Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagbókin - 9.b í Venjingarskúlanum skrivar: Sosialurin Nr. 193 - 9. oktober 2002 2 Í okkara fyrsta <ph_1> blaði, hava vit valt at taka evnið upp, sum eitur fartelefonir. Seinastu árini hevur fartelefonin veruliga tikið dik á seg, og nærum øll ganga og mala við eini fartelefon í dag. Fartelefonir er nakað, sum er eitt »must« - trendið, hip, in, smart. Sms-boð, teir nýggjastu ringitónarnir, bílætaboð og annað fer við nógvari tíð, tá tosað verður um fartelefonina hjá ungdómi í dag. Men treyðugt so. Fartelefonin er meira enn so hent. Fyri nøkrum mánaðum síðani var eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum. Bilurin var farin so langt oman í bøin, at um annar av teimum báðum, sum vóru í bilinum ikki hevði eina fartelefon, so høvdu teir helst ikki verið funnir fyrr enn einaferð - og tá hevði tað kans- ka verið nógv verri statt enn áðrenn. Hvat er tað, sum ger, at fartele- fonin er vorðin til eitt neyð- turviligt amboð í dagsins samfe- lag? Fyrr hevur tað ikki verið soleiðis, at tú hevur skulað verið til at fáa fatur á 24 tímar um døgnið. Fyrr var tað nóg mikið við eini fastnettelefon, og var tú ikki heima, so var spell. So mátti bara bíðast og ringjast aftur seinni. Ivi er ikki um, at mong foreldur munnu argast inn á telefon- rokningina síðani fartelefonin hevur fingið ein so høgan status her á landi. Dýrari er at ringja á eina fartelefon enn eina fast- nettelefon, so skjótt er, at tele- fonrokningin verður heldur hægri enn ætlað. Til ber eisini at fara langt aftur í tíðina, tá bara ein telefon var í bygdini. Í dagsins samfelag ber illa til at ímynda sær, hvussu hevur borið til at samskifta. Men tey, ið livdu tá í tíðini, kláraðu seg fínt. Tað var ikki nakar trupulleiki ikki at eiga eina telefon. So eru tað eisini nøkur, sum í dag ikki eiga eina fartelefon. Onkur undrast kanska á, hvussu ein so kann fáa fatur á viðko- mandi, men satt at siga, man tað ikki vera so ringt, sum ein einaferð vil gera tað til at vera. Áhaldni er eitt gott boð. Ein brennandi spurningur er so, um tað nú er so hip, smart, in og kul at hava eina fartelefon. Hvat er tað, sum ger tað so smart, at ganga og tosa í eitt lítið apparat, mitt á alfara vegi, blindur fyri øllum tí, sum hendir rundan um teg? Er tað ikki kan- ska eitt sindur meira »yt« enn nakað annað? »Ja, mamma, eg skal keypa mjólk og breyð!!!«. Nakað annað, ið er av alneyðugum týdningi er, at min- nast til at sløkkja telefonina. At kenna síni mørk. Vita, at nú hóskar tað seg ikki, at hava fartelefonina tendraða. Í øllum førum ikki ljóðið. Havi verið úti fyri, at ein fartelefon hevur ringt yvir grøvini, og tað er ALT annað enn sjarmerandi. Tá má ein veruliga seta spurningin: Hvar er skommin í fólki? Okkara boðskapur er greiður: Fartelefonin kann saktans vera eitt hent amboð, men kenn tíni mørk, og lær teg eisini at binda frið og lat telefonina hvíla og vera sløkta viðhvørt. Vit skriva: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag fríggjadagur 4.okt. 2002 Gó›a dagbók! Í dag fór eg oman til Maluna. Vit skuldu í b‡in at keypa klæ›ir til í morgin. Eg eri SO spent, tí í morgin skulu vit á DJ-show, eg og Malan. Vit fóru also í b‡in at keypa klæ›ir, og bá›ar keyptu ein fittan topp. Eisini keypti eg einar n‡ggjar buksur . Toppurin hjá mær er Zebra- líknandi, og buksurnar eru svartar. Í b‡num hittu vit Káru. Hon fylgdist vi› Lars, og vit stó›u eina løtu og práta›u. Kára ætla›i sær eisini á DJ-show í morgin, so vit hava avta- la›u at fylgjast. Gó›a nátt..... leygardagur 