Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyribifsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðfóík: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Múlter Lysinger: Årni Joensen Slanga við Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 stórum dimensiónum 3 se | oddagrein | MIKUDAGIN BAR Dagbiaðið tey tíðindi, at pf. Smyril Line sekir um landskassaveðhald fyri einum kreppuláni uppá 12 mió. kr. Í skrivandi løtu verður málið við- gjørt í samgonguni. IKKUM RENNUR Í HUGA HESI orðini: „Hetta er ein søguligur dagur fyri fólkaflokkin, nú mill- umlandasiglingin verður løgd fyri Í eitt privat partafelag og at slang- an harvið verður tikin úr lands- kassanum«. Hetta segði ein kendur fólkafloksmaður á tingi tann dagin spurningurin um al- mennanpartapening í pf. Smyril Line var til umrødu á tingi. SAMBANDSFLOKKURIN hevur í fleiri ár hildið fast við, at keypini av Smyrli og Teistanum, sum vórðu framd av undanfarna lands- stýri, høvdu kostað skattgjaldar- unum 60 mió. kr. So frøi var sjálvandi eisini á sambands- monnum tá millumlandasigl- ingin varð løgd yvir í eitt privat partafelag. Nú skuldu skattgjald- ararnir sleppa frá at rinda meira til millumlandasiglingina. PÁSTANDURIN UM, at Smyril og Teistin hava kostað skattgjald- arunum 60 mió. kr. er fyri tað fyrsta 6sannur. Sannleikin er tann, at tað almenna við skatt- gjaldarans peningi framdi fløgur uppá 60 mió. kr. í tvey skip og tað vil siga í fest virðir. Hesi bæði skipini skaptu stórt tal av arbeiðs- plássum og hava framvegis eitt søluvirdi, sum helst ikki er minni enn tær 60 mió. kr. FYRI TAÐ NÆSTA kunnu vit vísa á, at Smyril í sjey ár var í millum- landasigling í sumri og gav eitt hampuliga stórt yvirskot í lands- kassan — tann kassan sum allir skattgjaldararnir eiga í felag. Eisini hava Smyril og Teistin siglt fyri onnur lond við rættuliga góðum fíggjarligum úrslitum fyri føroyska samfelagið. Tað gav at bíta, tá landsstýrið í fjør bað um heimild at keypa helikoptara. Tað var ikki neyðugt at útvega nakra fígging. Tað varð upplýst fyri ting- inum at leigan av Teistanum í Trinidad kundi gjalda helikoptara- keypið. VIÐ SÍNI SIGLING millum lond hevði Smyril eina slangu í lands- kassan. Við síni sigling í útlond- um hevur Teistin eisini havt eina slangu í landskassan. Gjøgnum slangurnar hjá Smyrli og Teist- anum rann peningur inn í lands- kassan. Har rann avlopid av summarsiglingini hjá Smyrli. Har rann inntøkan av leigumálinum hjá Teistanum í Trinidad. Og har fara aftur at renna inntøkur av einum komandi leigumáli í Skot- landi. HIGARTIL hava skattgjaldararnir einki rindað fyri nakra millum- landasigling hjá tí almenna. Men nú er tað ein spurningur, um skattgjaldararnir ikki sleppa at rinda fyri slíka sigling. Alt bendir á, at ein slanga við sera stórum dimensjónum nú verður løgd niður í landskassan og endamálið er als ikki at lata pening renna niður í landskassan. TÁ SMYRIL var í millumlandasigl- ing veturin 1980/81 var hallið umleið 2 mió. kr. fyri teir fyrstu tríggjar mánaðarnar. Hetta førdi til samgonguslit. Og nýggja sam- gongan helt, at siglingin skuldi steðgast beinan vegin og so varð. Men hvat hendir nú? VEÐHELDUR TAÐ almenna og sleppa skattgjaldararnir møguliga at rinda fyri millumlandasigling? Fáa vit nú eina váttan fyri, at tá talan er um at gjalda fyri nakað, sum privatir eiga, so mugu skatt- gjaldararnir sleppa, meðan teir undir ongum umstødum mugu gjalda fyri tað teir sjálvir eiga? JAVNAÐARFLOKKURIN hevur altíð verið fyri føroyskari millum- landasigling og tað uttan mun til, um siglingin hevur verið almenn ella privat. Flokkurin hevur sæð møguleikan fyri at skapa fleiri arbeiðspláss og møguleikan fyri at skapa føroyska samfelagnum inntøkur. Hesa stóðu hevur flokk- urin framvegis. Hesum skal ongin ivast í. 7 PD) = Er. Javnaðarflokkurin ekk rætt: Fólkaflokkurin gevur sær ein dyggan "8 frammanå Í politisku viðmerkingini vísir Vilhelm Johanne- sen, legtingsmaður á, at fólkaflokkurin fór til fólkatingsval upp á tað, at hann fór ikki at blanda seg inn í danskan politikk. Men nú skrivar nývaldi fólkatingsmaðurin m.a., at fólkaflokkurin fór til val upp á at minka sosialistisku andstøduna á danatingi. — Fólkaflokkurin fór ikki at umboða foroysk áhugamál, men minka sosialistisku and- steðuna. Og tað er grov uppílegging í danskan politikk, slær Vilhelm Johannesen fast. Upprundir hvert fólka tingsval hevur tað verið brúkt ímóti javnaðar- flokkinum, at hann