leygardagur 4. februar 1984síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1
4
8
+
Nr. 16 — 4 februar 1984
Soltsjenitsyn
og tað slagið
Aftursvar frá Høgna av Heiði til Jens Paula Heinesen og
hansara greinareð »Tann totaliteri staturin«
JPH skrivar, at tå ið »Ein
dagur i livi Ivans Denisovitj-
ar« hjå Aleksandr Soltsenit
syn kom út i sovjet, »skalv
alt tað sovjetska imperiið í
grundvelli sínum<... „lá
hjálparleyst undir tí livandi
orðinum<. Tann sum hevur
lisið hesa bók ella sæð filmin,
undrast ikki sert yvir, at ein
sovorðin einfeld, hóvlig og
lítið ræðslumyndandi bók um
lívið í einari sovjetskari ar-
beiðslegu (ikki stórt eðrvísie
nn í eðrum vesturlendskum
fangatippum tá í tíðini) kann
loypa skjálvta á eitt ríki. Men
tað gjørdi hon heldur ikki. Ta
kraft átti hon ikki, líka mikið
hvat ið amerikansk
»skjålvtamåtitol« so kendu á
sær. Hetta er eisini ein myta,
sum smáborgarligir rithev-
undar vestanfyri dyrka. At
bókin seinni kom á svarta
lista, var av tí at Soltsjenit-
syn skjótt aftaná fór undir
eina haturskampanju við
ósannindum ímóti landinum
og eggjaði útlondum at gera
ónáðir. At enda hevndi landið
seg við at steðga útgávuni av
verkum hansara í Sovjet, tí
USA og onnur válkaðu sær í
hesum ósannindum til poli-
tiskan fyrimuns. Hetta var
óivað ein býtt gerð av
sovjetsku myndugleik-
unum, tí nú gjerdi vestur-
lendska propagandan
Soltsjenitsyn til reina sanna
hetju kúgaða fólksins-,
»mannarættindastriåsmannin
mikla, samstundis sum USA,
Vesturtyskaland 0.0. framdu
tað sama ímóti kommu-
nistum í sínum landi (Allir
teir fremstu amerikonsku
kommunistaleiðararnir hava
sitið í geglinum, og summir
tiknir av degum).
Óndskapurin hjá Soltsjen-
itsyn liggur júst í tí, at hann
tekur veruleikar og ósannindi
frá einum avmarkaðum segu-
ligum tíðarskeiði, og ikki bert
ger ov nógv av og gevur tí
skaplyndi sum hópnýtsla ella
gerana:shending, men roynir
eisini at tamba tað út til at
fara fram ídag sum sosia-
listiskur gerandisveruleiki.
Latum okkum hyggja nærri
at stavninum:
1. Andsegnin: »Mannarætt-
indastríðsmaðurin-.
Steða Soltsjenitsynt til al-
heimsviðurskifti kom týðu-
liga fram í 1974, tá ið hann
kallar á amerikumenn um at
herða álopini á tað »kommu-
nistiska« Vjet Nam, (eitt
kriggj, ið nærum øll manna-
ættin fordømdi). I roynd og
veru er S. meira høgravendur
enn høgravongurin i USA!
Ikki eiti å vinur hjå tær, Jens
Pauli. Tað er ikki langt
síðani, at tað borgarliga
tíðarritið The New Yorker
undir teiginum >Talk of the
Town« boðaði lesarunum frå,
at so skjótt S. kom til sínar
harrar í USA at búgva og fór
at vísa seg alment, sóu øll, at
hann var eingin mannarætt-
indaforkempari, sum J.P.
sigur, tí: „While A. Solzhenit-
syn remained in the Soviet
Union, it was possible for us
in the United States to
regard him as a marvellously
steadfast beliver in political
freedom, but now that we
have him here in our midst...
we have had to revise our
impressions«.
2. Andsøgnin: »Foølksins
talsmadur«.
meðan flestu sovjetsku
andsteðingar vilja aftur til
tað borgarliga stýrislagið hjá
Kerenskij áðrenu kollvelt-
ingina — tá ið verkafólk og
bóndur, ið taldu 95% av fólk-
inum, bert áttu 2% av ting-
sesunum! — vil Soltsjenitsyn
heilt aftur til tað gudsóttandi
tsarveldistíðina í Gamla heil-
aga Russlandi. Hetta er hans-
ara fyrimynd, ideal. Allir
myndugleikar skulu geva seg
undir Gud, hin óreingiliga
Feraran!
3. Andsegnin: »Fridarfolk-
iðuÝ.
Várið 1979, táið ell rætt-
hugsandi fólk allastaðni
ynsktu, at SALT-2 avvåpn-
aðar tingingarnar fóru at
geva úrslit hevði BBC-fólkið
Janis Sapiets 18. febr.
samreðu við S., sum sjálv-
andi endurtók øll tey óment-
aðu kaldakrígsherrópini.
