týsdagur 24. januar 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Vit fara at halda fram
við góða samarbeiði-
Ís
Ep
Coldwater-fyritøkan eigur tvær størar verksmidjur i USA
Coldwatar Seafood Corpo-
ration, id selur fiskin hjå
Føroya Fiskasølu i USA,
hevur fingið nýggjan
stjóra. Hann eitur
magnús Gústafsson, og er
rættiliga væl kendur mill-
um feroyingar. Hann hev-
ur frammanundan verið
stjóri á Hampiðjan, sum í
nógv ár hevur selt feroy-
ingum ymsa fiskiveiðuút-
gerð.
Magnús Gústafsson
hevur júst vitjað í
Feroyum. Tíðindablaðið
Sosialurin nýtti hevi til at
tosa við hann, meðan hann
var staddur á Feroya
Fiskaselu.
Vit tosaðu eisini við
Birgir Danielsen, fiska-
selustjóra.
Samarbeiði
Feroya Fiskasela hevur
síðani 1970 havt eina sam-
arbeiðsavtalu við Cold-
water Hetta er ein
fyritøka i USA, sum eigur
tvær stórar verksmiðjur
Tad eru 70 íslendsk flaka
virki, sum eiga Coldwater
samarbeiðssáttmála
iu
it SE
"iskasøluni i USA. Sam-
tíðis hevur Førova
Fiskasela bundið seg til
ikki at selja sínar verur
gjøgnum aðrar enn Cold-
water.
Magnús Gústafsson
hevur enn ikki havt stund-
ir til at kunna seg við sítt
nýggja arbeiði, men vit
spurdu hann, hverja
hugsan hann hevur um
samstarvið við Føroya
Fiskaselu. Hann sigur:
— Hetta er enn so nýtt
fyri mær. Men eg havi
skilt á ødrum, at tað er eitt
gott samarbeiði millum
Coldwater og Føroya
Fiskasølu. Island og Før-
oyar eru meinlik lond i so
mangar måtar. Vit hava
sera góðan fisk og talan er
eisini um somu fiskasløg.
Mín persónliga áskoðan er
tann, at hetta góða sam-
arbeiði fer at halda fram.
Kapping úr
Canada
Magnús Gústafsson vísir
á, at kappingin móti cana-
diskum fiskaverum er
sera herð.
Tað vildi tí verið skeivt,
um feroyingar og íslend-
ingar fóru at stríðast móti
hverjum eðrum. —
standa nógv sterkari ímóti
Canada, tá vit arbeiða
saman
Men er tað tó ikki ein
åvis ónegd millum limir-
nar í Coldwater ímóti før-
oyska samstarvinum, eitt
nú tå tit hava ilt við at
sleppa av við allar fiska-
ørurnar?
(
tíð
longri sikt. Tað at vit hava
trupulleikar av og á, eigur
ikki at ganga út yvir javn-
vágina.
Víðari sigur hann, at tað
eru meira enn 70 limir á
Coldwater.
— Eg havi tosað við
allar nevndarlimirnar, og
teir eru allir sum ein sera
Vit *
hugaðir fyri framhaldandi
samarbeiði við foroyingar.
15.000 tons
úr Feroyum
Coldwater umsetti í 1983
fyri 200 mill. dollars. Av
teimum 60.000 tonsunum
av fiskavørum, sum fyri-
tekan seldi víðari á ameri-
kanska marknaðinum,
komu tey 15.000 tonsini
úr Feroyum.
Birgir Danielsen, fiska-
selustjóri sigur í hesum
sambandi, at virðið av
foroyska útflutninginum
til USA í fjør var uppá 43
mill. dollars.
Uppá fyrispurning um
tað ikki kann vera eitt
sindur óheppið at binda
seg til ein seljara í USA,
sigur Birgir Danielsen, at
num við Fiskasøluna
hetta hevur ongantíð volt
nakrar trupulleikar.
— Heldur tú, at stjóra-
skiftið í Coldwater fær
nakran týdning fyri sam-
arbeiðið millum Fiskasøl-
una og Coldwater?
— Tað trúgvi eg ikki.
Samarbeiði við Coldwater
er ikki tengt at einum
stjóra.
