Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. januar 1984síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 | 5 MED ed * ki Leygardagur 28. januar 15.00 Ítróttur 19.30 Teknifilmur 19.50 TV-avísin 20.20 Djórafilmur 21.10 Býtingið 22.10 Apuklótin am. filmur 00.00 Liðugt Sunnudagur 29. januar 15.00 Kapelkonsert 15.45 Gudstænasta 16.45 Liðugt 19.30 Djórafilmur 19.50 Gamla Danmark 1 (10) 21.10 Friðdómarin í Írlandi 4 (6) 22.00 SK 917 hevur sett seg 4 (4) 22.30 Andakt 22.35 Liðugt Mánadagur 30. januar 21.10 TV-avísin Týsdagur 31. januar 19.30 TV-bern 20.25 TV-aktuelt 21.10 Mexico 4 (5) 21.55 »Parasitterne« da. tv-spæl 23.45 Lidugt Djorafilmur Leygardagur kl. 20.20 Enn einaferð skulu vit síggja teir báðar indisku kongatikararnar, sum hava hildið til í Sveríki. Har hevur Jan Lindblad tikið sær faðirliga av teimum. Vit fylgja tikarunum í spæli teirra á eini lítlari svenskari oyggj. Hetta er ein sera sjáldsamur filmur og ikki minst vakur. Býtingið Leygardagur kl. 21.10 Hetta er ein rættarsak, har vit hoyra vitnisfrágreiðingar fyri og ímóti ein- um ávísum máli. 100 danir eru dóm- arar á sjónvarpsskermionum. Hesaferð er evnið: >Skal forboð setast ímóti video-harðskapi?< tíðindablaðið Apu-klotin Leygardagur kl. 22.10 Hetta er ein rættiliga kendur ameri- kanskur filmur frå 1967. Fyra rúmdarmenn eru noyddir at lenda á eini ókendari gongustjernu, har menniskjaapur eru tað djóraslag, sum er mest framkomið og har menn- iskju verða brúkt sum trælir og til vísindaligar royndir. Hetta verður eisini lagnan hjá teimum fýra fremm- andu rúmdarmonnunum. Leikritið hava Michael Wilson og Ród Serling gjert eftir eini skald- segu, ið Pierre Boulle hevur skrivað. Leikararnir eru: Carlton Heston sum George Taylor, Roddy Mc Dowall sum Cornelius, Kim Hunter sum Zira, Maurice Evans sum D.r Zaius, James Whitmore sum Formaðurin, James Daly sum Honoriuos, Linda Harrison sum Nova, Robert Gunner sum Landon, Lou Wagner sum Lucius og Woodrow Parfrey í leik- lutinum sum Maximus. Filmurin er óegnaður fyri smærri bern! Kapelkonsert Sunnudagur kl. 15.00 Yuri Ahronovitch, ið er kapelmeist- ari og føddur í Russlandi, stjórnar her »Det kongelige kapel«. Vit hoyra 3. symfoni eftir Carl Nielsen, »Espansiva« í eini upptøku frá »Odd- Fellow Palæet« í Keypmannahavn tann 8. desember — 100 ára dagurin fyri teirri fyrstu kapelkonsertini. Sopransolistur er Bodil Gebel og barytonsolistur er Stig Andersen. Fogh Gamla Danmark Sunnudagin kl. 19.50 Hetta er ein nýggj donsk sjónvarps- rød, ið nevnist »Gamla Danmark 1945-1975«. Tad er Paul Hammerich, sum hevur skrivað og greiðir frå. Fyrsta sendingin er frá tí seinasta vetrinum undir hersetingini av Danmark í 1944-45. Nazisman var við at missa takið, valdsgerðirnar vóru nógvar og fólk keyptu svart. Valdið var býtt millum Werner Best, ið var fulltrúi Hitlers og departe- mentsstjórarnar og Frælsisráðið. Men síðani komu dagarnir, tá Dan- mark varð eitt frælst land aftur 4. og 5. mai. Rættaruppgerðin kundi byrja, og meðan Danmark var í gleðisrúsi, varð Bornholm bumbað av russum. Var tað nakað at rópa hurrá fyri? Friðardómarin i Irlandi 4 (6) Sunnudagur kl. 21.10 Tvær fiskimannafamiljur eiga ein bát og Yeates friðardómari verður boðsendur at dema í einum sakar- máli viðvíkjandi fíggjarligu viður- skiftunum hjá hesum familjum. Hetta er ein sera trupul steða hann er komin í. Dóttirin í eini familjuni arbeiðir í hansara køki, og móðirin letur honum fisk av og á. Tað kemur so í ljósmála, at júst í tí fiskimanna- húsinum verður rúsdrekka selt ólóg- liga. SK 917 hevur sett seg 4 (4) Sunnudagur kl. 22.00 Enn sterri spenningur umborð á tí stóra jumbojetflogfarinum. Í hesi seinastu sendingini fáa vit at vita, hvussu morðini eru framd, og hver hevur framt tey. Ein maður hevur rænt flogfarið og tað flýgur uppi yvir Keypmannahavn.