Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. januar 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður HR Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? “ Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! - Skeid fyri byggifrødingar: Arbeiða eftir nýggjum hátti ta lisitationsutrokningar skulu gerast — umframt, hvussu sáttmálar millum arbeidstakarar og arbeiðsgevarar skulu skriv- ast, tulkast og setast upp Skeiðluttakararnir vóru 25 í tali frá ymsum greinum innan byggiøkid í Føroyum. gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Í degunum 18. til 21. januar skipaði Feroya Byggifreðingafelag fyri skeiði á Hotel Vágum í Servági. Luttakararnir vóru 25 í tali, og vóru tað arbeiðs- takarar, verkfreðingar, arkitektar og eftirlitsfólk á byggiøkinum í Føroyum. Skeiðlærararnir = vóru Knud Rou Jensen og Preben Jacobsen, verk- freðingar, sum burturav hava til arbeiðis at skipa fyri eftirútbúgving á slík- um økjum, sum okkara, sigur Eli Ellendersen, formaður i Føroya Byggifrødingafelag, sum saman vid Petur Olsen, skrivara, fyrireikadi skeid- dagarnar. Eli Ellendersen sigur vid Sosialin, at skeidid var skipað soleiðis, at tað kundi skapa betri grund- arlag fyri samstarvi mill- um t.d. teknikarar og ar- beiðstakarar. Ein trupulleiki, sum vit kenna í gerandisdegn- um er, at ymsar greinar innan byggiøkini arbeiða undir ólíkum umsteðum, og at málini tí ikki fáa somu viðgerð, tá spurn- ingar taka seg upp — Júst tí er tað so um- ráðandi, at samstarv er millum báðar partar í ein- um arbeiði, t.v.s. tekn- ikaran og arbeiðsgevaran. Eitt nú, hvussu eitt arbeiði, sum verður boðið út í lisitatión, skal útrokn- ast, var ein av hevuðsupp- gávunum á skeiðum í Vág- um. Annar partur var at seta upp sáttmálar og eisini at skilja serligu av- talurnar, og grundarlagið fyri, hvussu slíkir sátt- málar eru samansettir, duga at tulka innihaldið og seta upp sáttmalan, so hann verður til gagns fyri byggifeløg og byggiharrar. Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Byggifroðinga- felag hevur skipað fyri slíkum skeiði, og var hetta ein roynd, sum eydnaðist serstakliga væl. Serliga var tað áhuga- vert at læra, hvussu nýggja skipanin innan út- rokning til lisitatións- arbeiði verður gjørt, og kemur hetta avgjert at hava ávirkan á tað, sum skal fremjast hesum viðvíkjandi í framtíðini, sigur Eli Ellendersen at enda Í Føroya Byggifrødinga- felag sita umframt Eli Ellendersen og Petur Olsen: Ragnar Ellender- sen, Hans Poulsen og Jon- hard Jacobsen Dag. Bert 109 bátar av Fyribils er gjert upp, at umleið 40-50 bátar fingu skaða ella vórðu vrak í uppganginum í vikuskift- inum. Av hesum vóru bert 17 bátar tryggjaðir í Feroya Sjóartrygging, upplýsir Jens Petur Arge, deildar- leiðari á stovninum. Leysliga verður mett, at umleið 500 frítíðarbátar og útróðrarbátar eru í Havn. AV hesum eru bert 109 bátar tryggjaðir — 65 frítíðarbátar og 44 útróð- rarbátar. Hildið verður at orsekin til, at so fáir bátar eru tryggjaðir, er at trygging- argjaldið er so stórt. M.a. fyri at beta um hesa stødu og fyri at geva bátaeigar- unum betri li sømdir, var Tórshavnar Bátafelag stovnað 27. september 1976. Felagið taldi 80 lim- ir