Besta loysnin
— Tað hevur oftani verið
sagt, at feroyingar eiga
ikki at selja sín fisk gjøgn-
um íslendskt felag við
íslendskum merki á!
Heldur tú hetta er rætti
mátin at arbeiða uppá?
— Tað er ein spurningur
at meta um, á hvenn hátt
tú fært flestar pengar fyri
tínar verur. Og okkara
meting hevur higartil
verið, at hetta er tann
besta loysnin á ameri-
kanska marknaðinum. Eg
trúgvi heldur ikki, at
nakar fiskainnflytari i
USA hevur klárað at finna
betri marknaðir og fáa
betri prísir á amerikanska
marknaðinum enn Cold-
water.
— men Birgir Danielsen,
kann tað ikki vera eitt
sindur óheppið fyri
okkara fisk, at hann verð-
ur seldur undir íslendsk-
um navni?
— Ég dugi ikki at
síggja, at hetta skal vera
óheppið. Vit eru noyddir
at gera tað, vit kunnu fáa
besta prísin fyri. Fáa vit
meira við at seta >Faroe
Seafood« og »Made in
Faroe Island« á eskjurnar,
so er tað óheppið at brúka
íslendskt verumerki.
Birgir Danielsen vísir á,
at Iclandic Brand hevur
eitt sera gott orð á sær í
USA.
Bjartskygdur
— Hvussu er útlitið ann-
ars fyri selu av fiska-
verum í USA?
— Eg haldi vit skulu
vera bjartskygdir. Vit
hava tó havt trupulleikar.
Vit hava havt metveiðu í
Føroyum í 1983 og í
Íslandi hava teir havt
metframleiðslu av fimm-
pundi. Samstundis hava
nakrir av bestu kund-
unum hjá Coldwater leitað
eftir eðrum framleiðarum
m.a. í Canada.
Tá hesi trý viðurskiftini
henda samtíðis, skapar
tað trupulleikar, men vit
fara at loysa teir.
— Heldur tú vit í fram-
tíðini eiga at góðska okk-
ara fiskaverur í Feroyum
heldur enn at senda tær til
USA sum nú partvíst
óviðgjerdar?
— Í letuni kunnu vit
gloyma hatta. Orsekin er
m.a. tollur. Harafturat
kemur, at tað í USA er
traditión fyri at gera lidn-
ar fiskaverur. Tað eru tí
nærum eingi lond, sum
selja lidnar t.v.s. paner-
aðar od. fiskavørur til
USA.
Annars vísir Birgir Dan-
ielsen á, at fleiri av
verunum fara lidnar úr
Føroyum til USA, eitt nú
fimmpund, sum verður
selt sum hon er pakkað í
Feroyum.
Fimm-pundið
Um goymslurnar í USA
sigur Birgir Danielsen, at
teir framvegis hava eitt
stórt yvirskot av fimm-
punds-toski. Tað fer at
taka einar fýra til seks
mánaðar at tøma goymsl-
urnar.
Roknað verður tí við, at
framleiðslan av fimm-pun-
did i Føroyum kann byrja
aftur um tveir til triggjar
mánaðir. Hvat viðvíkur
hýsuni so kann henda
framleiðslan byrja nú.
— Hvat er annars títt
stersta ynski viðvíkjandi
tí amerikanska marknaði-
num?
— At vit kunnu varð-
veita negdirnar. Kunnu
vit ekja tær, so er tað
sjálvandi gott. Men í fjør
seldu vit næstan 40% av
okkara framleiðslu til
USA. Spurningurin er, um
ein skal ynskja, at sterri
partur av okkara fram-
leiðslu fer til ein marknað!
Tað eri eg ikki vísur i. Eg
haldi, at vit skulu vera
nøgdir við støduna, sum
hon er, endar Birgir
Danielsen.
jan.
Magnús Gústafson til hegru. Her saman vi Birgir Danielsen á Fiskaseluni seinasta fríggjadag. Magnús Gústafson
er júst utnevndur til nýggjan stjóra í Coldwater Seafood Corporation,
USA
ið selur allan fiskin hjá Feroya Fiskaselu í