hevur lagt seg út í donsk politisk viðurskifti í fólkating- inum. Serstakliga hevur tað verið fólkaflokkurin, sum hevur brúkt hetta ímóti javnaðarflokkinum, og sum hevur sagt, at fingu teir umboð á fólkatingi, so vildu teir undir ong- um umsteðum leggja seg út í donsk politisk viður- skifti. Teir fóru einans at umboða feroysk áhuga- mál. Javnaðarflokkurin hev- ur altíð víst hesum aftur við at vísa á, at er ein limur í fólkatinginum, so er ein harvið partur í ein- um og hverjum máli sum fólkatingið skal taka steðu til. Ein kann stuðla eina stjórn bæði við at vera aktivur og passivur. Ein kann somuleiðis fella eina stjórn bæði við at vera aktivur og passivur. Við fólkatingsvalið 10. januar fekk fólkaflokkurin annað av teimum báðum føroysku umboðunum á danatingi. Og nú tykist atkveðan hjá fólkafloks- umboðnum at vera tann avgerandi. Nú má fólka- flokkurin ásanna tað, sum javnaðarflokkurin = altíð hevur sagt. Annaðhvert stuðlar tú ella stuðlar tú ikki. Og fólkaflokkurin gevur eisini sær sjálv um so dyggiliga frammaná I Dagblaðnum mikudagin skrivar fólka tingsmaðurin hjá fólka- flokkinum um politisku steðuna í Danmark og hann viðgongur nú, at javnaðarflokkurin hevur rætt. Hann endurtekur arbeiðskonuna í seguni hjá Jákupi Jacobsen: »Skeri eg teg her, missi eg teg har.« Vit kunnu annars taka eini tvey brot úr greinini hjá fólkatings- manninum. Tey tala fyri seg. Tað er bert neyðugt við heilt stuttum viðmerk- ingum. Hann skrivar: »Spenningurin i danska fólkatinginum økist um, hverja lagnu fíggjarlógin og harvið borgarliga stjórnin hjá Schlúter fær, tá lógin verður sett undir atkvødugreidslu ein av komandi døgunum. 89 atkvødur eru helst fyri og tað er 1 ov lítið. Fellur lógin, fellur stjórn- in. Alt bendir á, at um fólkfloksins umboð á danatingi ikki atkveður fyri fíggjarlógini, er tann stødan uppílegging í danskan politikk á tann hátt, at fólkaflokkurin fellir donsku stjørnina.« Fólkatingsmaðurin hev- ur púra rætt. Tað er uppí- legging i danskan politikk. Her kunnu vit bara skoyta uppi, at um fólkafloksumboðið at- fyr iyrl Nr. 13 — 28. januar 1984 politisk viðmerk- ing kveður fyri fíggjarlógin og harvið bjargar eini danskari stjórn, so er tað uppílegging danskan politikk. hetta er júst tað, javnaðarflokkurin hevur sagt, men fólkaflokkurin sópað til viks. Og aðrastaðni í greinini setur fólkatingsmaðurin krúnuna á verkið. Hann skrivar: >Fólkaflokkurin fór til fólkatingsvalið við tí málsetningi at minka sosialistisku andsteðuna á danatingi við eini føroysk- ari javnadaratkvødu«. Neyvan hevur nakar givið sær sjálvum og sín- um egna flokki so dyggi- liga frammaná fyrr. Tað er ómeguligt at siga tað týðuligari og greiðari Fólkaflokkurin fór ikki til fólkatingsvalið við tí málsetningi, at umboða føroysk áhugamál á dana- tingi. Málsetningurin hjá eisini Og sum altíð sum hevur fólkaflokkinum var at minka sosialistisku andsteðuna í fólkating- inum. Og tað er grov uppílegging í danskan politikk. Vit ynskja fólkaflokk- inum góða eydnu, nú hann skal blása við fullum munni av mjøli. Gott at fólkatingsmaðurin hevur livað eitt sunt lív, tí slíkt er strævið og krevur góða konditión. Vilhelm Johannesen Ferðsluteigur ella valsending? Kveldið fyri valið var í út- varpinum ein sera legin ferðslusending. Tað ferðsluliga innihald í hesi sending var so burtur við, at tað lata vit fara. Eg fekk í hvussu er bert tað burturúr, at fótgangarar als ikki eiga rætt at vera til. Men tað, sum mest fell- ur einum fyri bróstið, var tað skammrós av NATO og Mjerkadali, ið tað mesta av hesi sending snúði seg um. Vit fingu at vita, hvussu nógv fólk hava gist har uppi, hvussu nógvir føroy- ingar eru feddir har, tað restaði bert at fáa at vita, hvussu nógv eru gitin á sama stað. Sum teir segdu frá, so áttu natomenn lívið í stórum parti av feroy- ingum. Sjálvandi er øll hjálp kærkomin, men skamm fái tann, ið ikki hjálpir hon- um, ið liggur neyðstaddur uttanfyri eins egnu dyr. Har afturat eiga vit ikki at gloyma, at tað er NATO-steðin, ið er tann beinleiðis orsekin til, at vit fingu henda vanda- mikla veg upp um fjellini. Undir vanligum umsteð- um var hesin vegur aldri lagdur upp um fjell, men hevði í staðin verið boraður í gjøgnum tey. Og so endaðu legreglu- menninir hesa sending við at heita inniliga á ell, ið ikki eru NATO-viðhalds- fólk um at hugsa seg væl um og skifta meining — áðrenn tað var ov seint. Hetta hendi í Utvarpi Feroya kveldið fyri fólka- tingsvalið 10/1-84. Lurtari