Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. januar 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Regn, stormur, ljóskast- arar. Ljóskastarar úti á molanum og uttanfyri. Dunan av stormi, mask- inum og flúgvandi og støkkandi fiskakassum, boyum og eðrum. Ringt var at fáa fatan av, hvat fyrifórst. Tá blaðmaður Sosial- sins kom oman á Vest- arukei var rópt, at Bakur var farin á Skinn- arasker. Columbus við at fara á flotbrúgvarnar, og nú lá Kangeq og maneraraði har inni. Oman í Vágsbotn komu bátaeigarar og fólk, sum vóru vaknað av nógva storminum, tysjandi. Uppgangurin Ein skadanått var nógvur og torført var at halda båtunum frå brúgvakantunum. Í krókinum lá Reyði- krossur. Men við stóru maskinmegini kom hann út aftur og við sær tveir deksbátar á síðuni. Rok- ið var øgiligt. Somuleiðis eystanfyri. Har lá Pride hálvur uppi á Bursatanga í óleg- unum og inni móti Kongabrúnni lógu fleiri bátar og gnaddu uppat hverjum eðrum. Úti á Bakka riktu og skriktu bátarnir ogiligt í fanglinurnar og nógv stóð á stavnunum. Kom- inyvir um aftur i Vågs- botn var Havnar Bjarg- Enn hevur ikki verið veður at kanna molan Orð og myndir Jóhann Mortensen Skaðin á molan og flot- brúgvarnar stórur Eystari moli í Havn hevur fingið stóran skaða. Men hvussu stórur skaðin er, ber ikki til at siga enn. Virkandi havnameistarin, Pauli Hansen, upplýsti fyrrapartin í gjár, at tá Reyðikrossur sleit eisini og rak inn í krókin. Hann tók tveir deksbátar á sleip út nakrar snuddir hevði framvegis ikki borið til at fara út á molan fyri at kanna skaðan nærri. Og av havnaskrivstovuni sást lítið fyri sjóroki. Men skaðin er rættuliga stórur. Út móti mola- tíðindablaðið ingarfelag komið á stað- ið og í einum skáa fingu teir lagt Reyðakross at og surrað hann. Knas og rópan. Bátar hvurvu og rokið av al- mikið. Men skjótt var atborið og øll, sum kundu taka eina hond í, gjørdu sítt ítarsta fyri at bjarga tí sum bjargast kundi. Men myrkt var, so torført var at fáa eitt yvirlit yvir steðuna. Men hon var ikki tespi- lig. Tá lýsti sást, hvussu umfevnandi skaðin var. Av sonnum ein skaða- nátt. = Nr. 11 — 24. januar 1984 Myndin er tikin við seks-tíðina, tá Reyðikrossur varð bundin til bryggju Stórur skaði er hendur á flotbrúgvarnar. Tann uttasta fór illa, tá Kangeq rak inn ímóti og varð liggjandi Onkur bátur fór eisini tá. Myndin er tikin við 10-tíðina sunnudagin, tá veðrið var batnað nógu hevdinum er eitt stórt skarð komið í sjálvan brimgarðin, so har stóð Á Nógv av verjugrótinum er slongt upp um brimgarðin og fossurin aftur. Hann hevur fingið farið inn um molan. Hetta eru stórir steinar, 2, 3 og upp í fýra tons tungir. Nakað av sjálvum dekki- num er eisini farið. Skaðin á flotbúgvarnar á Vestaru vág er stórur. Festini eru flest oll farin. Nógvir flotarmar á tí utt- astu brúnni eru eisini farnir, eins og nógvir inni við eisini eru farnir. Orsekin til tann stóra skaðan á flotbrúgvarnar hendi helst, tá rækjutrol- arin Kangek kom inn í móti tí uttastu brúnni við fimm tíðina sunnumorg- unin og ikki slepp út aftur fyrr enn tímar seinni. Tá hann kom inn ímóti fóru eisini nakrir bátar. Men nakrar hevði eydnast at burturbeina áðrenn. Sunnudagin seinna- partin varð farið at taka bátarnar, ið lógu ringast fyri, upp. Hetta arbeiðið varð tikið uppaftur fyrra- partin í gjár. Fyrrapartin í gjár hevði havnaverkið ikki fingið tal á bátunum. ið farnir eru, men teir eru nógvir. Virkandi havna- meistarin metti, at talið 25 ikki var ov høgt. Summir eru farnir i sor, aðrir illa farnir, meðan summir bert eru sóknir. Ongatið mált so høga aldu Aldumátarin, ið liggur 12 fjórðingar eystur úr Húsa- vík hevur ongantíð målt so høga aldu sum sunnu- morgunin. Tá tær vóru upp á tað mesta, vóru tær 20 metrar høgar. Yvir eitt t%åar- skeið upp á 20 minuttir vóru tær 11 metrar høgar í meðal. Slíkar aldur eru íkki máldar eystan fyri fyrr, meðan aldumátararnir norðan, sunnan og vest- anfyri hava mált hægri aldur.