beinanvegin. Trúgvi Árting, formað- ur í Tórshavnar Bátafelag, sigur við Sosialin, at felag- ið var stovnað fyri at fáa bátunum, sum hoyrdu til Havnina, betur umsteður. — Tá var Skálatreð at kalla bert ein urð. Har hevði áður verið báta- dráttur, men útbygging fordi við sær, at hesir noyddust at lúta. Vit harmaðust tí um, at einki var sett í staðin. Felagið var ógvuliga virkið fyrstu árini, men hevur nú ligið stilt í fýra ár. Fyrsta tiltakið felagið royndi, var at senda skriv til býráðið í Havn, um at fáa ljóssteyrar settar upp og bátadrátt. Hetta vakti ans hjá politikarunum og vit vóru tiknir við upp á ráð, tá bátahylurin skuldi fyri- skipast. Annað tiltakið var m.a. at heita á Feroya Sjóartrygging í royndini at fáa minkað um trygg- ingargjeldini. Tá kostaði tað umleið fimm-seks. pst. av virðinum fyri ein bát, at tryggja. Hetta hildu vit vera ov nógv. Roynt var eisini at skipa eina kollektiva trygging fyri limirnar i felagnum, men heldur ikki tað eydnaðist. Tryggingin helt ikki, at gjaldið kundi lækka, so leingi sum so fáir bátar vóru tryggjaðir. T.d. í Danmark, kunnu båtafeløg tryggja í felag, og tað er nógv bíligari, sigur Trúgvi Arting. Vit mettu umframt hesar spurningar, at tað hevur virði, at vit varðveita góða sidin at nýta bátin so sum allar tíðir hevur verið, eitt nú til at fáa sær ein degurðabita eins og til út- ferðir av øårum slag. Um ikki viðurskiftini eru til staðar at sleppa til og frá við báti, so kann hesin aldargamli siður detta niðurfyri. Í 1976 kostaði tað 5.000—6.000 kr. at 500 eru tryggjaðir tryggja ein bát, sum hevði virði 100.000 krón- ur, árliga. Í 1978 kom nýggj tryggingarskipan í gildi, har skilt var millum frítíð- arbátar og útróðrarbátar. Tá var tryggingarupp- hæddin trý pst av samlaða virðinum fyri frítíðarbátar. Henda upp- hædd verður ásett eina ferð árliga — alt eftir hvussu nógv Feroya Sjóartrygging hevur goldið út, árið framman- undan, upplýsir Jens Petur Arge, deildarleiðari. Í dag er upphæddin fyri frítíðarbátar 2,25 pst. og fyri útróðrarbátar 3,6 pst. Fyri útróðrarbátar er eisini galdandi, at um hes- in liggur stillur vegna um- væling í meira enn 30 dagar, so fær eigarin endurgoldið eina peninga- upphædd. Í dag kostar tað soleiðis 2250 krónur fyri at tryggja ein frítíðarbát við virði 100.000 krónur. Tá er sjálvábyrgdin 500 <rónur. Í Danmark kostar tað 1447 krónur at tryggja ein bát í virði 90.000 krónur. Tá er sjálvábyrgdin 1250 krónur árliga. Vit spurdu Jens Petur Arge, deildarleiðara á Feroya Sjóvartrygging, um grundin til at so fáir bátar vóru tryggjaðir var tann, at upphæddin var ov stór? — Tað haldi eg ikki — serliga tá hugt verður eftir biltryggingarupphæddini. Er meguleiki fyri at tryggingin lækkar, um fleiri bátaeigarar tekna trygging? — Tað er ikki meguligt at svara. Er meguligt at tekna felagstrygging, eitt nú um bátaeigarar taka seg saman um at tekna kollek- tiva trygging? — Tað veit eg heldur ikki, men um tað varð ar- beitt við málinum, so kundi okkurt spurst burt- urúr. Er steðan tann sama á bygd viðvíkjandi báta- tryggingum ? — Nógvir bátar á bygd eru tryggjaðir, men hvussu stórt lutfallið er, ber ikki til at siga nakað ávíst um, sigur Jens Petur Arge at enda. Dag.