kom
aftur, í tveimum stórum kistum, og
sum áður sagt, í aðrari kistuni lá
altartalvan, ið enn hongur í Skálvíks
kirkju, og stakkastásið, ið hann
hevði keypt til konuna. Hetta stás
man onkur av detrum Hanus
Kamban hava nú. Tað var arvað til
Skúoyar úr Dalsgarði við eini abba-
dóttur Jákup Jóansson, sum giftist
úti í Stovu í Skúoy.
Hann spurdist ikki aftur, men tað
hevur verið sagt, at hann skuldi
vera forgivin við eitri har niðri.
Hetta rímar saman við tað, ið
Niels á Hamri her í Skálavík segði
mær, frá ommu síni, gomlu Onnu á
Hamri. — Hon segði at Jákup
Jóansson skuldi hava verið niðri við
skipi, ið fór til Feroya. Tá skuldi
hann siga, at hann kom ikki við hesa
ferð, hann ætlaði sær at hitta ein
hann kallaði Hornamannin. Og har
inni vildu tey vera við, hann var fyri-
beindur.
Tey gomlu her í bygdini hava lítið
rett um nekur onnur bern hjá Jákup
Jóansson, uttan Páll, sum gjerdist
bóndi eftir hann og Malina á Trødni.
Tað tykist sum tey eru gloymd,
hvat kanska heldur ikki er at
undrast yvir, tíðin er long, yvir 300
ár. Men ein onnur dóttir Harra
Klæmint var eisini gift her til Skála-
víkar, hon æt Rakul, hon var gift við
Jógvani Joensen í Skála. Tey áttu
nógva ognajerð, bæði her í bygdini
og aðrastaðni á oynni. Jógvan í
Skála doyði á miðjum aldri, men
Rakul livdi sum einkja til hon mundi
vera út móti hundrað ára gomul.
Tey vóru barnleys, tí kom øll slegtin
at gerast arvingar. Hetta arvabræv-
ið er til, tað er skrivað 3. februar
1744. Tann ið skift hevur, er Jorgen
Frants Hammershaimb, fúti. Hann
var fyrsti maður av Hammers-
haimbs ættini, ið kom til Feroya.
Sum hjálparmann hevur hann haft
Rubek Mouritsen Lund, sorinskriv-
Dalsgarður
ara, við skiftingini.
Hetta bræv vísir, at Jákup Jóans-
son og Kristin Klæmintsdóttir hava
átt sjey bern, og eru tey hesi; eg seti
tey her á donskum máli, sum arva-
brævið sigur:
1. Poul Jacobsen, ded, fordum bo-
ende i Skaalevig, efterladt sig 5 sen-
ner og 5 døtre.
2. Jens Jacobsen, død, fordum bo-
ende i Thorshavn, efterladt sig en
søn.
3. Joen Jacobsen, Skaalevig.
4. Anna Jacobsdatter, Enke, boende
paa Ryg i Midvaag.
5. Maren Jacobsdatter, gift med
Samuel Christiansen, Kirkebø.
6. Malene Jacobsdatter, gift med
Hendrik Zacariassen, Skaalevig.
7. Elsebeth Jacobsdatter, død, efter-
ladt sig en datter.
Hesin id fyrst er nevndur, er Påll
bóndi i Dalsgarði, hann koma vit til
aftur seinri. Tann annar sonurin, ið
nevndur er, Jens Jacobsen, sigur
John Davidsen mær, var fyristand-
ari fyri Argja hospitali, hann átti ein
son sum æt Peder Jensen, hann
mundi vera faðir til málfreðingin
Nicolai Mohr.
Triðji sonurin, Joen Jacobsen, bú-
settist uppi, á Hamri í Skálavík,
hann mundi búgva eystanfyri fyrnd-
ar húsini á Hamri. Tað sum gjerdi at
hann búsettist á Hamri, mundi
vera tað, at hann arvaði um eina
merk úr Dalsgarði. Henda merkin
varð tá nevnd Legmansjerðin.
Hetta navn er ikki til nú, hetta man
vera tann jerðin, ið nú eitur Klufta-
jerð, og er hamarsjerð nú. Ein dóttir
henda Jógvan, giftist við Nico-
demus Niclasen á Hamri. Tey vóru
foreldur til tann kenda Jógvan á
Hamri.
Tað fjórða barnið hjá Jákup
Jóansson, Anna Jacobsdatter, ið
situr sum einkja á Ryggi í Miðvági,
man hava verið gift við Joen
Rasmussen, bónda á Ryggi.
Tað fimta í rekkjuni, er Maren
Jacobsdatter, hon er gift við Samuel
Christiansen, Kirkjubø. Hann festi
Kirkjubegarð 26. september 1709
TI
og sat við garðinum til 4. februar
1941.
Tad sætta er Malena Jacobs
datter; tað er Malan á Trødni, ho:
var fyrst gift við Óla Tróndarssor
sum gekk burtur á Skálvíksboð
fyri Hvannhaga í Suðuroy í 1715
síðani var hon gift við Pæturi Chris
tiansen úr Kirkjube, og triðji mað
urin var Hendrik Zacariasen a'
Velbastad.
Seinast er Elsebeth Jacobsdatter
hon eigur eina dóttir eftir seg ið
eitur Elsebeth Joensdatter, men
hver maður hennara hevur verið, er
ikki nevnt. Henda dóttir hennara
giftist við Michel Olufsen, Leynum.
Rasmys Effersøe, ið var sjeynd:
maður fæJákup Jóansson og Kristin
Klæmintsdóttur, hevur tey bæði
sum hevuðspersnar i sjónleikinun
„Best man vera sum er<. Har leggu:
hann henda eyma kærleikssangin
munnin á Kristini:
Mangar kvinnur, í huganum stirdar
eiga ognir og bugva í borg;
teirra gávur í gler eru hirdar,
tí at hjartað tað tyngist av sorg.
Á hverjum degi
sakna tær gleði,
kenna ei kærleikans megi.
Meðan seyður kann kódna í fonnum
meðan neyt leggjast avvelt í gil,
hvor tann kvinna fær eydnu av
sonnum
sum kann eiga tann sveinin hon vil
Dagur frá degi
líður í gleði,
kærleikin eigur tá megi.
Um so búgvið alt oyðist av eldi,
um so skriðan við teiginum fer,
um so stormurin herskar við veldi,
tað ei hjúnunum skilnarsótt ber. |
Á hverjum degi |
eiga tey gleði,
styrkjast av kærleikans megi.
Hesin sangur stendur í Songbók/
Feroya Fólks nr. 121.
12.1.1984
Viggo Dalsgarð