leygardagur 11. februar 1984síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
see
i NS
Eks
Operahusid i Sidney
Leygarkvøld kl. 21,10
Tad fyrsta ein fremmandur bitur
merki i, tå hann kemur siglandi inn
milliónabýin, Sidney i Australia, er
tað heldur sjåldsama og óvanliga
operahúsið niðri við havnina. Tað var
tann danski byggifreðingurin, Jern
Utzon, sum í 50unum gjerdi
tekningar til hetta stóra og óvanliga
hús. Men tað var ikki hann, sum
gjørdi húsið liðugt. Eitt politiskt
stjórnarskifti í Australia í 1966
gjørdi, at hann rimdi frá hesum stóra
arbeiðinum. Hann ynskti ikki, at
geva seg ein tumma, og í dag vil
hann als einki hava við bygningin at
gera. Í sendingini fáa vit nakað at
vita um, hvat hendi aftan leiktjøldini
í hesum máli.
The great Waldo Pepper
Leygarkveld kl. 22,10
Hetta er ein amerikanskur filmur frá
1975. Vit eru í USA í 1926. Ein av
floghetjunum frá heimskrígnum,
Waldo Pepper roynir at vinna sær til
lívsins uppihald við at arbeiða við
kunstflúgving og eðrum líknandi. Tá
ið stjórnin setur forboð fyri vanda-
miklu flogtúrum hansara, ger hann
av at arbeiða sum stuntmaður fyri
filmsfeløgini i Holly wood.
Her gerst stóri dreymur hansara
veruleiki. Her metir hann sjálvum tí
kenda týska politinum, Ernst
Kessler — í einum filmi um kríggið.
Hevuðsleiklutin hevur Robert
Redford.
Konsert við Victor Borge
Sunnudagur kl. 15,00
Vit skulu her síggja tann kenda
dansk-amerikanaran, Victor Borge.
Borge framferir ymiskt til skemt-
unnar í samband við 75 ára feðingar-
dag sín. Upptekan er gjørd á Ráðhús
hellini í Keypmannahavn. Umframt
tað verða eisini gamlar upptekur við
Borge.
Tú og dýrini
Sunnukveld kl. 19,30
Tann vælumtókti Poul Thomsen er
inspireraður av Hanne Reintoft. Hon
plagar at tosa um tey veiku í samfel-
agnum. Og Poul Thomsen ætlar sær
at tosa um húsdjórini, hvat verður av
teimum, tá gomul og sjúk fara á
sjúkrahús ella ellisheim. Tey sleppa
nevniliga ikki við teimum gomlu á
Ellisheim. Tí er hetta ein stórur
trupulleiki hjá nógvum.
Jenny
Sunnukveld kl. 21,30
Annar partur av trimum. Jenny er
farin heimaftur til Noregs, har hon
hugsar um samband sítt við Helge.
Ivi hennara gerst ikki minni, tá hon
uppdagar, at foreldrini hjá Helge ikki
kunna saman. Enn einaferð stendur
Jenny og skal gera av, antin hon skal
velja sítt arbeiði ella tað, sum tey, tá
ið tíðini, meintu var plássið hjá
kvinnuni.
Friðardómarin í Irlandi
Sunnukveld kl. 21,20
Hetta er so seinasti parturin av hesi
ensku sendingini. Tað fer ikki stillis-
liga fyri seg. Fyrst síggja vit nógvar
hundar, sum villast inni á einum eki,
har teir ikki eru vælkomnir og síðani
er ein veitsla, har allir leikarnir eru
við. Vit siga við hesum farvæl við
tann frálíka enska leikaran, Peter
Bowles.