5. okt 2002 (kl. 19.00) Gó›a dagbók! Í kvøld ver›ur ta›!!!! Eg eri MEGA spent, ja eg kann slett ikki bí›a. Um eina løtu fari eg oman til Maluna, har vit fara at gera okkum klárar til at fara í b‡in. Eg taki sminkupungin vi›, og so fara vit at sminka okkum og seta hári›, á›renn vit fara ví›ari oman til Káru. Og sí›ani gongur lei›in ni›an í Badmintonhøllina. Eg má fara, tí Malan ringir.... sunnudagur 6. okt 2002 Gó›a dagbók! Ta› var nógv stuttligari á DJ-showinum, enn eg helt , ta› fór at ver›a. Í byrjanini var ta› roti›, tí har vóru so fá fólk. Men eftir ein hálvan tíma var næstan full høll, og so bleiv ta› stuttligt. Har vóru dansigentur, ljósshow og nógvir lekrir dreingir (he, he..) Kára var saman vi› Sjúr›ur, og Malan var saman vi› Claus. Eg fekk eisini sjeik. Hann eitur Bergur og er vinma›ur Claus. Hann er Sooooo fittur. Eg vóni, at hann fer at ringja til mín, tí eg vil og má síggja hann aftur. Á konsertini dansa›u vit allatí›ina, og ta› var sooo stuttligt.. Tá klokkan var okkurt um 2.00, fóru Malan, Kára og eg oman á fót- bóltsvøllin. Har hittu vit Sjúr›a, Claus og Bergur. Vit práta›u eina løtu, sí›ani fóru vit inn í høllina at dansa. Naka› seinni kom Bergur yvir til mín og seg›i, at hann vildi tosa vi› meg. Eg bleiv eitt sindur nervøs, men fór vi›. Vit fóru útum, og har seg›i hann, at honum dámdi meg!!! Eg føldi, at eg rodna›i, og tí var eg gla› fyri, at ta› var myrkt uttanfyri. Eg skunda›i mær inn aftur, fann Maluna og Káru og greiddi teimum frá tí, i› Bergur hev›i sagt. Tá vit seinni sóu Bergur, Claus og Sjúr›ur, tordi eg næstan ikki at hyggja upp á Bergur. Seinni var eg saman vi› Bergur, og tá i› teir spældu sí›sta sang (o.u. kl. 3.30), dansa›u vit bæ›i tætt saman. Sí›ani var› konsertin li›ug, vit fingu taskurnar og spáka›u oman í b‡in. Tá vit høvdu gingi› eina løtu runt og práta› vi› fólk, fóru vit til hvør til sítt. Eg var gla› og kundi næstan ikki sovna, tá i› eg kom heim. Eg hugsa›i bara um Bergur og um, nær vit munnu fara at síggjast aftur. Ja, eg hugsi um hann enn.............. Dagbókin - 9.b í Venjingarskúlanum skrivar: Sosialurin Nr. 193 - 9. oktober 2002 3 19 ára gamli klaksvíkingurin Hjalgrím Elttør hevur av álvara sligið sítt navn fast innan føroyska fótbólt- sheimin. <ph_1> hevur hitt henda unga og fryntiliga mannin til eitt fótbóltsprát Hjalgrím hevur fingið eina lítla fríløtu frá sínum dagliga starvi á Statoilstøðini í Klaksvík til hetta prátið. Og tað sást á honum, at honum dámar fótbóltsprát. Hjalgrím hevur altíð raðfest fót- bóltin ovarlaga, fyri ikki at siga ovast. - Ein forsømdi ongantíð fót- bóltin. Eg havi forsømt nógv annað orsakað av fótbóltinum, men so gott sum ongantíð fót- bóltin orsakað av øðrum. Um eg hevði tvey at velja ímillum, so valdi eg altíð fótbóltin. Men tað er broytt eitt sindur í dag. Ein hevur fingið onnur ting at hugsa um eisini, so raðfestingin er øðrvísi, sigur Hjalgrím, men hann dylir ikki fyri, at fótból- turin framvegis fer við sera nóg- vari tíð. - Um ein tekur arbeiðið, fót- bóltin og so at ein er forlovaður, ja, so er ikki tíð til nógv annað, sigur Hjalgrím, sum tá hann var yngri eisini royndi seg sum bæði hond- bólts- og flogbóltsleikara. Men hann var noyddur at velja eina ítróttargrein, tá tað bleiv ov krevjandi, og tað bleiv sjálvandi fótbóltin hann valdi. Hjalgrím var seks ára gamal, tá hann byrjaði at venja fótbólt. Tað var við pinkulingunum í 1989. Men hann hevur altíð spælt bólt. - Mamma plagar at siga, at eg var nóg illa byrjaður at ganga fyrstu ferð, eg sparkaði ein bólt, sigur