Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: p/f sosíalurin Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Miðleingjan kon- servativ — radi- kalt er moderat TAÐ KEMUR alsamt týðuligari fram at fólkaflokkurin er ein politiskur og ideologiskur hurlivasi. Fólk hava nú krav uppá. at hesin flokkur, sum gjørdist tann næststørsti vid seinasta fólkatingsval sigur hvar hann stendur. FLOKKURIN segði seg at vera liberal- an. Orðafellið: »Midleingjan í føroysk- um politikki« varð nógv nýtt av fólka- floksurguni ta einu tíðina. Eftir hesum skuldi flokkurin verið ein miðflokkur. Ein flokkur, ið stóð ímillum teir konservativu og teir flokkar, sum liggja longst úti til vinstru. MEN NÚ HOYRA vit at fólkaflokkurin er langt úti til hegru. Fólkatings- maðurin skal hava »tekniskt« sams- tarv við konservativa fólkaflokkin í Danmark. Ungmannafelagnið hjá fólkaflokkinum lýsir í útvarpinum við einum ella ødrum sum hevur við »de ungkonservative« at gera. Miðflokk- urin í donskum politikki eitur íkki »konservativ folkeparti«. Hann eitur „det radikale venstre«. Veljararnir hjá félkaflokkinum vita nú ikki reiðuliga hvat teir hava valt. Hava teir valt ein miðflokk ella hava teir valt ein hegra- flokk? FLOKKURIN hevur eisini kallað seg: „Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjålvstyrik. Spurdur av danska út- varpinum um hansara flokkur er vet moderat selvstyreparti« svaraði ný- valdi fólkatingsmaðurin ja. Men »radi- kalt sjålvstyri« og »moderat selv- styre« er í øllum førum ikki tað sama. Hvat er fólkaflokkurin? Er hann »radi- kalt sjålvstyri« ella er hann »moderat selvstyre« ella nakað heilt annað? Hava veljararnir valt »radikalt sjálv- stýrir ella hava teir valt »moderat selvstyre«? Rætttrugvandi konserva- oddagrein TÅ TALAN hevur verið um fólkatings- sessirnar hevur fólkaflokkurin sagt seg at hava púra greiða stødu. Fólka- tingssessirnir høvdu als ongan týdn- ing. Teir skuldu avtakast. Men her er ein kúvending hend. Tað er sum tá fimleikalærarin rópar: víkringa. Tá snara luttakararnir 180%. Í dag ætlar fólkaflokkurin at taka øll týðandi mál úr løgtinginum og reisa tey í fólkating- inum. Nú sær tað út til, at tað eru løg- tingssessirnir og ikki fólkatingssess- irnir, sum skulu avtakast. HVAR FLÓTA vit? Hvar eru vit? Eru vit keypt? Eru vit seld? Ella eru vit kanska til selu? Eru orðini hjá fyrrverandi fólkafloksformanninum (politiska abbanum hjá stavnamanninum): »Ongin yvir og ongin við síðuna av Føroya løgtingi« galdandi enn, ella eru tey farin sama veg sum »miåleingjan í føroyskum politikki« og »radikalt sjålvstyri«? Vil fólkaflokkurin nú flyta okkum aftur í amtstøduna? Ongin veit og ábyrgdarmennirnir í fólkaflokk- inum klúgva ikki í tvey. ELLA ERU nakrir ábyrgdarmenn í fólkaflokkinum? Er hetta sami sjón- leikurin sum tá fólkaflokkurin skuldi fremja loysing, kvetting og fullveldi og síðani stakk halan millum beinini? Ella tá hann skuldi reka sambands- menn úr øllum týðandi ålitissessum her å landi og sidani valdi ein sam- bandsmann í tydningarmesta ålitis- sessin, nevniliga løgmanssessin, bert ein mánaða eftir at rakstrarrópini dundu? ER OG VERÐUR fólkaflokkurin altíð ein óálítandi flokkur? Kunnu vit ongan tíð rokna við hesum flokki ella hvussu? Vit spyrja og nógv onnur við okkum seta sama spurning. Kemur nakað svar? tivir — harvið er alt sagt Facistarumbul í konservativa bretska flokkinum. Tann evarska lítli hóvligi vongurin, ið enn ikki hevur vent bretska konservativa flokkinum bakið, áleggur nú Jarndrottn- ingini Margaret Tatcher at sópa innanflokka. Lata sær ikki 'sngur lynda, at fjøld av nyfacistum alt meiri og meiri mynda okkin liberala Bretlandi skuldi iktans borið til at gingið azistaskrúðgongur, við lum tí politiska fræls- um, ið har finnst. Hóast okkum ikki hevur <a hesar somu skrúð- gongur her á landið, so hava kortini hesir okkara garpar, ið vóru uppii hesum ólíkindum havt meguleika í ólukkumáta fyri í frið og náðum at sæta sær og sínum á besta hátt í føroyska samfel- agnum. Men tá slíkar bretskar luxus-facistagongur, fyri tey fáu útvaldu, skulu kryddast við einhverjum pikantum dámi, verður Seinastu árini hevur nógv verið tosað og skrivað um uttanlandsskuld. Teir flokkar, sum sótu i and- steðu tvey tey seinastu valskeiðini, hava skuld- sett undanfarnu sam- gongu fyri at hava ábyrgdina av uttanlands- låntøkunum sum heild. Bæði av tí partinum av uttanlandsskuldini, sum var við árslok 1980, og eisini av tí partinum, sum er upptikin síðani. Serstakliga hevur sam- bandsflokkurin gjørt nógv burtur úr hesum spurn- ingi. Tá flokkurin sat í andsteðu varð uttanlands- skuldin brúkt sum ræðu- mynd. Vit høvdu tá eina uttanlandsskuld uppá umleið 1 mia. kr. Hetta var við árslok 1980. Umroknað var hetta tað sama sum 22.000 kr. í part hjá øllum feroyingum. Tað nýfedda barnið og tann elsti feroyingurin. Vit vóru ell skuldabundin uttanlands av undanfarnu samgongu við 22.000 kr. í part. Soleiðis dundu rakstrarrópini frå sam- bandsflokkinum. Í dag er uttanlands- skuldin komin uppå 2300 mió. kr. T.v.s. at vit hava i letuni eina uttanlands- skuld uppá 2 mia. og 300 mió.-kr. (Við árslok 1984 verðu talan um 3 mia. kr.). Umroknað svarar uttan- landsskuldin í letuni til umleið 53.000 kr. í part hjá ellum feroyingum. Tað nýfedda barnið og tann elsti feroyingurin. Nú eru vit ell skulda- bundin uttanlands við 53.000 kr. í part. Og hvat sigur sambandsflokkurin til hetta? Jú, legmaður hevur sagt, at uttanlands- skuldin veksur heilt »auto- matiskt«. Meginparturin av vøkstrinum stavar frå rentum og kurs- broytingum av eldri uttanlandslánum. Hetta sigur landsins løgmadur. Eftir er at undirmeta metingarevnini hjá fólki, men at undirmeta tey í so grovan mun, sum talan er um hjá legmanni er óhoyrt. Skulu vit nýta sama útrokningarhátt sum legmaður, kunnu vit lættliga siga, at undan- farna samgonga ongi uttanlandslán tók. Allur veksturin tey seks árini stavaði frá rentum og kursbroytingum av eldri uttanlandslánum. Uttan- landslåntøkurnar eru nevniliga eldri enn undan- farna samgona. Frå. og vid 1968 til og við 1974 var sambands- flokkurin i samgongu. Øll hesi átta árini hevði flokk- urin landsstýrismannin í fíggjarmálum. Við árslok 1974, tað vil siga tá undanfarna samgonga tók við, var uttanlandsskuldin 480 mió. kr. Seks ár seinni ella tá undanfarna sam- gonga fór frá, var uttan- politisk viðmerk- ing landsskuldin komin uppá umleið 1 mia. kr. Nýta vit mátan hjá legmanni, so vaks uttanlandsskuldin tey seks árini hjá undan- farnu samgongu »heilt automatiskt« vid rentum og kursbroytingum av teimum 480 mió. kr., sum sambandsflokkurin hevði medábyrgd av. Kunnu vit loyva okkum at