Hann segði eitt nú: >Tað er
greitt, at vit ganga ímóti
einum heimsbardaga, men
teir vesturlendsku stjórnar-
leiðararnir rura seg í blund
við kærum hugmyndavónum
um avspenning« (Sitat eftir
Le Monde 20. febr. 1979). Ger
gjeldur burtur úr ellum frið-
ararbeiðinum.
„Hvat hevur tú í kvitt-
anum?«, fregnast italska ny-
fascistiska blaðið >II Secolo«
i samrødu vid S. »— At gera
eina krossferð ímóti Sovjet!«
Av hesum skilja vit betur
hóvliga Londonblaðið >Daily
Mirror«, tá tað í síni etan og
harma um framferð mansins
eisini í Bretlandi spurdi:
„Hvat ætlar hann? At fara
undir eitt nýtt kriggj?«. Tí
seguken fólk vita, hvat ið
mein krossferð“ ímóti Sovjet
merkir nú á degum. Tað
heðvi ikki verið við sverði og
skjeldri sum á sinni. S. sær
spurningin um kríggj og frið,
og um lagnuna hjá miljónum
av fólki, einans ígjegnum tað
dekka glarið við vónunum
um endurstovnanina av
monarkinum og góðsánara-
valdinum í Russlandi. Bæði
tann sovjetska, amerikanska
og tann danska |(føroyska)
revsilógin sektar tilikar hótt-
anir ímóti landinum við
fongsli upp í 6 ár (sí viðlegdu
donsku revsilógina $ 100,
stk. 1 og 2).
4. Andsøgnin: »Mannavin-
urin mikli«
Samstundis verdur Soltsje-
nitsyn av borgarligu propa-
ganduni vestanfyri róstur
sum eitt av mætastu russ-
isku skaldunum í nýggjari
tíð, — eitt sum, eg trúgvi,
fáur kennari av sovjetskum
bókmentum kann góðtaka.
Tak hasa stuttseguna
»Påskaskrudgongan«, ið er
tydd til føroyskt i Firvalds-
fikku 2. Hon er merkt av
óvanligum erkvisni og hatri
til ell eðrvísi: Gudleysi urg-
dómurin, ið trokast uttan fyri
kirkju og forvitnast um
løgnu påskasidir teirra
kristnu (skrúðgonga o.a.), fær
hesa umtalu frá »skaldinum«,
hóast tey ikki gera nekrum
mein: „Eingin ger seg bein-
leiðis inn á nakran, men
einans tvey fótafet frá kirkj-
uni... sært tú hetta búr-
kroppaskilið, hesa sálarráu
vanvirðing, sum kemur til
sjóndar á skelkjandi brots-
mannavarrum, í ónærisligari
talu, flenni, fríggi, kráming,
royking og spýtan, í tí for-
hánisliga andlitsyvirbragdi á
hesum snorheykum, sum
higar eru komnir at hyggja
at, meðan tåa eldra ættarliðið
endurtekur teir
fyrndargomlu halgisiðirnar...
andlitsbregdini eru óbúgvin,
tápulig og sjálvglað... ráns-
djóraavkomið....!
Kallið JPH og aðrir hann
bara »mannavinin mikla« ella
tða ið kemur tykkum til hugs
í tí letu Sovjetstaturin skal
standa fyri skotum, men
maðurin er sjónliga fullur í
hatri til ell tey, ið ikki fylgja
honum og harrunum handan
hav, sum nú hava tikið hann
til sín.
Aðrir stavnar
»— Vit eru ikki meira enn
tríati itali«, hevur Sakharoff
sagt um síni fólk. Hesir fáu
lógloysingarnir burtur úr 270
miljónum sovjetbúgvum
umboða bert seg sjálvar og
ikki Sovjet. >Ein evarska lítil
bandi“ kallar sovjetkannarin
R. Kaiser teir í The Washing-
ton Post (2. juni 1977). Tað
tykist, sum eingin í Sovjet
tekur sær álvarsligt tykni av
hesum lítla hegrabandanum,
hóast sovjetbúgvin kann
hoyra teirra vitleysu sjónar-
mið hverja viku ígjegnum
tey mongu útlendsku propa-
gandaútverpini. Tí hvat
skulu tey halda um ein sum
tann gitna Bukovskij, ið
(sambært franska Le Monde)
heldur fast við, at sam-
gongan millum vestanlond og
Sovjet imti Hitleri undir 2.
heimsbardaga var
»amoralsk«? og sum opin-
skáraður ásannar, at hann frá
barnsbeini av hevur droymt
„um eina vápnaða kollvelting
ímóti sovjetstyrinum«, og
sum gremir seg um, at »einki
verður av hesum, so leingi
vestanlond velja at lata
Sovjet í friði. Júst tí er Hel-
sinki-sáttmálin so vanda-
mikil«! Ella hvat skulu
sovjetbúgvar halda um
Sakharoff, sum tosar um
tann »vanda« (!), ið avspenn-
ingur og linni eru fyri heimin?