Hjalgrím smílandi. Upp gjøgnum árini hevur Hjalgrím ment seg sera nógv sum fótbóltsleikari. Fyrstu ferð hann var við til at vinna eitt meistaraheiti fyri KÍ, var í 1993. Tað var við smápiltum. Síðani hevur Hjalgrím spælt við øllum deildunum uppeftir hjá KÍ, inntil hann byrjaði at venja við fyrstu deildar liðinum sum 16 ára gamal. Hann greiðir frá, at hann hevur vant undir trimum venjarum higartil í fyrstu deild. - Eg var eitt sindur við, tá Tony Paris var her í 1999. Og so havi eg vant undir Tomislav Sivic og nú Kurt Mørkøre. Hann sigur, at hann altíð hevur droymt um at verða fót- bóltsspælari, men nú er tað ikki tað, sum upptekur hann mest. Nú er hann so smátt farin at hugsa um at fáa sær eina útbúgving. - Eg veit ikki rættiliga, hvat eg kundi hugsað mær. Eg eri null- stillaður beint nú, tí fótbóltsárið er farið aftur um bak, og nú fari eg at umhugsa, hvat eg vil í framtíðini. Men eg hugsi ofta, at um eg var 16 í dag, og eg fekk møguleikan at fara uttan- lands í fótbólti, so hevði eg ikki ivast. Eg hevði lopið avstað, men tað er øðrvísi í dag, sigur hann hugsunarsamur. Hjalgrím hevur verið og royn- darvant við Premier League feløgunum Aston Villa og Bolton. Onnur feløg Tað er lítið at dylja yvir, at ein so ungur og evnaríkur leikari, sum Hjalgrím Elttør er ein sera áhugaverdur fongur hjá einum fótbóltsfelagið. Og tí kann tað ikki komast rundan um spurningin, um hann yvirhøvur verður millum KÍ leikararnar komandi kappingarár. - Tað verður tosað sera nógv, serliga tí kappingarárið júst er endað, og avgerðir skulu takast um komandi ár. Og feløg hava ringt til mín, men enn er so stutt fráliðið, so tað er bert prát enn. Eg vil í veruleikanum ikki fara úr KÍ, tí eg haldi ikki, at tað er so stórur munur á teimum føroysku feløgunum, heldur Hjalgrím. Gentan hjá Hjalgrími, Birgit, arbeiðir í Havn og spurdur um, hann møguliga verður at síggja í øðrum av høvuðsstaðarfelø- gunum komandi ár, sigur hann, at tað sum er ikki er nakað fast- lagt. - Eg eri framvegis í hópinum hjá KÍ, og tað er eisini har eg helst vil verða. Men sjálvandi kann tað fyri onnur tykjast, sum um Havnin virkar lokkandi fyri meg, tá daman arbeiðir har. Hann sigur eisini, at fólk spyrja hann allatíðina, um hann fer aðrastaðni. - Tey spyrja: Fert tú veruliga at skifta felag? Akkurát, sum um tað er nakað øgiligt nakað. Og til tíðir kann tað vera sera ørkymlandi, tí ein verður forvir- raður av, at øll onnur blanda seg uppí. Áskoðararnir hjá Kí eru ein av teimum mest trúføstu í land- inum, men tey eru eisini eirindaleys. Um tað gongur væl, so er alt gott. Men gongur tað so hinvegin, so er tað ikki við mýkindum. - Tá ein er á vøllinum, so fangar ein fyri tað mesta alt tað nega- tiva sum verður sagt ella rópt. Men eg haldi ikki, at tað verður tikið illa upp. Vit eru so lokal her norðuri, at vit kenna áskoðararnar. Onkuntíð flenna vit bara eftir tí, sum verður sagt, sigur Hjalgrím sum ikki vil taka nakran fram um onnur, men hann nevnir stuðlarnar, sum hava verið til hvønn dyst íklæddir hvít og blá klæðir, við trummum og hornum. - Teir gera sanniliga sítt til, at dystirnir ganga væl, tað er sera hugaligt at hoyra teir rópa á okkum, sigur Hjalgrím, sum nú kappingarárið er farið afturum bert fer at slappa av fyri fyrst og umhugsa, hvat hann vil í framtíðini Hjalgrím vil vera í KÍ Vangamyndin: Hjalgrím Elttør Navn: Hjalgrím Elttør Aldur: 19 ár Starv: Krambakallur í Statoil Føðingardagur: 03.03.1983 Yndisorð: Hugflog Hvat vildi tú verða, tá tú vart stórur, tá tú vart lítil? Fótbóltsspælari 03031983 C M Y K 17 16