handfara spurningin á tílíkan hátt? Sjálvur haldi eg ikki. Men hetta er tann måtin, sum landsins løgmadur nytur, tå hann tosar ella skrivar um uttanlandsskuldina. Og skulu vit nýta hendan mátan, so er tað púra greitt, at meginparturin av vekstrinum í uttan- landsskuldini frá 1975 til 1980 stavaði frá rentum og kursbroytingum av eldri uttanlandslánum — av uttanlånslåntøkum sum sambandsflokkurin var við til at fremja frå 1967 til 1974. Sera einfalt. Vilhelm Johannesen I tarið námsferð til ættar- grøvina Berlin. Instruk- tiónin í strekkmarsji og eðrum hábregdum er so eisini við hondina. Henda klika sigst vera kjarnan í facistiska veing- inum innan bretska konservativa flokkin. Prógvað er, at samstarv teirra við altjóða nýfacis- tiskar og antisemitiskar (t.e. ímóti jødum og flest- ellum vit kalla arabar) bólkar er av tí besta, og heilaga týningaramboðið racismuna nýta teir eins óinnballaða sum Hitler og McArthy. Smávegis mótmælini innanflokka ímóti hesum ódámliga lag hava av góðum grundum ikki rinið stórvegis við hjá Tatcher, sum ivaleyst man halda væl til standa. Edward Heath fyrrverandi konser- vativi stjórnarleiðarin sigst umhugsað at siga seg úr flokkinum. Hóligi konservativi vongurin hevur nú tikið sær um reiggj og alment mælt til útreinskan um ikki kleimna hond facis- munar framyvir einsamøll skal stjórnar flokkinum. Stríðið er nú so opinlýst, at listar yvir eiðsvornar facistar innan konserva- tiva flokkin verða kunn- gjørdir dag og dagliga, hetta av teim konserva- tivu sjálvum. Og óreingi- ligu prógvini fyri ómanna- verda virksemi hesra manna eru Otald. Facistaklikurnar innan konservativa flokkin eru nógvar, men >Tory Action«, eisini stuðlað av fólki við tilknýti til fregn- artænastuna, liggja enn bátslongd frammanfyri aðrar, hvat skarnsgerðum viðvíkur. Serliga nasadjarvir gjørdust teir undir Falk- landsstríðnum, sum meir enn annar tilburður seinnu árini, gav facistunum vind í seglini. Vitleysa fólkaes- ingin og romantiski »stemningurin« millum sameinda krígshugaða bretska fólkið, var tá av álvara misnýtt sum skálkaskjól fyri meiri al- mennum facistatiltøkum, enn sámuligt hevði tókst undir meiri vanligum um- steðum. Bretski arbeiðaraflokk- urin hevur ikki latið seg erkymlað av hesi gongd, ti sum teir siga, so væntast facistisku hegrabólkarnir fyribils at hava úr at gera við sínámillum stríði um,hver teirra veruliga er tann leiðandi av slagnum. Siga víðari, at komandi parlamentsval man fara at lemja henda uitra- konservativa høgraflokk Bretlands, eftirsum nakað nógv av hóvliga veing- inum hóast alt betur dámar at verða skýrdur nekunlunda demokratisk- ur enn beinleiðis facistisk- ur. So langt eru teir tó komnir við facismuni í Bretlandi, at stundin nærum er búgvin til systemskifti. Konservativa flokks- leiðslan hevur enn ikki tikið stig til at káva útyvir hesa so ódámligu facis- tisku stevnuna, ið alt fleiri av tinglimum floksins tykjast at hava so góðan tokka til. Útréinskingar koma ikki uppá tal, og er gjøllari eftirlit við hver ið stilla skal upp fyri flokkin, einasta tiltakið, talan hevur veirð um. At hetta eftirlit einki er vert, er sjálvsagt, við tað, at hetta eins væl verður nýtt til tryggjan av, at kandidatarnir = komandi veruliga eru superrætt- hugsandi konservativir — og harvið er alt sagt. Neyðars Bretland. Rán. KKK