Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Landsrætturin staðfesti r: Bátur ongantið í vinnu. Kann dragast frá í skatti Óli í Áarstovu Landsstýrið hevur aftur tapt eitt skattamál í rætt- inum. Fyrst í Feroya rætti og nú eisini í Eystara lands- rætti, sum staðfesti dómin hjá Feroya rætti. Hetta vil siga, at tað er í lagi at draga frá í skatti undirskot av útróðrarbáti, sum, vegna óhapp, ongantíð hevur verið í vinnu. Sum so ofta tulkaðu Líkningarráðið og lands- skattanevndin skattalóg- ina hver á sín hátt. Hesa ferð var tað tulk- ingin hjá landsskatta- nevndini, sum fekk við- hald í rættinum. Nevndin segði, at bát- urin var keyptur við vinnuligum endamáli fyri eyga og tí kundi undir- skotið dragast frá. Men líkningarnevndin í Klaksvík, har bátseigarin býr, segði kortanei og somu steðu tók Líkningar- ráðið. Sum bað Lands- stýrið stevna bátseig- aranum við kravi um, at hann bleiv demdur at viðurkenna, at hann ongan rætt hevði at draga frá rakstrarútreiðslur og avskriva, ávikavist 34.324 og 62.825 kr. Tilsamans góðar 97.000 kr. Men í staðin fyri at fáa skattapengar frá útróðrar- manninum, noyðist nú Landsstýrið at gjalda honum sakarmálskostn- aðin, alt í alt 12.000 kr. Filmur um friðargong- una í 82 Í annaðkveld kl. 20,00 hevur Felagið Feroyar- Sovjetsamveldið films- sýning á Læraraskúl- anum. Filmurin er um friðar- gonguna Stockholm- Moskva-Minks í 1982 og hevur verið sýndur í danska sjónvarpinum. Elinborg Johansen, sum var við í friðargonguni, fer eftir filmssýningina at svara spurningum um gonguna og ferðina ann- ars. Ikki bara góð ráð eru dýr Tað eru ikki bara tey góðu ráðini, sum eru dýr. Eisini ráð, sum ikki verða fylgd, kunna kosta eitt sindur. Hetta hevur Hotel Feroyar tikið til eftir- tektar og avgjert at gjalda eina rokning frá einum ráðgeva í Dan- mark. Men fyrst mátti ein stevning til og sakar- mál, sum nú er endað, um ikki í sátt, so við semju. Málið skuldi annars viðgerast i Føroya rætti í síðstu viku. Men tá fekk dómarin at vita, at semjan var fingin í lag í Danmark. Hotel Feroyar skal gjalda danska ráðgev- anum 3.400 kr. um- framt sakarmálskostn- að, 550 kr. Málið snúði seg um uppskot um, hvussu starvsfólkini á Hotel Feroyum skuldu vera ílatin, í arbeiðstíðini sjálvandi. Ráðgevin í Danmark bleiv biðin um at koma við uppskoti. Tað kom, men bleiv ikki brúkt. So kom sperðil í. Onkur misskiljing í sambandi við samsýn- ingina endaði við, at ráðgevin stevndi Hotel Feroyum eftir pengum fyri arbeiðið, hann hevði lagt í uppskotið. Eftir, hvat skilst, hevur Hotel Feroyar skilt avtaluna soleiðis, at tað bert skuldi gjalda, um ráðini frá ráðgevanum blivu fylgd. hd Oheppin Málið byrjaði longu í 1978. Tá keypti útróðrar- maðurin ein 20-tonsara úr Danmark, tekur hann heim og fer at rigga hann til. Men hann slapp ongantíð til útróðrar við båtinum. Tí motorurin brendi saman áðrenn. Skipasýnið kom nú eisini uppí og kravdi steðið undir motorinum hækkað og aðrar ábetur. Útróðrarmaðurin fekk at vita, at bátur hansara fekk ikki siglingarloyvi, fyrr enn krevini vóru lokin. Eftir at hava fingið tilboð um nýggjan motor ——— A ccccEEcccccccccccc Óvist hver skal gj alda hetta og iseting, gjørdist útróðr- armaðurin greiður yvir, at hetta fór at blíva ov dýrt fyri hann. Hann avgjørdi tí at selja bátin, sum hann lá. Hann seldi eitt ár eftir, hann hevði keypt, og fekk bert slakan triðing av tí, hann sjálvur keypti bátin fyri. Her vóru tí ongar inn- tekur. Men útreiðslur vóru sjálvandi og undir- skotið 97.149 kr. Sum út- róðrarmaðurin so dregur frá á sjálvuppgávuni fyri 1978. Og tað hevði hann rætt til. Siga Feroya rættur og Eystari Landsrættur. hd mær ein so deiligan bil við forhjólstrekki, so eg má heldur fara at spyrja Atla Jens- en, hverji dekk man skal brúka her í Havn, tá tað ikki verður grivið... * Á Polarfrost eru tað 20 kontaktir — men 21 »stikkkontakt- ire... Javn(aðar)leikur!!! Tað er ikki greitt enn, hver skal gjalda umvælingarnar av teimum havnarlegum, sum fingu skaða í óveðrinum 22. januar. Elias Davidsen hjá landsverkfreðinginum sigur, at har vita tey ikki, hvussu umvælingararbeiðini skula gjaldast. Men í fyrsta umfari er avtalað, at kommunurnar leggja út, sigur hann. Hóast spurningurin um pengarnar ikki er greiddur, er longu farið undir at umvæla. Í Havn eru teir byrjaðir at leggja grót í verjugarðin og á Strondum er eisini nakað gjert. Í Hvalba er onki gjørt enn. Á Toftum var havnagerð í gongd, tå skaðin hendi og á Argjum er okkurt smávegis gjørt. Tá havnir verða bygdar verður kostnaður býttur soleiðis: kommunan 25%, landið 65 og ríkið 10%. Elias Davidsen sigur, at tað er ikki enn uppgjert, hvussu nógv tað fer at kosta at umvæla skaðarnar, sum lands- ynningsódnin gjerdi hesa sunnunáttina. hd