Henda hugsan hansara var
fyrstu ferð á prenti 4. nov. í
1973 í The New York Times
Magazine, og má takast í
fullum álvara. Í 1978 heitir
hann í bóklinginum >Vandi
og vén« á USA og vestanlond
um t.d. >...boykot, kvettan
av ellum samstarvi...<.,
skrivar at »avspenningur er
yvirgeving«, og heldur at
»samanbrestur er einasta
bjarging fyri mannaættina«
— Hvussu kann nakar ynskja
so ilt yvir sitt heimland
Metir alneyðugt hjá USA og
NATO at
rakettirnar í Europa, (ja, nú
fer tað bert at taka teimum 3-
4 minuttir at raka sovjetsku
stórbýirnar) Sakharoff
heldur eisini, at allur heim-
urin eigur at fylkjast um
„felags fíggjarlig, ideologisk
og hermálslig tiltek ímóti
áganginum frá totalitarism-
uni«. Henda krígsavbjóðing
kemur beinleiðis undir bæði
sovjetsku og donsku revsi-
lógina við fongsli upp til 6 ár.
Og hesum manninum gjerdi
tað Kongaliga norska Aka-
demiið av at veita Nobel
Friðarheiðurslenina! Sovjet-
staturin hevur allan rætt at
verja seg ímóti vandamilkum
fólki sum Sakharoff, ið
gjøgnum sítt fyrra arbeiði
sum fysikkari fekk innlit í
hernaðarligu loynimál
Sovjets. Ti er hann nú av-
»nutidargera«
yrgdur frå sinun
lendsku móttakarun
Her havi eg so gjørt mær
tann ómak at geriða gjøllar
frá tí slagnum. ið JPH
greinareð um „tann totalitera
statin< kallar >landsins sål«
„tey kensluríkastu, tær fínu
nervarnar... tey, ið ikki
stremba eftir makt, men
heldur eftir nøkrum so meina-
leysum sum lívsins poesi..
ella onkrum tilikum, (— Mín
undirstrikan.), tað letur seg
jú ikki definera...<.
Ja, so skaldsliga vakurt
kann tað eisini sigast! Men C.
Johnson, formaður í >Stovn-
inum fyri politiska upplýs-
ing< í USA, dugir væl at defi-
nera tað: >Í hugsjónarliga
bardaganum ímóti kommu-
nismuni nýtast okkum íkki
sannindi, men undirgrav-
ingarvirksemi. Í tílíkum
kríggi eru allir yvirgangs-
kroppar og búrhundar, vit
Hegni av Heiði
$ 100 í donsku revsilóg
ini: Stk. 1. Den, som ved
offentlige udtalelser til-
skynder til, eller som
fremkalder øjensynlig
fare for fjendtlige for
holdsregler mod den
danske stat, straffes
med fængsel indtil 6 år
Stk. 2. Den, som ved
offentlige udtalelser til-
skynder til, eller som
fremkalder øjensynlig
fare for fremmed magts
indblanding i den
danske stats anliggen-
der, straffes med hæfte
eller fængsel indtil 1 ár
eller under formildende
omstændigheder med
bøde
Um lesarabrøvini
Eitt breitt og opið orðaskifti er ein av grundstuðlunum i okkara fólka-
stýri. Sosialurin er fegin um, at lesararnir brúka blaðið í hesum sam-
bandi.
Vit skulu tó gera vart við, at hópurin av lesarabrevum kemur til okk-
ara dagliga. Mong av teimum eru í so langrekin og oftani koma fleiri
long lesarabrev á rað um júst sama evni og frá sama persóni.
Vit tilskila okkum rætt í slíkum feri antin at stytta brevini ella í ring-
asta fall at senda tey aftur til tann, iðs krivað hevur.
Tað er avmarkað, hvussu nógv pláss vit kunnu seta av til brev um
júst sama spurning, tá tað eru so mong onnur, ið eisini vilja sleppa
framat. Vit hava ikki óavmarkað pláss.
Tí henda áheitan okkara til tykkara: Skrivið stutt lesarabrøv !
Blaðstjórin
Hafa New Line badiverilsir fáast í trimum litum: natúr,
myrkt beisaðum og hvítum.
Eru at síggja á framsýning okkara á Falkavegi.
FALKAVEGUR Tlf. 14600